Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 70 - 12. apríl 2007 Tá tunnilstíðin í 1960-áru­ num av álvara tók seg upp, høvdu vit, sum prosjek­ter­ aðu, rættiliga gott samband við politisku leiðsluna, sum toluliga væl fylgdi við tí, sum ætlað var at gera, og sum ofta fregnaðist um, hvussu gekst. Einasti veruligi trupul­ leik­in, meg minnist, var at fáa okkara fólkavaldu at semj­ast um, hvørt arbeiði fyrst skuldi fremjast, og í so máta síggi eg enn onga broyting – allir vildu og vilja enn hava alt í senn, tí hvør hugsaði og hugsar enn um sín veljara og kanska eis­ini við hvørt um tað øk­ið, hann var og er valdur í. Mikkjal Helmsdal, sáli, royndi sum frægast at rað­ festa tey ymisku arbeiðini, sum hann hevði fingið polit­ isk boð um at seta í verk, og tá fíggjarstøðan ikki loyvdi øllum í senn, valdi hann sjálv­ur tað frammum, sum hann helt hava mestan skund. Hetta var mest sum at velja millum pest og kolera, tí politisku boðini um at fara til verka kundu á ongan hátt haldast innan fyri fíggj­ arlógina, hóast greið útrokn­ ing frammanundan varð handað landsstýrinum um, hvat hvørt arbeiði sær fór at kosta. Hyggja vit í bløðini frá teirri tíðini, síggja vit, at Mikkjal hvørt ár eina ávísa árstíð á tingi fær grovar skol­ur um, at ov nógvur pen­­ingur hevur verið brúkt­ ur til víðkan av vegakervi­ num. Mikkjal svaraði ongatíð aftur; men hann hevði sjálv­ andi øll tey skriftligu boðini um at fara í gongd liggjandi fyri hvørt arbeiði sær – at taka til! Tá eg spurdi hann, hví hann ikki svaraði aftur, helt hann fyri, at hatta vóru bara lótir í politiska spælinum, tí tingmenn vóru minst líka fegnir um avrikið, sum tey, ið nú høvdu fingið samband við umheimin, og helst mundi so vera, tí upp undir næsta val reypaðu somu menn um júst um tey avrik, teir áður høvdu givið Mikkj­ ali ábreiðslur fyri. Kreppan Næsti maðurin í sessinum, Henning Jacobsen, var eftir áheitan frá deildarleiðarum so óheppin at søkja starvið og fáa tað, júst tá kreppan tók seg upp; men hann megn­aði sum kunnugt at bjarga stovnin gjøgnum tey ringu árini, uttan at ein ein­ asta króna fór út um játtanina. Eftir 23 ára innlit í allar krókar av stovnsarbeiðinum, av hesum tey 10 sum leið­ ari, var tøkkin ein uppsøgn í jólagávu 1998. Ein politisk uppsøgn, sum hvørki Henn­ ing ella nakar annar fekk greiðu á. Hvussu politisk hon kortini mundi vera, veit eg ikki rættiliga, tí eingin samgongu-politikari, sum eg havi tosað við, segðist annað enn at vera stórliga bilsin um hesa skammiligu uppsøgn, so onkur av teim­ um man helst pella!. Tá eg sendi málið til ný­setta umboðsmannin, var tað tíverri fyrnað, men end­ aði kortini við eini so­nevnd­ ari “nøs” til landsstýris­ mannin. Undirsjóvartunlar Hesir tóku seg upp í Før­oy­ um í fyrra helmingi av 1980-unum, tá normenn høvdu fingið teirra fyrsta und­irsjóvartunnil – Vardø­ tunnilin. Í fyrstuni stóðst millum manna mikil látur av hesum; men nøkur fá ár seinni varð Vágatunnilin settur í gongd; tíverri júst tá kreppan byrj­aði. Havi ofta hugsað, um ikki botnurin í lands­kassa­num longu tá mundi hóm­ast; men hetta var jú beint upp undir val, eins og tá vegurin niðan í eystara enda á Norðskálatunlinum polit­isk varð settur í gongd, áðr­enn tunnilin var prosjek­ter­aður. Tann vegurin gjørdist av tí sama um ein kilometur ov langur; men eftir fræg­astu fyribils meting raktu vit ávegis tó kortini tunnils­ munnan! Fyribils prosjekt til allar hugsandi og kanska óhugs­ andi undirsjóvartunlar vóru gjørd á stovninum og lógu í 1987 klár at detailpro­sjek­ tera, um tørvur var. Tveir tunlar eru gjørdir eftir tí leisti og koma vónandi fleiri aftrat, tí tað skerst ikki burtur, at nýtslumøgu­leik­ar­ nir av okkara kørgu klettum gerast størri og størri, jú nærri vit øll eru knýtt hvør at øðrum. Kallsoyartunnilin Fyri at koma aftur til val­ agn, so havi eg okkara ann­ ars sera skilagóða, fyrrver­ andi løgmann, Annfinn Kalls­berg, hálvavegna mis­ tonktan – kanska ótilvitað, nú hann ætlar sær úr poli­ tikki – fyri so smátt at fara undir at gjara út har norðuri, nú hann í Dimmu 30. mars onkursvegna fær blanda Kalls­oyartunnilin upp í tjak­ ið um vegastubban í Leir­ vík, eins og Bjarni Djurholm á sinni í hugaheiminum longdi flogvøllin við gróti úr Gásadalstunlinum, sum skuldi nýtast til vegagerðina báðu megin. Eg haldi skilabest vera fyrst at spurja seg fyri á røtt­um stað, áðrenn ein so­leið­is i fjølmiðlunum kem­­ur sær í óføri. Møguliga sita frægastu heilarnir í Tinga­­nesi; men bæði Palle­ ba og Marsanna duga at hugsa sítt. Minnist meg rætt høvdu vit einar 6 – 8 ymiskar Kalls­oyartunlar á tapetinum harav 3-4 myndaðu saman­ set­ingar við Kallsoyar­tunli­ num sum teym úr Norð­oya­ tunlinum. Alt hetta skrivliga tilfar við tilhoyrandi tekn­ ing­um er Annfinni og hin­ um av teimum garvaðu politikarunum kunnugt, og er eingin orsøk til nú at koma afturumaftur sum ketta upp úr høvdatrog. Tit eiga væl at minnast, at vit á stovnunum fyrst av øllum royndu at knýta tunl­ ar­nar saman, tí hetta var jú so upplagt. Men sum vit arbeiddu, komu vit til tað heilt greiðu niðurstøðu, at tað frá einum tekniskum sjónarmiði var mun­in lættari at halda tunl­ ar­nar hvør sær. Aftrat hesum vísti tað seg, at byggikostnaður og lønsemi fyri báðar tunlarnar samanlagt eisini gjørdust heldur frægari enn við ein­ um kombineraðum tunli. Eftir hesum hevði tað bein­leiðis verið skeivt at mælt til at gera tunlarnar sam­an. Annað er, at tingmenn samd­ust um at gera eina bíligari loysn við ferjulegu í Kallsoynni heldur enn tann nakað dýrari Kallsoyar­ tunnilin, alt gott um tað at siga; men við einum syndri av framskygni hevði tunnil­ in yvir eitt áramál verið hin betra loysnin. Leirvíkarvegurin Dimman sær annars út til at vera vorðin fólkafloksblað burturav, har teir sita so fitt­ ir báðir, Annfinn Kallsberg hugsunarsamur og Bjarni Djurholm heldur stúrin at síggja, ákærdir, sum teir eru, yvir tvær tær fyrru blað­ síðurnar, fyri politiska neyð­ tøku av leirvíkingum; men har kenni eg meg líka sekan av tí, at eg gjørdi tað mistak at greina út fleiri vega­møgu­ leikar um Leirvíkina heldur enn bert at kunngera hin eina, sum vit á stovninum í samráð við táverandi bygd­ ar­ráð, samanumtikið og utt­ an mótmæli, vóru sannførd um var hin frægasti. Tó skal sigast, at upp­skot­ ið um vegin niðri við havn­ arlagið kom frá einum bygd­ ar­ráðslimi á fundi við Lv, og varð hetta tí eisini við­ gjørt og sýnt við ymiskum farleiðum har niðri. Orsøkin til mongu leið­ir­ nar var, at vit ofta eftir lokna prosjektering kring land­ið fingu spurningar um, hví vit ikki heldur høvdu lagt vegin her ella har, og royndu vit tá at greiða frá, at vit í veru­leika­ num fyrst høvdu kannað tær ymisku leiðirnar, áðrenn vit løgdu okkum á ta pro­ sjekteraðu. Svínoyartunlarnir Eg vil ynskja svínoyingum alt tað besta við ætlanini um tunnil yvir í eina triðu, men hesuferð eftir øllum at døma eina trygga Havn. Hyggja vit nøkur ár fram í tíðina, er eingin ivi um, at Svínoyggin aftrat verandi ætlan eisini fær fast sam­ band í Viðoynna og sostatt við næstan alt Føroya fólk, har serliga tey í teim brøttu Norðoyum veruliga fáa brúk fyri hesi 27 ferkilo­ metra stóru, sløttu og góðu oyggj, ið nú næstan liggur í andaleypi at kalla. Tunnilin til fasta sam­ band­ið er 5 km til longdar, og dýpið er 145 m niður á tunnilsbotn. Hallið er tá 8%, sum flest­ ir av teim fyrstu norsku undir­sjóvartunlunum vóru gjørd­ir eftir. Uttan fyri Åle­ sund fer onkur teirra upp á 10%. Í 1986 var tað brattast loyvda tunnilshallið 12.5% fyri lítla ferðslu.. Alt eftir ferðslutætt­leika­ num varð brattleikin broytt­ ur úr 8% niður í 7% (Vága­ tunnilin) og seinni til 6% (Norðoyatunnilin). Vega­ gerð­in liggur til samans um 2.5-3 km umframt ábøtur á verandi vegin. Eftir 1987-kostnaði hevði fasta sambandið ligið um 173 mió kr ella 5.75 kr/fer­ metur av oynni sum heild. Tá var breiddin roknað til ta smalastu tvíbreytaðu, sum gerast kundi við tátíðar amboðum. Sammeta vit við breiða Vágatunnilin í somu longd verður kostnaðurin í dag – 20 ár seinni – nakað væl hægri; men veruliga talið fæst best við at bjóða út, tá einki annað tunnilsarbeiði er í ljósmála. Uttangarðs er undir 100 m hædd pláss fyri 4.500 van­ligum sethúsum. Tá undirsjóvartunnilin út í Svínoynna og nýggi tunnilin millum Strond og Depil eru gjørdir, tekur tað bert eitt korter at koyra 20 km langa strekkið millum Klaksvík og Svínoyar bygd. Fyri Norðoyar og landið sum heild hevði undir­sjóvar­ tunnilin í Svínoynna verið uppaftur betri enn tann í Kalls­oynna. 1.apríl 2007 Úr vegasøguni Valagn og veruleiki – Tunlar á turrum Heini Olsen viðmerkingar