hósdagur 12. apríl 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 70 - 12. apríl 2007
tíðindi
Starvið sum skúla
stjóri á Venjingar
skúlanum verður nú
lýst leyst fyri triðju
ferð. Men hví vilja
lærarar ikki vera
stjórar?
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað gongur striltið at fáa
fólk at søkja starvið sum
stjóri á Venjingarskúlanum
– ja, í roynd og veru gongur
tað als ikki.
Bert ein umsókn kom
inn, tá starvið varð lýst
leyst fyrstu ferð, og ongin
nýggj umsókn kom inn
aðru ferð. Og nú hevur við
komandi, sum søkti, tikið
sína umsókn aftur.
- So nú noyðast vit at lýsa
starvið leyst fyri triðju ferð,
sigur ein ikki sørt ørkyml
aður Olaus Jespersen, leið
ari á fólkaskúladeildini í
Mentamálaráðnum.
Hvør orsøkin er til hesa
heldur løgnu støðu, er ilt at
siga, men fólk hava sjálv
sagt gjørt sær sínar tankar.
Eitt nú verður ført fram, at
lønin ikki svarar til ábyrgd
ina, og at atferðartruplir
næmingar krevja ov nógva
orku og tíð hjá leiðslunum,
sum samstundis kenna seg
niðurbundnar og máttleys
ar.
Hægri løn
Tey, sum vit hava prátað við
eru samd um, at spurning
urin um lønina kanska er
ein av orsøkunum. Núver
andi lønin er 37.000 krónur,
umframt 16 prosent í eftir
løn. Hetta eru einar 9.000
krónur meira enn ein lærari
á hægsta stigi fær.
- Kanska er munurin mill
um inntøkuna hjá leiðaran
um og vanliga læraranum
ikki nóg stórur, í mun til
stóru ábyrgdina hjá skúla
stjóranum, sigur Magnus
Tausen, formaður í Føroya
Lærarafelag. Hann viðgong
ur, at um lønin er trupul
leikin, so er tað avgjørt ein
uppgáva hjá felagnum at
taka upp til samráðingarnar
í heyst.
- Spurningurin er, um tíð
in ikki er búgvin til, at leið
arar skúlans verða millum
hægst løntu bólkunum í
landinum. Tað er ómetaliga
nógv fokus á skúlan og
leiðslurnar, og uppgávurnar
og krøvini tykjast bara at
økjast, sigur hann.
Magnus Tausen staðfestir
sostatt, at ongin ivi er um,
at lønin skal upp, og at hon
skal vera somikið góð, at
hon er ein motivatiónsfak
torur í sjálvum sær.
Olaus Jespersen, leiðari á
fólkaskúladeildini í Menta
málaráðnum er samdur um,
at ábyrgdin hjá leiðarum í
fólkaskúlanum er nógv økt
seinastu árini. Meðan nógv
ar avgerðir, serliga viðvíkj
andi setan av fólki, og at
loysa úr starvi, nú eru koyrd
ar yvir í leiðslurnar.
- Millum annað ger hetta,
at stjórarnir skulu hava alla
starvsfólkaumsitingina um
hendi, at førleikakrøvini eis
ini eru nógv herd seinastu
árini, sigur Olaus Jespersen.
Í hesum sambandi viðgong
ur hann, at tað hevði verið
nógv lættari, um tey eisini
innanfyri
tað
almenna
kundu sett rætta persónin,
við at bjóða meira í løn.
- Hetta er tað sum kennist
so
stirvið
innan
tað
almenna, tí vit koma ikki
uttanum, at krøvini til dag
sins leiðara, bæði innan tað
almenna og tað privata, eru
sera stór, sigur Olaus Jesper
sen.
Bakbundnar leiðslur
Eyðólv Dimon, lærari á
Venjingarskúlanum, sigur
við Sosialin, at hann roknar
við at ein av høvuðsorsøku
num til, at lærarar aftra seg
við at søkja stjórastarv í
fólkaskúlanum, er at stjórar
nir hava onki mandat, eitt
nú í mun til truplu næming
arnir.
- Ov nógv tíð fer til at
loysa trætur um truplar
næmingar, tí tað ber snøgt
sagt ikki til, at nakrir fáir
næmingar skulu sleppa at
oyðileggja skúlagongdina
fyri hini. Tí er alneyðugt, at
vit fáa eitt tilboð til hesar
næmingarnar, ongantíð ov
skjótt, sigur Eyðólv. Á hend
an hátt vónar hann, at stjór
arnir fáa tíð til tað, sum teir
veruliga eru settir at gera,
nevniliga at stinga út í kort
ið og at koma við náms
frøðiligari nýhugsan.
Olaus Jespersen er samd
ur við Eyðólv um, at hesi
málini fylla ov nógv í ger
andisdegnum hjá leiðarun
um. Men hann vísir sam
stundis á, at nýggjar reglur
helst verða samtyktar fyrsta
dagin, at verða galdandi frá
eftir summarfrítíðina.
- Broytingarnar til fólka
skúlalógina
geva
skúla
leiðslunum heimild at flyta
truplar næmingar í aðrar
skúlar, uttan foreldranna
samtykki. Harumframt verð
ur skotið upp, at landsstýris
maðurin skal kunna seta á
stovn alternativ undirvís
ingartilboð á skúlanum, til
næmingar við serliga tung
um
trupulleikum,
sigur
hann.
Magnus Tausen úr Lærara
felagnum fegnast um, at
lógarbroytingar eru á veg.
Hann sigur, at tú fært ikki
fólk at søkja starv, um tey
ongan møguleika hava at
handla.
- Skúlaleiðslurnar kenna
seg fullkomiliga bakbund
nar, og tí er starvið ikki
attraktivt.
Herd førleikakrøv
Uppá spurningin um, hvat
Mentamálaráðið hevur ætl
anir um at gera, til tess at
fáa lærarar at søkja starv
sum skúlastjóri, sigur Olaus
Jespersen, at tað í dag eitt
krav, at stjórin hevur ella
tekur eina leiðsluútbúgving,
og at hetta er eitt tilboð,
sum umsøkjarar fáa.
Seinastu árini hava allir
føroyskir skúlastjórar verið
á leiðaraskeiði, sum verður
rópt PLET, ella persónlig
leiðaramenning. Sambært
Olaus Jespersen er endamál
ið við hesum, at bjálva leið
ararnar betur til at vera
sjálvstøðugar og at taka
avgerðir, eisini slíkar, sum
ikki fella í so góða jørð.
Harumframt er endamálið,
at leiðarin fær innlit í, hvørj
ar dygdir og manglar við
komandi hevur, og hvussu
gerast kann fyri at menna
hesar á ein skilagóðan hátt.
Nú skúlastjórar eisini
skulu hava alt starvsfólka
økið undir sær, og í hesum
sambandi skulu arbeiða við
at menning og trivnað lærar
anna, sigur Olaus Jespersen,
at Mentamálaráðið í løtuni
er í gongd við at seta á
stovn eina landsætlan innan
HR,
Human
Resources
Management, sum allir leið
arar og stjórar undir ráðnum
kunnu fáa gagn av.
Bert lærarar
Ein av treytunum í starvs
lýsingini hevur verið, at við
komandi skal vera útbúgvin
lærari. Hetta hevur lands
stýrismaðurin umhugsað at
broyta, so onnur enn lærarar
kunnu søkja skúlastjóra
starv. Men hvørki frá Lær
arafelagnum ella politiskt
er undirtøka fyri einari slík
ari loysn, sigur Olaus Jesp
ersen.
Í Lærarafelagnum hava
tey eisini tikið hendan
spurningin upp. Men har er
støðan greið, at leiðarin
skal vera læraraútbúgvin.
Kortini sigur Magnus Tau
sen, at tann fyrisitingarligi
parturin av leiðslunum átti
at verið styrktur, bæði við
fleiri tímum og peningi. Í
hesum sambandi skjýtur
hann upp, at nakrar fyri
sitingarligar eindir verða
settar á stovn, til dømis so
leiðis at allir skúlar í Eystur
oynni vóru ein eind.
- Sum støðan er í løtuni,
nýta leiðslurnar alla orkuna
til fyrisiting, meðan stjórin
átti at verið námsfrøðiligur
kveikjari og íbirtari.
Umdømið hjá ráðnum
Sum sagt eru orsøkirnar til,
hví lærarar aftra seg við at
søkja starvið sum skúlastjóri
í Venjingarskúlanum sjálv
sagt ymiskar frá fólki til
fólk. Eitt, sum mangan hev
ur verið at hoyra millum
lærarafólk er, at umsitingin
í
Mentamálaráðnum
er
strævin at samstarva við,
og hevur lyndi til at undir
kenna avgerðir hjá skúla
leiðslunum. Spurdur, um
tey í Mentamálaráðnum
hava umhugsað, at tað
kanska hevur týdning, at
umdømið hjá ráðnum er
rættiliga vánaligt millum
nógvar lærarar, sigur Olaus
Jespersen, at hetta er eitt,
sum tey hava arbeitt við
seinastu tíðina.
- Skúlafólk hava mangan
fýlst á, at ráðið hevur bland
að seg uppí allar smálutir í
skúlunum, og hetta er held
ur ikki ein leiklutur vit
ynskja. Tey vita sjálvsagt
best sjálvi úti á skúlunum,
hvat er best fyri tey. Tí er
hetta eisini eitt øki, sum vit
arbeiða við at broyta, og í
dag hava leiðslurnar nógv
meira sjálvræði, enn fyri
bara fáum árum síðani.
Men hetta krevur sjálvsagt
eisini meira av teimum,
útbúgvingarliga,
sigur
Olaus.
Ongin vil vera
skúlastjóri
Magnus Tausen, formaður
í Lærarafelagnum sigur, at
ongin ivi er um, at lønin
skal vera somikið góð, at hon
er ein motivatiónsfaktorur í
sjálvum sær
Eyðólv Dimon, lærari á Venjingar
skúlanum, sigur, at ein av orsøkunum
til, at lærarar aftra seg við at søkja
stjórastarv í fólkaskúlanum, kanska
er, at stjórarnir hava onki mandat,
eitt nú í mun til truplu næmingarnir
Ein ørkymlaður Olaus
Jespersen, leiðari á
fólkaskúladeildini í Menta
málaráðnum, viðgongur
at ábyrgdin er nógv herd
seinastu árini. – Tí bjóða
vit eisini viðkomandi
eftirútbúgving innan leiðslu,
sigur hann