Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 55 - 19. mars 2007 - politisk hugleiðing úr Visjón 2015 um vælferð, 1. partur Í hesum døgum leggja vit síðstu hond á hornasteinin í visjónsætlanini, nevnliga Visjón 2015 um Vælferð. Í tí sambandinum kundi eg hugsi mær at gjørt nakrar politiskar hugleiðingar um okkara vælferðarsamfelag. Hvat eyðkennir tað, hvussu kann tað standa seg móti kom­andi avbjóðingum, og hvat krevja hesar avbjóð­ ingar av okkum, so føroyska vælferðarsamfelagið kann mennast til aðalmálið fyri Visjón 2015 um Vælferð: at vera eitt gott samfelag fyri øll. Tað kann vera skilagott at byrja við at seta okkara ar­ beiði við vælferðar­visjónini inn í ein víðari internatio­ nalan samanhang. “Norden i topp på ranking listor” Øll tey síðstu 40 árini hava Norðanlond altjóðaliga stað­ ið hægst í metum sum bestu lond at liva í. Nógv onnur lond víða um heimin hava eisini tikið seg fram, í bú­skapi og livikorum, summi í longum støðugum vøkstri og onnur í rættiligum skarvslopum – ella tikara­ lopum, sum tikið verður til. Ofta hava hesir framherjandi búskapirnar verið lyftir upp sum nýggjar liberalistiskar fyrimyndir at seta upp ímóti og undirgrava ta sterku hug­ myndina um ta samhalds­ fasta “norðurlendska væl­ ferð­arsamfelagið”. Men tað vísir seg kortini, at hóast øll hesi lond, sum koma upp á búskaparliga stjørnu­himmalin eina tíð, so stendur tað altíð eftir, at í longdini eru tað Norðan­ lond, sum blíva við at liggja í oddinum. Í nov. 2006 almanna­kunn­ gjørdi finska uttanríkis­mála­ ráðið ein samandrátt av al­tjóða kanningum, sum vísir at norðanlond klára seg framúr væl. Eftir hesum eru tey millum 12 tey ríkastu londini í heiminum og við teim bestu vælferð­ arskipanunum – samstundis sum tey eru millum tey kapp­­­ingarsterkastu, trygg­ astu og minst korruptu (smb. Nordic news weekly 13.11.06). Um sama mundið vísti ein kanning hjá altjóða ráð­ gevandi fyritøkuni Boston Consulting Group, at norð­ ur­lendskar fyritøkur kasta munandi meira av sær enn teirra internationalu kapp­ ingarneytar (smb. Børsen 11.11.06). Samsvarandi vís­ ir nýggj rapport hjá World Economic Forum, at Dan­ mark, Finland og Svøríki hava sterkasta kappingar­før­ ið av øllum 25 ES-lond­un­ um. Norðanlond sum vinnaralond Hendan myndin av sera sterku støðuni hjá Norðan­ londum verður eisini undir­ bygd av tølunum í nýggjastu norðurlendsku hagtalsár­ bók­ini, sum kom í oktober. Tíðindaskrivið frá Hagtals­ stovninum í des. 2006 stað­ festir tí eisini, at samstundis sum tey síðstu 10 árini hava verið merkt av støðugt sterk­ ari altjóða kapping og al­heims­gerð, hava Norð­an­ lond megnað at staðið í fremstu røð í kappingarføri og í heimssamhandlinum. Hóast ógvisliga kapping frá t.d. Kina o.ø. londum eystan­ fyri, so økist framhaldandi norðurlendski útflutning­ur­ in og Norðanlond halda fast um stóru avlopini á gjalds­ javnvágini við útheimin. Hóast høgt lønarstig og hóast høgt skattastig, so vísa Norðanlond seg í øllum altjóða kanningum at verða millum teir mest kapping­ar­ føru búskapirnar í heimin­ um, er niðurstøðan í nevnda tíðindaskrivi. Vælferðarskipanin skapar kappingar­ megina Oddastøðan hjá Norðan­ lond­um hevur m.a. sínar ser­ ligu orsøkir í samfelagsligu fyritreytunum, í norður­ lendska “vælferðarmodell­ in­um” og vælferðar­skipan­ unum í Norðanlondum, sum kunnu samanfatast í nøk­ur høvuðsviðurskifti: • Vælferðarskip­aninar á almanna- og heilsu­­øki­ num eru av serstøkum slag, al­mennar og solidar­ iskar, nógv meira út­ bygd­ ar og veita munandi betri trygd enn aðrastaðni í heiminum. Serliga eru Norðanlond fremst at fremja javnbjóðis luttøku hjá báðum kynum, m.a. við familju­politiskum skip­anum, í smb. við barns­­burð, barnaansing, for­eldrafarloyvi o.a. stuðul til barnafamiljur. Hetta sæst aftur í at vinnuluttøkan á arbeiðs­ markn­inum hjá bæði monnum og kvinnum er munandi hægri enn í øðrum londum. • Arbeiðsm­arkn­aðar­poli­ tikkurin er aktivur og effektivur, við fyri­mynd í danska sonevnda flexi­ curity-politikkinum, ið kombi­nerar stóra trygd við smidligar skipanir, t.d. í smb. við starvs­­set­ anir, starvs­skifti, arbeiðs­ loysi og sjúku. Hetta sæst eisini aftur í lágum arbeiðs­loysi, stórum mo­bili­­­teti og høgari vinnu­­lut­­tøku. • Vinnulig innova­tión og vøkstur hevur sterkt støði í stórum íløgum, al­mennum eins og privat­ um, í útbúgving, gransk­ ing og menning, sum m. a. sæst aftur í eini odda­ støðu í kunningar- og sam­skiftis­tøkni, og slóð­ brót­andi orku- og um­ hvørvis­tøkni. • Sosialur kapitalur í sín­ ámillum áliti og evnum til at samstarva, millum borgarar, organisatiónir, stovnar, fyritøkur og polit­iska skipan. Hetta er ein sjáldan nevndur lykil til effektivitet og pro­­duktivitet. Síná­mill­ um álit er mált í altjóða kanningum (Social Capi­ tal Project), og har liggja øll Norðanlondini fremst. Tað øvugta av sosial­um kapitali í áliti og samstarvsevnum er korruptión, og har vísir ein kanning frá Trans­ parency Internationals, at millum tey 8 londini við minstu korruptión í heiminum eru øll Norð­ anlondini. • Ein burðartíttleika sum er hægri enn í øðrum lond­um í Europa, og sum tryggjar áhaldandi til­gongd til arbeiðs­mark­ naðin og harvið eisini ein minni vøkstur í so­nevndu forsyrgjara­ byrð­uni. Tí skapar norðurlendska samfelagsskipanin trivnað, javnstøðu, tryggleika og álit – og skapar samstundis innovatión, kooperatión, kappingarførleika og vøkst­ ur. Stórar avbjóðingar fyri samhaldsfesti og kappingarstyrki Ein opin og sosial sam­fe­ lagskipan sum tann norð­ urlendska er altíð fyri trýsti, og seinastu árini eru ser­ stakar avbjóðingar frá al­ heims­­­gerðini, marknaðar­ gerð­ini, einstaklingagerð­ ini, sosialu marginali­ser­ing­ ini og skiftinum í ideo­log­ iska rákinum. Alheimsgerðin skapar eitt støðugt áhaldandi trýst frá tí alheimsgjørda kapp­ ingarbúskapinum. Eitt er tann sonevnda “sosiala dump­ingin”, sum elvir til trýst í heimlandinum á sátt­ málar á arbeiðsmarkn­aðin­ um og á kollektivar trygdar­ skipanir, tá stórfyritøkurnar útflagga framleiðslu og tæn­ astur til láglønarlond. Eitt annað er tá láglønarlond við veksandi vælútbúnari ar­beiðsmegi – sum India, Kina og nýggju ES-londini – fara at leggja uppaftur størri trýst á, við at koma inn á norðurlendska markn­ aðin at kappast um bæði framleiðslu, tænastuveiting, gransking og menning. Vandi er fyri, at tann al­ heimsgjørdi kappingar­bú­ skapurin avlagar væl­ferðar­ statin til ein kappingarstat við øktari sosialari margi­ nali­sering. Tvs. eitt sam­fe­ lag har marknaðarliga kapp­ ingin gerst ein kapping mill­ um einstaklingarnar um at fóta sær og sæta sær – har ein støðug gongd móti økt­ um krøvum til fakligar kom­ petansur og produktivan effek­tivitet kann bera í sær ein tendens til at fleiri enn áður ikki klára at fylgja við og koma at standa uttan­ fyri. Útskúgving av menn­ iskjum og sundur­ liðing av sosialum felagsskapum Polski sosiologurin Zyg­ munt Baumann hevur skriv­ að eina sera kritiska bók, Spiltu lív, um sosialu bak­ síðuna av alheimsgerðini. Ein høvuðsmeinbogi smb. Baumann er øktur sosialur ójavni og útskúgving av stór­um bólkum av menn­ iskj­um, sum av alheims­ kapp­ingarstýrda marknað­in­ um verða til yvirs, kasserað, tí tey dugi ikki til hetta og klára ikki hatta, eru ov gomul, ov ússalig osv. Tað mest harmiliga er, sigur Baumann, at hetta er ikki bert ein fyribils parkering úti á samfelagsins vegjað­ ara, men ein varandi út­ skúgv­ing av menniskjum sum marknaðarliga ónýtiligt avlop. Baumann vísir á eina aðra avleiðing í kjalarvørr­ inum av alheimsgerðini. Tað er ein spakulig sundur­ liðing av øllum teim náttúr­ ligu sosialu felagsskapun­ um, sum eru karmar um og innihaldið í allari okkara sam­felagsligu tilveru, í familjulívi, arbeiðslívi og frítíðarlívi. Ístaðin økist einstaklingagerðin av eini marknaðargering, sum trok­ ar seg longur og longur inn á øll samfelagsviðurskifti, heilt inn á persónligu viður­ skiftini manna ímillum, og letur okkum oftari standa eft­ir sum einstaklingar at ráða okkum sjálvum, hvør í sín­um lagi. Hetta sama verður lýst av O.K.Pedersen prof. frá Copen­hagen Business School (í greinum í Informa­ tion) sum ein yvirgongd frá einum vælferðarstati, ið miðar eftir einum jøvnum býti av vælferðarágóðum, til ein kappingarstat, sum miðar eftir at styrkja einstak­ lingin og hansara kappingar­ førleika á einum al­heims­ gjørdum arbeiðsmarknaði. Avbjóðingar frá veksandi ideolog­ iskum ráki Á ársfundinum í Norður­ landa­ráðnum í Keypmanna­ havn síðsta heyst luttók eg á einum sonevndum Dialog­ forum om den nordiske vel­ ferden. Tjakast var út frá eini “debattrapport om den nordiske velferdsmodellens fremtid i den globale kon­ kurrenseøkonomien”. Har var tjakast um nógv av tí, eg havi nevnt omanfyri. Men serliga áhugavert helt eg tann partin vera, ið snúi seg um eitt veksandi rák til eina meira ideologiska støðu til norðurlendska væl­ landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Norðurlendska vælferðarsamfelagið – avbjóðingar fyri samhaldsfesti og kappingarstyrki viðmerkingar