Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 12. apríl 2007 11 Í Dimmalætting hevur Svein­­ur Tróndarson áhuga­ verdar hugleiðingar um troyggju­heitið »islænder­ sweater« og »islænderstrik« í sambandi við nýggju troyggj­una hjá Guðrun & Guðr­un. Í mong ár havi eg leitað eftir svarið uppá, nær og hví danir fóru at kalla før­ oyskar skipstroyggjur fyri is­lændere, uttan tó at hava funnið svarið. Tó má eg siga, at tá eg sá hesar nýggju føroysku troyggjurnar, bæði í filminum »Forbrydelsen« og í blaðnum »Kvinnu«, trúði eg sjálv, at tað vóru ís­lendskar lopatroyggjur. Skipstroyggjan fekk av eini hvørji orsøk handils­ navn­­ið »islænder« sum sølu­­­vøra í Danmark. Møgu­ liga er hetta komið av út­ flutn­­ingi sam­an við ís­lendsk­ ­ari ullvøru, tá út­flutt varð gjøgnum »Det is­landske Kompagni«, ella tá ið farið varð at binda úr íslendskari ull. Útróðrar­menn í Íslandi um aldaskiftið 1900 vildu í fleiri førum heldur hava ull enn pening heim aftur við sær. Ullin gav teimum ar­beiði fyri veturin. Ein gomul remsa frá Jóan Chr. Poulsen í Hesti kundi týtt uppá, at navnið íslands­ troyggja eisini var kent í Før­oyum. Mostir bindur íslands­ troyggju, Sanna turkar ull á meis; Heini liggur fullur uppi í koyggju, Jákup siglir við Surprise. Surprise var eitt av handils­ skipunum í Vágsbotni (M. C. Restorff og Sønner) bert 27 tons. Vibeke Lind skrivar í bók­ ini »Strik med nordisk tradi­ tion«: »Islændere« er den gamle betegnelse for sømands- og arbejdstrøjer strikket i groft barn i to, højst tre af uldens naturlige farver og i en helt enkel facon. Í bókini stend­ ur somuleiðis mynd av Polar­forskeren Knud Ras­ mus­sen, omkring 1920, iført en islandsk sweater. Læg mærke til den enkle afluk­ning i halsen og for­ neden på ærmerne. På undersiden af ærmet ses en udtagningsstribe. Tá ið troyggju­erman er bundin niðureftir frá ermagapinum, eins og tað týðiliga sæst, er tað ein aftagningsstribe og ikke ein udtagningsstribe. Troyggjan er uttan iva før­ oysk. Aftaná at bókin var útkomin, gjørdi Elsa Guð­ jóns­son, Ísland, vart við, at umtalaðu troyggjur ongan­ tíð høvdu verið bundnar í Íslandi, men í Føroyum. At troyggjuheitið soleiðis er vorðið blandað, ger tað trupult hjá teimum, ið skriva um føroyska og ís­lendska binding uttan at kenna rætta samanhangið. Sjálv haldi eg tað vera ómeta­liga áhugavert, at før­ oyskar kvinnur finna upp á eitt hvørt nýtt, sum eydnast. Tess vegna vil eg fegin ynskja teimum hjartaliga til lukku. Samstundis má eg koma við eini inniligari áheit­an um, at tey, ið finna nýggjar vegir, samstundis finna nýggj nøvn og heiti. Alt føroyskt heimavirki, við gamlari siðvenju, ið hev­ ur navn ella heiti, hevur júst tað heitið, ið vísir til plagg­ ið, bæði til tilfar og útsjónd. Hesar nýggju troyggjurnar hava einki, sum vísir til skips­troyggjuna, og skuldu sostatt fingið egið navn. Um vit ikki ansa eftir, sita vit eftir á berum. Her skal eg vísa til nøkur fá dømi, har vit longu eru komin í vanda. Kotið, eitt plagg, ið hevur elligamla siðvenju, bæði til tilfar og snið. Bundnaturriklæðið, ið nú verður kallað sjal, og ull­ int teppi, ið verður kall-að rekkjujuváð. Hetta er í mín­ ari verð ómetaliga syrgi­ ligt. Alnótin er ikki minni vanda­mikil. Har kunnu vit lesa, at seyðurin í Føroyum er mynstrutur, og ullin er litað. Seyðurin í Føroyum er ymist littur, og ullin er ymist litt. Eisini havi eg funn­ið myndir av cheviots­ blandaðum seyði, vísandi til, at føroyskur seyður er óblandaður, norrønur, upp­ runaseyður. Blaðið »Kvinna« hevur lýsing av troyggju undir heiti­num »Lekkur skips­ troyggja«. Troyggjan hevur einki, sum vísir aftur til skips­troyggjuna. Havi ikki áður hoyrt heitið »lekkur« um skipstroyggju. Troyggj­ an er mjúk ella hvøss, fín ella grov, føst ella leyst bund­in. Nær byrjað verður at binda skipstroyggjur, kann vera ilt at finna við ávísum árstali. Jørgen Landt skrivar í 1798-99, at tað verður bund­ið tvey sløg av troyggj­ um, fínar og grovar »med forskellige figurer«. Her fáa vit greitt at vita, at tað verður bundið mynstrut. Landt skrivar eisini, at før­ oyingar sjálvir brúka tær fínu troyggjurnar og selja tær grovu skipstroyggjurnar. Vert er at leggja til merkis, at Landt skrivar heitið skips­ troyggjur. Skipstroyggjur ella bátsmanstroyggjur, sum tær eisini vórðu kall­ aðar, vórðu fyri tað mesta bundnar úr broddi, og vórðu tær soleiðis bert bundnar sum handilsvøra í 19. øld. Til sín sjálvs bundu føroy­ ingar úr nappaðum og sam­ fingnum. Skipstroyggjurnar vórðu bundnar eftir givnum regl­ um úr Danmark. Extrakt Betræffende Trøie­fabrika­ tion­en, maatte det tillades mig at anmærke følgende. En 1½ Punds Trøie maa i bullen være 25 Tommer lang og ¾ Alen bred ved Op­kastet eller nederst; Ærmerne, hver 21 Tommer lange og fult ¼ Alen brede over Overarmen, neden for Aflaskningen. – Bullen be­gyndes med 216 Masker (Ejur) og Ermen med 120, men under Armhullerne maa den første være forøget ved successiv Optagning, med omtrent 20 Masker, efter Omstændighederne. Korkefarven er den for­ trin­ligste og egne(t) for Handelstrøjer, og jo mørk­ ere denne er, jo bedre, dog maa det tillades paa de Stæder hvor Korke ei findes i Mængde, at hveranden Figur (Minstur) er sort. – Trøjer med graae eller ander­ledes Couluerte Figur­ er. Kunne ikke modtages i handelen. Jo mere Colour, der gives i en Trøie, desto­ bedre vil den anses. – Figur­ erne kunne vælges efter Be­hag, men ikke altfor store, ikke heller maae Strib­ erne af Grundfarven (Spølanir) være for brede, og i Trøier, hvor Figurren dreie gaae lige opefter, bør altid mellem hver Rad fin­ des en couleurte Traad kastas omkring, saaledes, at en Bugt slet ikke gaar over flere end 4 Masker og at optage Bugterne først i den følgende Omgang (Um­fær), bør ikke findes Sted, naar man istedet for Striber (Spølir) bruger Rend­ing (Renning), bør Figur­ringen indrettes saale­ des, at Bugtenerne aldrig om­gaae flere end 4 Masker (Ejer). – At Strikkepinderne (Stokkarnir) vælges pass­ ende med Uldgarnets Tykk­ else, saaledes, at Trøien ikke bliver forløst knyttet, er nødvendigt at iagttages. Topundstrøierne bør i Bull­ en være fulde 28 Tommer lange, og 19 Tommer brede ved Aflaskningen, og ellers af samme Bonitet som 1½ Punds. (Ærmerne 24 Tom. Lange og 7 Tom. brede)? Forøvrigt bør den til Fabrika­ tionen anvendende uld være vel udvasket og renligt be­handlet; Traaden jævn spundet og saa fin, at gidset, tilbørligt tæt virket, kan svare til bestemte Maal og Vægt, paa det at Uldgodset saaledes atter kan bringes til sin Fortids oprindelig gode Egenskab og følgelig forhøjes i Prisen, til Ind­ byggernes og Handelens For­del. Handilsforvaltarin sendi hetta bræv til Tillisch til undirskriftar, fyri síðani at verða sent til sýslumenninar. F. Tillisch var amtmaður í Føroyum 1830-1837. Tað, sum vert er at leggja til merkis her, er, at bukt­ irnar ikki mega vera longri enn yvir fýra eygu. Hetta hevur so aftur ávirkan á, at mynstrini vórðu bundin eftir givnum reglum. J. Falk Rønne skrivar, at í 1888 fóru 30.411 troyggjur av landinum. Í 1970’unum gjørdist skips­troyggjan av nýggjum størsti móti, bæði millum ung og gomul. Tá var skips­ troyggjutógvið úr góðum samfingnum, eisini kallað sport­tógv. Mótar skifta, so er eisini við skips­troyggj­ uni. Kostnaðurin, sum Jacob Vest­ergaard nú tekur fyri eina koyggju umborð á Smyrli í tveir tímar, er skammleysa høgur. 300 kr. fyri tveir tímar er púra ørt, og umroknað til samdøgurðskostnað er talan um 3.600 kr. Hesin kostnaður liggur væl omanfyri kostnaðin á teim­um allardýrastu fimm­ stjørnaðu hotellunum í heim­sins størstu metro­pol­ um, og talan er um eitt gam­ alt fólkafloksátak. Bjarni Djurholm gjørdi tað sama fyri seks árum síð­ an. Tá tóku vit beinanvegin í nakkan á honum, og síðani hava vit ikki frætt aftur til málið fyrrenn nú, Jacob Vestergaard herjar á. Tey, sum brúka koyggj­ur­ nar, eru oftast gomul og sjúk, sum á náttartíð noyð­ ast norður um fjørðin í teirra serligu ørindum. Tey sita nú sum pallstúttur og kúra, har tey ístaðin kundu fingið ein lúr og komi frísk til Havnar fyri ein sámiligan kostnað. Hvat riðilin av Suður­oyar­ tingmonnum, sum mannar hesa samgongu, hugsar fyri sær, er ikki gott at vita, men framferðin er bæði óhøvisk og ótolandi. Nær teir hinvegin taka seg saman til at bøta okkum um siglingina um fjørðin, er ein góður spurningur. Samferðslan er av avger­ andi týdningi fyri menning­ ina av vinnulívinum og bú­setingarmynstrinum úti um landið. Beinanvegin Smyril kom, skeyt Tjóðveldisflokkurin upp at økja túratalið upp í tríggjar túrar um dagin. Eisini hava vit skotið upp hægri játtanir, so at siglast kundi kostnaðarleyst, ella í øðrum lagi fyri helvtina av verandi kostnaði. Hesir fara hinvegin og herða kostnaðin, serliga á tey gomlu og veiku. Hóast henda greiða vilja frá stórsta flokki í andstøðu, so hevur samgongan, og ser­ liga landsstýrismaðurin, lig­ ið á møguleikunum fyri at veita Suðuroynni bara lík­ inda javnbjóðis sam­ferðslu­ møguleikar, so sum vit síggja teir í landfasta parti­ num av landinum. Menningin í Vágum er økt munandi, síðani vit gjørdu undirsjóvartunnilin vestur hagar, og sama gongd­in vísir seg norður­ yvir, síðani vit gjørdu tann undirsjóvartunnilin norður tann vegin. Ætlanir okkara suðuryvir vóru tær somu. Vit fóru und­ ir ein nýgjan Smyril, sum var goldin, tá ið hann kom, og sum hevði orku til fýra túrar um dagin. Tíverri hevur landsstýris­ maðurin nú á hálvumøðrum ári ligið á møguleikunum fyri at sigla so mikið ein ein­ asta túrin meira um dagin. Heldur ikki hevur hann fyri sýns sakir verið við í kappingini við alment riknu undirsjóvartunlarnar um kostn­aðarleysar dagar. Skal verulig nytta spyrjast burturúr øktum túratali í 2007, skuldi hetta verið lýst árið frammanundan. Landsstýrismaðurin er tí í veruleikanum longu eitt ár afturút, um hann í heila tikið ætlar sær at gera nakað sum helst á økinum hetta summarið. Fólkatalið í landføstu økj­ u­num er støðugt vaks­andi, meðan tað í Suður­oynni er støðugt fallandi, og eru vit nú komin niður um 5.000 fólk, sum er lægsta talið í nýggjari tíð. Tunnilsfeløgini hava lýst við og sett í verk eina røð av kostnaðarleysum túrum á 24 tímar undir Lorvíksfirði og Vestmannasundi í 2007. Fleiri av hesum túrum hava longu verið. Spurdur á tingi um somu skipan um firðir og sund svarar landsstýrismaðurin, at hann arbeiðir við máli­ num. Spurdur á tingi um onnur framstig á Suðuroyarleiðini, svarar sami landsstýris­mað­ ur, at hann arbeiðir við máli­ num. Men har hendir tíverri einki. Amboðið er ein av heim­ sins bestu spildurnýggju útgoldnu ferjum, sum hann hevur fingið upp í hendi at umsita. Á summmarmála 2007 kunnu vit tíverri staðfesta, at nýggja ferjan, sum kom á heysti 2005, als eingi fram­ stig hevur veitt, hvørki teim­ um ferðandi ella Suður­ oynni. Smyril er eitt frálíkt am­boð, men viljin til at lyfta siglingina upp á eitt mun­andi hægri støði, er eingin. At hugsa sær til, at vit nú á øðrum ári við einum av heimsins bestu ferjum fram­ vegis sigla við ongum tekn­ iskum framstigum millum tey ferðandi. Sjónvarps- og telefon­sam­ band er verri enn einki, og internetsamband er als ikki til. Hví landsstýrismaðurin verð­ur liggjandi á øllum møguligum framstigum, nú hann hevur fingið eitt so fram­­úr gott amboð at ar­ beiða við, ja, tað undrar okk­­um øll. Nicolina Jensen Beder Hin føroyska skipstroyggjan Smyril er amboðið, viljin er eingin Hergeir Nielsen viðmerkingar