Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 26. mars 2007 21 tíðindi Sigrey, eisini kend sum Sigrið Rasmussen, hevur júst stovnað egið plátufelag. Fyrsta solofløgan, ið fer at eita »Nordic Soul«, kemur út í vár. Á fløguni eru 10 sangir, sum hon sjálv hevur skrivað Bjørk Maria Krog Olsen, praktikantur redaktion@sosialurin.fo Líka frá barnsbeini hevur Sigrið Rasmussen sungið og verið ein partur av tónleiki. Øll familja hennara eru eisini tónlistarliga áhugaði, sum til dømis hjá Lenu Andersen og Mariu Guttesen. Sigrið keypti sína fyrsta violin sum sjey ára gomul, og síðan tá hevur tónleikurin fylt meginpartin av lívi hennara. Í 1994 fór undurbarnið av landinum at víðariútbúgva seg innan violinspæl hjá Jens Astrup i Holstebro. Árið eftir fór hon sum au- pair til Noregs, har hon læs á Sjøholms Musikkskole i Bærum. Hetta var tó ikki nóg mikið at fylla gerandisdagin hjá ungu kvinnuni, tí sam­ stundis var hon eisini ein partur Norwegian Gospel Voices, har hon var solistur á trimum fløguútgávum. Tvey ár seinni fór Sigrið á víðari skúla í Oslo, har hon tók tað, ið svarar til HF- prógv. Í Oslo kom tónleikurin av álvara at bjóða Sigrið av, har hon gjørdist kend, tá hon var við í eini sendirøð hjá Ivar Dyrhaug og sang, »His Eyes On The Sparrow« fyri 1,5 miliónum hyggjarum. Síðani gjørdist Sigrið Rasmussen ein av trimum gentunum í kenda soulbólk­ inum Grace í Noregi. Í hes­ um bólkinum, ið plátufelagið Sony Music stuðlaði, vóru: Kristine Borge, Unni Tingbjør og Sigrið Ras­mus­ sen. Ein útgáva kom frá teim­ um. Í 2002 gekk leiðin til Thames Valley University í London, har Sigrið tók Batchelor Degree of Popular Music and Performance. Her varð hon enntá heiðrað sum besti solosangari á sínum árgangi, har hon fekk prógv í 2005. Bert eitt menniskja Sigrið hevur nú stovnað sítt egna plátufelag, »Sigrey­ music« og lovar, at fyrsta fløga hennara kemur út í vár. - Tað eru bara nøkur smá­ ting eftir, og fløgan sum so liðug. Eg kann lova, at hon kemur út áðrenn summar, sigur Sigrið við einum smíli. - Orsøkin til at eg havi valt at stovna mítt egna plátu­felag er, at vil taka av­gerð­irnar sjálv og ikki vera eitt produkt hjá onkrum øðrum. Ungi sangfuglurin er kend millum flestu føroyingar. Seinasta stóra tiltakið hon var ein partur av, var tá hon samstarvaði við Ettu Cameron, sum var í Føroyum herfyri. Eisini stendur hon aftanfyri kórið United Voices, og oftani verður hon biðin at spæla til ymisk tiltøk runt um oyggjarnar. Sjálv um Sigrið er bæði vøkur og dugnalig, er hon eisini bert eitt menniskja. Tá ið hon ikki starvast við tónleiki, er hon servitrisa á eini italskari matstovu í Havn, har hon hevur sítt fíggjarliga upplendið. Tón­ leikavinnan er hørð fíggjar­ liga og serliga nú, tá ið hon skipar fyri og stuðlar tón­ leikinum sjálv. - Men eg vil nú heldur senda mær sjálvum rokningar enn onkrum øðrum, sigur hon og flennir. Í gjárkvøldið spældi Sigr­ ið Rasmussen á Hafnia Lounge. Sigrið stovnar plátu- felag Nakað soleiðis fer húsin á nýggju útgávuni hjá Sigrið Rasmussen at síggja út, tá hendan kemur út nú í vár Mynd: Finnur Justinussen