hósdagur 12. apríl 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 70 - 12. apríl 2007
Niels Nattestad, skúla
stjóri í Venjingar
skúlanum, skilir als
ikki, at ongin av teim
um 700 føroysku
fólkaskúlalærarunum
vilja vera skúlastjóri í
Venjingarskúlanum
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Niels Nattestad, ella Natte,
hevur verið skúlastjóri í
Venjingarskúlanum í 10 ár,
og tilsamans hevur hann
sitið í leiðslu í skúlans í 26
ár. Hann sigur seg harmast
almikið um, at starvið sum
skúlastjóri nú verður lýst
leyst á triðja sinni.
- Eg skilji bara púrt onki,
og undrist stórliga á, hví
tað er so ringt at fáa fólk at
søkja. Hetta átti at verið ein
sera spennandi avbjóðing
hjá einum ungum lærara,
sigur Natte. Hann segði seg
úr starvi til 1. apríl, so
nýggi stjórin kundi taka við
longu tá, og vera við til at
skipa komandi skúlaár.
- Men nú havi eg so játtað
at verða verandi til 1.
august, og vera við til at
fyrireika komandi skúlaár,
sigur Natte. Hann vísir eis
ini á, at Venjingarskúlin er í
einari sera spennandi menn
ingartilgongd, tí komandi
skúlaár verður skúlin skip
aður í sjálvstýrandi toymi,
har sami bólkur av lærarum
samstarvar
um
hvørja
deild.
- Hetta eru vit sera spent
uppá, sigur Natte, sum
longu tá hann var settur í
starv fyri 10 árum síðani
gjørdi av at verða í sessinum
í 10 ár.
Broytti skúlin
Spurdur hví hann heldur at
lærarar ikki hava hug at
søkja starvið, sigur Natte,
at hann hevur onga hóming
av tí, men at orsøkirnar
helst eru ymiskar frá per
sóni til persón.
- Eg meini so við – høvdu
so bara nakrir fáir søkt.
Men at bara ein umsókn er
komin inn bæði undrar og
harmar meg stórliga, sigur
hann.
Til tað, at onkur vil vera
við, at lønin er ikki nøkt
andi, sigur Natte, at tað
einsamalt ikki átti at gjørt
munin, men, at tað sjálvsagt
hevði verið meira attraktivt,
um eitt sindur meira var í
lønarposanum.
- Skúlin í dag er als ikki
tann sami skúlin, sum eg
tók við fyri 10 árum síðani.
Uppgávurnar eru vaksnar
nógv og ábyrgdin hjá leiðar
anum er eisini økt nógv. So
sjálvsagt hevði tað hjálpt,
um lønin var hægri, sigur
hann.
Bati at hóma
Uppá spurningin um maktar
loysið leiðslunnar, í mun til
at handfara fløkjaslig mál
um eitt nú truplar næmingar,
sigur Natte, at tað átti ikki
at hildið øllum lærarum frá
at søkja.
- Tað hava altíð verið
truplir næmingar, og tað
fara tað altíð at vera. So
hetta er sjálvsagt ein av upp
gávunum hjá einum leiðara,
sigur Natte, sum leggur aft
urat:
- Rætt er tað, at vit leið
arar fáa ikki gjørt tað, sum
vit halda vera rætt á hesum
økinum. Og tað er ein
trupulleiki. Men til tað er at
siga, at ein lógarbroyting er
á veg, ið sum heild gevur
leiðslunum størri vald. Eitt
nú fer at bera til at burturvísa
næmingum uttan foreldr
anna samtykki. Harum
framt fær landsstýrismað
urin heimild til at seta á
stovn
undirvísingartilboð
til næmingar, sum orsaka
av vánaligum atburði, ikki
kunnu vera í einum van
ligum skúlaflokki. Hetta er
heilt givið ein bati í mun til
truplu næmingarnar, sigur
Natte.
Hann skundar sær tó at
vísa á teir næmingarnar,
sum ongir trupulleikar eru
við.
- Vit hava so hundraðtals
aðrar fittar, blíðar og góðar
næmingar, sum eru ógvuliga
spennandi at fáast við. At
vera saman við nógvum
børnum dagliga er ein stór
inspiratión
sum
leiðari,
sigur hann.
Sterkari leiðsla
Eitt annað sum Natte vísir
á, og sum kanska kann
halda lærarum frá at søkja
stjórastarv, er, at samstundis
sum leiðslurnar hava fingið
alt fleiri uppgávur, so strekk
ir tíðin ikki til at røkja tær.
- Men eisini á hesum øki
num er ein loysn á veg, sum
skal styrkja leiðslurnar. Til
dømis á Venjingarskúlanum,
har vit helst fara frá einari
tvístreingjaðari
til
eina
trístreingjaða leiðslu, sigur
hann.
Annars vísir Natte als
ikki tankanum um at fáa
onnur enn lærarar í stjóra
starvið.
- Eg haldi ikki, at vit eiga
at avvísa tankanum framm
anundan. Kanska hevði tað
verið ein loysn við bæði ein
um fyrisitingarligum og ein
námsfrøðiligum
leiðara,
sum sjálvsagt skuldi verið
læraraútbúgvin. Nógv av
orkuni hjá leiðsluni er fyri
siting, og hetta styggir
kanska eisini lærarar, sigur
Natte, sum kortini ásannar,
at hvørki frá Lærarafelag
num ella frá politiskari síðu
hevði undirtøka verið fyri
einari slíkari loysn.
- So nú vóni eg bara at
onkur søkir, tí her er veru
liga talan um eitt starv við
nógvum spennandi avbjóð
ingum og møguleikum, sig
ur Natte at enda.
Ætlanin er, at skúlastjórar og
leiðarar skulu hava størri
heimildir til at leysa mál við
truplum næmingum.
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í
Mentamálum, fer ein av komandi døgu
num at leggja fram uppskot um broyt
ingar í løgtingslóg um fólkaskúlan. Av tí
at freistin at fram uppskot er farin, hevur
hann fingið 17 tingfólk at skriva undir
uppá, at hann kortini kann leggja tað fyri
tingið, áðrenn farið verður summarfrí.
Nýggjar heimildir
Millum broytingarnar, sum landsstýris
maðurin skjýtur upp, eru nakrar broyt
ingar viðvíkjandi heimildunum hjá skúla
stjórum at vísa næmingum burtur.
Til § 1, nr. 20, skjýtur hann hesar broyt
ingar upp:
Í § 45 verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk.
3 – 6 sett inn:
”Stk. 3. Um so er, at næmingur ikki
heldur skúlans reglur, skal skúlaleiðarin
seta tiltøk í verk.”
”Stk. 4. Næmingar, ið hava atferðar-, til
knýtis- og trivnaðartrupulleikar, kunnu
eftir avgerð skúlaleiðarans verða fluttir í
aðrar skúlar í kommununi ella í annað
undirvísingartilboð.”
”Stk. 5. Landsstýrismaðurin ger nærri
reglur um, hvørji tiltøk skúlaleiðarin skal
seta í verk sbrt. stk. 3, og hvørji atlit, sum
kunnu geva grundarlag fyri avgerð hjá
skúlaleiðaranum at flyta næming í aðrar
skúlar, sbrt. stk. 4.”
”Stk. 6. Landsstýrismanninum verður
heimilað at seta á stovn serligan skúla
fyri næmingar við atferðar-, tilknýtis- og
trivnaðartrupulleikum, ið ikki á annan
hátt kunnu fáa nøktandi undirvísing í
fólkaskúlanum.”
Viðmerkingarnar
Í viðmerkingunum til lógarbroytingarnar
stendur soleiðis:
§ 45, stk. 3
Í skúlanum skulu verða skipað viður
skifti, so at allir næmingar skulu trívast
og kenna seg tryggar í skúlans arbeiði og
umhvørvi. Við støði í reglum sambært §
60 um fyriskipanir til tess at fremja gott
skil
í
skúlunum
og
umsjón
við
næmingunum í skúlatíðini ger skúla
stýrið ítøkiligar atferðarreglur fyri tann
einstaka skúlan og reglur um umsjónina
við næmingunum í skúlatíðini.
Skúlin skal skipa so fyri, at allir næm
ingar kenna reglur skúlans viðvíkjandi
atferð, atburði og fyriliti fyri øðrum. Eis
ini verður dentur lagdur á álvaran at halda
reglur skúlans, so at allir næmingar virða
sosiala felagsskapin í skúlanum. Um
næmingur ikki megnar at fylgja reglum
skúlans, setur skúlaleiðarin tiltøk í verk.
Stk. 4
Næmingur, ið hóast fyrisetta manna
gongd og átøk skúlans, framhaldandi ikki
virðir atferðarreglur skúlans, kann verða
fluttur
í
annan
skúla
ella
annað
undirvísingartilboð. Tað
er
skúlans
leiðsla, sum tekur hesa avgerð.
Stk. 5
Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um
tey tiltøk, sum skúlaleiðarin setur í verk
sbrt. stk. 3., og hvørji viðurskifti kunnu
vera grundarlag fyri at flyta næming í
annan skúla ella í annað undirvís
ingartilboð.
Stk. 6
Heimilað verður landsstýrismanninum at
seta á stovn serligan skúla fyri næmingar,
ið hava atferðar-, tilknýtis- ella trivn
aðartrupulleikar.
Undirvísingin verður grundað á bæði
fakliga og sosiala menning. Dentur verð
ur lagdur á, at næmingarnir í eitt tíðar
skeið frá 3 mánaðum til tvey ár fáa eitt
serligt undirvísingartilboð, sum skal gera
teir førar fyri aftur at kunna luttaka í
undirvísingini í fólkaskúlanum og fylgja
sosialu reglunum í einum vanligum
skúlaflokki.
Stjórin fær meiri vald
Eg skilji púrt onki
Niels Nattestad sigur seg harmast um, at
starvið sum skúlastjóri nú verður lýst leyst á
triðja sinni. – Eg undrist stórliga á, hví tað er
so ringt at fáa fólk at søkja. Hetta átti at verið
ein sera spennandi avbjóðing hjá einum ungum
lærara, sigur Natte
Mynd: Jens Kristian Vang