hósdagur 22. mars 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 22. mars 2001
21
20
Nr. 57 - 22. mars 2001
Eftir eitt sera
dramatiskt síðsta
umfar eydnaðist tað
liðnum hjá okkum í
Keypmannahavn at
vinna 3. deild
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Málið í ár hjá okkum í
Talvfelagnum
Føroyum
undan kappingarbyrjan var
uppflyting. Nevndin í Talv-
felagnum Føroyar løgdu
seinasta summar eina trý
ára plan, har endamálið er
umboðan 1. deild í 2003,
og byrjast skuldi í ár við
uppflyting til 2. deild.
Við Regin Reinert á odda
hevur TF í samstarv við
TSF - eina peningajáttan
sum skal brúkast at løna
telvarnar - fingið so góðar
menn sum John Arna
Nilssen og Heina Olsen við
aftur í felagið, eftir at teir
hava umboðað onnur feløg
við pengapolitikki. Um-
framt hesar fór Flóvin Tór
Næs niður í lestrarørindir,
so vónirnar vóru sera
góðar.
Vit byrjaðu eisini væl,
tveir 6-2 sigrar, síðani
vunnu vit týðandi dyst
ímóti Ballerup, sum vóru
okkara einastu veruligu
kappingarneytar. Vit vunnu
hendan dyst trygt 5_-2_.
Síðani skuldi alt verið eftir
planini, eftirsum vit møttu
Saxo, sum lógu fastir í
botninum, men so skuldi
ikki verða. Teir møttu bert
við sjey monnum, Eyðun
Nolsøe vann tí uttan dyst,
men tað forðaði ikki teim-
um úr Saxo við bert sjey
monnum at fáa eitt sen-
sationelt úrslit, 4-4. Teir
høvdu minst 300 minni enn
vit í miðalrating. Eitt vána
úrslit hjá okkum, sum gav
Ballerup møguleikan aftur.
Ballerup framanfyri
Tað væntaða hendi í fimta
og
triðseinasta
umfari,
nevnliga tað at Ballerup fór
skutin framum okkum. Vit
vunnu okkara dyst 5,5-2,5
ímóti KS, meðan Ballerup
vann 6-2 ímóti einum botn-
liði. Hálvt stig aftanfyri og
bert tvey umfør eftir. Tað
bleiv skotið við skørpum
hjá ikki-leikandi liðfor-
manninum Regin Reinert.
Hetta skumpaðu helst okk-
um eitt petti, tí í næst-
seinasta umfari hølvaðu vit
Vanløse av, 7-1, sum sjálv-
sagt er eitt gott úrslit, men
útfrá ratingtølunum hjá
Vanløse, átti vit minst at
havt hesi sjey stig, so tað
var í lagi. Tað einastand-
andi hendi í Farum, tá
Ballerup bert fekk 4-4
ímóti júst Farum. Tað
merkti at vit nú lógu heili
2,5 stig fremstir undan
seinasta umfari, og høvdu
vit tískil tað eina beinið í 2.
deild.
Dramatikkur
Tað var sum bumbur aftaná
bumbur brustu í seinasta
umfari, sum eins og í Før-
oyum er felagsumfar. Vit
møttu Nordkalotten, sum
hava GM Johnny Hector og
IM Stefna Brynell úr
Svøriki á styrkilistanum.
Tíbetur var bert GM Hector
á liðnum, meðan Brynell
leikti í svensku liðkapping-
ini.
Tann fyrst bumban brast
longu eftir einum tíma, og
bert 13 leikum í mínum
egna talvið. Eg hevði seks
stig av seks møguligum, og
skuldi tí bert vinna hetta
seinasta talvið um fult
stigartal skuldi eydnast. Við
hvíta fólkinum gavst eg
eftir bert 13 leikum tá frúgv
mín bleiv fangað. Ein
dyggur smeitur fyri felagið
og fyri meg persónliga.
Síðani slapp eg mær vekk
frá ljósinum, inn í kantinu,
men stuttur varð friðurin, tí
Bogi Ziska kom við tíðind-
unum at hann hevði givið
talvið, og stutt eftir komu
boðini at Eyðun Nolsøe
hevði mist mann, og fór at
tapa.
Tríggjar bumbur innan 5
minuttir, meðan Ballerup
hevði trygga 3_-_ leiðslu í
sínum dysti. Vit tosaðu um
kollektivt kollaps, har vit
nú ikki væntaði at upp-
flytingin skuldi eydnast.
Men
síðani
vendist
spakuliga, Heini Danielsen
vann sítt talv, og Ballerup
hevði tapt á fyrsta borði.
Men enn var einki avgjørt.
Síðani
megnaði
Jóan
Hendrik Andreasen snilt at
vinna eitt hálvavegna deytt
talv, og stutt eftir vann
Heini Olsen á Kai Bjerring
á øðrum borði. John Arni
stríddist
manniliga
og
hevði vinnandi støðu ímóti
GM Hector, men snávaði,
og tapti tíverri. Talvið er
við í blaðnum í dag.
Støðan var nú 3-4 til
Nordkalloten og Ballerup
hevði 5-2 leðslu, sum
merkti at vit í hesari løtu
lógu hálvt stig fremstir.
Terji Petersen hevði betri
støðu og kundi valla tapa,
meðan síðsta talvið hjá
Ballerup svingaði. Til alla
lukku endaði dysturin 5,5-
2,5 til Ballerup, og eftir
hetta tók Terji javnt í betri
støðu. Vit taptu okkara
dyst, men líkaglaðir vóru
vit. Vit ryktu upp, og farið
varð síðani heim til lið-
formanin har gildi varð.
Samanumtikið
Undan hvørjum dysti hitt-
ust vit til morgunmatar
saman, og hetta royndist
væl. Tað styrkir um sam-
anhaldið, moralin, og kann
eg bert heita á tey føroysku
feløgini at gera hetta sama.
Vit høvdu tvey ring úr-
slit, og fimm góð, og í
miðal fingu vit beint undir
5,5 fyri hvønn dyst, sum
má sigast at vera á góðari
leið.
Manningin á liðnum var
ikki tann sama gjøgum
kappingarárið. Eftir jól
valdi Flóvin ikki at telva
við, og tá var alt fyri eitt
send
boð
eftir
Jóan
Hendrik, sum lesur í Árhus.
Hann var okkum hollur
stuðul, og tað sama kann
sigast um super-sub Finn-
bjørn Vang, sum lekti fýra
talv fyri Terja.
Endastøðan í
toppinum
1. TF
37,5
2. Ballerup
37,0
3. Farum
35,5
Einstøk úrslit:
John Arni
3,5/7
Heini O.
4,5/7
Flóvin T. N.
2/2
Eyðun N.
4/7
Bogi Z.
5/7
Jóan H.
2,5/3
Heini D.
5/7
Terji P.
2/5
Carl Eli
6/7
Finnbjørn V.
3/4
Talvfelagið Føroyar í 2. deild
Arbeiðsbólkur mælir
Fótbóltssambandin-
um til, at fótbóltsliga
menningin hjá
teimum báðum
yngstu skúlaárgang-
unum fer fram á
annan hátt enn í
kappingum, har tað
ræður um at vinna
Børnini, sum ganga í fyrsta
og í øðrum flokki, skulu
ikki kappast í dystum, har
tey umboða síni feløg, og
har kappingin gongur út
upp á at vinna á øðrum lið-
um og børnum.
Hetta er ein av niðurstøð-
unum í einum áliti, sum
nevndin í Fótbóltssam-
bandinum nú hevur til við-
gerðar. Um nevndin í FSF
ger av at fylgja tilmælinum
verður roknað við, at upp-
skotið og tilmælið kann
gerast til veruleika longu í
hesum kappingarárinum.
Søgan
Á fundinum, sum FSF í no-
vember hevði við fótbólts-
feløgini við tí endamáli at
taka saman um árið, ið var
farið og at seta út í kortið
fyri nýggja árið, varð av-
gjørt – eftir tilmæli frá FSF
– at seta ein bólk, hvørs
uppgáva tað skuldi vera at
endurskoða
karmarnar,
sum smábørn spæla fótbólt
í.
Fýra fólk hava mannað
bólkin, sum fyrr í ár var
liðugur við arbeiðið. Talan
hevur verið um javnstøðu,
tí tvey konufólk og tvey
mannfólk hava verið í
bólkinum. Felags fyri tey
øll er, at tey á ein ella annan
hátt eru knýtt at fótbólts-
umhvørvinum, og so hevur
tað verið mett sum ein
styrki, at tey hvat arbeiði og
útbúgving viðvíkur eru
ymisk. Konufólkini í bólk-
inum hava verið Malan
Justinussen, sum er peda-
gogur, og Tóra Tórodds-
dóttir, sum er fysiotera-
peutur og sum hevur fingist
nógv við børn og rørslur.
Mannfólkini í bólkinum
hava verið Eli Hentze, fót-
bóltsspælari og – venjari og
fólkaskúlalærari, og Jógvan
Martin Olsen, sum í síni tíð
spældi nógv fótbólt, og sum
tey seinnu árini hevur verið
í starvi hjá FSF, har hann er
hjálparvenjari hjá Allani
Simonsen, umframt at hann
hevur høvuðsábyrgdina fyri
yngru landsliðini og í fleiri
ár hevur verið við til at
leggja fótbóltsskúlarnar til
rættis.
Úrslitið av arbeinum hjá
teimum varð lagt fram, tá
FSF og feløgini næstsíðsta
vikuskifti høvdu fund um
ungdómsfótbóltin.
Ikki búgvin at kappast
Álitið verður nevnt Yngst
2001. Millum ítøkiligu úr-
slitini er, at mælt verður til,
at inngongdin til fótbóltin
verður skipað øðrvísi hjá
teimum yngstu, enn hon
higartil hevur verið løgd til
rættis.
Higartil hevur tað verið
soleiðis, at yngstu børnini,
sum hava tikið lut í fót-
bóltinum í FSF høpi, hava
verið tey í 1. og 2. flokki.
Bólkurin sigur seg einki
hava ímóti, at tað framvegis
verður soleiðis. Men tey
mæla frá, at børnini skulu
luttaka á sama hátt, sum tey
higartil hava gjørt. Eingin
annar skipaður fótbóltur
hevur verið, enn kapping-
arfótbólturin. Tað vil við
øðrum orðum siga, at sjey
og átta ára gomul børn hava
umboðað sítt felag í fót-
bóltsdystum og fótbólts-
kappingum ímóti sínum
javnaldrum í øðrum feløg-
um.
Nú verður skotið upp, at í
staðin fyri at kappast skulu
børnini hittast til samveru,
har fótbólturin er í mið-
deplinum. Mælt verður til
at leggja soleiðis til rættis,
at fýra feløg verða í hvørj-
um bólkinum. Setningurin
hjá
hvørjum
felagnum
verður so at bjóða hinum
feløgunum til eina stevnu,
ið ætlast at verða løgd til
rættis á sama hátt, sum
fótbóltsskúlarnir plaga at
vera. Á hesum stevnunum
skulu børnini býtast í bólk-
ar tvørtur um mørkini í
feløgunum og tvørtur um
kynsmørk. Trivnaðurin skal
setast í hásæti, soleiðis at
børnini falla til og kenna
seg væl í fótbóltsumhvørv-
inum.
–
Menningarliga
eru
børnini, sum eru sjey og
átta ára gomul, ikki komin
á eitt støði, har tey eru før
fyri at kappast í liðfótbólti.
Í kappingum verða tey við-
farin sum smá vaksin fólk.
Tí hava tey ikki fyritreytir
fyri, hvørki sálarliga, so-
sialt ella fótbóltsliga. Hesin
veruleikin er orsøkin til, at
mælt verður til at leggja á
annan bógv, er hugburðurin
hjá bólkinum.
Verður tikið í álvara
Ísak Mikladal, aðalskrivari
í FSF, sigur, at teir ætlaðu at
hava álitið og tilmælið fyri
á nevndarfundi í síðstu
viku. Men málið stóð so
mikið niðarlaga á skránni,
at tað varð útsett til næsta
fund.
– Mín fatan er, at FSF
nevndin tekur undir við til-
mælinum at sæð. Tað verð-
ur mett at vera rímuligt, at
FSF hjálpir feløgunum við
hesum.
At tað eftir øllum at
døma verður lagt á annan
bógv við teimum yngstu
ber ikki við sær, at FM
kappingarnar í smápilta-
deildini og í pinkudeildini
detta
niðurfyri.
Hesar
deildirnar hava verið fyri
børn í 1., 2. og 3. flokki. Nú
verður lagt upp til, at FM
kappingarnar bara vera fyri
børnini í 3. flokki. jh
Tey yngstu skulu ikki kappast
Nú fer FSF at gera meira fyri teir ungu fótbóltsleikararnar
Frá S&K-felagnum
Treytað av nóg góðari undirtøku,
verður skipað fyri skeiði í
Sølu og Tænastu
3. og 5. apríl 2001
báðar dagarnar frá kl. 13.00 — 17.00.
Skeiðið verður hildið á Føroya Handilsskúla
og lærari verður Annfinnur Zachariassen.
Tilmelding innan 23. mars 2001
S&K-felagið
tlf. 316837 · fax. 310451
e-mail: skfelag@post.olivant.fo
MANNING
Hervið verður søkt eftir
manning
til M/F Norrönu, til summar-
siglingina 2001, sum byrjar 19. mai
Størvini, ið sett verða, umfata allar deildir innan
catering so sum:
Pursarar, kokkar, bakarar, sleiparar, barrfólk, cafe-
teriafólk, tænarar, kioskgentur, koytugentur og
informatiónsgentur.
Fylgjandi krevst:
•
Heilsuprógv fyri sjófólk, ikki eldri enn 2 ár.
•
Trygdarskeið, prógv í nýtslu av bjargingar-
útgerð.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
P/F SMYRIL LINE
Postboks 370
FO-110 Tórshavn
3-ára
HF-útbúgving
á Studentaskúlanum
og HF-skeiðinum í Eysturoy
Treytan av nóg stórari undirtøku og góðkenning
frá myndugleikunum verður ein serligur HF-flokk-
ur skipaður frá august 2001, har næmingar kunnu
taka útbúgvingina yvir 3 ár.
Lisnir verða umleið 22 tímar um vikuna, og út-
búgvingin gevur rætt til stuðul.
Umsóknarfreistin er mánadagin 26. mars 2001, og
umsóknarbløð fáast á skúlanum. Lestrarvegleiðar-
arnir eru at hitta á skúlanum.
Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy
Kambsdalur
530 Fuglafjørður
Telefon: 444024
Bilur við front-
skaða til sølu
Merki: Hyundai Elantra 1,6
Árg.: 2001
KM: 1.131
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Beinleiðis tlf. 345727
fax nr. 345607
Fróði Müller
e-mail: fm@trygging.fo
at hitta mánadag–hósdag millum kl. 0800–1000
og fríggjadag kl. 0800–1600
Sandoyar Sýslu
Javnaðarfelag
hevur
ÁRSAÐALFUND
í Skálavík
mánadagin 02. apríl kl. 20.00.
Nærri skrá verður lýst seinni.
Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag
Manning
til farmaskip
Til føroyskt farmaskip í millumlandasigling verð-
ur søkt eftir royndum skipara við GNDSS, stýri-
manni við GNDSS, maskinmanni, kokki og dekk-
ara.
Umframt skulu allir umsøkjarar hava lógarkravdu
læknakanning og trygdar-/brandskeið.
Tlf. 219545 og 422331
SP/F GRANNSKOÐARAFELAGIÐ
RASMUSSEN & WEIHE
Tvøroyrar
Kommuna
Við hesum verður starv sum verkfrøðingur lýst
leyst at søkja.
Høvuðsverkevni:
• Projekteringsarbeiði og eftirlit.
• Uppmátingar-, kortleggingar- og skrá-
setingararbeiði.
• Býar- og byggiplanlegging.
• Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði.
• Stýring av kommunalum viðlíkahalds-
arbeiði.
• Luttøku í dagligum umsitingarligum upp-
gávum v.m.
Førleikakrøv:
• Verkfrøðingur ella onnur viðkomandi
útbúgving.
• Handverksligar royndir.
• Førleiki í projekteringsarbeiði og byggilist.
• Munnligur og skrivligur málførleiki (eisini
í enskum).
• Hollur telduførleiki.
• Opin og fyrikomandi.
Løn sambært avtalu við avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast
við at venda sær til Rasmussen og Weihe á
telefon 311017.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvi og
møguligum viðmælum, skal vera Rasmussen &
Weihe í hendi í seinasta lagi 01.05.2001.
RASMUSSEN & WEIHE
Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F
An associated firm of
Á Glaðsheyggi
P.O. Box 30
FO-110 Tórshavn
Tlf. (+298) 311017
Fax (+298) 311018
Sp/f nr. 267
e-mail:
rasmussen @rasmussen.fo
Http://www.rasmussen.fo
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Søkt verður eftir
Dagrøktarleiðara
til dagrøktarskipanina í Sjóvar Kommunu.
Til starvið krevst námsfrøðilig útbúgving.
Umsóknir til starvið skulu vera kommunuskriv-
stovuni í hendi í seinasta lagi 3. apríl 2001.
Sjóvar Kommuna
490 Strendur