Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 28 - 9. februar 2001 Frá fríggjadegi 9. februar til týsdagin 13. februar Frítt er Eystfelli frá at fara Sunnukvøldið kl. 20.00 Bestubitar: Søga og spír Okkara kokkar Sunnudagin kl. 20.00 vísir TV3 amerikanska spenningsfilmin Species. Í 1974 sendu nakrir vísindamenn eitt signal út í rúmdina og vónaðu at koma í samband við livandi verur á øðrum gongustjørnum. Nú fleiri enn tjúgu ár seinni verður signalið svarað. Svarið er ein vegleiðing um, hvussu tað ber til at blanda menniskju og rúmdarverur. Úrslitið av hesi blanding er tann avbera vakra Sil, sum er hugtakandi, men samstundis sera vandamikil og ein beinleiðis hóttan móti mannaættini. SVF er farið at jagstra hyggjar- ar enn einaferð. Hendan ó- hugnaliga lýsingin av, hvussu tað verður bukað og bankað á dyrnar hjá kriminellum føroy- ingum, sum ikki hava goldið sjónvarpsgjald, fær meg at hugsa um amerikanskar krimi filmar, og tað er jú eisini mein- ingin. Eitt, sum eg hugsi hvørja ferð er, um tey munnu hava fingið hitt tiltikna loyvið, áðrenn tey fara á húsarannsók. Eg ímyndi mær Bergljót ella John Sigurd fara vaðandi inn í stovurnar í svartaskóm at leita eftir sjónvarpstólum, ja kanska er neyðugt hjá teimum at fín- kemba sovikømurini eisini, tí nú siga tey fyri mær, at børn hava egið sjónvarp, har tey sova. So her verður ivaleyst hjá teimum at gera. Undankapping í Prix Føroy- um varð send í SVF miku- kvøldið. Tónleikinum bilti einki, men myndirnar vóru vánaligar. Eg veit ikki, um tað var tí, at hølið ikki var egnað til at gera góðar myndir í, ella um tað eru sparitíðir, vanliga duga fólkini í sjónvarpinum væl at upptaka myndir. Eg haldi eis- ini, at her manglar hugflog. Tá ið ferðin nú gekk til Suðuroyar, so kundi verið hóskandi at farið varð nakað fyrr og gjørt eitt sindur burtur úr ungdóms- lívi í Suðuroy. Samanumtikið er lítið og einki á skránni í sjónvarpinum, so her gerst ivaleyst einki annað enn at hótta fólk at gjalda sjónvarpsgjald, tí at sannføra fólk um at tey mugu gjalda fyri innihaldið batar ikki. Oddvør Johansen, rithøv- undur, var í »Morgunrásini« hósmorgunin. Hon er lítillátin, men tó ikki bangin fyri at siga sína hugsan, bæði í skrift og talu. Jákup Magnussen fekk eina fornuftiga samrøðu í lag við Oddvør. Hon greiddi frá, hvussu tað kendist at blíva við- urkend sum rithøvundur, men var greið yvir, at ikki øll halda alt vera gott, tí sum traðarmað- urin segði við hana: »Tú skuldi hildið teg til orgulspælið, tí at skriva dugir tú ikki.« Oddvør væntaði ikki at verða kosin besti norðurlendski rithøvundur, og hon fekk rætt, tað gjørdist Jan Kjærstad ístað- in. Tey, sum vistu hvør var inn- stillaður, vóru ikki bilsin: inn- an bókmentaheimin, sum í øllum øðrum heimum, ræður ein ávís »trend«, og í løtuni er tað »trendy« at hava Jan Kjær- stad standandi á bókahillini. Annars er at siga um »Morg- unrásina« í Útvarpi Føroya, at hon kann vera sera áhugaverd, men eg haldi, at útvarpsleiðsl- an átti at givið Hilmari Jan so frægt í løn, at hann hevði ráð til annan faklitteratur enn »En halv humørtime.« Hasar skemtisøgurnar, sum allar uttan undantak ganga frá nalv- anum og niðureftir, eru so plattar, at tað rennur mær kalt niður eftir rygginum. »Call me oldfashioned«, men álvaratos Hilmar Jan, útvarpið er ikki ein egningarskúrur. Eitt annað hjartasuff er um lýsingar av tí, ið er á skránni. »Morgunrásina« má tú hava frá allatíðina fyri møguliga at hoyra okkurt av áhuga, haraf- trat havi eg tvær ferðir hoyrt, at Edvard Nyholm Debes heldur, at tað skal vera ein loynidómur, hvør ið luttekur í sendingini »Útspæl«. Eg skilji ikki reiði- liga, hví hann verður spurdur, tá ið hann einki vil siga. Tað er eingin ivi um, hvat mál hevur fingið størst viðgerð í loftmiðlum hesa vikuna. Full- veldismálið sjálvandi. Tað yvirskuggaði øll mál, líka frá Lockerbiesakini, jarðskjálvtan- um í Indiu og forsetavalinum í Ísrael. Dagurin, tá ið Landsstýrið kunngjørdi innihaldið í fólka- atkvøðuni upprann, og vit runnu sum frethestar millum útvarp og sjónvarp fyri at fáa alt við. Vónsvikin vóru vit heldur ikki, onkur blaðmaður var so uppøstur, at hann fór at agitera, Eidesgaard gekk amokk og segði endiliga, hvat hann meinti, meðan Edmund segði tað, sum hann altíð hevur sagt. Sinnini vóru so á gosi, at gomul fyribrigdi sum barrik- adur vóru havdar á lofti, sum ein møguleiki fyri mótstøðu. Í døgunum, sum komu, sluppu nógv fram at mikrofonini at siga sína hugsan, ja sjálvt Ják- up Magnussen slapp at royna seg sum politiskur reportari. Veljarakanningar á alnótini vórðu nógv umrøddar í útvarp- inum, og tá ið fólk hoyrdu For- mula Føroyar mannin í útvarp- inum fortelja okkum um, at tú kann snýta enn meira við hes- um sokallaðu »cookies«, kom rættiligt glið á prosenttalið í vekjarakanningunum. Týsdagin brast bumban. Vit hava leingi bíðað eftir Poul Nyrup Godot, og á middegi fortaldi hann so enn einaferð um sína virðing fyri Føroya fólki. Nú er Grundtvig ikki abbi Pól, men álíkavæl. Eg hevði nú væntað at okkurt var smittað av. Í »Breddanum« týskvøldið brustu Eidesgaard og Kallsberg saman. Eina løtu mintu teir meg um hina vælkendu leik- myndina í »Verðins vánalig- astu vertir«, her var tó ikki sami humor, hóast báðir smílt- ust speiskliga. Hóskandi hevði verið at enda sendingina við okkara vælkenda tjóðsangi: »Danmark er et deeejligt land.« »Tað er víst, tað er víst...« Species Sunnukvøldið kl. 20.00 Leygarkvøldið kl. 20.00 Sjómanssendingin Vitin Leygardagin kl. 17.00 Mánakvøldið kl. 20.30 Marna Jakobsen ummælir: Kristmar Andreasen á Norðoyri hevur fing- ist við seyð, síðani hann var smádrong- ur, og honum dámar væl uppgávuna sum røktingarmaður SEYÐAHALD Eyðun Klakstein Tað kavar. Hvítu flykrurnar koma í tøttum fylgi niður av himli, og tað sæst munur á kavan- um frá tíma til tíma. Lotið er kalt, og hesar løturnar, tá tað kavar, munnu fólk hava bestan hugin at vera innan- dura. Men hvussu mann vera við seyðinum... Tað er týsdagur, og kava- veðrið, sum hevur verið seinastu dagarnar, heldur fram – eisini á Norðoyri, har røktingarmaðurin, Kristmar Andreasen, býr. Hann røktar tveir hagar. Í ognarhaganum á Fløtum ganga um 100 seyðir, og í Barmhaga eini 70 seyðir. Hesar seyðirnar røktar Kristmar, og tann paturin av seyðunum, sum er inni, má fáa fóður hvønn dag. Í køkinum í heiminum á Norðoyri sæst inn eftir Borðoyavík og inn til Klaksvíkar, har býarlívið gongur sín vanligu gongd í kavaveðrinum. – Eg eri lítið í Klaksvík, men sjálvandi er neyðugt at fara onkur ørindi við hvørt, sigur Kristmar. Tá prátið skal snúgva seg um seyð, heldur Kristmar, at best er at fara út í seyða- húsið. Tykkara útsendu og røktingarmaðurin leggja til brots, og Avensis avancerar so nøkunlunda gjøgnum tjúkka kavan út eftir vegn- um. Seyðurin stórleypandi Tá vit fara úr bilinum nið- anfyri seyðahúsið, kemur seyðurin, sum heldur til í og við seyðahúsið, stór- leypandi oman móti vegn- um. – Teir kenna meg, tá eg komi, sigur Kristmar. – Seyðurin, sum er inni, er so forvandur, at hann finnur ikki upp á at skava í kavanum. Teir mugu fáa fóður hvønn dag, sigur hann. Seyðurin er spakur, og fylgir trúliga aftaná røkt- ingarmanninum, meðan leiðin verður løgd niðan móti seyðahúsinum. Seyðahúsið hevur Krist- mar sjálvur smíðað. Tað er ikki rættiliga liðugt enn, men talan er um fittligt og praktiskt seyðahús. Útsýnið við seyðahúsið er frágera gott. Borðoyavík liggur opin, Borðoyanes sæst fyri sunnan og í hinum endanum hómast Kunoyar- nes og Kalsoyggin. Hesin dagurin er merktur av vetraveðri, og tað er í sær sjálvum sjarmerandi, men helst er útsýnið ikki minni hábærsligt ein góðan summardag. Áhugin Kristmar er eingin ársungi, tá tað kemur til seyð og seyðahald. – Eg havi fingist við seyð, síðani eg var smá- drongur. Eg fekk góða veg- leiðing frá abba mínum og mammubeiggja mínum. Teir lærdu meg nógv um seyðahald, staðarnøvn og annað, sigur Kristmar Andreasen. Kristmar var í nógv ár røktingarmaður í Uppsala- haganum, men nú eru tað hagarnir hinumegin Borð- oyavík, sum hann tekur sær av. – Tað ber ikki til at liva av vera røktingarmaður, og tí havi eg altíð okkurt at tak- ast við afturat, sigur hann. Hagin á Fløtum er lættari at sleppa at til enn Barm- hagin. Men hóast tað er eitt sindur drúgt at ganga Eyst- ur í Barm, ger Kristmar nógvar túrar eystur, og hann sigur seg hava fingið nógv góð ráð frá Jógvani Gerðalíð um hagan har eysturi. – Tá lembingin er fyri, eri eg minst eina ferð um vikuna eystur í Barmi, við hvørt tvær ferðir um vik- una. Tað er gott at ganga, og túrurin í sær sjálvum er góður, sigur hann. Um veturin eru ferðirnar eystur í Barm ikki so nógv- ar, men av og á má Krist- mar fara eystur at hyggja eftir seyðinum. – Næstseinasta mánadag vóru eg og hundurin har eysturi. Vit rættaðu 47 seyðir og fingu fatur á fýra veðragjólingum, so tað var ein sermerktur túrur, greið- ir Kristmar frá. Klárar seg Kavi skapar ikki bestu um- støðurnar hjá seyði, sum er í haganum, men seyðurin er ikki ráðaleysur. – Seyðurin, sum gongur í Barmhaganum, klárar seg – eisini tá tað er kavaveður. Hann er vanur við at verða úti í haganum, og kavin er eingin stórur truplleiki hjá honum, sigur Kristmar. Fyri kortum var grein í Sosialinum, har greitt var frá fyrstu lembingini í ár, men Kristmar roknar ikki við, at lembingin í hansara haga byrjar fyrr enn fyrst í mai mánaði. Og tá verða túrarnir eyst- ur í Barm fleiri, enn teir eru hesa ársins tíð. Nú kavin liggur er ikki hugsandi at fara eystur. Kavaælini eru tøtt, og rætti- ligt rok er, tá hann brestur á. Men farið er væl og virðiliga um stytsta dag, og nú gongur móti várinum. Vit leggja leiðina oman gjøgnum kavan aftur, og tá vit seta okkum í bilin hóttir enn eitt kavaæl. Og áðrenn vit eru komnir innaftur til Klaksvík, eru hvítar flykrur í luftini. Tað kavar. Trívist sum røktingarmaður – Eg havi fingist við seyð, síðani eg var smádrongur. Eg fekk góða vegleiðing frá abba mínum og mammubeiggja mínum. Teir lærdu meg nógv um seyðahald, staðarnøvn og annað, sigur Kristmar Andreasen, røktingarmaður. Mynd: Jens Kristian Vang