Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 70 - 12. apríl 2007 Ísurin nærkast Teir seinastu dagarnar er havísurin komin nærri og nærri Vestfirðum í Íslandi, og myndugleikarnir rokna við, at hann fer at koma uppaftur nærri landi, tí veðurmenninir siga frá vindi av útnyrðingi næstu dagarnar. Tí verður hildið, at ísurin fer at koma inn ímóti teimum vanligu siglingarleiðunum við Horn, men myndugleikarnir vænta kortini ikki, at ísurin fer at koma inn á firðirnar, eins og hann gjørdi fyri trimum mánaðum síðani. Nógv flúgva Danska flogfelagið Cimber Air, sum ikki er heilt ókent her hjá okkum, setti ferðafólkamet í síðsta mánað. Tá flugu ikki færr enn 82.652 ferðafólk við flogførunum hjá felagnum, og hetta er fyrstu ferð, at ferðafólkatalið er farið upp um 80.000 í einum mánað. Samanborið við mars í fjør var ferðafólkatalið í síðsta mánað 21 prosent størri, og tað er serliga á rutunum til útlond, at ferðafólkatalið er nógv vaksið, skrivar JydskeVestkysten. Sjálvandi skal bankin ikki gevast burtur, men tað er eins týdningarmikið, at bankin ikki verður seldur fyri meiri, enn hann er verdur, heldur Niels Stórá, sum er ein av stjórunum hjá Jákupi á Dul í Íslandi. BANKASØLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var eitt drúgt og lív­ ligt orðaskifti á tingi í gjár um søluna av Føroya Banka. Andstøðan hevði sett fram fleiri munnligar fyrispurningar í hesum sambandi, bæði um hvussu sølan skuldi fara fram og um virði bankans. Ført var fram, at støðan í mangan mun var broytt, síðani frágreiðingin frá Fígg­ingargrunninum kom í november 2005, frágreið­ ingin, ið lá sum grund fyri løgtingssamtyktini um ein­skiljing av Føroya Banka. Hetta hevur fingið serliga andstøðuna at seta spurnartekin við, um nóg nógv fæst fyri bankan. Fleiri av andstøðu­ting­ monn­unum undraðust á virð­ is­metingina av bankanum, og onkur helt enntá, at bank­ in tað sama kundi fara í sjálvbodna likviditatión! Samgongan helt fast við leistin og vardi virðis­met­ ingina, samstundis sum hon førdi fram, at prísurin, ið væntandi fekst fyri bankan var nøktandi. Møguleika at mennast Niels Stórá er ein av stjór­un­ um hjá stóra føroyska vinnu­ lívsmanninum í Íslandi, Ják­ up á Dul, og hann ræður til, ikki at selja bankan ov dýrt. - Sjálvandi skal bankin ikki gevast burtur fyri lítið og lætt, men samstundis er tað av stórum týdningi, ikki at selja hann fyri meiri enn tað, hann er verdur, sigur Niels Stórá. Grundgevingin fyri hes­um er, at verður goldin ein ovur­ prísur, darvar hetta bank­ anum í at menna seg í sama mun, sum hann kundi við einum »normalum« prísi. So uttan at leggja seg út í, hvussu bankin er virðis­ mettur, ávarar Niels Stórá altso ímóti at selja bankan ov dýrt. Niels vísti annars til ís­lendskan serfrøðing, sum vit tíverri ikki fingu fatur á áðrenn avstamark blaðsins. Niels Stórá, stjóri hjá Jákupi á Dul: Seljið ikki bankan ov dýrt! Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at soleiðis sum gongdin hevur verið seinasta háltannað árið, vísir tað seg at vera enn rættari at selja Føroya Banka eftir valda leistinum nú, enn tá støðan um sølu varð tikin. BANKASØLA Leo Polulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur verið nakað av kjaki seinastu dagarnar um søluna av Føroya Banka. Bæði Torbjørn Jacobsen fyri Tjóðveldisflokkin og Bill Justinussen fyri Mið­ flokkin hava sett munnligar fyrispurningar fram við­víkj­ andi søluni, og hetta førdi til drúgt orðaskifti á tingi í gjár. Tað er eftir øllum at døma serliga ein talva í frá­ greiðingini, sum Fíggingar­ grunnurin læt gera í sam­ bandi við møguligar leistir at selja Føroya Banka eftir, ið er størsta orsøkin til rumblið. Nevnda talva vísir, at frá 2000 og fram til apríl 2005 hava bankasølur í meðal givið seljarunum 40% størri prís, enn virðismetingin segði. Og við hesum grundar­ lagi er væl skiljandi, at spurnartekin verður sett við, um søluhátturin, ið valdur er, er hin rætti. Tann leisturin, ið eitt næstan samt løgting (31 fyri, 1 ímóti), samtykti, gevur eina sølu, ið er ógvuliga nær metta virðinum. Men um annar leistur varð valdur, kundi bankin sambært meðaltølunum á talvuni (sí talvu) givið 40% meiri. Lesa talvuna rætt Men sambært Bárði Nielsen, fíggjarmálaráðharra, er tað ikki heilt so einfalt. - Fyri tað fyrsta skulu vit minnast til, at tølini eru um tvey ára gomul, og at gongdin seinasta hálvtannað árið greitt vísir, at smáir og meðalstórir bankar í virði eru vaksnir eini 40-50%. Og fyri tað næsta eru tað sølurnar trý tey fyrstu árini í tíðarskeiðinum, ið draga meðaltalið upp, sigur Bárður Nielsen. Talvan vísir, at stóru yvir­prísirnir eru staðfestir í februar 2001, 71% (Sampo-Leonia keypt Man­dalum Pankki), mars 2001, 107% (Danske bank keypti RealDanmark), mai 2001, 151% (Svenska Handelsbanken keypt Midtbank) sum teir størstu. Bárður Nielsen vísir eisini á, at um seinastu trý árini á talvuni verða løgd sum grund, er meðaltalið 17%, og tað er munandi minni enn tey 40%, sum talvan samlað vísir. So tað er í grundini ein spurningur um at lesa talvuna rætt. Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri: Enn rættari at selja bankan nú Niels Stórá er ein av stjórunum hjá kenda føroyska vinnulívsmanninum í Íslandi, Jákupi á Dul Mynd: Leo Poulsen