fríggjadagur 9. februar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 9. februar 2001
21
20
Nr. 28 - 9. februar 2001
KÍF hevði í longum
løtum tamarhald á tí,
sum fyrifórst á vøllin-
um, men seinastu
løtuna varð leiðslan
tveitt burtur, og
kyndilsmenn eiga at
vera meira enn fegnir
um, at teir hóast alt
fingu eitt stig burtur
úr dystinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Vónbrotið var stórt hjá báð-
um pørtum, tá dysturin
millum Kyndil og KÍF varð
blástur av mikukvøldið.
Aloftast er jú annars so-
leiðis, at í øllum førum
annar parturin er fegin um
úrslitið, men hesa ferð
hevði hvørgin teirra orsøk
at fagna javnleikinum. Tað
var, sum um báðir partar
vistu, at her var einki stig
vunnið. Hinvegin høvdu
teir tapt eitt hvør. Kyndil, tí
teir undan dystinum vóru at
meta sum greiðir favorittar,
meðan kollfirðingar mundu
iðra seg um, at tað ikki
eydnaðist teimum at binda
posabandið fyri, tá stigini
so at siga vóru heima.
Skert kyndilslið
Tað var annars eitt kyndils-
lið í eini heldur skerdari út-
gávu, sum fór á vøllin, tá
dysturin byrjaði. Umframt
Rúna Poulsen, sum fram-
vegis er úti við skaða, hevði
Hans Áki Dal-Christiansen
leikbann, og fram til dystar-
byrjan var ivamál um fleiri
aðrar leikarar.
Um tað var hetta, sum
órógvaði, ella um tað vóru
aðrar orsøkir, skal sleppa at
standa ósvarað, men undir
øllum umstøðum tóktist
kyndilsleikararnir at hava
óvanliga torført við at fáa
glið á spælið. Ferð var at
kalla eingin, og tí var tað
lutfalsliga lætt hjá kollfirð-
ingunum at verja fyri.
Verjuparturin var tó ikki
nakað, sum riggaði serliga
væl hjá liðunum báðum
hendan dagin. 22 mál til
hvørt liðið ljóðar kanska
ikki av so nógvum, men
størsta orsøkin til hetta skal
finnas tí avrikunum hjá
málverjunum báðum, ella
var talan eisini um vána-
ligar avslutningar.
Ikki minst kom hetta KÍF
til góðar, tá Kyndil fyri ein-
astu ferð í dystinum hótti
við at rýma frá gestunum.
Kyndil hevði tá eina tvey
mála stóra leiðslu, men
hóast fleiri góðar møgu-
leikar at økja, so eydnaðist
Óla Christian Djurhuus í
málinum hvørja ferð at
verja fyri.
Ístaðin vann KÍF seg
spakuliga upp á og fram um
Kyndil, og tað skuldi vísa
seg, at Kyndil ongantíð
vann leiðsluna aftur eftir
hetta.
Tveittu alt burtur
Í seinna hálvleiki vóru tað
kollfirðingar, sum høvdu
betra takið. Teir løgdu
bragdliga fyri, og tað eydn-
aðist teimum eisini at skapa
eitt hol á tvey mál til Kynd-
il. Hevði Jens ikki tikið sær
av so nógvum, hevði sov-
andi kyndilsverjan væl
kunna viðført, at gloppið
gjørdist størri. Holini í
verjuni vóru gapandi í fleiri
førum, og at kollfirðingar
vóru teir grammaru sást
eisini aftur, tá Jens tað einu
ferðina framdi dupultbjarg-
ing móti fríspældum koll-
firðingum, fyri síðani at
síggja seinasta bóltin fara
hoppandi í málið.
Tað var sum um munurin
bert stóð við, og tá Kyndil
heldur ikki megnðai at gera
sær dæl av yvirtalsstøðum,
mundi vónin fara hjá teim-
um flestu av fáu kyndils-
áskoðarum.
Við sjey minuttuim eftir
vann KÍF seg aftur trý mál
fram um, men so steðgaði
eisini upp hjá teimum.
Kyndil skeyt seg upp á
javnt næstu tveir minuttir-
nar, og so var alt opið aftur.
Seinastu løtuna var tað tó
sum um, at liðini bæði fóru
at kappast um nakað heilt
annað. At síggja til ráddi
um at tveita flest møguligar
bóltar burtur, og hetta
megnaðu báðir partar eisini
sera væl. Megnaði teir so
kortini
at
spæla
seg
ígjøgnum, stóðu málverj-
arnir fyri, og fjálturin á
leikarunum gjørdist alsamt
størri. Hjá Kyndli tí teir nú
høvdu
møguleikan
at
vinna, meðan KÍF nú sá, at
alt stríðið møguliga var til
onga nyttu.
Seinasta minuttin bar av.
Fyrst tveitti venjarin hjá
KÍF ein heldur óneyðugan
bólt burtur, tá hann royndi
seg við smartari fríspæling.
Kyndil fór í mótálop, men
her eydnaðist teimum at
klodda so við bóltinum, at
hann kom í beinini á Una
Wardum. Við 30 sekundum
eftir, høvdu kollfirðingar
nú møguleikan at avgera,
men ístaðin fyri at spæla
tíðina út, royndu teir seg
við skotið tá 15 sekund
vóru eftir, og so kundi
Kyndil fara í álop.
Í royndini at avgera
dystin, sendi Bjarni tá eina
skeiva sending, sum endaði
beint í fanginum hjá Eddie
Joensen. Úr verjuni skeyt
hann beinleiðis móti málin-
um, og tað var greitt, at
skotið snýtti Jens Skipa-
gøta. Hann hevði ongan
livandi møguleika at koma
aftur at verja fyri men
lukkutíð rakti bólturin á
stongina. Vandin var tó ikki
av, tí í seinasta sekundinum
hevði ein leysur Jákup Dam
møguleika at avgera, men
Jens fekk tó bjargað øðrum
stiginum.
Brekið má finnast
Eitt stig, sum hvørgin
parturin kann vera nøgdur
um. Kyndil man hava av-
skrivað fremsta plássið,
men verður avrikið ikki
betra komandi dystirnar, er
vandi fyri, at teir eisini
mugu avskriva silvurmerk-
ini.
Fyri kollfirðingar var
vónbrotið stórt, men hetta
sýnir eisini, hví teir so ofta
bert hava verið nær við,
uttan kortini at koppa teim-
um stóru. Fram til teir sein-
astu og avgerandi minuttir-
nar varð ofta spælt við skili,
men seinastu løtuna datt alt
hetta niðrufyri. Uppgávan
hjá venjaranum verður tí
helst, at finna út av, hví so
er, og so annars at bøta um
hetta til næstu ferð møgu-
leikin býðst. Tað fer hann
heilt víst at gera, og so ræð-
ur bara um at taka av.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Uni Wardum 8(3),
Jónleif Sólsker 7, Bjarni
Wardum 4, Regin M. Pet-
ersen 1, Janus E. Sørensen
1, Høgni Klein 1
KÍF: Jákup Dam 6, Durica
Tomic 5, Iljan Topic 3,
Petur
Martin
Johansen
3(2), Regin Petersen 1,
Petur Martin Poulsen 1
Brotskøst: Kyndil 5, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 5
Diskvalifikatión: KÍF 1
(beinleiðis reytt til beinkin)
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristi-
an Johansen. Høvudu við-
hvørt hug at sovna saman
við spælarunum.
Fyri bæði Hans Áka Dal-
Christiansen
og
Rúna
Poulsen mundi tað kendast
hugstoytandi at sita á
áskoðaraplássunum
og
hyggja at, meðan liðfelag-
arnir tókust við KÍF.
Hvørgin teirra kundi tó
gera nakað fyri hjálpar lið-
feløgunum, men um ikki
annað kunnu teir síggja
fram til, at teir innan leingi
aftur fáa spælt á liðnum.
Hans Áki hevði leik-
bann hesaferð, og er so-
statt tøkur aftur til kom-
andi dyst, meðan Rúni í
eina tíð hevur drigist við
skaða. Ótti var fyri, at
talan
við
krossbands-
skaða, men nú er líkt til, at
útlitini hóast alt ikki eru so
døpur, og Rúni verður
innan stutta tíð aftur til
reiðar at tørna út fyri teir
grønu.
Uttanfyri
Kyndil-KÍF 22-22 (13-13)
KÍF gav Kyndli
eitt stig
Kyndil hevði als ikki tamarhald á verjupartinum, har kollfirðingar ferð eftir ferð sluppu at
hóreiggja sær, sum teimum lysti
Mynd: Álvur Haraldsen
Jonhard West
Tvøroyri
Suðuroy og restin av út-
jaðaranum eru heilt gloymd
av landstýrinum í hesum
fullveldistíðum. Tað verður
bert hugsað um fullveldið
og hvussu Føroya fólk skal
lumpast til at atkvøða ja á
atkvøðuni í mai.
Útjaðarin, ið eisini skuldi
fáa ágóðan av oljuvinnini,
er heilt gloymdur, og alt
virksemi í sambandi við
oljuvinnuna verður lagt í
miðstaðarøkið. Øll lyftini
um at okur eisini skuldu fáa
nakað av virkseminum,
vístu seg at vera nøkur tóm
lyfti, ið okur vóru býtt nokk
at trúgva uppá. Okur áttu at
vitað, at tað fór at verða
sum so vanligt, og at okur
einki fóru at fáa. Meðan
meir og meir verður lagt í
miðstaðarøkið, verður enn
lovað okkum ein part av
virkseminum. Eg kundi
hugsað mær at fingið at
vita, hvat nú er eftir at
leggja í Suðuroy og sum
skapar nøkur arbeiðspláss,
tí sum nú er hava tey, ið
fara av oynni fyri at fáa sær
eina
útbúgving,
ongan
møguleika at flyta aftur í
oynna eftir lokna útbúgv-
ing. Tað er á hesum øki, at
okkurt má verða gjørt, um
fólk framhaldandi skal
hava møguleika at búgva í
oynni.
Um úrtslitið av fólka-
atkvøðuni í mai,verður eitt
ja, so verður eingin sum
helst møguleiki at verða
búgvandi í Suðuroy, tí so
fáa vit eingi nýggj arbeiðs-
pláss suður, og fleiri av
teimum fyritøkum, ið eru
her suðuri, fara á húsagang.
Í einum føroyskum full-
veldi verður oyggin avtoft-
að, tí einasta staðið, ið
kemur at klára seg ”hampu-
liga”, verður miðstaðar-
økið.
Tí fari eg nú at taka undir
við Finnleifi Guttesen um
at tað hevði verið uppá sítt
pláss, at tað á atkvøðu-
seðlunum í Suðuroy var ein
annar møguleiki at velja, og
hann skuldi verið, at um
føroyingar atkvøða ja fyri
fullveldisætlanini
hjá
landsstýrinum, so skulu
suðringar kunna velja, um
okur frammhaldandi vilja
verða ein partur av Før-
oyum, ella um okur vilja
loysa frá restini av Føroyu-
m.
Um úrslitið av fólka
atkvøðuni verður eitt nei,
so muga allir Suðringar
standa saman fyri at menna
oynna og vísa, at okur ikki
góðtaka at verða settir í
síðstu røð.
Góðtaka ikki at verða settir
í síðstu røð
VIÐMERKINGAR
Jákup Sverri Kass,
sjálvstýrismaður
Hví endar alt í Havn?
Grundgevingin er, at tað
er nemmast, tí at alt
liggur í Havn í forvegin.
Og tískil er nemmast at
byggja víðari uppá tað,
sum longu er.
Politikarar í meginøk-
inum hava ígjøgnum
árini megnað at staðið
saman um at fáa al-
mennar íløgur gjørdar
her, og úrslitini eru eis-
ini har eftir.
Tað sýnist, sum út-
jaðarapolitikarar á Før-
oya Løgtingi hava trup-
ulleikar við at halda
saman um at vinna økj-
um sínum íløgur og
framburð. Tað er hendan
ósemja teirra millum,
sum fyrikemur ætlanum
teirra um at fáa undir-
tøku fyri teirra sjónar-
miðum.
Lat meg alt fyri eitt
sláa fast, at hóast eg eri
valdur her í Suður-
streymi, so meini eg, at
vit eisini skulu hyggja
útum bøgarðarnar her í
Havnini.
Og
harvið
arbeiða sum landspolit-
ikarar. Tskil skortar vilj-
in ikki til at hjálpa at
menna og byggja upp
útjaðaran. Men hetta
hevði verið nógv lættari,
um tað eydnaðist útjað-
arapolitikarum at standa
saman og grundgeva fyri
sjónarmiðum teirra.
Tað má vera uppgávan
hjá útjaðarapolitikarum
at venda sær til okkum í
meginøkinum, vit teirra
ætlanum um, hvussu teir
meina, vit kunnu vera
við at menna tann partin
av landinum. Líka so
nógv sum tað er okkara
uppgáva at vísa á, hvat
vit meina skal gerast í
okkara øki. Tann bíliga
grundgevingin um, at
vit, politikarar í megin-
økinum, bert arbeiða
fyri okkara øki, virkar
meira sum eitt neyðar-
róp frá teirra síðu, tí at
teir ikki megna at standa
saman og fáa nakað av
skafti. Gevið okkum í
meginøkinum
nakað
veruligt at halda okkum
til. Soleiðis at vit hava
eina heildarætlan at taka
støðu til!
Hetta skal ikki virka
sum krokodillutár frá
undirritaða.
Eg
taki
undir við, at vit framyvir
menna útjaðaraøkini við
almennum íløgum. Men
viðvíkjandi vinnuligum
útbyggingum, meti eg
ikki, at tað almenna
eigur at blanda seg uppí.
Tað hava vit longu brent
okkum av fleiri ferðir.
Vinnan má og skal
byggjast uppá vinnulig
endamál.
Men tá ið tosað verður
um almennar íløgur, so
gevur hetta høvi til at fáa
gjørt nakað við almenna
virksemi runt um í
landinum. Talan kann
verða um út- og um-
byggingar innan skúla-
verkið, fjarskiftisverkið
ella annað.
Vit eiga at gera okkum
eina heildarætlan, sum
fevnir um alt landið. Eg
eri vísur í, at eisini
útjaðarin
ikki
hevði
skortað við vælvild, um
hann eisini bleiv tikin
uppá ráð.
Eitt Føroyar uttan út-
jaðaran er eitt fátækt
Føroyar. Skal okkum
øllum framyvir verða lív
lagað, so er neyðugt at
vit spreiða alment virk-
semi út um í landinum.
Og tí hugsunarháttinum
taki eg fult undir við.
So lat okkum standa
saman og lóggeva rætt-
víst, soleiðis at øll økir í
landinum fáa sín part av
teimum íløgum, sum
eisini útjaðarin er ein
partur av.
Havnin &
útjaðarin
Steinbjørn B.
Jacobsen
Hóast tú sanniliga hevði
ynskt, at kunna tosað um
Suðuroynna sum eina eind,
kann tú ikki gera tað enn.
Her er nógv eftir, sum
bert suðuroyingar sjálvir
mugu gera, fyri at so skal
vera.
Nú oljuhavnin ikki var
løgd á Tvøroyri eru góðar
grundir og stundir til at
hgusa seg um og íta av
nýggjum.
Óivað var tað skilagott, at
Tvøroyri var við í olju-
havnakappingini, men tí-
verri rakk hon ikki á mál.
Skilagóðar greinar hava
longu verið at sæð (Jákup
Joensen, Jacob Vestergaard,
Dánjal
Bjarkhamar
og
viðtal hevur verið við
Hendrik Thomsen og Vi-
berg Sørensen) men hinar
hava verið lítið uppbyggj-
andi. Sjálvandi skilur tú at
menn eru vónsviknir, men
tílíkar kenslur plagdu ikki
at bera ávøkstur.
Fleiri hava borið fram, at
nú beyð Suðuroyggin ikki
bøtur, øll sum hon er, fór
hon fyri bakka og sjálvur
nývaldi borgmeistarin á
Tvøroyri fær seg til at tosa
um einar sjálvstøðugar
Suðuroy. Kom at minnast
til, at í 1946 hoyrdist eisini
tílíkt tos, men tá skuldi
Suðuroyggin
vera
eitt
danskt amt, meðan restin
av Føroyum var republik.
Eisini tá var tað Tvøroyri,
sum tosaði vegna Suður-
oynna.
Um Tvøroyri hevði verið
stórt og sterkt, kundi tað
gagna allari oynni, men tí-
verri er hon alt annað enn
tað. Hon er tann kommun-
an í landinum, sum so løgið
tað ljóðar, skildar mest.
Sjálvandi er tað skilaleyst
at siga, at Suðuroyggin
doyr út um ein oljuhavn
ikki kemur.
Hetta verður sagt um
somu tíð, sum tey gleðiligu
tíðindini berast, at eitt stórt
virki til 20 mans verður
bygt í Vági.
Tað er lívsneyðugt, at
orkan verður brúkt rætt og
at kjakið er kveikjandi.
Mundu allar súðir verið
siftar, um ein oljuhavn varð
løgd á Tvøroyri?
Hugsi ikki at nakar er
førur fyri at svara hesum,
men vit vildu so fegin trúð,
at so var.
Spurningurin, sum nógv
seta sær við tí vitan ein fær
frá fjølmiðlunum, er um
málið frá byrjan til endan
var rætt handfarið?
Oljhavnin skuldi vera har
samferðsluhavnin til alla
Suðuroynna var á Drelnesi,
sum Tvøroyri hevur tví-
hildið um, skuldi vera
samferðsluhavn hjá oynni.
Eisini mást tú spyrja, um
tað felagið sum Tvøroyri
valdi at samstarva við hev-
ur gingið heilhjarta inn fyri
at fáa oljuhavnina lagda
har. Tað er nú einaferð ikki
nóg mikið bara at vísa á, at
ein er stórur og hevur havt
oljuhavn í Esbjerg.
Best hevði verið, um
Tvøroyri var gingið saman
við restini av oynni og
samst um, hvar ein ídnaðar-
havn og ein samferðslu-
havn skuldi ligið.
Vit kunnu skjótt semjast
um, at samferðslan til
oynna er ein høvuðsspurn-
ingur, men verri er kanska
at finna bestu loysnina.
Alla mína tíð hevur verið
tvíhildið um eina loysn,
Smirlaloysnin.
Skipið
skuldi ganga skjótt og vera
so stórt, at tað rúmaði
teimum mongu bilunum og
fólkunum um vikuskiftið.
Bara at nevna aðrar loysnir,
var sum at vísa hundi
brand.
At politikkur, partapoli-
tikkur, er vavdur inn í øll
mál, serliga á Tvøroyri,
hevur verið lemjandi í ára
tíggjur. Alt verður gjørt upp
í stemmur. Hvat fólk velja
fjórða hvørt ár, mugu tey
um.
Tað var sera hugstoytt at
uppliva, at spurningurin um
oljuhavnina endaði í parta-
politikkinum.
Nógv eru dømini um, at
tá eitt land ella øki er í
stórum trupulleikum, verð-
ur leitað eftir eini veldigari
loysn ella fólki (Messias-
loysnin), sum kundi loysa
allar
trupulleikarnar
í
einum.
Tílík hugsan hevur ofta
verið vandamikil, merg-
súgvandi og forandi fyri at
lívførir spírar vóru tæðaðir,
sum komnir fyri seg kundu
gjørt stóran mun. Sjálvandi
er tað freistandi hjá Tvør-
oyra kommunu, nú at geva
oljuhavnini alla skuldina
fyri ta vánaligu støðuna,
men tað loysir ikki hennara
trupulleikar. Grípast má
eisini í egnan barm.
Ynskidreymar?