fríggjadagur 23. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 23. mars 2001
13
12
Nr. 58 - 23. mars 2001
Eitt aftursvar
til Ólav Hátún
Eyðun Andreassen
Góði Ólavur! Tú hevði nøk-
ur orð til mín um ein fyri-
lestur, ið seinni varð prent-
aður í Skáanum. Tú mást
orsaka, at tvær vikur eru
gingnar. Eg ætlaði alla tíð-
ina at svara tær, og so kom
okkurt í vegin. Men her
kemur so svar mítt. Alt ov
stutt til eitt so viðkomandi
evni, men langt kann eisini
vera ov langt.
Tær dámdi ikki sumt, eg
hevði frammi í grein míni
Kristindómur og kvæða-
yrking í Skáanum fyri stutt-
um. Har vísti eg á, at hitt
gamla føroyska kvøðingar-
og sanglagið var fyribeint
sum úrslit av einum med-
vitnum virki innan kirkju
og skúla. Víst var tað hetta
sum hendi, Ólavur, og tá tú
mótmælir, gert tú tað móti
betri vitandi. Hví tú ger tað,
kann eg bara gita um, men
onkrar grundir manst tú
hava.
Tú av øllum lærarum í
Føroyum veit, at føroyskur
dansur ofta við harðrendari
hond varð útihýstur úr før-
oyskum skúlum víða um
landið. Hevur tú gloymt
tað? Og hetta sigur tú vera
ein høpisleysan pástand hjá
mær? Ert tú blivin so
gloymskur, ella hevur tú
onnur ørindi??
Føroysk musikkfrálæra
hevur ongantíð lagt seg
eftir tí føroyska tónleikin-
um. Her nevndi eg undan-
gongumenn sum Jógvan
Waagstein og Hans J. Høj-
gaard. Teir dugdu ikki at
kvøða og dansa, og løgdu
heldur einki í tað. Eg segði
einki um, hvat hesir báðir
hava gjørt, og hvat hevur
verið gjørt í føroyskum
musikkpedagogikki. Nógv
gott og positivt kann skriv-
ast um tað. Eg nevndi, hvat
ikki hevur verið gjørt! Og
tað er eisini útslit av med-
vitnum vali. Er tað ikki so?
Eg skrivaði, at kirkju-
orglini beindu fyri tí gamla
sang og kvøðingarlagnum í
Føroyum. Eisini hetta sigur
tú vera ein høpisleysan pá-
stand, og eg spyrji meg
sjálvan, um tú ert vorðin
tónadeyvur. Sjálvandi ert tú
ikki tað, men hvørji eru so
ørindini hjá tær? Tú skriv-
ar: »At greipa kingosang og
kvøðing soleiðis saman, og
leggja orglunum til last, at
kvøðingarlagið skal vera
farið av lagi, tað er tað ikki
grundarlag til.« Feilurin við
tær og øðrum musikkpeda-
gogum er, at tit hava eitt
klaviatur skorað fast mill-
um oyruni, og at allir teir
tónar, tit hoyra, men sum
ikki passa á klaviaturinum
verða útreinsaðir. Hetta
veitst tú, og tó fært tú teg til
at siga ein setning sum
handan. Lat meg siga tær
eina søgu um hetta. Eg
hevði mín fyrsta sangtíma,
tá eg sum 11 ára gamal kom
til Havnar at ganga í skúla.
Lærarin var Hans J. Høj-
gaard. Í fyrsta tímanum læt
hann okkum syngja eitt ør-
indi úr einum sangi. Eg
valdi Tá eg verði stórur.
Hetta var stuttligt, men stór
var undranin, tá eg og onk-
ur onnur børn fingu tey
boð, at vit ikki skuldu
koma aftur til sangtímarnar.
(Og tað var ikki av tí grund,
at eg var farin at gala enn).
Tí havi eg bara havt ein
einasta
sangtíma
í
tí
nýggju, stásiligu sangstov-
uni í tí nýggja Tórshavnar
Kommunuskúla, ið var tik-
in í nýtslu júst hetta árið, í
1956.
Árið eftir fór eg í millum-
skúlan, og sanglærarin nú
var Poul Eide. Hann gjørdi
tað sama sum Højgaard.
Allir dreingirnir skuldu
syngja ein sang einsamallir.
Hesuferð valdi eg Í Vestur-
havi har liggur eitt land. Tá
allir høvdu sungið, segði
Poul Eide, at teir tríggir
bestu skuldu fáa premiu. Tá
hann kom yvir til borðið
hjá mær, visti eg, at søgan
fór at endurtaka seg frá
árinum fyri. Eg hugdi ikki
upp og ivaðist ikki í, at
hann vendi sær til onkran
annan við borðið, men ov-
farin kendi eg so, at hann
legði eitt yankie bar í hond-
ina á mær. Tað var onnur
premia! Sum tú veit, hava
báðir hasir sangirnir vísu-
løg, og eg hevði kvøðið!!
»Hatta var gott at hoyra,«
segði Poul Eide.
Í grein míni nevndi eg
síðani, at tað undrar meg, at
vit bæði hava ein 130-ára
gamlan læraraskúla og ein
landsumfatandi
musikk-
skúla, ið hvørgin arbeiðir
við hesum føroyska tón-
leikinum. Aftur her: eg
segði einki um, hvat gjørt
verður á hesum skúlum,
einans hvat ikki verður
gjørt! Og tað er eisini við
vilja, tað ið ikki verður
gjørt. Eg veit væl Ólavur, at
tú altíuð hevur havt áhuga
fyri dansi og kvøðing, men
er hetta ein lærugrein á
læraraskúlanum og í mus-
ikkskúlanum? Eg eri sjálv-
ur lærari og av lærarafólki.
Abbi mín í Havn var lærari,
bæði foreldur míni vóru
lærarar . Tá lærdu lærarar at
spæla orgul og violin og
sang. Í prógvið fingu teir
hesa viðmerking: »Kan
forestå kirkesang!« Og
summir helst, at hetta virki
kundu teir ikki átaka sær.
Tað var endamálið við
undirvísingini. Tú spyrt,
hvat eg veit um musikkund-
irvísingina á læraraskúlan-
um, og nevnir Árna Dahl.
Kenni eg ikki Árna Dahl og
hansara megnarvirki á so
mongum økjum? Jú víst,
men eg veit eisini, at hann
er ikki musikklærari!! Í
staðin fyri ella kanska aft-
urat orglinum og violinini
læra næmingarnir vist heilt
nógv at spæla gittara og
onnur
instrument,
sum
teimum hóvar. Tey læra
helst eisini bæði um »klass-
iskan« tónleik og um tann
rútmiska. Men framvegis er
eingin musikklærari, ið
kann hava føroyska tón-
leikin sum fak. Og fyri ikki
at gera nakran firtnan, so
ivist eg ikki í, at tann tón-
leikafrálæra, ið verður giv-
in, er góð. Eg tosa bara um
ta, ið ikki verður givin. Og
hvussu mangir lærarar í tí
føroyska musikkskúlaverk-
inum geva frálæru um
henda tónleik, eg skrivi
um?
Tú hevði ein ávísan pole-
miskan tóna í tínum svari
til mín, og tí fært tú aftur-
svar í sama tónalag. Men tá
eg vil fara aftur um tað, so
vóru míni ørindi at siga frá
einari undran um, hvussu
tjóðskaparrørslan og yrkj-
ararnir tá, tóku alt hitt før-
oyska fram í sínum skald-
skapi at lovprísa, men
gloymdu hitt føroyska mus-
ikalska móðurmálið. Eg
nevndi Jóannes Patursson
sum eitt undantak millum
tjóðskaparskøldini, tí hann
so væl og medvitið valdi
sær føroysk kvæða- og
vísuløg at yrkja til. Tú
spyrt, um eg havi gloymt
allar hinar so sum IPG,
Kvívíks Jógvan, Mikkjal á
Ryggi, Andras Samuelsen,
S. M. Zachariasen og fleiri.
Hyggur tú í Songbók Før-
oya Fólks, so finnur tú ein
og annan sang hjá hesum
og øðrum yrkjarum, ið eru
gjørdir til føroysk løg. Ein,
tveir og kanska tríggjar.
Jóannes Patursson hevur
fimtan! Og hann hevði ikki
verið á donskum fólkahá-
skúla! Og eg klikki ikki
niður á danskar fólkahá-
skúlar, men undri meg,
hvussu kopierandi yrking-
arlagið mangan er í tjóð-
skapartíðini: Tann kopier-
aði hevur ikki skyldina av
at verða kopieraður. Tann
nýggja føroyska mentanan
varð framborin á donskum
(og øðrum) tónamáli. Før-
oyingar fóru at syngja um
hitt føroyska á málinum hjá
Hans Arvesen og hinum
donsku og norðurlendsku
tónaskøldum. Jóannes Pat-
ursson gekk eina aðra leið.
At hetta skal vera at klikkja
niður á nakran, er tvætl!
Tað var bara so.
Hetta landið yðjur av
musikarum, ið kopiera ann-
an tónleik. Ein maður í
týðandi starvi innan før-
oyskt tónleikalív greiddi í
útvarpinum í morgun frá,
hvussu teir strevaður vit at
fáa eitt lag hjá einum amer-
ikanskum rokkbólki at sita í
teirra egna orkestri. Er
eingin kreativitetur til inn-
an tónleikin, spurdi eg meg
sjálvan. Um so er, so er her
ein stór uppgáva har hjá
musikkpedagogunum. Til
seinasta Prix Føroyar varð
eitt dómaralið uttanífrá
boðsent at gera metingar
um føroyska tónleikastigið.
Teir spurdu undrandi, um
ikki ein einasti tóni var til í
Føroyum, ið kundi takast
upp í og hoyrast aftur í
allari hesi kopieringini.
Støðan er tíverri tann, at
fert tú til ein ungan ella
hálvgamlan rokkara í dag,
og spyrt eftir einum før-
oyskum tóna, so stendur
hann sum kánus fyrst, og
heldur teg vera býttan. Síð-
ani fer hann at flenna. Og
tað má for hundan hava
okkurt við tónleikafrálær-
una onkustaðni at gera.
Her á landi hava vit tí-
verri, og sum ikki einaferð,
sett danskar standardir, og
adopterað danska hugtakið
fólkamusikkur, ið sostatt er
komið at merkja eina amer-
ikanska musikkgenru. Í
hinum
Norðanlondunum
merkir
fólkamusikkur
teirra egni musikkur. Vit
hava ein heilan Jazz- fólka-
og blues festival á hvørjum
ári, har orðið fólkamusikk-
ur merkir hetta slagi av
amerikanskum (og donsk-
um) musikki. Tann egna og
tann veruliga fólkamusikk-
in kalla danir helst etniskan
musikk. Tað havi eg hoyrt
nevnt her í Føroyum eisini
um kvøðing. Og undarligt
er tað í mínum oyrum, tá
fólk fara at nevna seg sjálvi
við heitinum etnisk!
Einastaðni fert tú yvir um
mark, Ólavur. Tú leggur
meg undir at háða dansifel-
agið Tøkum lætt, har eg
skrivaði, at eg meira hoyrdi
kvøðingarkór enn føroysk-
an dans á upptøkum nú í
tíðini. Eg hevði ikki ser-
stakliga dansifelagið Tøk-
um lætt í huga. Eg hevði
tað í huga, at við tíðini gerst
næstan
allur
føroyskur
dansur til kvøðing í kóri.
Dansifólkið byrjar ørindi,
næstan áðrenn skiparin fær
høvi at skipa. Hann eigur
fáa høvi til at ráða dansin-
um eftir egnum tykki, men
skipingin verður tikin av
honum, og hevur tú ikki
eisini mangan upplivað, at
um skiparin steðgar á eitt
bil, heldur restin av dansi-
fólkinum fram at kvða, sum
um hann ikki var til? Hetta
lærdu abbar og ommur tey
ungu fyrr í tíðini. Nú er
eingin at læra tey ungu slíkt
og mangt, mangt annað í
hesum musikkinum. Kann
tað vera tí, Ólavur, at her
kundi verið brúk fyri einum
lærara. Til dømis einum
musikklærara?
Men teir, ið nú virka,
kunna ikki brúkast til hetta.
Tað er so sikkurt og vist.
Hvussu undirvísast skal,
spyrt tú. Man ikki bera til at
undirvísa í øllum sløgum at
musikki? Í Kaustinen í
Finnlandi og á Voss í Noreg
verður frálæra givin á
hægsta stigi í fólkamusikki.
Við Musikkháskúlan í Oslo
er sjálvur Sven Nyhus pro-
fessari í fólkamusikki. Alla
staðni bæði teoretisk og
praktisk frálæra. Runt um í
Svøríki verður somuleiðis
frálæra givin í musikkskúl-
unum eisini í fólkamusikki.
Hevði tað verið eitt hugskot
at gjørt eina ferð til hesi
støð? Um vitan, vilji og
hugur var, vildi eg hildið
tað kundi borið til! At
frálæra kundi verið eisini í
føroyskum fólkamusikki.
At enda í grein tíni gerst
tú heldur patetiskur: Tú
spyrt meg: »Hvussu kann
mentamaður sum tú avdúka
slíkan sjónarring, at vit ikki
á besta hátt skula útbúgva
okkum til at taka við tí ríki-
dømi, sum vesturlendski
tónleikaarvurin er? (...) Og
hvussu hevur tú, Eyðun,
sum alternativ til almennu
tónleikamenningina hugsað
tær at hava skeið fyri føroy-
ingar í, hvussu vit hava
sungið og kvøðið her?«
Ikki havi eg grett eitt ein-
asta orðið um, at vit ikki
skula taka við vestur-
lendska tónleikaarvinum.
Hvat meinar tú? Eg sum
eru Schubert elskari? Men
hvussu kunna vit taka við
annans arvi, tá vit hava
koyrt okkara egna arv fyri
bakka??
Føroyingar eru europear-
ar, og okkara mentan er
partur av europeisku ment-
anini. Har áttu vit at verið
samdir. Men so skiljast
helst okkara meiningar. Eg
havi tað sjónarmið, at vit
ikki einans skula taka við
europeiska tónleikaarvin-
um, sum tú málber teg, men
at vit eisini áttu (og eiga)
eitt íkast at lata til henda
arv. Føroyingar hava nakað
at leggja aftur at europeiska
mentanararvinum. Vit hava
bara ikki viljan, ella heldur
dirvið, at gera tað! Tá er tað
tryggari bert at taka ímóti.
Eg spyrji: Er tað tí, at tað er
skomm at vera føroyingur?
Ella kanska ikki nóg fínt?
Hitt musikalska móðurmálið
VIÐMERKINGAR
VIÐMERKINGAR
Heðin Mortensen,
løgtingsmaður
Saman at halda var ei
okkum givið,
tí er so lítið burturúr her
blivið;
tí enn vit tala, men ov lítið
gera.
Samband má vera!
Eg havi loyvt mær at broytt
síðstu regluna í hesum ør-
indinum hjá Hans Andriasi
Djurhuus. Hann skrivar, at
samhald má vera. Men
samhald og samband eru
tvær síður av somu søk.
Føroyingar hava ein trygg-
leika og eitt samhald í
ríkisfelagskapinum, sum
gevur okkum einanstand-
andi fortreytir fyri at skipa
eitt trygt, ríkt og gott
samfelag fyri øll í hesum
landinum.
Men, sum Hans Andrias
sigur: saman at halda var ei
okkum givið. Vit klandrast,
slítast og bítast um smá-
lutir. Vit kjakast ár um ár
um vit skulu fáa nakað av
skafti í ríkisfelagsskapin-
um, ella vit fyrst skulu fara
úr ríkinum.
Við hvørt kundu vit ynskt
okkum hasa fólkaatkvøð-
una, so vit kundu sett propp
í fullveldismálið og farið
undir veruliga at byggja
land. Samtykt eina nýggja
stýrisskipanarlóg,
bygt
eldrabýlið og barnagarðar.
Privatisera almennar fyri-
tøkur, men samstundis økt
almenna virksemi á trivn-
aðarøkinum. Rationalisera
almenna bygnaðin, lætt um
skattabyrðuna og endur-
nýggja búskapin.
Hoydal og Eidesgaard
tola ikki hvønn annan,
samstundis sum bæði sam-
bandsmenn og tjóðveldis-
menn meta samband og
loysing sum trúðarspurn-
ingar. Hetta merkir, at
ongin breið samgonga er
møgulig í Føroyum í dag.
Líkamikið hvat vit velja, so
eru næstan líka nógv ónøgd
sum nøgd, og áðrenn nøkur
loysn er framd, ja so er
helvtin lopin frá aftur.
Sambandshøvdingin
Rasmus Effersøe yrkti um
ein av teimum farnu sjálv-
stýrishøvdingunum sangin
“Fast stóð í fonnum eitt
fjalladalsfylgi”. Fast standa
vit nú, tað føroyska fjalla-
dalsfylgið. Vit eru øll samd
um, at vit eiga sjálvræði, og
at vit eiga at ganga ta leið,
sum gevur grønastu líðirnar
at ganga í. Men tey flestu
hava onga ørandi tráðan
eftir at sleppa oman í annað
lendi alt fyri eitt.
Við hvørt steingjast ræs-
urnar, og við hvørt tánar so
frægt, at gongt aftur er.
Vandin er altíð, at eitt
politiskt stórdýr loypir á
skalvin og fær alt fylgi eftir
sær oman í ta glerstoyttu
skor. Vandamálið er, at
hetta lítla fylgi í fonnini
slotar hvør sín veg burtur úr
kavanum. Hvørjum skulu
føroyingar trúgva, og hvørj-
um skulu vit fylgja?
Tann politiski slóðarin,
umenn hann er ikki so væl
holdaður, vil hava okkum at
loypa út í ein glerskalv.
Aðrir vilja heldur loypa
hendavegin ella handaveg-
in, men fáir vilja fara undir
at slóða eina gongda leið.
Tann gongda leiðin krevur
nógva slóðan, og er heldur
longri at ganga, men hon er
tryggari og kann sameina
okkum.
Tí henda áheitan á før-
oyingar, áðrenn vit leypa
útav og týnast sum slóðarin
reysti:
Tann sum vil framá, hann
gloymi tí ei sjálvur sær
slóðir at bróta.
Velja vit eina føroyska
loysn, ja so slóða vit okkum
eina lagaliga gøtu, sum
snýr seg spakuliga ígjøg-
num vallingarnar uttan at
taka nøkur óráð fyri. Sam-
bandsmenn mugu ganga
við uppá, at gøtan leiðir
fram at fullveldisfløttinum.
Men tey sjálvstýrissinnaðu
mugu viðganga, at tað er
fult út demokratiskt og
loyviligt at stegða á áðrenn
fullveldi og velja eina
skipan við sjálvræði innan
fyri ríkismarkið.
Fyri Føroya fólk vóni eg,
at vit í Sambandsflokkinum
saman við øðrum flokkum í
eini breiðari semju kunnu
vísa á skilagóðar og tryggar
slóðir ígjøgnum kava og
gler, sum geva úrslit og
trivna og avrik. Vit kunnu
tá gevast við keglinum og
grenjinum og persónliga
klandrinum.
Samhald má vera!
UMMÆLI
Ólavur Hátún
Seinasta sunnudag bjóðaðu
Nes Sóknar Musikkfelag
og Harmoniorkestrið GHM
til konsert bæði í Fríð-
rikskirkjuni og í Vestur-
kirkjuni.
Mær bar tað til at hoyra
konsertina í Havn, og lat
tað verða sagt beinanvegin,
at hetta gjørdist tónleika-
løta, sum tú komst heim-
aftur frá við ríkaðum sinni.
Martin Mouritsen var
leiðari hjá báðum orkest-
runum, og hjá honum vita
tónleikararnir seg at vera í
tryggum
hondum.
Nes
Sóknar Musikkfelag legði
fyri, og beinanvegin varn-
aðist tú aftur, hvussu há-
bærsliga
málmklangurin
hóvar í einari kirkju. Sum
tann góði musikkuppalarin
Martin er, havði hann í
skránni lagt seg eftir tón-
leiki, sum hjá orkestrinum
vekir ans fyri góðum ljómi,
og tað er besta grundstøði
hjá einumhvørjum ljómliði
til framhaldandi menning.
Samanumtikið upplivdi tú
her eina cantabile løtu við
tilkomnum og ungum spæl-
arum, sum gevur góðar
vónir fyri framtíðini hjá
Nes Sóknar Musikkfelag.
Ein fyribils hæddarløta
var tað, tá ið bæði or-
kestrini síðan spældu sam-
an. Ljómurin vaks í sínum
veldi og gjørdist enn ríkari,
tá ið træblásararnir komu
uppí.
Tú upplivdi her eisini,
hvussu væl Vesturkirkjan er
egnað til størri kirkjuligar
tónleikaframførslur,
so
rúmsáttur kórparturin er.
Yndisligt var at líta og
lýða á, tá ungu systrarnar
Durita og Birita Lamhauge
Jóansdøtur spældu Haydn-
trio fyri tvær floytur og
bassklarinett saman við
floytulæraranum
Katju
Volovelskaja.
Harmiligt
fyri Bartal Nolsøe Poulsen
at honum vegna sjúku
skuldi berast frá at spæla
aðra floytuna. Hinvegin var
tað at frøðast um, hvussu
lærarar og næmingar á
hesari konsert vóru felags
um at fremja tónleik á
høgum stigi. Millum tey
ungu í GHM sat Kenneth
Jones, sum í góðari sam-
vinnu millum musikkskúl-
an, Harmoniorkstrið GHM
og Havnar Hornorkestur
skapar nýtt støði til tað
slóð, sum landsmenn hans-
ara fyri honum hava lagt í
tónleikalívið í Havn. Eisini
er at nevna klarinettlæraran
Peder Riis-Jensen, sum
stuðlandi fyri sínar næm-
ingar sat í frammaliga í
kirkjuni. Ikki er heldur at
forgloyma
floytulæraran
Andreu
Heindriksdóttir,
dagligur leiðari hjá GHM,
sum hesaferð vegna gleði-
ligar umstøður hevði latið
starvsfelaganum Martini
dirigentpinnin burturav.
Tað er ikki mín søk so
nágreiniliga at ummæla or-
kesturtónleik;
men
eg
hugsi, at eisini tey, sum eru
meira før á hesum øki,
mundu taka undir við mær í
teirri meting, at so væl-
ljómandi og musikalskt
gjøgnumført orkesturspæl,
sum GHM framdi sum
seinasta tátt í hesari kon-
sert, hevur sjaldan verið at
hoyra her á landi. Martin
Mouritsen er tann føddi
orkesturleiðarin. Við lítil-
látnum lótum og tó við
myndugleika fær hann latið
upp fyri tónleikinum og
samansjóðað sína sannfør-
ing við við teir møguleikar,
sum tey leikandi bera í sær.
Mær rann løtan í huga, tá
Martin við sínum 65-
manna Føroya Ungdóms-
harmoniorkestri
bergtók
teir túsund áhoyrararnar á
norðurlendsku
musikk-
skúlaorkesturstevnuni
í
Kolding á sinni. Hevði
hildið, at slíkt samanspæl,
har landsins mest fram-
komnu ungu blásarar fingu
høvi til í felag at menna seg
og at fremja tónleikalig
avrik, sum tey flestu annars
ikki hava høvi til, mátti
verið ein táttur at tikið
uppaftur í musikkskúlans
arbeiði.
Men tá nú alt var so væl
úr hondum greitt til hesa
konsert, mátti tú undrast á,
at so óskettið var farið um
prentaðu skránna. Lagið til
“Nú hvítna tindar fjøllum
á” gjørdi danska tóna-
skaldið J.H. Nebelong og
ikki nakar Reinagle. Hans
Viðstein gjørdi lagið til
“Eitt lítið fjallaland”, og
lagið til “Mítt føðiland” er
ikki eftir Hans J. Højgaard,
men Petur Alberg. Enda-
málið við skránni er jú at
vera áhoyrarunum til upp-
lýsingar og skapandi lista-
fólkunum til viðurkenn-
ingar; tí má tann lítli
parturin í fyrireikingunum
vera í lagi.
Men tónleikaløtan í Vest-
urkirkjuni hetta sunnu-
kvøldið 18. mars verður tó
sitandi í sinninum sum ein
sera vøkur uppliving.
Samband má vera!
Vøkur tónleikaløta í Vesturkirkjuni