mikudagur 2. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 2. mai 2007
17
tjórnarflokki Íslands
í samfelagnum. Jón Þorláksson
(ið sum áður nevnt var fyrsti for
maður í flokkinum) helt upp á, at
politikkur átti, sum hann málbar
seg , at bygg ja á hugsjónir og ikki
stætta og seráhugamál (kortini
hevur hesin skilnaður millum
politikk og stætta- og seráhugamál
yvirhøvur verið sjónskari í orðum
enn í verki).
Harafturat kemur, at flokkurin
hevur eitt tætt tilknýti til íslendskt
vinnulív (so tætt, at forherðingar
viðhvørt hava kallað hann »polit
iska veingin hjá ognaraðalinum«).
Tilknýtið til vinnulívið hevur knæ
sett ta seiglívaðu ímynd í íslendska
almannahugsan,
at
flokkurin
eigur eitt búskaparskil, sum Guð
ikki unti mótstøðuflokkunum,
serliga ikki teimum vinstrahallu
(spurningurin, um veljarin skal
tora at líta vinstraflokkum ís
lendska búskapin í hendur, hevur
eisini longu fleiri ferðir verið á
lofti í hesum valstríðnum).
Fyri teir ungu veljararnar hevur
tað helst eisini sítt at siga, at ymsir
knastar í hugmyndafrøðini hjá
flokkinum kaldakrígsárini (og
summir ljótir) spakuliga eru
brýndir av, síðani múrurin fall. Í
lívsvirðisspurningum er flokkurin
yvirhøvur frílyntur. Eitt nú leg ði
formaðurin og núverandi forsætis
ráðharri sjálvur annar fram upp
skot fyri Altingið um skrásett
parlag og rættin hjá samkyndum
at ættleiða børn. Uppskotið varð
samtykt í juni í fjør.
16 ár við stjórnvølin
Nú íslendingar skulu á val aftur,
hevur Sjálfstæðisflokkurinn sitið
í stjórn samfelt í sekstan ár. Eru
veljarakanningarnar teir seinastu
mánaðirnar eftirfarandi, er flokk
urin nógv størsti flokkur í Íslandi
í løtuni. Ein veljarakanning, sum
varð gjørd fyri Fréttablaðið 15.
apríl, gav Sjálfstæðisflokknum
rúmliga 43 prosent av atkvøð
unum. Næststørsti flokkur í kann
ingini Samfylkingin (íslendski
javnaðarflokkurin) ætlaðist fáa
um 22 prosent av atkvøðunum.
Og tað er helst ikki av ongum, at
Sjálfstæðisflokkurinn stendur seg
væl í veljarakanningunum. Hesin
sekstan árini hann hevur sitið við
stjórnarábyrgd hava uttan iva
verið besta vakstrartíð búskapar
liga í íslendskari søgu nakrantíð. Í
eini frágreiðing, sum Hagstofa
Íslands almannakunngjørdi her
fyri kemur fram, at heildarinntøk
urnar í húsarhaldsge iranum vuksu
183 prosent í tíðarskeiðnum frá
1994 til 2005. Í sama tíðarskeiði
er tøk inntøka hjá húsarhaldum
vaksin 149 prosent og keypsorkan
(príslagsbroytingar
og
fólka
vøkstur tikin við) 56 prosent upp
á fólkið.
Hesum framburðurin, sum alla
staðni sæst aftur í íslendska sam
felagnum, ber Sjálfstæðisflokk
urinn eyðvitað ikki æruna av
einsaømallur. Tað eru fyrst og
fremst broytingarnar í viðurskift
unum við umheimin og kanska
serliga tær broytingar, ið EBS-
sáttmálin hevur havt við sær, ið
hava flutt snarið. Við EBS-sátt
málanum, ið varð endaliga frá
gingin fyrst í nítiárunum, gjørdist
Ísland partur av innara marknað
inum í ES. Síðani er búskapurin
farin ígjøgnum eitt umskifti, ið
hevur loyst hann úr teimum høft
um, hann hevði ligið í heilt aftur
í trýatiarini. Fyritøkur, sum áður
vóru heilt ella partvíst í almennari
ogn, eru einskildar eitt nú telefon
verkið (Landssímin), bankarnir
o.s.fr. Tiltøk hava verið gjørd til
at fremja kapping í vinnulívinum,
til at greiða gøtuna fyri nýggj um
vinnutiltøkum, til at útbygg ja
samskiftiskervi og til at menna
útbúgv ing og gransking. Og tað
hevur munað meiri enn einki.
Íslendski búskapurin er nógv
fjølbroyttari nú enn fyrr, leysari
av fiskivinnu og hevdbundnum
vinnugreinum, eitt nú landbúnaði.
Hóast tað er búskaparliga streym
skiftið uttanlands, ið hevur givið
íleiðing til ta nýskipan, sum er
hend í Íslandi tey seinastu tjúgu
árini, so er tó eingin ivi um, at
tilgongdin
allar
veg ir
hev ur
samsvarað við hugmyndafrøðina
hjá Sjálfstæðisflokknum.
Hinveg in eru hugmyndirnar um
marknaðarbúskap og vinnufrælsi
vorðnar
hvørsfloksogn
hesi
seinastu árini (sjálvt á javnaðar
veingi num), og tað er óivað ein
meg inorsøk til, at Sjálfstæðis
flokkurinn er farin at legg
ja upp
aftur meiri fyri seg í vælferðar- og
umhvørvismálum, enn hann áður
hev ur gjørt. Hetta kom skilliga
fram í røðuni, sum Geir H. Haarde
floksformaður helt, tá ið 37.
landsfundurin hjá Sjálfstæðis
flokknum varð settur í Laugardals
høllini í Reykjavík 12. apríl. Geir
H. Haarde leg ði í røðu sínari dent
á vælferð, umhvørvi og útbúgving.
Hann nevndi serliga korini hjá
eftirlønarfólki. Arbeitt varð longu,
seg ði hann, við at trygg ja øllum
eftirlønarfólki sømiliga lágmarks
inntøku, antin tey hava trygt sær
rætt til útgjald úr eftirlønargrunn
um ella ikki. Floksformaðurin
skeyt eisini upp, at tey sum eru
farin um hálvfjers kunna fáa sær
lønt arbeiði, um tey vilja og orka,
uttan at slík inntøka skal mót
roknast í fólkapen sjón teirra. Væl
ferðin var tó ikki sjálvgivin. Hon
verður ongantíð meiri, seg ði Geir
Haarde, enn virðisskapanin í sam
felagnum er til, men sum var gav
fígg jarstøðan hjá ríkiskassanum
betur vælferðarlíkindi enn mang
an áður.
Sjálfstæðisflokkurinn í
mun til aðrar flokkar
Munurin
millum
Sjálfstæðis
flokkinn og flokkarnar í andstøð
uni í Altingi num koma fram á
ymsan hátt. Tað sum fyrst og
fremst skilur Sjálfstæðisflokkinn
og størsta andstøðuflokkin í far
andi valskeiði, Samfylkingina, er,
umframt ymiskar áherðslur í
búskapar-, fígg jar- og vælferðar
politikkinum, serliga støðan til
ES. Samfylkingin vil taka upp
samráðingar við ES um treytir
fyri íslendskum limaskapi.
Í mun til VG (Vinstrihreyfingin-
Grænt framboð) eru tað serliga
umhvørvið, sum ber í millum, og
stórídnaðarmálini (ætlanir eru t.d.
um at ge va loyvi at bygg ja fleiri
orkukrevjandi
alminium-verk
smiðjur), men tó eisini sum vera
man viðvíkjandi búskapar- og
vælferðarmálum.
Frjálslyndi flokkurinn (Liberali
flokkurin), ið útbrótarar úr Sjálf
stæðisflokknum við Sverri Her
manssyni á odda stovnaðu í 1998,
finst serliga at fiskivinnupolitikki
num. Flokkurin vil hava kvota-
kervið burtur og eina fiskidaga
skipan setta í staðin. Í seinastuni
hevur Frjálslyndi flokkurinn gjørt
seg til talsmenn fyri ein útlend
inga politikk, sum í mongum er
átøkur tí hjá Dansk Folkeparti.
Allir aðrir flokkar, eisini Sjálf
stæðisflokkurinn, eru samdir um
at siga henda politikk burtur.
➘
útlond
Her setir íslendski forsætisráðharrin,
Geir H. Haarde, 37. landsfundurin
hjá Sjálfstæðisflokknum, sum varð
hildin í Laugardalshøllini í Reykjavík
12. apríl