mánadagur 26. mars 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 26. mars 2007
19
tíðindi
Olsen, at um tað skal vera
gjørligt at vera verandi sum
sjúkur í egnum heimi, so
krevst, at tað fyrst og fremst
finnst døgnvakt í nærverki
num. Eisini er tað umráð
andi, at sjúkrarøktarfrøð
ingar í nærverkinum fáa
eftirútbúgving innan pallia
tiva (linnandi) umsorgan og
pínuviðgerð. Tá tað snýr
seg um krabbameinssjúk
ingar eru marginalarnir sera
smáir innan medisinvið
gerð.
Vert at hugsa
um hospice
Spurdur um hvussu hansara
dreymur fyri framman sær
út, sigur Jákup N. Olsen, at
hann ynskir, at hospice
loysnin, við palliativari eind
og palliativum toymi, kem
ur at gerast veruleikii í Før
oyum.
- Eg kundi hugsað mær,
at sjúklingar kundu gjørt
brúk av til dømis fysiotera
peuti, kostráðgeva, sálarfrøð
ingi, presti, sosialráðgeva,
meðan sjúklingurin enn er í
egnum heimi. At eitt pallia
tivt toymi frá sjúkrahúsinum
arbeiddi saman við nær
verkinum, har toymið so
kundi innskrivað sjúklingin
beinleiðis á sjúkrahús um
neyðugt. Tryggleikin her
liggur avgjørt í einum tílík
um nærverki, sigur Jákup
N. Olsen.
Nú var hospice sum óheft
at sjúkrahúsinum valt frá í
fyrsta lagi; millum annað tí
kostnaðurin var hægri enn á
hinum loysnunum. Hvussu
sært tú hendan tørvin í
dag?
-Tað er meira aktuelt í
dag við hospice, tí øll gerast
eldri. Harvið fáa fleiri fólk
eisini krabbamein, sum ann
ars høvdu verið deyð. Fleiri
gerast sjúk, tí vit liva longri.
Og fleiri av teimum sum
hava fingið krabbamein í
ungum árum, liva eisini
longri við sjúkuni. Tí veks
ur tørvurin eftir palliativari
umsorgan og viðgerð.
Fyrimunurin við at eini
tilíkari skipan er, at sjúkling
urin upplivir ein samanhang
í viðgerð, líkamikið um
hann er innlagdur ella
heima.
Palliativt toymi er ein
tvørfakligur bólkur við ser
frøðingum, hvørs uppgáva
er at ráðgeva starvsfólki,
sum eru um sjúklingin og í
summum
førum
eisini
avvarðandi. Bólkurin hevur
eisini eina stuðuls- og
ráðgevandi góðskustýrings-
uppgávu
við
atliti
til
arbeiðið á palliativu eindini.
Í hesum bólkinum eigur
upprunaliga at vera ein
onkologur
(serútbúgving
innan krabbamein), onkolog
sjúkrarøktarfrøðingur
og
narkosulækni, sum umsita
visitatiónina. Harafturat eru
prestur, sosialráðgevi, fysio
terapeutur, kostráðgevi og
sálarfrøðingur
knýtt
at
toyminum.
Palliativ eind er ein ein
sjálvstøðug deild á sjúkra
húsi við egnum seingjar
plássum og egnum starvs
fólki við servitan innan
palliatión, ið er ætlað sama
málbólki.
Hospice er ein sjálvstøð
ugur stovnur, bæði fysiskt
og fíggjarliga, ið liggur
uttan fyri sjúkrahúsverkið.
Høvuðsendamálið
er
at
veita
røkt
og
linnandi
umsorgan til krabbameins
sjúklingar, men eisini onnur
kronisk sjúk kunnu vera
har. Einasta treyt er, at sjúk
lingurin skal ásanna, at
hann ikki gerst frískur.
Tilmæli um hospice
í Føroyum
Í ár 2000 skundaði Sjúkra
húsráðið fyri øll trý sjúkra
húsini undir Landsstýrið til
tess at fáa betra viðurskiftini
fyri krabbameinssjúklingar.
Í 2001 lat Helena Dam á
Neystabø – táverandi lands
stýriskvinna í almanna- og
heilsumálum – tilmæli um
at kanna møguleikan fyri at
seta hospice á stovn í Før
oyum. Hetta fyri at bøta um
korini hjá kronisk sjúkum
og doyggjandi við serligum
atliti til krabbameinssjúk
lingar.
Í arbeiðsbólkinum vóru
millum annað núverandi
sjúkrarøktarfrøðingastjór
in, ein serútbúgvin sjúkra
røktarfrøðingur, umboð fyri
heimarøktina, formaðurin í
sjúkrahúsráðnum,
sum
eisini var í nevndini í
krabbameinsfelagnum, og
ein medisinskur lækni.
Sambært
tilmælinum
skuldi
arbeiðsbólkurin
kanna tørvin á palliativari
umsorgan í Føroyum, og
hvussu hesin kundi nøktast.
Meðan danir hava havt
hetta slag av umsorgan síð
ani fyrst í 90’unum við góð
um royndum, ynskti eitt nú
Føroya Felag móti Krabba
meini, at gongd skuldi
koma í her heima eisini.
Her skuldi kannast, um
tørvurin
kundi
nøktast
einans innan eitt sjúkrahús,
ella um øll sjúkrahúsini
kundu vera við. Ein møgu
leiki var eisini heimahospice
(har fólk doyggja heima)
og/ella at stovnseta eitt
hospice í Føroyum eisini.
Fyrimunir og vansar vóru
kannaðir, eins og starvs
fólkatørvur og sjúklinga
bólkar skuldu fastsetast.
Endin var, at hospice polit
iskt varð valt frá, og sjúkra
húsleiðslan valdi at royna
eitt palliativt toymi at byrja
við. Ætlanin var, at hetta
toymið seinni eisini kundi
vaksa til eina seingjardeild.
Altjóða virðis
grundstøði
Tilmælið tók støði í lýs
ingini hjá WHO, sum er
felagsskapur
undir
S.T.
Hetta til tess at betra mest
møguligt um heilsustøðuna
likamliga, sálarliga og í
felagslívinum í sambandi
við sjúkur.
Felagsskapurin lýsur hug
takið »palliativ care«. Hetta
at viðgerð, umsorgan og
røkt er tann aktivi, samlaði
innsatsurin til sjúklingin,
sum ikki longur kann gerast
frískur, og har endamálið er
at geva sjúklinginum og
familjuni teir bestu møgu
leikarnar.
Palliativar skipanir
í Danmark
Í Danmark eru seks hospice,
har tað fyrsta lat upp í 1992.
Afturat hesum eru pallia
tivar eindir (seingjardeildir)
á trimum sjúkrahúsum, ið
eru Bispebjerg, Århus og
Herlev. Palliativ toymi eru í
fleiri regiónum við ymisk
um tilknýti til sjúkrahús og
nærumhvørvi. Summi hava
beinleiðis samband við sjúk
lingarnar eftir eini ávísing
arskipan. Hini norðurlondini
hava eisini líknandi skip
anir.
Nærverksstjórin vil
fegin royna nýggjar
leiðir, so deyðasjúk
kunnu fáa saman
hangandi viðgerð og
umsorgan
DEYÐASJÚK
Anna Maria Joensen
amac@post.olivant.fo
Áðrenn Nærverkið av álv
ara ger av, um tey kunnu
klára eina samdøgurskipan
í tættfólkaða høvuðstaðar
økinum, má heimatænastan
fyrst gera eina royndar
skipan. Ætlanin er at royna
eina tílíka skipan longu í ár,
sigur Mary J. í Garði, stjóri
í Nærverkinum.
Tann stóri trupuleikin hjá
álvarsliga
sjúkum
ella
doyggjandi er, at teimum
tørva uppsýn bæði dag og
nátt. Hetta er serliga gald
andi fyri tey, sum eru ov
sjúk at sleppa á røktarheim
og sum heldur ikki eru í
aktivari viðgerð á sjúkra
húsi, tí hvar skulu tey fara?
Hesin bólkur hevur oftani
fleiri ymisk brek og sløg av
sjúkum, men bólkurin kann
eisini umfata krabbameins
sjúklingar.
Heimatænastan er sera
væl egnað til viknaði menn
iskju, sum ikki eru ov sjúk
til at klára seg um náttina.
Skipanin er smidlig, so
tørvurin hjá tí einstaka
verður gingin á møti. Fólk
fáa hjálp til matgerð, rein
gerð, klædnavask og annað
og hugt verður eftir, hvørjar
uppgávur tey ikki kunnu
klára at gera sjálvi, men
hetta er ikki nóg mikið, tá
støðan versnar. Úrslitini
fyri henda serliga sjúka
bólkin gerst tá, at tey noyð
ast at ferðast millum heimið
og sjúkrahúsið, líka til deyð
in kemur. Ongin kann rætti
liga taka ábyrgdina av heild
argongdini, tí ongin heild
er í.
Sjúklingarnir sjálvir eru
undir stórum trýsti eins og
tey avvarðandi. Við nógvari
pínu til dagligt stúra tey
fyri, hvussu ringt tað man
fara at vera, tá deyðin skal
koma, og nær hann fer at
koma. Og hvat nú um ein
doyr einsamallur heima og
ikki klárar at ringja eftir
hjálp? Ella kanska doyr
mitt ímillum heimið og
sjúkrahúsið í sjúkrabili?
Mary J. í Garði ger vart
við, at tað ikki bert snýr seg
um at upprætta náttarvakt
til tess at loysa trupuleikan.
- Tað skal eisini vera
møguligt at vera um tann
doyggjandi alt samdøgrið.
Vit tosa um eitt serligt slag
Praktiskar fyriskipanir eitt krav
Jákup N. Olsen var formaður í arbeiðsbólkinum sum
gjørdi »tilmæli um hospice funktión í Føroyum í 2001«.
Tilmælið kom fram til, at fleiri loysnir sum hospice,
sjúklingaeind á sjúkrahúsinum og eitt toymi vóru allar
vóru brúkiligar loysnir. Politiskt var hospice valgt frá, og
leiðslan á Landssjúkrahúsinum valdi at byrja við einum
toymi og so víðka við seingjareind seinni.
Jákup N. Olsen er formaður í sjúklingaráðnum, sum var
sett á stovn í 2005 av landstýrismanninum í almanna-
og heilsumálum, Hans Paula Strøm. Eisini hevur Jákup
N. Olsen verið í fyrrverandi sjúkrahúsráð líka síðani
1998, tá øll trý sjúkrahúsini vóru saman.
Endamálið við sjúklingaráðnum er at vera málgagn hjá
sjúklingum mótvegis landsstýrismanninum í viðgerð av
málum, sum hava generellan og prinsipiellan týdning
fyri veitingar til sjúklingar á sjúkrahúsinum. Eisini at
veita ráð um tey mál, sum landsstýrismaðurin leggur
fyri ráðið. Harafturat skulu fíggjarætlanir fyri øll trý
sjúkrahúsini leggjast til ummælis í ráðnum.
Sum nevndarformaður í Føroya Felag móti Krabbameini
síðani 1992, hevur Jákup N. Olsen eitt gott innnlit í
støðu teirra krabbameinsraktu.
200 nýggir krabbatilburðir koma hvørt ár
Kelda: Føroya Felag móti Krabbameini
119 doyðu av krabbameini í 2006
Í fjør var samlaða talið av deyðum var 422
Kelda: Almanna- og heilsumálaráðið
Framhald á næstu síðu
Tá ongin vegur er aftur, og óttin fyri deyðanum gerst ein dagligur partur av lívinum, er umráðandi at hava tryggar karmar. Soleiðis er ikki fyri ein stóran part av
teimum føroyingum, sum eru deyðasjúkir
Mynd: Jens Kristian Vang