hósdagur 12. apríl 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 12. apríl 2007
15
tíðindi
Eingin skal hava
framíhjárætt at keypa
bankan. So greiður er
boðskapurin hjá
Bárði Nielsen, eftir at
tað í gjár kom fram, at
fýra føroysk íløgu
feløg skuldu vera
útvald at keypa sín
part av Føroya banka.
Hann vísir tó ikki
aftur, at ávísir fyri
spurningar hava verið
hjá hesum feløgum,
um tey eru áhugað í
bankanum
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Eg taki kraftiga avstand
frá, at nakar hevur framíhjá
rætt at keypa bankan.
Hetta
sigur
Bárður
Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, eftir at tað í
gjár frættist, at fýra føroysk
ir stóríleggjarar - Tjaldur,
P/F 14, Lív og TF Holding
– skuldu vera útvaldir til at
keypa 28 prosent av Føroya
Banka.
Hetta visti Útvarpið at
siga frá ónevndum keldum,
men sjálvur váttaði lands
stýrismaðurin á Tingsins
røðarapalli seinnapartin í
gjár, at hann visti einki um
nakrar útvaldar keyparar.
Bárður Nielsen váttar tó
fyri Sosialinum, at ymsir
»følarar« hava verið úti m.
a. hjá áðurnevndu íløgufel
øgum, men sambært fíggjar
málaráðharranum,
hevur
tað ikki so stóran týdning,
at júst hesi feløg eru spurd,
um tey eru áhugað at keypa
partabrøv í Føroya banka, tí
hetta merkir ikki tað sama
sum, at tey hava nakran
framíhjárætt.
- Bankin verður seldur til
hægstbjóðandi, sigur Bárð
ur Nielsen.
Tað eru ráðgevararnir hjá
Fíggingargrunninum,
ið
hava havt hesar »følararn
ar« úti, um áhugi er til
staðar hjá m.ø. ávísum
íløgufeløgum.
Prísurin ásettur
í seinastu løtu
Bárður Nielsen greiðir frá,
at partabrøvini í bankanum
verða skrásett á Virðis
brævamarknaði Føroya, og
at prísurin ikki verður ásett
ur fyrr enn náttina fyri, tey
koma á VMF. Sostatt verða
tað bara tey, ið bjóða mest,
sum sleppa at keypa.
Í viðtøkunum fyri grunnin
stendur, at søla av bank
anum kann ikki fara fram
uttan samtykki frá landsstýr
ismanninum, men eftir at at
fíggjarmálaráðharrin fekk
grønt ljós frá Løgtinginum
at fara undir at einkilja
bankan, hevur Fíggingar
grunnurin staðið fyri ein
skiljingargongdini, greiðir
Bárður Nielsen frá.
Men eru so hesi fýra
føroysku íløgufeløgini, sum
vit hava hoyrt um, góð boð
upp á møguligar keyparar?
- Jú, sjálvandi eru tey tað,
tí tey hava nógvar pengar.
Men tað eru eisini onnur,
sum eiga pengar í Føroyum,
sigur Bárður Nielsen, sum
ikki sigur seg ivast í, at
áhugin verður stórur, tá
Føroya banki skal seljast.
Ætlanin er, at sokallað
atkvøðuavmarking
skal
vera í ognarviðurskiftunum
í tí einskilda Føroya banka.
Tvs. at ein eigari skal ikki
hava ræði á fleiri enn 10 %
av
atkvøðunum.
Hetta
merkir tó ikki tað sama
sum, at ein eigara kann eiga
ein størri part av bankanum
enn 10%.
Leygardagin 14. apríl kl. 15.00 verður aðalfundur felagsins
hildin á Hotel Hafnia, skrá sambært lógum felagsins.
Eftir fundin, uml. kl. 16.00, verður almennur fyrilestur undir heitinum: “Menniskjan
handan demenssjúkuna”. Rolf Bang Olsen, gerontopsykiatari, heldur fyrilesturin. Hann
fer at greiða frá, hvat hendir í heilanum, tá ið fólk gerast dement, og hvørjar trupulleikar
tað førir við sær. Endamálið við fyrilestrinum er bæði at geva lurtarunum innlit í sjúkuna
og at vísa á loysnir fyri betur at kunna handfara trupulleikarnar av henni.
Í steðginum millum aðalfundin og fyrilesturin er kaffi og køka at fáa.
Tiltakið er ókeypis
Nevndin
Ársaðalfundur
- og almennur
fyrilestur
sansir.fo
Leygardagin 14. apríl kl.15.00 á Hotel Hafnia
- Eingi útvald at keypa bankan
Vit søkja eftir
sølufólki til køksdeildina
Sí lýsing á heimasíðu okkara
www.balslev.fo
Tann, ið bjóðar hægst,
sleppur at keypa, sigur
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum. Hann vísir
aftur, at summi eru útvald at
sleppa at ogna sær partabrøv í
Føroya banka