Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 9 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 20. februar 2001 7 gult cyan magenta svart 6 Nr. 35 - 20. februar 2001 gult cyan magenta svart Fáa 2 milliónir til fólkaatkvøðuna Tvær milliónir skulu játtast politiskum flokkum, felags- skapum og einstak- lingum til upplýsing undan fólkaat- kvøðuni. Landsstýrið hevur sent andstøðu- flokkunum lógarupp- skot um hetta til um- mælis FÓLKAATKVØÐAN John Johannessen Samlaða játtanin til upp- lýsing undan fólkaat- kvøðuni 26. mai verður 2 milliónir krónur. Hetta skjýtur Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður, upp í lógaruppskoti, sum hann hevur sent til landsstýris- fund og andstøðuflokkun- um til ummælis, áðrenn tað seinni í vikuni ella tíðliga í næstu viku verður borið í tingið. Lógaruppskotið er sostatt enn ikki alment, orsakað av, at tað ikki er liðugt viðgjørt í landsstýrinum. Tríggjar puljur Hóast talan er um at játta tvær milliónir at upplýsa fyri undan fólkaatkvøðuni, er ætlanin kortini, at polit- isku flokkarnir bert skulu fáa eina millión at býta ímillum sín eftir atkvøðu- talinum á løgtingsvalinum í 1998. Hin milliónin skal játtast felagsskapum, fylkingum og einstaklingum, sum hava til endamáls at virka í sambandi við fólkaatkvøð- una, og sum ikki eru at meta sum partur av verandi politisku flokkum á løg- tingi. Hendan milliónin verður býtt í tveir partar, soleiðis at felagsskapir og fylkingar fáa 600 túsund krónur at býta ímillum sín, meðan einstaklingar kunnu fáa burtur av eini pulju, sum er 400 túsund krónur. Sostatt er játtanin í trim- um puljum. Ein millión til flokkarnar á tingi, 600 tús- und til felagsskapir og fylk- ingar og at enda 400 túsund til einstaklingar. 100 limir Ávísar treytir verða settar, fyri at felagsskapir kunnu fáa burtur av játtanini. Fyrst og fremst skal fel- agsskapurin hava viðtøkur við endamálsorðingum, ið beinleiðis viðvíkja fólkaat- kvøðuni. Harafturat skal felagsskapurin kunna prógva, at hann í minsta lagi hevur 100 limir. Hetta skal hann gera við at senda inn limalista saman við um- sóknini um stuðul. Á lima- listanum skulu limirnir greitt vera lýstir við navni, undirskrift, starvi og bú- staði. Ert tú ikki á limalist- anum, ber kortini til at senda inn váttan um, at tú hevur teknað teg sum lim, við fjarriti, brævi ella faxi, men ikki við telduposti. Lógaruppskotið hjá Høgna Hoydal heimilar tær ikki at vera limur í fleiri felagsskapum, sum virka í sambandi við fólkaatkvøð- una og fáa játtan. Í uppskot- inum er greitt tilskilað, at limur í fleiri feløgum, sum søkja stuðul, telur í lógar- innar høpi einans við sum limur í tí felag, sum fyrst letur inn limalista, har hann er nevndur. Koma fleiri limalistar við sama persóni inn samstundis, telur hesin ikki við sum limur í nøkr- um av felagsskapunum. Tær 400 túsund krónur- nar, sum verða latnar ein- staklingum, eru ætlaðar til teirra, sum ætla sær at skipa fyri serligum upplýsandi tiltøkum í sambandi við fólkaatkvøðuna. Til dømis fólkum, ið ætla at skipa fyri kjakkvøldum, fyrilestrum ella líknandi. Óheft nevnd Fyri at fáa játtanarmyndug- leikan so langt burtur frá politiska myndugleikanum sum gjørligt, skjýtur Høgni Hoydal upp, at ein óheft nevnd mannað av løgfrøð- ingum, skal gera av, hvør kann fáa pening. Høgni Hoydal skjýtur upp, at løgmaður velur eina nevnd við trimum fólkum við løgfrøðisligum em- bætisprógvum, og sum ikki starvast hjá løgtinginum, dómsvaldinum ella í fyrisit- ing landsstýrissins at vera játtanarmyndugleiki. Nevndin skal taka av- gerðir sambært vanligum meiriluta, og eru avgerðir- nar endaligar. Flokkarnir á tingi fáa eina millión at býta ímillum sín eftir atkvøðutalinum við valið í 1998 600 túsund krónur verða játtaðar felagsskapum og fylkingum, sum beinleiðis hava til endamáls at virka til fólkaatkvøðuna. Fyri at fáa pening, skal talið av limum í minsta lagi vera 100 400 túsund krónur verða játtaðar einstaklingum, sum ætla sær at skipa fyri serligum upplýsandi tiltøkum upp undir fólkaatkvøðuna Grafikkur: Álvur Haraldsen At játta pening til upplýsing undan fólkaatkvøðuni tryggjar, at avgerð- in verður tikin á fullgóðum fólka- ræðisligum grund- arlag, heldur Høgni Hoydal, lands- stýrismaður FÓLKAATKVØÐAN John Johannessen »Landsstýrið metir, at tað er umráðandi, at fólka fáa høvi at kunna onnur um áskoðan sína, ella fáa ávirkan á, hvørj- ir serligir møguleikar ella vandamál verða lýst í sambandi við fólkaat- kvøðuna. Soleiðis verð- ur tryggjað, at avgerðin verður tikin á fullgóðum fólkaræðisligum grund- arlag.« Hetta sigur Høgni Hoydal, landsstýrismað- ur, millum annað í við- merkingum sínum til uppskotið um fíggjarlig- an stuðul til politiska upplýsing undan fólka- atkvøðuni í mai. Høgni Hoydal sigur, at talan er um eina so týdn- ingarmikla avgerð í Før- oya søgu, at landsstýrið metir, at málið má við- gerast út í æsir, bæði í politisku skipanini og manna millum. Tí skjýt- ur hann upp, at løgtingið játtar 2 milliónir krónur til upplýsing undan fólkaatkvøðuni. Hetta skal gerast við eykajátt- anarlóg. Sambært uppskotin- um hjá Høgna Hoydal skal 1 millión játtast po- litiskum flokkum, 600 túsund skulu játtast fel- agsskapum og fylking- um og 400 túsund skulu játtast einstaklingum. Í hesum sambandi vís- ir Høgni Hoydal á, at hetta ikki er nakað, sum er ókent í londunum kring okkum. Millum annað nevnir hann, at í Danmark játtar Fólka- tingið hvørt ár politisku flokkunum og stóru fylkingunum stuðul til upplýsing í sambandi við ES, eing og peningur eisini verður settur av til einstøk tiltøk, ið onnur enn hesi skipa fyri. Játtanin tryggjar fólkaræðið Høgni Hoydal, landsstýris- maður, skjýtur upp, at játt- aðar verða tvær milliónir krónur í trimum puljum til politiska upplýsing undan fólkaatkvøðuni 26. mai Presturin í Glyvra prestagjaldi má brynja seg við toli, áðrenn hann kann flyta inn í nýggjan prestagarð, sum fylgir við embætinum. Málsøkið er danskt, og danir avgera, um og nær ein presta- garður skal byggjast í nýggja prestagjald- inum KIRKJUMÁL Magnus Dam Meinhard Bjartalíð, sum er prestur á Glyvrum, býr til leigu. Og soleiðis verður hann helst búgvandi eina tíð afturat, tí enn er eingin verulig loysn fingin á bú- staðartrupulleikunum hjá prestinum í nýggjasta prestagjaldinum í landin- um. Danska kirkjumálaráðið tekur sær av bústaðarvið- urskiftunum hjá føroysku prestunum. Talan er um danskt málsøki, og enn hevur Kirkjumálaráðið ikki tikið avgerð um at byggja ella keypa prestagarð í Glyvra prestagjaldi. Og landsstýrið kann ikki fara inn í málið og byggja prestinum prestagarð. Tað sigur Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í kirkju- málum, í einum svari til Sámal Petur í Grund, løg- tingsmann. Sámal Petur í Grund vildi hava at vita, hvar málið um prestagarð á Glyvrum stendur nú, og um nøkur loysn er at hóma. Hóast Torbjørn Jacobsen heldur, at málið er føroysk- um myndugleikum full- komiliga óviðkomandi, av tí at talan er um danskt málsøki, so hevur hann kortini roynt at greiða trupulleikan, og nógv samskifti hevur verið millum føroyskar og dansk- ar embætismenn. Gongd komin á Torbjørn Jacobsen hevur millum annað havt fund við danska kirkjumálaráðharr- an, og hann heldur, at verulig gongd nú er komin á málið. Í løtuni viðgera Føroya Stiftsstjórn og Kirkjumálaráðið spurn- ingin, og Torbjørn Jacobsen roknar við, at greiða er fingin á málinum í næstum. Og hendir tað ikki, so fer landsstýrismaðurin at taka spurningin uppaftur við nýggja kirkjumálaráðharr- an, Johannes Lebeck. Landsstýrismaðurin hevur kortini ongar ætlanir um at fara uttanum Kirkju- málaráðið í hesum spurn- inginum, tí málið liggur ikki undir hansara máls- ræði. Hóast fullveldi hevur verið nevnt sum orsøk til íkomnu støðuna, so roknar Torbjørn Jacobsen við, at eitt mál sum hetta eigur at kunna loysast, uttan at spurningurin um fullveldi verður drigin uppí. – Hetta skuldi helst ligið somikið væl omanfyri dag- liga polemikkin um stjórn- arrættindi, at tað kann loys- ast uttan stórveis trupul- leikar, sigur Torbjørn Jacobsen í svarinum. Sambært tíðarætlanini í fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, verða før- oyskir prestar undir donsk- um málsræðið eina tíð afturat. Hóast arbeitt hevur verið í nógv ár við at yvirtaka fólkakirkjuna, so verður hetta neyvan eitt av fyrstu málunum, sum verða yvirtikin. Tíðarætlanin hjá landsstýrinum leggur upp til, at fólkakirkjan skal verða yvirtikin í seinasta lagi 1. januar í 2006. Løgtingið skal í dag taka støðu til, um MRCC-støðin skal vera føroysk ella vit skulu brúka Marinustøðina til sjóbjargingarmiðst øð eina tíð afturat. Føroyska loysnin er ein panikkloysn, heldur andstøðan. SJÓBJARGING Magnus Dam Samgonga og andstøða eru ikki á einum máli um, hvørt telegrafstøðin skal húsa einari før- oyskari sjóbjargingar- miðstøð. Meirilutin í fíggjarnevndini tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum at keypa telegrafstøðina frá Før- oya Tele fyri 20 milliónir krónur, meðan andstøð- an heldur, at talan er um eina panikkloysn. Málið kemur til aðru viðgerð í løgtinginum í dag, og tá fæst helst greiða á spurninginum, sum hevur rættiliga stóran skund, nú vit nærkast summarinum og oljufeløgini fara at bora. Meirilutin í fíggjar- nevndini heldur, at tað er ein góð loysn at keypa telegrafstøðina og leggja MRCC-støðina í sama bygningi sum Tórshavn Radio, og at sami bygn- ingur seinni í ár skal húsa Vaktar- og Bjarg- ingartænastuni. Somu niðurstøðu eru umboðini hjá samgong- uni í vinnunevndini komin til, eftir at vinnu- nevndin hevur ummælt spurningin. Stovnarnir, sum skulu halda til í telegrafstøð- ini, hava allir við vaktar- hald at gera, og møgu- leiki skuldi verið fyri at spart uppá starvsfólk, halda samgonguumboð- ini í vinnunevndini. Tey mæla tí til, at løgtingið samtykkir uppskotið um eykajátt- anarlóg, har biðið verður um 20 milliónir krónur til at keypa telegraf- støðina frá Føroya Tele. MRCC-støðin skal eftir ætlan fáast at virka frá 1. apríl í ár, og meirilutin í fíggjarnevndini heldur tað vera ein fyrimun, at MRCC-støðin kann koma í gongd beinan- vegin í hóskandi um- hvørvi. Panikkloysn Somu áskoðan hava umboðini hjá andstøð- uni í fíggjarnevndini ikki. Tey vísa til við- merkingarnar hjá minni- lutanum í vinnunevnd- ini, har sagt verður, at talan er um eina forhast- aða avgerð. Minnilutin heldur í staðin, at MRCC-støðin, sum frammanundan er í Før- oyum, kann loysa upp- gávuna, og tí er óneyð- ugt at játta 20 milliónir krónur til at keypa telegrafstøðina fyri nú. Í dag er MRCC-støðin á Marinustøðini, sum ikki heldur stórvegis trupulleikar standast av at skula umsita støðina eina tíð afturat. Í vinnunevndini hevur andstøðan eisini sett spurnartekin við ætlan- ina um at Fiskimála- stýrið, skipasýnið, MRCC-støðin, Vaktar- og Bjargingartænastan og Tórshavn Radio skulu halda til í tele- grafstøðini. Minnilutin heldur, at hesin spurningurin eigur at verða kannaður nærri, og inntil tá, skal verandi MRCC-støð halda fram. Umboðini hjá and- støðuni í fíggjarnevndini mæla tí løgtinginum frá at samtykkja málið. Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13.30, og tá fæst helst at vita, hvørjari loysn tingmenn taka undir við. Javnaðarflokkurin skjýtur upp at stovna ein grunn við 25 milliónum, sum skulu brúkast til at fáa gongd á vinnuligar verkætlanir í útjað- aranum. ÚTJAÐARAGRUNNUR Magnus Dam Føroyingar eiga at fylgja íslendingum, sum hava ein grunn, sum burturav tekur sær av at veita vinnuligum verkætlanum í útjaðaranum fígging. Tað heldur Javnað- arflokkurin, sum fríggja- dagin legði fram eitt upp- skot um at stovna ein útjað- aragrunn við almennum milliónum. Gongdin í útjaðaranum er so skeiv, at politikkar- arnir mugu gera okkurt fyri at fáa vent henni, heldur Jóannes Eidesgaard, sum legði uppskotið fram. Hann vísir á, at tað er komið fram fleiri ferðir, at fíggingar- stovnarnir eru trekir at fíggja vinnulívsætlanir í útjaðaranum. Vandin fyri, at verkætlanin ikki ber seg, verður ofta mettur at vera størri í útjaðaranum enn í miðstaðarøkinum, sum hevur fingið nógv tann størsta ágóðan av stóru framgongdini seinastu árini. Jóannes Eidesgaard vísir á, at vinnuliga menningin er fyrsta treyt fyri trivnaði í útjaðaranum. Og tá tað er so trupult at fáa gongd á nýggjar verkætlanir, so er ringt at fáa nakra menning í lag. – Útjaðaratrupulleikarnir eru ein politiskur trupul- leiki, um vit vilja tað ella ei. Vilja vit politikarar, at tað skal verða liviligari í útjaðaranum soleiðis, at føroyingar eisini búsetast uttan fyri miðstaðarøkið, so mugu vit eisini medvirka til at fremja politisk tiltøk, sum muna fyri útjaðaran, sigur Jóannes Eidesgard. Ein gongd leið er at stovna ein útjaðaragrunn, sum kann koma við neyð- ugu ískoytisfíggingini, sum peningastovnarnir ofta krevja av verkætlanum í út- jaðaranum. Á henda hátt verður tað lættari at sann- føra peningastovnarnir um at veita útjaðaraverkætl- anum lán og fígging. Útjaðaragrunnurin kann koma við neyðuga váða- fúsa peninginum, annað- hvørt við at seta parta- pening í vinnuligar verk- ætlanir ella við láni. Javnaðarflokkurin skjýt- ur upp, at landsstýrið ger uppskot uppskot um ein útjaðaragrunn, og síðani kemur niðan aftur í løg- tingið við uppskotinum. Ein hóskandi upphædd at seta í ein tílíkan grunn er 25 milliónir krónur, heldur Javnaðarflokkurin. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið til sam- tyktar um útjaðaragrunnin. Vøra verður skipað upp á lendingini á Kirkju. Javnaðarflokkurin skjýtur nú upp at stovna ein útjaðaragrunn, sum skal seta váðafúsan pening í verkætlanir í útjaðaranum Presturin á Glyvrum, Meinhard Bjartalíð, býr til leigu, tí eingin prestagarður er í prestagjaldinum. Men nú er gongd komin á málið, heldur Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður Sjóbjargingin á dagsskránni Húsvillur prestur má bíða Framtaksgrunnur skal hjálpa útjaðaranum