Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 12. apríl 2007 13 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 nøvn Ása Johansen, fødd Jacobsen, ættað úr Vági, búsit­ andi í Tåstrup, andaðist 11. apríl á Herlev Sjúkra­ húsi 62 ára gomul. Hans David Niclsen, Sørvágur andaðist á Lands­ sjúkra­húsinum týskvøldið, 85 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður leygardagin klokkan 12.30 úr Kedron í Sørvági. Tey, ið vilja minnast Hans David kunnu lata Zarepta eina gávu. Andlát og jarðarferðir Dagurin 13. apríl. Jústinus, deyður umleið ár 165. Heiðin maður í Sámáriu; varð upplærdur í grikskari heimspeki og fekk navnið heimspekingurin. Gjørdist kristin og varð tí tikin av døgum í Róm. Navnið merkir hin rættvísi. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri pápi, verpápi og abbi okkara Kristoffur S. Joensen Argir andaðist og varð jarðaður. Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar, sangkórið og Sverra fyri vakran sang. Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar og gávu til Argja kirkju. Takk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Malla, Pauli og Kjartan við vamiljum Fyri 50 árum síðani konfirmeraðust hesi í Hovs Kirkju Konfirmatión Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað var Johan Veihe, prestur, ið konfirmeraði hesi tann 14. apríl fyri 50 árum síðani. Genturnar: Adina Hamm­ ar, Hov, Selma Veihe, Pork­ eri, Jónhild Hovgaard, Hov, Naomi Vilhelm, Vágur, Al­frida Hansen, Vágur, Donna Veihe, Porkeri, Arm­ garð Hjelm, Vágur, Jonhild Augustinussen, Vágur. Dreingirnir: Danjal Jo­hannes Bech, Porkeri, Hjør­ leif Jacobsen, Vágur, Dag­ finnur Danbjørg, Porkeri, Magn­us Dahl Jacobsen, Vágur, Danjal Petur Thor­ steinsson, Vágur, Páll Luid, Hov, Arne Midjord, Sumba, Magnar Holm, Porkeri, Jon­hard Herdalur, Vágur, Jákup Mýri, Vágur, Høgni Vestergaard, Sumba, Odd Petersen, Vágur, Henning Steenberg, Porkeri, Heini Heinesen, Porkeri. Myndaeigari: Jonhild Kjærbo Konfirmantar fyri 50 árum síðani Leygardagin 7.apríl doyði Poulina Zachariassen í Havn 86 ára gomul. Poulina er ættað av Toft­ um, har hon vaks upp sum tann elsta av fimm systrum. For­eldrini vóru Anna Elisa­beth og Magnus F. Mikkelsen av Toftum. Tær gjørdust ”bert” systr­ar heima hjá teimum. Poulina var elst og skuldi kallast Pernilla eftir ommu síni. Tá omman frætti hetta, gjørdi hon bart: Hennara ommudóttir skuldi ikki eita Pernilla! Tískil gjørdist tað Poulina. Foreldrini bíðaðu við at kalla abb­arnar upp, til synirnir komu. Men tá fjórða gentan kom, góvu tey upp, og uppkallaðu fjórðu og fimtu dóttrina eftir abb­ unum. T.d. er Simona, upp­ kallað eftir Símun á Tork­ ilsheyggi. Hertha Micha­ela eitur hinum abbanum Hans Michael. Men tey gomlu kundu fyri tað vera forlipt. Undir jarðarferðini hjá Poulinu, tók Svenning av Lofti til, hvussu Petur Háberg á einum møti eina­­ferð hevði lýst hesar systrar, sum sótu framman fyri honum, sum eina perlu­røð! Sum ung fór Poulina til Klaksvíkar at tæna hjá Jens Klæmint Isaksen, sum tá var ein av okkara týðandi vinnulívsmonnum. Eftir kríggið flutti familjan til Havnar, har tey høvdu klædna­handilin, Magnus F. Mikk­elsen Manufaktur, ella hjá Tofta­manninum, sum hand­ilin eisini varð nevndur. Hann var í húsunum hjá Honnu og Óla Christian Skála í Dr. Jacobsensgøtu, har sum Skála­búðin er í dag. Foreldrini fluttu seinni inn aftur á Toftir at búgva, har pápin saman við øðrum í 1953 keypti skonnartina Kongshavn, til m.a. at rógva út við bátum í Grønlandi. Eftir at Kongshavn varð seld hinum partaeigarunum, fluttu foreldrini aftur til Havnar at búgva. Poulina gekk á handils­ skúla og arbeiddi m.a. á skriv­ stovuni hjá Ríkis­um­boðn­um í Havn, har hon var í úti við 25 ár. Hóast hetta er langt síðani, er hon ikki gloymd. Táver­andi stjóri hennara var við til jarðar­ferðina, og hann ber Poulinu alt gott. M.a. segði hann, at Poulina hevði eitt so óført minni. Hetta ikki minst týdning hjá tí, sum hevur við journalina at gera. Poulina arbeiddi eisini á apotekinum. Eitt sermerki fyri Poul­ inu og hennara systrar er ættarkærleiki. Vit hava systk­inabørn, sum er gift inn ættina hjá Poulinu. Tað var stuttligt at síggja, ikki bert hvussu systrarnar hildu saman, men tað sama er eisini galdandi fyri teirra børn, sum vit hava hitt í mong­um føðingardegi. Okk­ ara kennskapur gjørdi, at hon altíð spurdi eftir okkara børnum, og hon fylgdi við hvussu tað gekk teimum. Poulina var trúføst. Hetta sást ikki minst í Ebenezer og Zarepta. Var nakað sum skuldi gerast, so var Poulina ein av teimum mongu kon­ unum, sum altíð var til reiðarar at hjálpa til. Poulina var gift Magnusi av Sandi, og tey fingu sonin John Eli. Hann er giftur við Guðrið, dóttir Andreu og Grím á Dul í Havn. Tey búgva saman við børnunum Poulinu, Magnus og Andreu í Esbjerg. Tað er tikið til, hvussu góð Poulina var við ommubørnini og eisini tey við hana. Tað er undrunarvert, hvussu nógv John og hans­ ara hava verið um Poulinu. Hóast tað ikki er tað mest høgliga at búgva í Havn og Esbjerg, so hava tey ferðast nærmast í ”pendulfart” at vitja heim, og tey vóru eisini her, tá Poulina doyði. Poulina kom á Ellisheimið í Havn fyri nøkrum árum síðani. Tað gekk javnt niður á bakka, og nú slapp hon, og fekk ta hvíld hon hevur uppi­borið. ó. Poulina Zachariassen farin