hósdagur 12. apríl 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 70 - 12. apríl 2007
Leggja kommunur saman
Í Grønlandi hevur Landstingið endaliga samtykt uppskotið,
sum ásetir, at tær núverandi 18 kommunurnar skulu
leggjast saman í fýra kommunur. Landstingið var samt
um, hvussu nógvar kommunurnar skulu vera, og meirilutin
samtykti, at verandi kommunur skulu fáa umboð í teimum
nýggju kommunustýrunum. Hesum tóku Demokratarnir
ikki undir við. Í heyst skal Landstingið taka støðu til,.
hvussu kommunustýrini skulu veljast.
Herman Bang 150
Tann 20. apríl eru 150 ár, síðani danski rithøvundurin
Herman Bang varð borin í heim, og í tí sambandi heldur
Hanus Kamban, rithøvundur, fyrilestur um Herman Bang
og ritverk hansara í Norðurlandahúsinum tann 22. apríl kl.
16. Herman Bang er millum annað kendur fyri sínar
skaldsøgur. Hann var samkyndur og varð illa jagstraður, so
tey seinnu árini av lívi sínum búði hann í útlegd. Hann
doyði á fyrilestraferð í USA í 1912.
- Nei, eg havi ikki
hoyrt orð grett um, at
okkara stovnur
møguliga verður
fluttur úr Havn og
norður til Klaksvíkar,
sigur Elmar Højgaard,
leiðari á
Fiskiveiðieftirlitinum
Flytingar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir at politiski myndug
leikin avgjørdi at flyta
Strandferðsluna til Suður
oyar, hevur ljóðað í krókun
um, at Fiskiveiðieftirlitið
møguliga verður flutt í
Norðoyggjar. Onkur fuglur
hevur eisini sungið, at tá
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður, fekk undirtøku
fyri at flyta Strandferðsluna
til Suðuroyar, skuldi Bjørn
Kalsø,
landsstýrismaður,
hava fingið lyfti um, at
Fiskiveiðieftirlitið
verður
flutt í Norðoyggjar.
Í løtuni ber ikki ber til at
fáa meira »kjøt« upp á hes
ar søgur, tí Bjørn Kalsø hev
ur als onga viðmerking til
málið, og leiðarin á Fiski
veiðieftirlitinum,
Elmar
Højgaard, sigur seg ikki
hava hoyrt málið grett.
- Nei, hatta havi eg onga
viðmerking til, sigur lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum, Bjørn Kalsø, sum
umsitir stovnin undir Fiski
málaráðnum.
Spurdur, um landsstýrið
hevur viðgjørt spurningin
um møguliga at flyta Fiski
veiðieftirlitið til Klaksvíkar,
er landsstýrismaðurin eins
avgjørdur.
- Tað havi eg onga við
merking til, sigur hann.
Einki hoyrt
Leiðarin á Fiskiveiðieftir
litinum, sum eisini fevnir
um Vaktar- og Bjargingar
tænastuna, Elmar Højgaard,
sigur, at hann als ikki hevur
hoyrt hetta málið grett.
- Nei, tað hevur eingin
tosað við okkum um, og tí
trúgvi eg heldur ikki, at tað
er upp á tal at flyta stovnin,
sigur hann.
Elmar Højgaard vísir ann
ars á, at við lógini um vinnu
ligan fiskiskap frá 1994
fekk stovnurin felagsnavn
ið, Fiskiveiðieftirlitið við
undirtekstinum »herundir«
Vaktar- og Bjargingartæn
astan.
- Vit royna at sláa stovnin
fastan undir einum og brúka
tí felagsheitið Fiskiveiði
eftirlitið, sigur hann og
heldur fyri, at lítil grund er
til, at samanlagdi stovnurin
gongur
undir
tveimum
nøvnum.
Leiðarin veit at siga, at til
samans 62 fólk arbeiða hjá
Fiskiveiðieftirlitinum, og tá
eru teir, sum sigla við vakt
arskipunum, íroknaðir.
Men hevði tú verið skakk
ur, um boðini um flyting
komu úr landsstýrinum?
- Nei, tað veit eg ikki.
Tað havi eg onga viðmerking
til, sigur Elmar Højgaard,
leiðari á Fiskiveiðieftirlitin
um.
Elmar einki hoyrt um flyting
- Eingin hevur tosað við okkum um møguliga at flyta stovnin í Norðoyggjar, og tí trúgvi eg
heldur ikki, at hetta er upp á tal, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bjørn Kalsø hevur onga við
merking til møguliga flyting
av Fiskiveiðieftirlitinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Arbeitt verður nú
við at gera málini um
broytingar í lógini
um vinnuligan
fiskiskap klár at
leggja fyri løgtingið,
og eg vóni, at vit
kunnu fáa tað besta
burtur úr tí viðgerð,
sum hevur verið,
sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
Fiskivinnulógir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri var nógv fundar
virksemi um ætlaðu broyt
ingarnar í lógini um vinnu
ligan fiskiskap. Feløg, sum
umboða ymisku skipabólk
arnar, hildu fundir hvør sær,
Føroya Reiðarafelag helt
fundir, og síðan var ein
felags fundur millum fleiri
av feløgunum við eini breið
ari umboðan fyri allar skipa
bólkarnar.
Umboð fyri feløgini hava
eisini verið á fundi við
landsstýrismannin í fiski
vinnumálum, Bjørn Kalsø,
og haraftrat hava feløgini
sent landsstýrismanninum
skriv, har tey gera vart við
síni sjónarmið, serliga í
sambandi við tær ætlaðu
broytingar, sum nú eru í
stoypiskeiðini í Fiskimála
ráðnum.
Ein partur av broytingun
um liggja í løtuni í vinnu
nevndini.
Orsøkin til, at almenning
urin hevur fingið eitt ávíst
innlit í ætlaðu broytingarnar,
sum landsstýrið arbeiðir
við, men sum enn ikki eru
bornar niðan í tingið, er, at
tær hava verið til ummælis í
Fiskivinnuráðnum.
Einki um brævið
Hvørki formaðurin í Føroya
Reiðarafelag, Jákup Sól
stein ella landsstýrismað
urin í fiskivinnumálum,
vilja siga nakað um, hvat
stendur í brævinum – ella
úttalilsinum, sum vinnufel
øgini lótu landsstýrismann
inum eftir tað fundar
virksemi, sum var herfyri.
Sosialurin hevur heldur
ikki fingið innlit í hetta
skriv, og tí vita vit ikki, hvat
umboðini
fyri
skipa
bólkarnar samdust um at
siga landsstýrismanninum.
Í uppskotinum hjá lands
stýrinum, sum nú liggur í
vinnunevndini, er eitt nú
talan um, at einki felag skal
kunna eiga meira enn 20%
av fiskidøgunum, ei heldur
av einum ávísum fiskaslagi
í einum skipabólki.
Av málunum, sum Fiski
málaráðið hevur í stoypi
skeiðini, men sum enn ikki
eru løgd fyri tingið, er tað
serliga tíðaravmarkingin í
rættindunum til veiðiloyvini,
sum hevur vakt ans í
vinnuni. Hesi skulu kunna
sigast upp eftir ávísum ára
máli og skulu síðan kunna
seljast útaftur.
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag hevur víst á,
at ov lítið gjøgnumskygni
er í hesum uppskotum
landsstýrisins og heldur
tískil, at ilt er at meta um
avleiðingarnar av teimum,
um tey verða sett í verk.
Hann heldur tað vera í
lagi, at broytingar verða
framdar á fiskivinnuøkin
um, har slíkar eru neyðugar,
men heldur samstundis, at
neyðugur friður má valda,
soleiðis at menn, sum reka
vinnu, vita, hvat teir hava at
halda seg til.
- Tað er eingin loyna, at
nógv órógv er í vinnuni í
løtuni, nú so nógvir “bóltar”
eru í luftini í senn, sigur
Jákup Sólstein.
Besta burtur úr
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður, sigur, at arbeitt verður
við ætlaðu broytingunum í
Fiskimálaráðnum og millum
samgonguflokkarnar, eins og
teir fundir, sum verið hava
við umboð fyri vinnuna og
tey tilmæli og úttalilsir, sum
fyriliggja í málinum, verða
viðgjørd saman við málinum
í síni heild.
- Arbeitt verður nú við at
gera málini klár, so tey
kunnu leggjast fyri tingið,
og eg vóni, at vit kunnu fáa
tað besta burtur úr tí við
gerð, sum hevur verið.
Landsstýrismaðurin vón
ar, at málini verða klár til
framløgu, áðrenn tingið fer
í summarfrí.
Vilja ikki avdúka hvat vinnan sigur