Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 70 - 12. apríl 2007 Eitt av málunum, sum hevur fingið serstaka stóra umrøðu í altjóða fjølmiðlunum og á ymsu politisku og samfelagsligu pallun­um kring allan heim seinastu árini, eru veðurlags­ broytingarnar. Tað var ikki minst stóra heimráðstevnan um umhvørvi og dálking í Rio í Brasilia, sum setti gongd á orðaskiftið, hvussu vit forða fyri, at alt heimsumhvørvið verður meira dálkað. Síðani tá hevur verið enn ein stór ráð­stevna hildin í Kyoto í Japan, har tað vórðu tiknar meira ítøkiligar avgerðir um at lækka útlátið av CO2 í atmosferuna. Í hesum sambandi hava føroyingar tikið fyri­ varni, men kortini hava nógvar røddir verið frammi um, at Føroyar eins og onnur lond eiga at átaka sær sín partur av hesum skyldum. Nú er so avgjørt, at Danmark skal hýsa tríðju stóru um­ hvørvis- og veðurlagsráðstevnuni av hesum slag. Hetta verður í 2009. Eingin ivi er um, at hetta hevur nógv at siga fyri Danmark, tí landið er millum tey fremstu í heiminum við bæði nýhugsan og eisini framleiðslu av útbúnaði so sum vindmyllum, sum skulu minka um samlaða útlátið av vandamiklum gassum. At ráðstevnan verður nettupp í Dan­ mark, sum er undangonguland á mongum av økjunum at minka um nýtslu av vandamiklum gassum frá fossilum brennievnum og hevur gjørt stórar íløgur í varandi orku­ keldur, er eitt sera gott stig, og í hesum høpi slepst ikki undan at hugsa um aðrar partar av danska ríkinum, Føroyar og Grønland. Grønland er á breddanum nærum hvønn dag í altjóða pressuni sum eitt hitt besta dømið um, hvussu broytingar í verðurlagnum av mannaávum síggjast her og nú, har ísurin bráðnar og djóralívið so sum ísbjarnirnar eru hóttar. Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum og tí sera viðkvæmar, hvat havstreymunum viðvíkja. Her hevur ein av okkara fremstu havgranskarum, Bogi Hansen, gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði til tess at vísa møguligan samanhang millum yvirupphiting og broytt viðurskifti í høvunum. Hin­vegin hevur sami granskari ferð eftir ferð eisini funnist at føroyskum myndugleikum fyri ikki at hava viljað góð­ tikið Kyotosáttmálan. Nú verður so triðja ráðstevnan í Danmark og hetta eigur at fáa okkara myndugleikar at handfara hetta málið við enn størri álvara. Eingin ivi er um, nú Danmark er vertur fyri hesi ráðstevnuni, at ljóskastarin so ella so eisini fer at verða settur á hinar partarnar av Ríkisfelagsskapinum – á Grønland sum eitt dømi um, hvussu upphitingin ger ilt, og á Føroyar, sum dømi um eitt øki, ið ikki enn hevur viljað samtykt Kyotosáttmálan. Tað er greitt, at vit hava fingið nakað at hugsa um til ta tíð. Kanska vit skulu fáa okkara viðurkifti uppá pláss í góðari tíð , og vónandi kunnu vit eisini geva okkara íkast til komandi ráðstevnuna við tí gransking, sum okkara egnu fólk hava gjørt á økinum. So Føroyar koma at gerast partur av hesi stóru ráðstevnu so ella so – fyri tað góða og fyri tað ringa. Enn eru stundir at taka í egnan barm. Hetta landsstýrið hevur eina stóra ábyrgd á hesum øki og vónandi fer júst hetta málið at seta krøv til eitt komandi nýtt landsstýri. Sosialurin Frá Rio til Keypmannhavn SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. 10. apríl visti danska tíð­ inda­­blaðið, Kristelig Dag­ blad at siga frá, at bretska deildin av Amnesty Inter­ national hevur tikið avgerð um at arbeiða fyri at fáa Amnesty International at meta fosturtøku sum ein mannarætt. AI-UK ætlar við hesum at birta upp undir kjakið, tá ið ráðsfundurin hjá Amnesty International verður hildin í Meksiko seinni í ár. Endaliga málið er at Amnesty International skal samtykkja hetta uppí­ skoyti á altjóða støði. Amnesty International er ein viðurkendur altjóða fe­lagsskapur, ið hevur gjørt stóran mun, tá tað kemur til at verja mannrættindi og gera vart við órætt, ið verð­ ur framdur móti menniskjum vegna politisk, religiøs, etnisk – og onnur líknandi viðurskifti. Amnesty Inter­ national er verjan og røddin hjá tí veika og lítla, mót­ vegis tí kúgandi og sterka. Tí harmar tað okkum al­mikið, at Amnesty nú um­hugsar at arbeiða við ein­ um máli, har tað ikki er tann veikasti parturin, ið skal verjast. Vit viðurkenna at mangar kvinnur eru fyri ringari viðferð, og verða mis­nýttar og neyðtiknar, og hetta skal undir ongum um­støðum góðtakast. Men er tað ófødda barnið ikki ein enn veikari partur av hes­um málinum? Hvør skal vera røddin, ið tosar um verju fyri hendan partin? Vit meta tað vera ábyrgd­ arleyst, miðvíst at arbeiða fyri at geva rætt til fostur­ tøku, uttan at fyrihalda seg til rættindini hjá tí ófødda barninum. Eisini hóast tal­ an er um ógvusligar um­­støð­ ur, har kvinnur hava verið fyri ræðuligum hendingum. Tann mest óseki parturin er hóast alt barnið. Um man velur at arbeiða fyri fostur­ tøku, so má man eisini fyri­ halda seg til rættindini hjá hesum børnum, og gera eina niðurstøðu um tey yvir­ høvur hava nøkur rættindi. Eins og Amnesty Inter­ national, trúgva vit at eingin hevur rætt til at taka lívið hjá øðrum. Men vit trúgva at eisini hesi grundleggjandi rættindi til lív eiga at umfata tey, ið hava størstan tørv á verju og umsorgan okkara – tey ið enn ikki eru borin í heim. Vit trúgva, at tað er skeivt, bæði útfrá einum etisk­­um og einum samfelags­ ligum sjónarmiði, at fremja fosturtøku, uttan tá ið lív stendur móti lívi. Vit meta at áhaldandi ágangurin móti óføddu børnunum verður til einki minni enn eina van­ lagnu fyri ymisku samfeløg­ ini, við tað at vit ræna frá okkum sjálvum tað dýrasta tilfeingi vit eiga. Við hesum vilja vit staði­ liga heita á Amnesty Inter­ national í Føroyum um ikki at stuðla avgerðini, ið bretar hava tikið, men heldur gera sína ávirkan galdandi og taka stig til at verja ófødda barni, og harvið halda áfram við tí arbeiði, ið Am­nesty International hev­ ur gjørt fyri at verja lív og rættindi menniskjans um all­an heim. Við bestu heilsanum, og ynski um ein góðan ársaðal­ fund Ung fyri Miðflokkin Arni Abrahamsen Formaður Tóri Højgaard Næstformaður Almenn áheitan til Amnesty International, Føroya deild Tíðindaskriv Kveik.fo er nýggjur por­tal­ ur, ið hevur sum endamál at gera kvinnuliga tilfeingið í føroyska samfelagnum meira sjónligt, soleiðis at lætt­ari verður at fáa gagn­ nýtt hetta týðandi vitanar­til­ feingið í samfelagnum. Har­ við vil portalurin kveikja undir størri javnstøðu. Tryggingarfelagið Før­oy­ ar er – saman við EIK – høv­ uðsstuðul hjá hesum por­ tali. Javnstøða í vinnulívinum versnar Javnstøðan í føroyskum fyri­­­tøk­um er versnað sein­ astu árini. Hetta vísir kann­ ing, ið Vinnuvitan lat gera herfyri. Meðan tað í 2005 vóru uml. 1800 mannligir og 300 kvinnuligir stjórar í øllum smáparta- og parta­fe­ løgum í Føroyum, so er hetta talið í 2007 broytt til 2300 mannligir og 300 kvinnu­ligir stjórar tvs. 88,5% menn og 11,5% kvinn­ur. Verður hugt at nevnd­arsessum í føroyskum fyritøkum er kynsbýtið nær­ um eins skeivt. Vinnan missur vitan og kappingarføri - Nýggjasta kanningin av javn­støðuni í føroyskum vinnu­lívi vísir, at føroyskt vinnulív ikki í nóg stóran mun gagnnýtir alt tað før­ oyska vitanartilfeingið og harvið missir atgongd til týð­andi nýhugsan, fjøl­ broytni og vitan. Hetta merk­ir í seinasta enda, at vit ikki eru so kappingarfør sum vit kundu verið, og er hetta stórt spell. Hetta er eis­ ini óneyðugt, tí í Føroyum eru hópurin av væl­kvali­ fiseraðum kvinnum”, sigur Edvard Heen, varastjóri í Trygg­ingarfelagnum Før­oy­ ar. Kveik.fo kveikja javnstøðu og framburð - Kveik.fo kann kveikja und­ir, at føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið í størri mun fara at gagnnýta alt tað føroyska vitanar­til­ feingið og harvið økja um vøksturin og betra kapp­ing­ arførið – og vil Trygg­ing­ar­ felagið Føroyar við stuðli sínum verða við til at tryggja at so verður. Tað fegn­ast vit sjálvandi um, sigur Edvard Heen, vara­ stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar. Tryggingarfelagið Føroyar vil tryggja javnstøðu