fríggjadagur 2. februar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
12
Nr. 23 - 2. februar 2001
VIÐMERKING
Gjørt skal vera vart við, at
við løgtingslógunum nr. 3
og 4 frá 25. jan. 2001 eru
gjørdar nakrar broytingar á
pensjónsøkinum, sum fáa
gildi frá komandi útgjaldi.
Sjúkrakassaviðbótin (160
kr. / mðr.) er ikki longur at
finna, sum ein sjálvstøðug
viðbót, men er løgd inn-
aftur í vanligu viðbótina,
sum er hækkað tilsvarandi.
Allar
viðbøturnar
er
somuleiðis hækkaðar við
4%.
Annars eru reglurnar fyri
barnaviðbótini
broyttar
soleiðis, at ein pensjónistur
fær eina barnaviðbót pr.
barn undir 18 ár, um so er,
at barnið ikki uppiheldur
sær uttanfyri heimið eftir
forsorgar- ella barnafor-
sorgarlógini. Eru bæði for-
eldrini pensjónistar fáa tey
eina viðbót í part, og ikki
bert eina sum framman-
undan.
Viðv. fólkapensjónini og
lægstu fyritíðarpensjónini
er annars einans talan um
smærri broytingar í upp-
hæddunum, og tí skuldu
hesir bólkar ikki merkt
nakran serligan mun í út-
gjaldinum.
Viðv. miðal og hægstu
fyritíðarpensjón er viðbótin
nú býtt sundur í eina viðbót
og eina avlamisviðbót, har-
av tann seinna er skattafrí
og
ikki-inntøkuávirkað.
Hetta merkir, at fyri flestu
pensjónistarnar í hesum
bólkunum
skuldi
talan
gjørst um eina ávísa hækk-
ing í útgjaldinum.
Tann inntøkan, sum pen-
sjónisturin kann hava um-
framt pensjónina, uttan at
hetta ávirkar upphæddina er
broytt til 21.400 kr. og 42.800
kr. fyri ávikavist fólka- og
fýritíðarpensjónistar.
Eisini er avlamisveitingin
innførd aftur fyri tey, sum
læknaliga lúka treytirnar
fyri at fáa hægstu ella miðal
fyritíðarpensjón, men sum
ikki kunnu fáa pensjón or-
sakað av ov høgari inntøku.
Tá talan er um fulla
(óskerda) pensjón eru mán-
aðarligu
upphæddirnar
frammanundan skatti:
Rúni Tummasarson
Tvøroyri
Tað vóru feigdarboð í Út-
varp Føroya hevði at bera
suðringum afturvið nátt-
urðanum mánakvøldið tann
8. jan. Mangur bitin ið var
ætlaður at metta og skapa
vælvild nú dagurin gekk at
halla, man hava kúvent í
maganum og leitað sær
uppaftur í ljósið, nú henda
beistagerð norðan úr høv-
uðsstaðnum varð almanna-
kunngjørd í teimum før-
oysku stovunum.
Hálmstráið, sum suðring-
ar seinastu árini hava krøkt
seg í, og sum hevur givið
einastu vónina um ein
glotta fyri vinnulívið, eins
væl sum fyri trivnaðin sum
heild í oynni, varð kvett við
einum deyðiligum bana-
høggi.
Fyri teir mest svart-
skygdu suðringarnir vóru
boðini bert ein staðfesting
av tí, sum teir søgdu seg
vita var í væntu. Tá ið løg-
tingið í februar mánaða í
fjør avgjørdi at lata markn-
aðarkreftirnar sjálvar finna
útav, hvar ein útgerðarhavn
fyri oljuvinnuna skuldi
liggja, var avgerðin í veru-
leikanum longu tikin. Tí
marknaðarkreftirnar
eru
sjálvsagt
sterkast
har
vinnulívið er sterkast, og
tað er ikki í Suðuroynni.
Hetta veit hvørt manns-
barn. Tað sum eisini átti at
verið eyðsýnt, í øllum før-
um fyri landsins kosnu
menn, er at tá ið ein letur
marknaðarkreftirnar ráða,
og letur tær sjálvar taka
slíkar avgerðir, so er tað
ikki vist at hendan avgerðin
er tann besta fyri samfe-
lagið sum heild. Eisini er
tað púra greitt, at hesir
somu menn eru ikki áhug-
aðir í, at hendan avgerðin
verður grundað á kapping-
arføri, í orðsins besta týdn-
ingi.
Hetta at lata marknaðar-
kreftirnar ráða, er bert eitt
skálkaskjól fyri polititikk-
arnar.À henda hátt sleppa
teir undan at taka nakrar
illa dámdar avgerðir, nú val
stendur fyri durum. Við
øðrum orðum gera teir ikki
tað teir eru valdir til at gera.
Um hetta var í tí privatu
vinnuni, sum hesir somu
menn siga seg verja, so
vóru teir uppsagdir og tað
stundisliga. Havast skal í
huga, at tað eru ikki bert
politikkararnir sum í hesum
føri hava ávirkan, men tað
eru eisini aðrir persónar
sum kunna taka avgerðir av
týdningi í hesum málið.
Hetta eru ikki persónar ið
fólkið hevur valt, men hesir
nýta høvið at fjala seg
aftanfyri tað leysu orðing-
ina, sum teir folkavaldu
settu í oljulóggávuna.
Nú er tað so endiliga
komið fram, at einasta
VIRKSEMI sum suðringar
fara at fáa burturúr, hesa
fyri okkum øll nýggju
vinnu, verður ein partur av
tilbúgvingini t.v.s. goymsla
av nøkrum oljuforðingum.
Hetta kann uttan iva
goymast í nøkrum fáum
bingjum, so at kalla hetta
VIRKSEMI, er at halda
fólk fyri tað turra spott. Um
landsins kosnu menn, meta
hetta at vera VIRKSEMI í
orðsins røttu týðing, so er
tað ikki torført at ímynda
sær, hvussu nógv VIRK-
SEMI fer fram í teim
mongu stýrunum í høvuðs-
taðnum.
Sum vera man so kunnu
persónar ávirkast. Ì einari
kapping ber til at trýsta, og
taka aðrar heldur ódámligar
hættir í nýtslu, við tí fyri
eyga at fáa mótpartin vístan
úr kappingini, áðrenn tað
gerst alt ov sjónligt, hvør
veruligi vinnarin er. Um
slíkir hættir hava gjørt seg
galdandi, tá ið talan er um
útgerðarhavnina, dugi eg
ikki at meta um, men tað er
ongin loyna, at soleiðis
halda flestu suðringar, at
leikur er farin fram.
Kann tað hugsast, at í
einari rættvísari kapping
um útgerðarhavnina, hevði
Norserv verið sjálvsagdi
vinnarin?
Kann tad hugsast, at um
Norserv fekk møguleikan
at bjóða seg fram á jøvnum
føti við Asco, Eimskip og
Atlantic Supply Base, so
hevði felagið verið ført fyri
at veitt tænasturnar fyri
lægri kostnað enn feløgini
norðanfjørðs?
Sum støðan er fæst
ongantíð greiða á hesum,
men eitt er tó púra greitt,
tað er ikki kvalifikatión-
unum hjá Norserv ið nakað
er galið við. Móðurfelagið
hjá hesum felag serviserar
frammanundan fyritøkur
sum SHELL, CHEVRON,
TEXACO og AMERADA
HESS. Alt fyritøkur ið eru
væl størri enn STATOIL .
“Økismenning og út-
jaðarapolitikkur”. Hetta eru
føgur orð ið mangan hava
verið at hoyrt seinnu árini,
serliga frá poltikkarunum.
Tey eru mestsum burturav
nýtt at sissa onkran við,
sum ikki hoyrir heima í
miðstaðarøkinum, og sum
hevur dittað sær at funnist
at politikkarunum. Í dag
kunnu vit bert staðfesta, at
hesi orð eru útholaði og
onga meining hava í veru-
leikanum.
Nú eru bert eini ráð til at
taka. Tað er at lata sitandi
samgongu merkja fylgjur-
nar av teirra vantandi før-
leika at taka tær avgerðir ið
eru teirra skylda. Hetta
gerst best við, at allir suðr-
ingar møta fjølmentir á val-
inum 25. apríl 2001, tá ið
vit væntandi skulu atkvøða
um framtíðar støðu Føroya
í ríkisfelagsskapinum. Her
skulu vit vísa okkara ónøgd
við at ganga ímóti sam-
gonguni og fella teirra upp-
skot. Vónandi er løgmaður
so mikið at sær komin, at
hann skrivar út nýval eftir
slíkan ósigur.
Best hevði verið um val-
feløgini í suðri tóku seg
saman, og í felag heittu á
allar suðringar um at fella
uppskotið hjá samgonguni.
Eitt dømi um hvussu lítið
gott vit í Suðri hava í væntu
frá hesu samgongu, er mál-
ið um tann nýggja Smiril.
Her talar gongdin í málin-
um higartil fyri seg sjálvan.
Men tað kemur neyvan
óvart á nakran í Suðri, um
játtanin til nýggja Smiril
verður skerd áðrenn langt
er fráliði. Hetta verður væl
gjørt við tí grundgeving at
nú ongin oljuvinna verður í
Suðri kortini, so hava suðr-
ingar ikki betri samferðslu
fyri neyðini. Onkur vil
uttan iva halda, at vit í
Suðri nú eru farin at síggja
trøll á alljósum degi, men
lat okkum nú síggja.
Tað gerst alt meiri van-
ligt, at hoyra suðringar tosa
um, at loysa oynna frá rest-
ini av Føroyum. Hesar
røddir gerast alt harðari og
er hetta ikki í spølni, men í
rámasta álvara. Politikkar-
nir í ”konTórshavn” skulu
ikki kenna seg vísan í at
hetta krav kann tigast
burtur.
Kanska
Suður-
oyggin fær loysing áðrenn
Føroyar. Vit eru í øllum
førum samd um hvat skal
standa á atkvøðuseðilinum.
Ráðagerðin móti Suðuroynni
Tíðindaskriv frá Almanna- og Heilsumálastýrinum
Broytingar á pensjónsøkinum
stakur:
giftur:
giftur ikki-penjónisti*:
Fólkapensjónistur:
6.046 kr.
4.678 kr.
5.534 kr.
Hægsti fyritíðarpensjónistur:
10.258 kr.
9.000 kr.
9.856 kr.
Miðal fyritíðarpensjónistur:
7.459 kr.
6.425 kr.
7.281 kr.
Lægsti fyritíðarpensjónistur:
5.439 kr.
4.333 kr.
5.189 kr.
Viðv. bólkinum giftur ikki-pensjónisti er talan um persónar, sum innan 1. jan. 2000 fingu
pensjón og longu tá vóru giftir einum ikki-pensjónisti.
SJÓNLEIKUR
Í vikuskiftinum 3. og
4. febr. verður sjón-
leikurin Fremmanda
Gentan framførdur á
Dramaverkstaðnum á
Nabb.
Sjónleikurin er um
eina smágentu sum er
flóttafólk í Føroyum.
Hetta er ein stuttur
barnaleikur, sum tey
10 og 11 ára gomlu
børnini dramaverk-
staðnum leika. Børn-
ini byrjaðu at venja í
november 2000, og
øll uttan 2 eru ný-
byrjarar. Leygardagin
er ein sýning kl 18 og
sunnudagin eru tvær
sýningar kl. 16 og kl.
18. Atgongumerkir
kunnu keypast í for-
sølu í Kunningarstov-
uni og á Dramaverk-
staðnum 1 tíma und-
an sýning.
Børn undir 5 ár
skulu vera saman við
vaksnum,
sigur
Dramaverkstaðið
í
tíðindaskrivi.
Fremmanda
Gentan
Lindin
víðkar
virksemið
ÚTVARPSSTØÐ
Eirikur Lindenskov
Nú um dagarnar er
eitt ár liðið, síðani út-
varpsstøðin Lindin,
ið sendir kristiligt til-
far, sendi fyri fyrstu
ferð.
Í hesum sambandi
skipar útvarpsstøðin
fyri tíðindafundi í
dag, har fjølmiðlarnir
verða
bodnir
til
morgunbreyð
og
kaffi.
Tey, ið standa aftan
fyri
útvarpsstøðina
Lindina, fara at greiða
fjølmiðunum frá virk-
seminum farna árið,
um aktuellu víðkan-
ina í morgin, um
nýggjar sendingar og
senditíðir og framtíð-
arætlanum annars.
Frá fríggjadegi 2. februar til hósdagin 8. februar
Basalt
Sunnukvøldið kl. 20.00
Prix Føroyar - av Strondum
Kristitrúgv og kvæðayrking
Bæði Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya fara at senda frá Prix Føroyar kappingini,
sum verður á Strondum um vikuskiftið.
Útvarpið fer at senda mánadagin kl. 16, meðan Prix Føroyar verður á skránni
mikukvøldið kl. 21.40 í sjónvarpinum.
Bólkarnir, sum skulu á pallin leygarkvøldið, eru Flux, Epot, I am, No Connection,
Marigold, Janus Trúgvason, Pínadoy, Phantoms og Side Effects. Bara Flux og I am
vóru við í kappingini seinast, og tá eydnaðist tað Flux at koma í finaluna.
Spennandi verður at frætta, hvørjir tveir bólkar fara víðari í finaluna.
Fyrr plagdu vit at skemta
við altjóða gleivstrøðu og so
framvegis. Kanska aktuelt í
hesum døgum. Veit ikki,
hvussu nógv hava givið sær
far um tað, men fimleikaløt-
an í ÚF er burtur! Kanska
onkur saknar hana. Hendan
fasta tátt í eini 10 ár. Nyggja
skráin er við at festa seg og
við at vinna hevd. Broyting-
ar eru ringar at framja, men
tær vinna sum oftast og tað
er oftast til tað betra. Morg-
un redaktiónin er eftir mín-
um tykki ófør og tað er
heppið, at vit sleppa at
hoyra tættirnar aftur á
kvøldið. Saknur var í hes-
um, tá hetta ikki var.
Dagarnir eru framvegis
heldur stuttir, so gott er at
hava sjónvarp. Hesi orð
falla ofta hesa myrku tíð.
Men tá sagt verður sjónvarp,
so verður neyvan altíð meint
við stovnin, ið vit nevna
Sjónvarp Føroya. Har tykist
ofta langt millum góðu
sendingarnar.
Og skal ein so til at meta
Sjónvarpið, sum ein veru-
ligan stovn og samanbera
við aðrar mentanarstovnar í
londunum kring okkum, so
er langt á mál. Enn eru før-
oysku minuttirnir á sjón-
varpsrútinum ikki so nógvir
í tali. Telja vit so ikki tíðind-
asendingarnar við, so er
sera lítið eftir. Tað er, sum
fer øll orka til hesar send-
ingar og so má manningin
bara gera hitt umframt. Skal
ikki siga, at tað er so, men
tað kann tykjast so.
Neyvan er lætt at eita
Sjónvarp, tað er greitt, og
øll tekin eru eisini um hetta.
Men glottar eru. Útvarp
og sjónvarp eru við til at
fyrireika Prix Føroyar og
gera nógv burturúr. Loft-
miðlarnir eiga rós fyri hetta
tiltak, sum eisini FUT og
Norðurlandahúsið fyrireika.
Útvarpið sendir beinleiðis
frá leikstøðunum fríggja-
kvøld og leygarkvøld. Tað
er frálíkt og lurtarin kann
fylgja við so hvørt. Tikið
verður so samanum mána-
dag.
Sjónvarpið spílar seg eis-
ini út í samband við tiltakið.
Johan Dalsgaard í Kollafirði
gjørdi eftir mínum tykki
rímuligar sendingar und-
anfarin prix-ár. Nú hevur
Tróndur Vatnhamar hevur
tikið yvir. Hann kenna tey,
ið hoyrdu Atlantic Radio.
Har stóð hann fyri lívligum
útvarpstímum.
Sendingin í Svf miku-
kvøldið boðar frá góðan.
Ein ungdómssending, eing-
in ivi um tað, men tó ikki
soleiðis, at tey tilkomnu
venda sær frá sjónvarpsrút-
inum. Nyggi verturin hevur
eina aðra uppskrift, enn
hana, vit hava sæð undan-
farin ár. Tó er stílurin ikki so
av leið frá undanfarnum
sendingum, men tiltakið er
jú tað sama.
Nýggja sendingin riggar
væl og er í rætta stílinum.
Ungdómlig.
Men annars hevur ikki
nógv verið at koma eftir í
Svf hesa vikuna. Tað er,
sum at tað er líkamikið, um
ein koyrir á føroysku rásina,
ella onkra aðra. Tilfarið er
tað sama og tað er útlendskt.
Hvørjum skal eg…
Tað besta, eg havi sæð í Svf
nýliga, er lýsingin fyri
Gekkin við arabiskum tekn-
um. Hon er framúr og ein
kann vóna, at slíkur kreativ-
itetur breiðir seg til veruligu
sendingarnar.
Nú er ummælarin kanska
farin ov illa við Svf. Men
Svf er ein stovnur, ið hevur
verið í kreppu. Starvsfólkið
á stovninum ger óivað sítt
besta. Kanska skal politiski
myndugleikin
taka
sær
nær!?!
Men nú er aftur tíðin, har
vit millum hvørja sending í
Svf síggja svartar handskar
banka á dyrnar hjá fólki.
Sjónvarpsgjald!
Men hvat gjalda hyggj-
arar fyri? Eins og í Úf, so er
alt vanligari í Svf við spons-
orum. Einasta líkinda send-
ingin hesa vikuna, var stuðl-
að av Føroya Bjór!
Kanska skuldu hyggjarar
spurt seg sjálvar: hvørjum
skal eg siga takk… ?
Hvørjum skal eg….
Mikukvøld kl. 21.40
Mánakvøldið kl. 19.00
Mikukvøldið kl. 21.40
Bestubitar: Søga og spír 3:6
Leygarkvøldið kl. 20.00
Mánadag kl. 16.03
&
Prix Føroyar - Strendur
Dagfinn
Olsen
ummælir: