mánadagur 26. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 60 - 26. mars 2007
tíðindi
Sjúklingaráðsformað
ur kundi hugsa sær,
at palliativa toymið á
Landss júkrahúsinum
og Nærverkið við
heimarøktini
arbeiddu saman til
tess at veita krabba
meinssjúklingum
størri tryggleika og
valmøguleikar
DEYÐASJÚK
Anna Maria Joensen
amac@post.olivant.fo
- Fyrr var krabbamein oft
ani ein deyðilig sjúka, ið
var tengd at stórari angist
og stúran hjá teimum, sum
fingu sjúkuna. Soleiðis er
ikki longur. Men hóast
gransking innan medisin og
aðra viðgerð hevur tálmað
fylgjunum av krabba, eru
tað eisini krabbasjúklingar,
ið eru eru varandi sjúkir og
at enda doyggjandi. Serliga
hesin parturin tørvar eina
samanhangandi umsorgan
við serkunnleika til seg og
familjuna, nakað sum er
nærum ógjørligt at veita í
einum
effektiviseraðum
sjúkrahúsverki, sigur Jákup
N. Olsen, sjúklingaráðsfor
maður.
Palliativa
toymið
ið
Landssjúkrahúsið hevur í
dag, líkist ikki heilt tí, sum
tilmælið nevnir, har toymið
skal røkka út í nærverkið.
Hvat heldur tú um tað?
- Tað er spell. Møguliga
liggur nakað av trupulleik
anum í, at sjúkrahúsleiðslan
fokuserar uppá kurativa við
gerð – har ein verður frískur
– og júst umsorgan og røkt
hoyrur undir sjúkrarøktar
frøðina burturav. Sjúklinga
ráðið er ráðgevandi eind
hjá landsstýrismanninum í
almanna- og heilsumálum
og kann bert tilmæla loysn
ir, men krevja nakað. Vit
hava strongt á at fáa eitt
palliativt toymi, og tað er
sera torført at fáa nýtt virk
semi inn á fíggjarlógina.
Annars er ein bólkur settur
at gera tilmæli til krabba
meinsheildarætlan, og vit
fara framyvir at arbeiða fyri
hospice hugburðinum, sigur
formaðurin í Sjúklingaráð
num.
Tað at hava ávirkan og
stýring av sínum egna lívi
er sera umráðandi í støðuni,
tá kroppurin gerst sjúkur,
og vit ikki longur hava kon
trol á tí partinum av lívi
okkara. Tí er umráðandi at
fáa persónliga sjúkuviðgerð,
so ein sjúklingur ikki gerst
verri fyri og kanska alt ov
tíðliga verður settur til viks
á arbeiðsmarknaðinum og
sosialt í samfelagnum.
- Persónligt tillagað við
gerð ger teg minni sjúkan.
Tað er umráðandi at fáa til
lagaða viðgerð, so ein kann
røkja
dagligdagin
við
arbeiði, familju og peninga
viðurskiftum. Bara tað at
kunna tilrættisleggja, nær
kemoviðgerð fer fram, kann
geva økt arbeiðsføri. Fært
tú kemoterapi ein fríggjadag
til dømis, so kanst tú fara til
arbeiðis mánadag, um alt
veit væl við. Sum sjúklingur
kemur tú nógv skjótari gjøg
num skipanina, og hetta
sparir eisini samfelagnum
pening í síðsta enda.
Men fyri nógv kemur ein
dagur, har tey ikki longur
kunnu standa ímóti, og sjúk
an antin kemur aftur ella fer
at gera um seg av álvara. Tá
er tað kanska enn meira
átroðkandi at kunna kenna,
at ein valmøguleiki er. At
kunnu taka avgerðina sjálv
ur, hvar tú vil doyggja, sigur
Jákup N. Olsen.
Nógv hjáárin
Sjúklingaformaðurin greið
ir frá, at tað er avgerandi
hjá krabbameinssjúklingum
at sleppa at velja, hvar ein
ynskir at doyggja ella bara
vera undir sjúkraleguni.
- Soleiðis sum eg síggi
tað í dag, er tað umráðandi
fyri krabbameinssjúklingar
at sleppa at velja at vera í
heiminum ella á sjúkrahúsi.
Hetta ber illa til í Føroyum
í dag. Men eitt nú í Danmark
kunnu sjúklingar velja sjálv
ir, sigur Jákup N. Olsen.
Ofta hevur verið frammi,
at
krabbameinssjúklingar
kunnu hava nógva pínu
síðstu tíðina, tí svullir gera
fortreð, oyðileggja gøgn og
annað. Eisini kann sjálv við
gerðin við kemoterapi ella
heilivági geva heilt nógv
hjáárin. Hesi hjáárin kunnu
hjálpast við serligum heili
vági og øðrum linnandi
terapisløgum. Tí er ikki líka
mikið um røktarstarvsfólk
hava serútbúgving á hesum
økinum.
-
Røktarfólkini
sjálv
skulu eisini hava frálæru og
styrk fyri at læra at verja
seg undir so stórum trýsti,
sum tað kann vera at røkta
eitt doyggjandi menniskja
og tosa við tey avvarandi.
Hetta kallast supervisión
og er so smátt við at koma
til Føroyar.
Víðari sigur Jákup N.
Hetta er 2. partur í greina
røðini, har Sosialurin
viðger umstøðurnar hjá
deyðasjúkum og varðandi
sjúkum í Føroyum. Sum
støðan er í løtuni, er tað
ongin innan almanna- og
heilsuverkið, sum
burturav tekur sær
teimum, ið eru uppgivin
av læknum og bert bíða
eftir deyðanum. Við
øðrum orðum hava tey
deyðasjúku ongan góðan í
heilsuskipanini
Anna Maria Joensen, sum hevur
skrivað hesa greinarøðina um
viðurskiftini hjá deyðasjúkum, er
45 ár og ættað úr Havn. Í 1991
flutti hon til Danmarkar í lestrar
ørindum og kom heimaftur fyri
sløkum tveimum árum síðani
saman við manni og dóttur. Er
útbúgvin innan útflutning í Hern
ing og hevur starvast í bæði fiski
vinnu og oljuvinnu. Seinni lisið
norðurlendskar bókmentir og
mentan á Lærda Háskúlaunum í
Helsinki, har familjan búði í sløk
fimm ár. Komin aftur til Dan
markar læs hon bókmentafrøði
sum høvuðsgrein og minniluta
bólkar sum síðugrein á Lærda
Háskúlanum í Keypmannahavn.
Anna Maria Joensen, ið sjálv
hevur royndir sum avvarðandi,
sigur, at endamálið við greina
røðini er breiða út vitan og kunn
leika um støðu teirra deyðasjúku,
varandi sjúku og teirra avvarð
andi. Samstundis at vísa á, hvat
aðalmálið í norðurlondum um
heildarhugsan, heildarviðgerð og
umsorgan miðar eftir. Palliativur
(linnandi, men ikki lekjandi) hug
burður og umsorgan, sum hevur
ment seg innan krabbameinsøkið
burturav, er tað besta heilsuverkið
kann bjóða varandi sjúkum.
Henda sokallaða holistiska (heild
arspekiliga)
tilgongdin
setir
menniskjað sjálvt í miðdepilin
og átti at verðið framd í verki fyri
øll varandi sjúk í Føroyum, held
ur Anna Maria Joensen.
Miðlahúsið viðger um
støður hjá deyðasjúkum
Týskvøldið 10. apríl kl. 19 verður
pallborðsfundur í Miðlahúsinum
um umstøður teirra deyðasjúku
og varandi sjúku í Føroyum. Øll
eru vælkomin at líða á og seta
spurningar til luttakararnar við
pallborðið, sum millum annað
verða umboð fyri heilsuverkið,
sjúklingafeløg og politisku skip
anina.
Deyðasjúk ongan góðan
Onki pláss til doyggjandi
Palliativ umsorgan – og ella holistisk umsorgan – er ein
heildarumsorgan, ið tekur støði í altjóða WHO-
viðtøkum:
- ásannar lívið og sær deyðan sum eina natúrliga
prosess
- hvørki framskundar ella útsetir deyðan
- linnar um pínu og onnur sjúkueyðkenni
- integrerar umsorganinna fyri sálarligu og andaligu
økjunum
- bjóðar sjúklingum stuðul at liva virkin, sum
umstøðurnar nú loyva, fram til deyðan
- bjóðar familjuni stuðul undir sjúkraleguni og aftaná í
samband við sorgina
Kelda: Tilmæli um hospice funktión 2001
- Tað er umráðandi fyri deyðasjúk
og avvarðandi at sleppa at velja,
hvussu tann seinasta tíðin skal
forma seg, sigur Jákup N. Olsen,
sjúklingarráðsformaður og
nevndarformaður í Føroya Felag
móti Krabbameini
Mynd: Jens Kristian Vang