Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 9 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 20. februar 2001 9 gult cyan magenta svart 8 Nr. 35 - 20. februar 2001 gult cyan magenta svart Stóra skotska útgerðar- fyritøkan Asco, sum varð við til at bjóða uppá útgerðarvirksemið í Føroyum, gevur nú føroyskari protektionismu (byggja verjugarð) skyldina fyri, at fyritøkan ikki vann útbjóðingina og at føroyskar fyritøkur fingu uppgávuna. ÚTGERÐARHAVN Jan Müller Hetta skrivar skotska blaðið The Scotsman hósdagin. Blaðið, (sum ger sínar egnu og rættiliga løgu og ópre- sisu viðmerkingar, blaðm.) skrivar, at avgerðin varð tikin av landsstýrinum og møguliga ávirkað av Dan- mark. – Vit eru sjálvandi vónsviknir, tí vit ikki fingu uppgávuna, men ikki heilt so ovfarnir av, at hon fór til eitt lokalt felag sigur Steve Marples, stjóri hjá Asco og oddamaður fyri virksem- inum í Europa. Asco hevur síðani 1998 arbeitt saman við Tórshavnar Skipa- smiðju. Nakað herfyri varð so felagið Asco Føroyar, sum skuldi bjóða uppá útgerðarhavnina, stovnað. Upprunaliga ætlanin var at hava støðina á Sundi men tað bleiv seinni broytt til Havnina. Asco er ein rættiliga stór fyritøka og hevði í fjør ein umsetning uppá umleið 4 milliardir kr. Skotska blaðið skrivar, at eisini SBS, sum hevur útgerðar- havn í Hetlandi, varð tapari í kappingini. Og víðari stendur, at føroyska avgerð- in er slag í andlitið á bæði Aberdeen og Hetlandi, nú hesi bæði plássini hava gjørt sær stóran ómak fyri at tryggja, at skotsk feløg verða handfarin væl, nú hugsað verður um royndir teirra í oljuvinnuni í Norð- sjónum. Jeeremy Cresswell, sum skrivar greinina í The Scotsman, vísir annars á, at vinnarin í kappingini, At- lantic Supply Base og Faroe Ship fingu sáttmálan, hóast tey ongar royndir hava innan logistikk í oljuvinnuhøpi. Ein kelda sigur við blaðið, at Danmark stendur aftanfyri avgerðina, citat: “The long arm of Denmark is behind the choice”, og leggur aftrat, at hetta er tí, at danski forsætisráðharrin í 1992 lat føroyingum ráð- evnini í undirgrundini. Síðani tá hava danskir myndugleikar gjørt hvat teir kunnu fyri at vísa vælvild yvirfyri fyritøkum við sambandi við Danmark, herí eisini Faroe Ship. Lagt verður aftrat, at føroyskur politikkur er ringur at spáa um og er vanliga undir ávirkan úr Danmark. (Til hetta kann sigast, at danska fyritøkan, sum varð við í kappingini kom als ikki við í sjálva útbjóðingina og spurningur er so eisini, hvat samband Faroe Ship hevur við Danmark, so her er møguliga okkurt misskilt, blaðm.) Hava fingið serkøna ráðgeving Kenneth Rasmussen, stjóri í Atlantic Supply Base sig- ur í eini viðmerking, at tað er rætt, at teir ikki hava beinleiðis royndir í olju- vinnuni sum so, men vísir tó til, at eitt nú Skipafelagið hevur drúgvar royndir á logistikkøkinum við last- ing, lossing, flyting og goymslu. – Vit hava so eisini roynt at savna allar góðar kreftir til at byggja upp eina ekspertisu og í hesum sambandi hava vit sjálvandi havt ráðgevar bæði í Skotlandi og Noregi. Skotska ráðgev- ingin hevði við sjálva havnina í Runavík at gera, meðan teir hava fingið basaráðgeving frá norska felagnum CCB (Coast Center Base) sum eitt ann- að stórt norskt útgerðar- felag, Norsea eigur helvtina í. Her er talan um útgerðarstøðir við drúgvum royndum, og hava vit fingið holla ráðgeving frá teimum sigur Kenneth Rasmussen. Tað hevur verið róð fram undir, at tilboðið hjá ASB er so lágt, at talan kanska er um at seta pengar til. Sosialurin hevur frætt, at hini tilboðini lógu um 8 mill. kr., meðan tað hjá ASB var um 4 mill. kr. Kenneth Rasmusssen sigur, at tað ber ikki til uttan víðari at samanbera hesi tølini. –Vit hava hildið okkum til eina føroyska príslegu, og tá tosað verður um 4 mill. kr. so er tað fyri virksemið, sum verður í 2001. Sáttmálin gongur jú longur enn tað. Spurningurin er so eisini, hvussu man roknar seg fram til prís ol. tí tað er ein sannroynd, at Skipafelagið t.d. hevur fólk, pakkhús og amboð á staðnum, sum verða brúkt til onnur enda- mál og sum tá eisini eru tøk til supplyarbeiðið. Kenneth Rasmussen er annars fegin um tey lukkuynski, sum teir hava fingið bæði frá Tórshavnar Skipasmiðju og Eimskip. Føroyingar verja síni egnu Lívið hjá grinda- dráps-fíggindanum Paul Watson leggur lunnar undir Holly- wood-stórfilm, sum verður framleiddur í hesum døgum. Søgan sigur onki um, um Føroyar vera partur av filminum, men í dagblaðnum The Vancouver Sun verður nevnt, at føroyska løgreglan hevur skotið við riflu og sent táragass eftir Watson FILMUR Niclas Johannesen Filmurin um Paul Watson fer at kosta útivið eina hálva milliard krónur at gera - kendir filmsleikarar so sum Aidan Quinn og Anne Heche spæla berandi leiklutir. Paul Watson sigst vera sera væl nøgdur við tað, sum av sonnum kann sigast at gerast hansara atgongumerkið at røkka ta stóru fjøldina. Hóast nógv frammi í Føroyum og í londunum, har Sea Shepp- erd hevur herjað, so er tann harðrendi umhvørvis-mað- urin ikki serliga kendur av tó stóru fjøldini í USA. Við einum Hollywood filmi í rygginum verður tað skjótt søga. Paul Watson hevur í ára- vís roynt at fáa filmsfeløg í Hollywood at gera ein film um seg. Hann sigur sjálvur, at hann vónar, at hesin filmurin fer at gera tað sama fyri fríar hvalir, sum “Free Willy” gjørdi fyri hvalir í fangaskapi. Greenpeace ørkymlað Longu nú er tað greitt, at ikki øll fara at hóva kom- andi filmin. Teirra millum telist umhvørvisfelagsskap- urin Greenpeace. Watson var ein av grundleggjar- unum av Greenpeace, men pakkaði saman í 1977, tí hann helt ikki Greenpeace var nóg radikalt. Í Green- peace verður Watson ikki mettur sum annað enn ein harðrendur maður, sum í besta/ringasta Rambo-stíli tekur lógina í egnar hendur til tess at fremja ‘sakina’. Skilnaðurin var beiskur og hatsku orðini sita enn sum arr í huginum hjá báðum pørtum. Umboð fyri Greenpeace sigast at hava sett seg í samband við framleiðararnar og bøna tey um ikki at mála eina ov negativa mynd av heimsins størsta umhvørvisfelags- skapi. Úrslitið var, at Greenpeace og filmsfram- leiðararnir hava gjørt ein sáttmála, har navnið Greenpeace verður brúkt í filminum og soleiðis hevur Greenpeace tryggjað sær, at ein ikki alt ov negativ mynd verður málað av felagsskapinum. Sakk sín egna bát Tá Paul Watson í 1977 ikki longur nýttist at lata seg temja av bureaukratum, ið - sambært Watson sjálvan - hugsaðu meira um image enn sakina sjálva, legði hann til brots við nýggja felagsskapinum Sea Shepp- ard Conservation Sosiety. Í veruliga lívinum er list- in av beinleiðis atsóknum eisini langur. Watson hevur sent tveir íslendskar hvala- veiðibátar til botns, tveir spanskar, fýra norskar og ein japanskan hvalabát. Høvuðssøgan í filminum sigst tó vera, tá Sea Shepp- erd í 1979 elti hvalaveiði- bátin Sierra, sum sigst at vera tann herviligasti pirat- hvalaveiðibátúrin í søguni. Báturin sigst at hava veitt einar 25.000 stórhvalir í eitt tíggjuára tíðarskeið, men við strendurnar í Portugal var tað slutt, tá Paul Watson við beráddum huga rendi á hvalabátin og knústi hann. Rætturin kravdi, at Watson gav hvalamonnunum ein av sínum egnu bátum sum endurgjald, men ístaðin valdi hann at søkka sítt egna skip - meðan filmað var. Føroyskt táragass Sjálvur sigur Paul Watson: “Vit verða ofta lýst sum ein u m h v ø r v i s - t e r r o r i s t - felagsskapur, men vit halda í veruleikanum bara altjóða rætt.” Hetta er ikki tað, sum lond so sum Noregi, Holl- and og Føroyar kenna aftur. Dagblaðið The Vancouver Sun nevnir, hvussu norska sjóverjan hevur skotið eftir Watson, hvussu føroyska løgreglan hevur skoti við riflu og sent táragass eftir Watson og hvussu holl- endska løgreglan hevur handtikið hann í 1997. Um Føroyar yvirhøvur vera nevndar í filminum er ikki greitt enn. Men vist er tað, at Watson er hetjan í 500 millión krónurs ætlan- ini. Skurkarnir eru hvala- veiðumenn - og ivaleyst eisini hvalaveiðitjóðir. Filmurin verður sýndur kring allan heim 2002. Paul Watson hetja í Hollywood-filmi Watson er her avmyndaður í Føroyum Lærarin virkar sum sálarhirði hjá forsømdum børnum – Tú stendur veruliga í eini tvístøðu sum lærari. Annaðhvørt skalt tú taka tær av børnum, ið hava stórar trupulleikar, ella skalt tú undir- vísa. Avvísir tú barn- ið, kanst tú ikki síggja teg sjálva í eyguni, sigur Anna Dals- gaard, sum mælir til at seta á stovn eina pedagogiska- sálar- frøðiliga tænastu, sum kann hjálpa hes- um børnum á rætt- kjøl FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro – Sum lærari havi eg brúkt meginpartin av míni tíð at virka sum sálarhirði hjá nøkrum børnum, sum ikki á nakran hátt hava tað gott. Tú stendur veruliga í eini tvístøðu sum lærari, sigur Anna Dalsgaard, sum hevur tikið stig til at seta saman ein áhugabólk. Bólkurin skal umboða so nógv øki innan almannaøkið sum til ber og skal kanna, um tørv- ur er á einari pedagogisk- ari-sálarfrøðiligari tænastu sum børn, ung, foreldur og lærarar kunnu venda sær til í sambandi við ein hvønn trupulleika. Anna Dals- gaard er útbúgvin fólka- skúlalærari, hevur arbeitt í Danmark í nøkur ár innan serskúlaøkið og byrjaði at arbeiða sum lærari í Havn í 1997. Nú er hon farin undir at lesa sálarfrøði. – Tað er ógvuliga hart at síggja børn, sum ikki støð- ast, verða ávíst serskúlaøk- ið orsakað av sosialum trupulleikum. Hetta kanst tú vænta í einum stórbýi. Men trupulleikarnir eru akkurát teir somu her. Her eru børn, sum meir og minni eru yvirlatin til sín sjálvs, ongan góðan hava og hava livað soleiðis meg- inpartin av sínum lívi, tí foreldur av eini ella aðrari orsøk ikki hava yvirskot at taka sær av teimum. Tey ganga fyri vág og vind. – Umframt eru tað tey børn, sum hava verið úti fyri misbrúki av onkrum slag, ágangi, kynsmisnýtslu og umsorgaransviki sum heild. Hetta eru ikki nøkur mál á einum skriviborði, sum kunnu leggjast í eina skuffu og bíða til dagin eft- ir, men børn, tú sum lærari stendur andlit til andlits við hvønn dag. Hóast tú ert á veg inn í eitt annað floks- høli og skalt undirvísa øðr- um børnum, kanst tú ikki siga við eitt barn, sum hev- ur brúk fyri tær nú, at tú ikki kanst tosa við tað. Mamman liggur kanska sjúk av krabbameini og pápin hevur kanska kyns- liga misbrúkt teg. Avvísir tú barnið, sum hevur veruligar trupulleikar, kanst tú ikki síggja teg sjálva í eyguni, sigur Anna Dalsgaard. – Eitt er, at tað eru 24 aðrir næmingar, sum líða undir, at kanska ein næm- ingur órógvar og oyðilegg- ur undirvísingina hvønn dag. Men næmingurin, sum órógvar, hevur tað ræðuligt, er ógvuliga keddur um støðuna og heldur als ikki, at tað er stuttligt at oyði- leggja alt fyri hini. Tað vil kanska ikki órógva, men kann ikki lata vera, tí tað ikki dugir at bera seg at so- sialt. Beistagerðirnar eru eitt róp um hjálp. Týða tekin Tað er ikki bert í larmi og beistagerðum, at næming- urin vísur, at hann hevur trupulleikar. – Tað ber til at avlesa næmingar uppá nógvar ym- iskar mátar. Óbeinleiðis kunnu teir vísa tað í einum stíli til dømis. Nógv børn eru ógvuliga opinskárað, onkuntíð mest sum ov, men tað veldst nógv um, hvørjir lærararnir eru, og ikki øll duga at avlesa børn. Børn lata seg heldur ikki upp fyri øllum lærarum. Uttan mun til, hvussu barnið vísur tek- in uppá, at eitthvørt er gal- ið, so mást tú sum lærari taka signalini hjá barninum í álvara. Hinvegin síggja vit, at tað mangan er eitt stórt glopp frá at hava eina vitan til at duga at brúka hana. Tað er eingin orka í verandi skúlaskipan hóast nógv ivaleyst vilja gera sítt besta. Ónøktandi undirvísing At børn í føroyska fólka- skúlanum ikki hava tað gott og at tey ikki trívast, spegl- ast aftur í flokkinum. – Tað ger tað í tann mun. Bæði hjá teimum sjálvum og so sanniliga eisini fyri restina av flokkinum. Sum lærari í einum flokki við í minsta lagi 25 børnum hev- ur tú ikki orku at skula taka tær serliga av nøkrum næmingum, í mínum føri havi eg upplivað 6-7 slíkar næmingar, tí tín uppgáva fyrst og fremst er at undir- vísa. Hesir næmingar hava brúk fyri, at tú setir teg við teimum, tosar við tey, lurt- ar, klemmar tey og vísir, at onkur er góður við tey. Ein slíkur flokkur fær ikki ta undirvísing, sum hann eigur at fáa. – Hevur barnið trupul- leikar ella dregur við eina stóra frustrasjón, lærir tað ikki sum tað eigur. Tað rúmar heilt einfalt ikki nakra innlæring. – Børnini, sum onga und- irvísing fáa, tí tað eru nakr- ir næmingar sum órógva, skulu eisini fylla tíðina hjá sær við onkrum. Teir verða í grundini smittaðir og byrja so eisini at órógva. Sum lærari ert tú í eini heilt ruðuleikakendari støðu. Tað er ynski hjá einum og hvørjum lærara at sleppa at bjóða næmingum alt tað margfeldni, ein situr við, men tú kemur aldri har til í flokkum við næmingum, sum hava so umfatandi trupulleikar. Tá er tað bara ein spurningur um at yvir- liva. Lærarar ríma Anna Dalsgaard ivast ikki í, at nógvir lærarar velja at fara úr starvi, tí teir ikki makta slíkar støður í geran- disdegnum. – Lærarar, sum velja ikki at lata eygu og oyru aftur, makta ikki slíkt og gevast á hendur eftir nøkur ár. Með- an teir, sum ikki lata næm- ingarnar koma sær ov nær, yvirliva. Tí skalt tú yvirliva sum lærari, ert tú noyddur til at lata vera við at verða ávirkaður av slíkum støð- um. Læraralønin er láturlig, arbeiðsbyrðan ovurhonds og uppgávurnar bara vaksa. Eg skilji væl teir lærarar, sum miðsavna seg um tað, teir eru útbúnir til, nevni- liga at undirvísa. At tað so eru nakrir næmingar, sum órógva tí teir mistrívast, mugu teir so bara royna at dempa og kanska blaka út. Læraraútbúgvingin gevur ikki lærarum nøkur ítøkilig amboð, sum kunnu brúkast í slíkum støðum. Sálarfrøði og pedagogikkur eru partur av náminum, men kortini ikki nóg mikið, heldur Anna Dalsgaard. – Vit kunnu ikki á nakran hátt viðgera eitt barn, sum hevur tað ringt. Eg eri farin undir at lesa sálarfrøði, havi tikið fyrsta árið, í grundini fyri at fáa nøkur amboð. Anna Dalsgaard hevur varhugan av, at talið á børn- um við álvarsomum trupul- leikum er vaksandi. – Tað er ikki bara eitt barn, men fleiri børn í hvørjum flokki, sum hevur stórar trupulleikar. Í øllum floksstigum Og mínir starvsfelagar bæði í Havn og á bygd siga tað sama. – Hetta er eftir mínum tykki ein samanrenning av størri opinleika í sambandi við tey børn, sum eru kyns- liga misnýtt, umframt mát- anum hjá lærarum at takla slíkar støður. Fyrr vóru órógvandi næmingar við- farnir við harðari hond. Í og við, at linjan í skúlanum er vorðin meiri demokratisk, verður meiri órógv. Hjálp í eygsjón Tørvurin á eini pedagogisk- ari-sálarfrøðiligari tænastu skal nú kannast. Anna Dalsgaard hevur vent sær til Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Før- oya Felag Móti Krabba- meini, Barnabata og Rús- drekka- og Narkotikaráðið um at vera við í kanningini. Eingin tíðarætlan er sett á, nær áhugabólkurin verður liðugur við at lýsa tørvin. – Uttan at hava hagtøl at halda meg til, eri eg ikki eina løtu í iva í, at tørvur er á eini pedagogiskari-sálar- frøðiligari tænastu. Lærarar eg havi tosað við taka undir við, at hetta skal kannast av fullum huga. Sum er kunnu lærarar ikki venda sær til nakran, um teir skulu hava vegleiðing, tá ið teir renna seg inn í ein næming, ið hevur stórar trupulleikar. Eingin skipan er til at fáa eyga á, sum kundi hjálpt. Hvat endaliga spyrst burturúr arbeiðinum hjá áhugabólkinum er ilt at meta um í løtuni. Sjálv heldur Anna Dalsgaard at ein nýtilig loysn hevði ver- ið, at eitt fólk burtur av fulla tíð tók sær av slíkum trupulleikum á hvørjum størri skúla. Eitt fólk við lærara- ella pedagogút- búgving, sum hevur neyð- ugt innlit í tankavirksemi hjá børnum. – Fáa hesi børn hjálp er eingin ivi um, at tey koma á rættkjøl. Eg ímyndi mær, at um eitt fólk burtur av er á hvørjum stórum skúla til at taka sær av slíkum málum, kann nógv broytast til tað betra. Lærarar kunnu so eisini vísa næmingum, sum hava brúk fyri hjálp, til ráð- gevan. Finnur ráðgevin so út av, hvør kjarnin í trupulleikunum er, kann viðkomandi fara víðari. – Tað eru eisini børn, sum kunnu hjálpast við at fáa nakrar fáar samrøður, bara við, at onkur vaksin lurtar. Tað er altavgerandi, at eitt barn, sum hevur verið fyri ágangi frá onkr- um vaksnum ella er svikin av foreldrunum so ella so, fær fult og treytaleyst álit og tryggleika á tann vaksna, sum skal hjálpa. Tað má ikki henda, at barn- ið fær at vita, at tað skal lata sum einki og so vita, um trupulleikin ikki hvørv- ur av sær sjálvum. Slíkan hugburð má barnið ikki møta. Anna Dalsgaard heldur, at tað er umráðandi, at við- komandi er sjónligur í skúl- anum og á jøvnum føti við onnur tekur lut í tiltøkum og í flokkum, kanska sum supervisor. – Ráðgevingin skal vera bæði fyri lærara, børn og foreldur. Sum lærari er tað gull vert at hava eitt skikk- að fólk at venda sær, tá ið onkur trupulleiki stingur seg upp. – Tað er akutt at gera nakað við støðuna nú, tí hetta er heilt nógv børn tal- an er um. Og í løtuni verður nógv tosað aftur og fram um børn við trupulleikum. Eg kann ikki ímynda mær annað enn at politiskur vilji er til at gera nakað við øki Hvat er Sernámsepilin Anna Dalsgaard setir spurningin, sum nógv hava sett undan henni, nevniliga, hvat Sernámsdepilin er fyri ein stovnur. – Haðani er eingin hjálp. Tað er ikki mín varhugi, at hesin stovnurin virkar sum ráðgevandi stovnur fyri fólkaskúlan. Hann klárar ikki so frægt at taka sær av næmingum, sum hava brúk fyri akuttari hjálp. At so stovnurin meir og minni verður lagdur lamin í øllum førum eitt ár orsakað av eini kanning, sigur ógvu- liga nógv um hugburðin frá almennari síðu. – At fólkaskúlin skal eit- ast at vera ein skúli fyri øll, er ein ella onnur romanti- sering av nøkrum sum als ikki er til. Tað hevur gjørt, at tey børn, sum hava brúk fyri hjálp, eru yvirlatin til sín sjálvs. At børn verða latin fólkaskúlanum, sum annaðhvørt eru brekað vegna kromosomfeil ella eru atferðartrupul av sosial- um trupullleikum, uttan at veita neyðugu fólkini og pengarnar, er púra burtur- við. Fólkaskúlin hevur somu karmar at virka undir sum áðrenn Spesialskúlin varð niðurlagdur. Aðra staðni, eitt nú í Keyp- mannahavnar kommunu, ganga tey burtur frá tí tank- anum, at skúlin er fyri øll. Nevniliga tí, at eingin hevur gott av tí. Í tíggju ár sita børn, sum als ikki fáa tað, teimum tørvar, bara í varðveitslu. Tey fáa als einki burtur skúlagongdini. Og tey uppliva tað eina nið- urlagið fyri og annað eftir, sigur Anna Dalsgaard at enda í viðtali. – At fólkaskúlin skal eitast at vera ein skúli fyri øll, er ein ella onnur romantisering av nøkrum sum als ikki er til. Tað hevur gjørt, at tey børn, sum hava brúk fyri hjálp, eru yvirlatin til sín sjálvs, sigur Anna Dalsgaard. Mynd: Jens Kristian Vang