Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 87 - 8. mai 2007 Politikkur Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Nýggjar floksstrategiir. Eitt en­dur­skoðað floksapparat. Ein øðrvísi landafrøðilig og so­si­al samanseting í løg­ting­ in­um. Sterkari kommunur. Og størri leiklutur til fjøl­ mið­lar­nar. Tað kunn u sam­ bært serfrøðingunum Boga Elia­sen, Gesti Hovgaard og Jóg­vani Mørkøre verða nak­ rar av avleiðingunum, um Før­oy­ar verða skipaðar sum eitt valdømi. Men allir eru teir samdir um, at ein slík broyt­ ing fer at kollvelta før­ oy­sk­an politikk. Oyðileggjandi lo­kal­politikkur Ein høvuðsgrundgeving fyri at skipa Føroyar sum eitt valdømi er, at lands­pol­i­ tis­ku atlitini við hesi broyt­ ing gerast sterkari enn tey lo­kal­pol­itisku. Og hesum tek­ur Bogi Eliasen, stjórn­ mála­frøð­ingur, undir við. - Við núverandi skipan stend­ ur hvør tinglimur ein­ ans til ábyrgd fyri síni egnu heim­bygd ella valdømi, og tí kvalir núverandi skipan lands­po­litisku atlitini og re­dus­er­ar tingarbeiðið til lo­kal­pol­itiska togtugan. Ein broyt­ ing frá sjey niður í eitt vald­ømi hevði sett landið held­ur enn heimbygdina í frem­s­tu røð, og tað er al­neyð­ ugt, um Føroyar sku­ lu standa seg altjóða, metir Bo­gi Eliasen. Tað snýr seg við øðrum orð­um um, at við einum val­ dø­mi gerast allir veljarar á­hu­ga­verd­ir hjá øllum po­li­ ti­kar­um, og tá verður ikki nóg mikið bert at dyrgja í eg­num valdømi. - Núverandi skipan við sjey valdømum stavar eisini frá eini tíð uttan teir sam­ skift­is­møguleikar og tað und­ ir­støðu­kervið, sum í dag bindur landið saman, met­ir Bogi Eliasen. Størri kommunalar eindir Gestur Hovgaard, so­si­o­log­ ur, vísir eisini á, at tin­gar­ beiðið í dag er ov merkt av smá­málu­m og “petitessum”, sum hann tekur til. Við eini nýgg­ja­ri vallóg fær løg­ting­ ið størri rúmd til tey stóru og yvirornaðu málini. Men Gest­ur vísir eisini á van­sar­ nar við bert einum val­dø­ mi. - Vandin er, at summi øki det­ta niðurímillum og missa sí­na umboðan. Tí kundi ein mil­l­um­loysn verið, at kom­ mu­nur­nar samstundis fáa flei­ri málsøki at umsita og har­við størri vald. Nógv mál, sum hoyra heima í kom­mu­nal­politikki, verða í dag viðgjørd í løgtinginum, og við sterkari kommunum kun­nu vit kompensera tað tap, sum útjaðarin kann ve­ra fyri, sigur Gestur Hov­ gaard. Eitt sjónarmið, sum Bo­gi Eliasen fleiri ferðir hev­ur víst á. - Lítlar kommunur makta ein­ki. Og saman við broyt­ ing­ ini í vallógini eiga vit at styrk­ja útjaðaran við størri og sterkari kommunalum eind­ um, sum hava orku til at taka sær av tí lo­kal­pol­i­tis­ ka og dagliga nær­de­mo­krat­ inum, metir Bogi. Fleiri vansar Sambært Jógvani Mørkøre, stjór­nmálafrøðingi, fer ein slík broyting at kollvelta før­oys­ kan politikk. Og tí á­var­ar hann , at eitt slíkt um­fa­t­a­ndi uppskot verður koyrt ígjøgnum beint upp­ und­ ir eitt val. - Tað er skeivt at broyta val­lóg­ina so tætt uppundir eitt val, tá uppstillingin langt síðani er farin í gongd. Reint praktiskt verður tað eitt kaos, tí flokkarnir mugu um­skip­ast grundleggjandi, um tey sjey valdømini knapp­li­ga gerast til eitt. Eina slíka umfatandi broyt­ ing mugu flokkarnir fáa stun­d­ir til at umskipa seg eftir, sigur Jógvan Mørk­ øre. Hann metir, at núverandi val­skip­an ikki er nóg góð, tí summi av valdømunum eru ov lítil. Men hesin tru­ pul­leik­in kundi verið loyst­ ur, um t.d. Sandoyggin og Suðuroyggin løgdu saman í eitt valdømi og Norð­streym­ oy og Vágar eisini løgdu sam­an. So høvdu vit fimm val­d­ømi. - Eg taki ikki støðu til, hvørt tað er rætt ella skeivt at broyta vallógina. Men vit mu­gu gera okkum greitt, hvør­jar avleiðingar ein slík broyt­ ing kann fáa, und­ ir­ strik­ar Jógvan Mørkøre. Jógvan vísir eisini á pol­i­ tis­ku flokkarnar, sum eftir han­sa­ra tykki eru veikir við lít­la­ri fyrisiting og av­mark­ að­a­ri orku til at reka pro­fes­ si­onel­lan politikk. Og við bert einum valdømi ávarar sam­fel­ags­frøðingurin, at flokk­ar­nir gerast enn veik­ ari, tí tá minkar ella hvørvur týd­n­ing­ urin hjá lokal­fel­øg­ un­um kring landið. - Rekrutteringin fer fram úti í valfeløgunum, og við bert einum valdømi missa tær flokspolitisku und­ ir­ deild­irnar kring landið sín týdn­ing. Í staðin kunn u vit fáa eina høvuðsstaðar- re­krut­ter­ing, og so er spurningurin, um vit fáa ei­na meiri einstáttaða upp­ still­ing og samanseting í ting­ in­um, bæði geografiskt og sosialt, sigur Jógvan Mørk­øre. Fjølmiðlar stør­ ri leiklut Fyri politikaran merkir broyt­ ing­ in til eitt valdømi, at tað ikki longur er nóg mik­ið bert at dyrgja í heim­ bygd­ini ella nær­umh­vør­v­in­ um. Og henda broyting fer sam­bært Gesti Hovgaard at ge­va fjølmiðlunum størri leik­lut. Tí tá politikarar noyð­ ast út at røkka fleiri vel­ja­r­um, mugu teir fyrst og fremst gera tað gjøgnum teir landsdekkandi fjøl­mið­ lar­nar. Og tá verða nýggj krøv og øðrvísi eginleikar sett­ir til bæði flokkar og fram­tíð­ar føroyska po­li­tik­ar­ an. Kollvelting fyri føroyskan politikk Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og uttast til vinstru, ávarar at broyta vallógina so tætt uppundir eitt val og sigur, at flokkarnir mugu fáa stundir til at umskipa seg eftir eini slíkari umfatandi broyting. Gestur Hovgaard, sosiologur, vísir á, at undir einum valdømi eiga kommunalu eindirnar samstundis at styrkjast. Og Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur, sigur, at landspolitisku atlitini køvast undir núverandi skipan Við bert einum val­dømi verður løgtingið tving­að til at hugsa lands­pol­itiskt, og vit slep­pa undan teimum ster­ku lokalpolitisku at­lit­um, sum í dag eyð­kenna tingarbeiðið, met­ir stjórn­mála­frøð­ing­ur­in Bogi Eliasen. Jóg­van Mørkøre, sam­felagsfrøðingur, á­var­ar eina so umfatandi broyt­ing so tætt upp­und­ir val, og Gestur Hovgaard, sosiologur, mælir til sterkari kommunalar eindir, so útjaðarin undir einum valdømi ikki dettur niðurímillum Anfinn Kallsberg Jógvan við Keldu Jørgen Niclasen Alfred Olsen Marjus Dam Gerhard Lognberg Kristian Magnussen Vilhelm Johannesen Sverre Midjord Páll á Reynatúgvu Hergeir Nielsen NEI Kjartan Joensen Johan Dahl Finnur Helmsdal Høgni Hoydal IKKI TIKIÐ STØÐU VIL IKKI SVARA Henrik Old