Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 60 - 26. mars 2007 tíðindi av tørvi til varandi sjúk ella doyggjandi sjúklingar, sigur nærverksstjórin. Hon vísir á, at kabba­ meinssjúkingar, sum ynskja at vera heima seinastu tíð­ ina, altíð hava høga rað­fest­ ing og verður øll hjálp sett inn, ið er neyðug. Bæði praktiskt og røktarfakliga, so at bæði sjúklingur og alt húskið kann fáa hjálp. - Hesir sjúklingar fáa eis­ ini mangan ein opnan inn­ leggingarseðil til deildina á sjúkrahúsinum, so teir kunnu leggjast inn bein­leið­ is á deildina, um tørvur gerst á tí, sigur Mary J. í Garði. Kommunulæknin stendur í vegin Heimadeyði krevur ser­kunn­ leika og samstarv millum sjúkrahús og heimatænastu. Um varandi sjúk ella doyggj­ andi ynskja at doyggja heima, er heimatænsatan ikki klár til hesa uppgávu. Tað krevst fyrst og fremst serkunnleiki við góðari út­búgving til hetta økið. Í Suðurstreymoy hevur heima­­tænastan ein sjúkra­ røkt­ar­frøðing, ið hevur ser­ liga onkologiska (krabba­ meinsfrøði) eftirútbúgving, og ein av hennara uppgávum er at undirvísa starvs­fólki­ num í røkt av doyggjandi sjúklingum. Tá tosað verður um hug­ burðin rundan um eitt pallia­ tivt (linnandi) toymi sum tað á Landssjúkrahúsinum, vísur Mary J. í Garði á, at rættast hevði verið, at heima­ tænastan fekk møguleika at samstarva við toymið uttan at skula nýta kommunu­ lækna sum millumlið. - Kommunulæknin kann í hesum førinum seinka um hjálpina til sjúklingin. Fyri tað fyrsta er kommunu­ læknaskipanin sjálv sperd og manglar oftani læknar. Fyri tað næsta eigur at vera møguligt at fáa samband við palliativa toymið alt sam­døgrið og hvønn dag í vikuni, sigur Mari J. í Garði. Í dag verða trupulleikarnar loystir mál fyri mál, og hesin háttur at arbeiða eftir førir ikki langt inn í fram­ tíðina, heldur nærverks­ stjórin. - Rákið sær út til at vera, at í framtíðini fara fleiri og fleiri uppgávur at skula røkj­ ast uttanfyri sjúkrahúsini. Til tess at tryggja, at hesar uppgávur koma at liggja væl, mugu vit finna útav, hvørjar uppgávur talan er um, og síðani mugu vit fara undir tær neyðugu fyri­reik­ ingarnar, ið skulu til. Her hugsi eg um starvs­fólka­ tilfeingi, útbúgving og eis­ ini samskifti og samstarv millum Landssjúkrahúsið, Nærverkið og millum øki innanhýsis, sigur Mary J. í Garði. Samstarva ikki upp á tvørs Stjórin í Nærverkinum sig­ ur, at samstarvið við Landssjúkrahúsið í dag um útskrivingarmannagongdir er gott. Til dømis í sambandi við at tryggja, at viður­ skiftini í heiminum við eitt nú hjálpitólum og heimarøkt eru fingin í lag. Tað eru leiðslurnar, ið kunnu taka stig til at menna og skapa ymisk samstørv, men leiðslurnar einsamallar kunnu ikki samstarva uppá tvørs. Hetta krevur semju millum økini um at royna eitthvørt tiltak saman. Sjálv vil Mary J. í Garði fegin royna nýggjar leiðir innan samanhangandi sjúk­ lingagongd, og hon hevur eisini hugsa um, hvussu ein byrjan á hesum øki kundi sæð út. – Ambitiónin má vera, at sjúklingurin ikki sjálvur kennir sektormørkini ella økis-skilnaðin millum sjúkra­­hús og heima­tænast­ una, sigur Mary J. í Garði. - Eitt nú kundu vit saman sett verkætlanir í gongd, har vit tóku ymiskar má­l­ bólk­ar í senn, ið framman­ undan finnast sum bólkar. Vit kundu arbeitt tvør­gang­ andi í hesum málum. Men tað er umráðandi eisini at fáa Almannastovuna við, tí praktiskar fyriskipanir mugu til. Um Lands­sjúkra­ húsið, Heimatænastan – sum er ein partur av Nær­ verkinum – og Almanna­ stovan arbeiddu saman tvør­ gangandi um somu bólkar, so skuldi verið møguligt hjá sjúklinginum at kent eina samanhangandi gongd, har bæði sjúklingar og av­varandi vórðu spard fyri sjálvi at skula stríðast yvir um hesi mørkini, sigur Mary J. í Garði. Høvuðsendamálið við heimatænastuni er at geva borgarum praktiska og persónliga hjálp til at vera heima sum longst, ið er nakað sum er umráðandi fyri flestu borgarar. Heimatænastan tekur sær av borgarum yvir 67 ár, men eisini av varandi sjúkum ella álvarsligum sjúkum, sum til dømis krabbameinssjúklingum. Í dag kunnu serliga sjúkir krabbameinssjúklingar fáa opnan innleggingarseðil, og hetta hjálpur heilt nógv upp á tryggleikan. Serliga tá ongin náttartænasta er í løtuni og at sjúklingar, sum eru heimabúgvandi, eru heilt einsamallir millum kl. 23.00 og kl. 08.00. Aðrir sjúklingar fáa ikki opnan innlegginarseðil. - Ongin samstarvsavtala upp á tvørs um samanhangandi viðgerð og umsorgan er ímillum tey ymsu økini innan heilsuverkið, sigur Mary J. í Garði, stjóri í Nærverkinum Savnsmynd: Jens Kristian Vang Framhald av s. 19