Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 14 Nr. 58 - 23. mars 2001 gult cyan magenta svart Frá fríggjadegi 23. mars til hósdagin 29. mars Fres Fríggjakvøldið kl. 18.30 Kolumbus 1:26 Basalt Mikukvøldið og komandi mikukvøld verður tað hyggjarin, ið avger, hvør James Bond filmur verður vístur á TV3. James Bond filmarnir eru altíð væl dámdir, og tí fer TV3 at vísa nakrar enn einaferð. Mikukvøldið stendur valið millum Goldfinger frá 1964, Dr. No frá 1962 og From Russia With Love frá 1963. Allir hyggjarar kunnu ringja á danska nummarið 90 500 007 og velja tann filmin, tey heldur vilja síggja mikukvøldið. Ikki altíð havi eg tíð til at seta meg at hyggja eftir Degi og viku klokkan 20 trý kvøld um vikuna. Havi eg varhugan av, at okkurt týdningarmikið fer at koma, so verður sendingin tikin uppá sjónband, men, hondina á hjartað, tað er sjáldan at eg seti meg at hyggja eftir hesum heima- gjørdu upptøkum, um eg áðrenn havi fingið "tíðindini" við. Tíðindini klokkan hálv- gun sjey siga mær ofta, um tað er vert at síggja Dag og viku ella ikki. Tey eru mítt barometur, men tað er ikki altíð álítandi, tí- betur. Týskvøldið 20. hevði eg fingið hald í nakkan og var tí heima hetta kvøldið. Nú var lag á manni: Dagur og vika "live". Innsløgini hetta kvøldið vóru: Verk- fallið hjá pedagogunum, ILA og sóttreinsan, nýtt suðuroyarskip, eldrapoli- tikkur á arbeiðsplássum, koppaður boripallur í Brasilia, uppreistur í Kos- ovu, fiskimannaverkfall í Íslandi, Dráttur føroya- meistari í flogbólti hjá kvinnum og síðani kjak í staðin fyri Breddan. Fjøll- broytt og við hvørt áhuga- vert og vardi hetta í uml. 33 minuttir. Vanliga verður sagt, at Dagur og vika varðir í eitt korter. Eg havi ikki pláss til at viðgera hvørt innslagið sær, men fyrsti spurning- urin til Karitu Bjørklund um hví pedagogarnir fóru í verkfall var púra burtur- við. Hetta vistu føroyafólk. Helt meg eisini hoyra á henni, at hon hevði ikki roknað við hesum spurn- ingi. Svarið var eitt skal- eg-verðuliga-siga-tað- einaferð-afturat svar. Tá hon var liðug at svara, var ikki tíð til at tosa við hana meira. So til kjakið. Tveir politikarar. Ein ung- ur og ein eldri. Tann ungi nýhugsandi og royndi bert at koma á tal við tann eldra, men tann eldri var fastlæstur í síni vanahugs- an. Har var bara einki at gera. "Ogur skula hava eitt skip, sum siglir 21 míl ella einki." Hann var ikki kom- in fyri at fáa nakað kjak í lag í sjónvarpsstovuni. Verturin, Kartin Petersen, kom sera væl frá síni upp- gávu, hon royndi á ymsan hátt at fáa nakrar hugsjónir út í luftina, men alt endaði við 21 mílum og beinleiðis á Tvøroyri ella Vág. Síðani kom Globus. Ein reportaga frá DR1 um støðuna í Kosovu. Send- ingin var hegnisliga pakkað inn í SvF pappír, men tað plágar ikki meg. Tó má føroyskur tekstur vera eitt minsta krav, og áhugavert kundi verið at fingið ein føroying at gjørt viðmerkingar til tíðindir uttan úr heimi. Dagur og vika við Globusi vardu í 51 minuttir. Sig so tað. Í vikuni søgdu vit eisini góðanátt við frálíku ensku sjónvarpsrøðina um Oliver Twist. Klassikarin hjá Charles Dickens er ein verðuligur klassikari, tí at innihaldið hevur nakað at bera øllum. Afturvendandi evnið um tað ónda og tað góða, kærleika og hatur, fátækdømi og girnd verður tulkað av hvørjum ættar- liði sær, og tí verður søgan endurtikin ferð eftir ferð í ymiskum búna. Hetta megna bert heilt fáar skaldsøgur innan heims- bókmentirnar, eitt nú tær hjá Dickens, Tey vesalu og Klokkarin hjá Hugo, Anna Karenina hjá Tolstoy o.s.fr. Til síðst vil eg ráða teimum,ið hava møguleika til tess, til at lurta eftir Leysaløtuni á Rás 2 heldur enn endursendingum hjá ÚF. 21 míl ella einki. James Bond – hyggjararnir avgera Mánakvøldið kl. 19.00 Sunnukvøldið kl. 20.00 Søndagsfilmen: Playing God Sunnukvøldið kl. 20.55 Týskvøldið kl. 18.30 Árant Hansen ummælir: Tað verður kampval á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í kvøld, fríggjakvøldið. Limirnir skulu gera av, um Lisbeth L. Petersen megnar at syfta Ed- mund Joensen, sum hevur verið formaður í tíggju ár, úr formans- sessinum FORMANSVAL John Johannessen Sambandsflokkurin gongur í tveimum fylgjum fyri tíðina. Annað fylgið er tað, ið ynskir Lisbeth L. Petersen til nýggjan formann í flokkinum, meðan hitt fylgið ynskir at varðveita Edmund Joensen í formans- sessinum. Støddin á báðum fylgjunum er á leið tann sama. Tí er tor- ført at meta um, hvør er for- maður Sambandsfloksins eftir formansvalið fríggjakvøldið. Limirnir í fylginum hjá Lis- beth L. Petersen eru úr Unga Sambandinum, sambandsfel- agnum í Suðurstreymoynni og úr Eysturoynni fyri tað mesta. Limirnir í fylginum hjá Ed- mund Joensen eru fyri tað mesta úr Norðoyggjum, Vág- um, Suðuroynni og møguliga eisini Norðurstreymoynni. Formansvalið í Sambands- flokkinum er soleiðis skipað, at tey sjey valfeløgini í ávika- vist Norðoyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy, Suður- streymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy atkvøða við fimm at- kvøðum í part. Sostatt er at- kvøðutalið frá valfeløgunum tilsamans 35 atkvøður. Síðani hevur Unga Sam- bandið fimm atkvøður, teir seks tinglimirnir hava eina í part, kassameistarin í flokkin- um hevur eina, næsformaður- in hevur eina og at enda hava teir tríggir limirnir í starvs- nevndini hjá Sambandsflokk- inum eina atkvøðu í part. Er flokkurin umboðaður á Fólkatingi, hevur fólkatings- limurin eisini eina atkvøðu, eins og landsstýrismenn hava eina atkvøðu í part, tá flokk- urin er í samgongu. Umboðar ungdómin Orsøkin til, at Lisbeth. L Pet- ersen er valevni til formans- valið í Sambandsflokkinum í kvøld, er ein áheitan frá ung- dómsfelagnum hjá Sambands- flokkinum, Unga Sambandin- um. Unga Sambandið heldur, at Sambandsflokkurin hevur brúk fyri einum nýggjum andliti úteftir, og at Lisbeth L. Petersen er væl egnað, sum hetta andlit. Tí spurdi Unga Sambandið Lisbeth, um hon vildi stilla upp ímóti Edmundi Joensen, og hon játtaði. Sostatt kann sigast, at Lis- beth L. Petersen er valevnið hjá Unga Sambandinum, og tískil kann roknast við, at Ungdómurin fer at suðla henni við sínum fimm atkvøðum til formansvalið. Sambandsfelagið í Suður- Formansval í Sam Hólmgongan verð Verandi formaður Sambandsfloksins virðir fólkaræðis- ligu avgerðina um at stilla Lisbeth L. Petersen sum mót- valevnið til for- mansvalið FORMANSVAL John Johannessen Tá tú ert á toppinum er bara ein vegur, og hann er niðureftir. Hetta staðfestir Ed- mund Joensen, verandi formaður Sambands- floksins. Edmund Joensen sig- ur seg virða avgerðina hjá Unga Sambandi- num, um at stilla Lis- beth L. Petersen upp til formansvalið, fult út. – Hetta eru nú eina- ferð fólkaræðisligu treytirnar í nýggja bygnaði floksins, sum eg sjálvur havi verið við til at gjørt. Tað kostar at hava ein opn- an flokk, har øll kunnu siga sína meining, stað- festir Edmund Joensen. Edmund Joensen hevur verið formaður Sambandsfloksins í tíggju ár. Og hetta tíð- arskeiðið hevur hann upplivað mangt. Hann var løgmaður í tíðar- skeiðnum frá 1994 til 1998. Løgmansskeiðið byrjaði við svárari bú- skaparligari kreppu, men tá Edmund fór úr løgmanssessinum vóru aftur uppgangstíðir í Føroyum. – Eg eri glaður fyri, at politikkurin hjá okk- um hetta tíðarskeiðið eydnaðist. Serliga eri eg glaður fyri, at vit fingu eina loysn á bankamálinum, at vit fingu sett Framtaks- grunnin á stovn, at vit framdu bygnaðarbroyt- ingar í almennu um- sitingini og at vit løgdu fiskavirkini saman í Fiskavirking, sum í dag er eitt ógvuliga væl koyrandi felag, sigur Edmund Joensen. Verður Edmund Jo- ensen afturvaldur til forman í Sambands- flokkinum, ætlar hann at føra somu hørðu linju móti fullveldis- málinum. – Tað er neyðugt, at Sambandsflokkurin markerar seg hart ímóti fullveldisætlanini. Sambandsflokkurin er einasta alternativið til fullveldisætlanina. Vit vilja gera ítøkiligar broytingar innan fyri ríkið, meðan Javnaðar- flokkurin vinglar mill- um sambandsveingin og fullveldisveingin. Fólk skulu vita, at vit eru einasta alternativ, sigur Edmund Joensen. Kortini ásannar Ed- mund Joensen, at Sam- bandsflokkurin hevði fingið bestu broyting- arnar í ríkisfelagsskap- inum í lag, um hann fór í samgongu við Javn- aðarflokkin. Edmund Joensen tor- ir ikki at gita, um hann vinnur formansvalið í kvøld. Men hann vónar tað besta. – Eg vóni, at eg vinni. Men geri eg tað ikki, so koyrir lívið víðari. Eg ætli mær í øllum førum í veitslu saman við Sambands- flokkinum, um tað so verður til at gravøl ella veitsluøl, sigur lovar Edmund Joensen. Edmund Joensen: Kalt á toppinum Fakta Edmund Joensen Føddur 19. september 1944 á Oyri. Foreldur: Hansina f. Sam- uelsen úr Haldórsvík og Poul Joensen, Oyri. Kona: Edfríð Joensen, dóttir Jacobu og Hjalmar Johannesen, Norðskála. Fyrrv. størv: Frá 1959 sjómaður og í handilsvinnu, reiðaravirksemi og fram- leiðsluvirksemi hjá O. C. Joensen. Frá 1969 við í ali- virksemi og við til at stovna Fiskaaling í 1970. Nevndar- limur í Fiskaaling í 1973- 94. Fóðurmeistari í Fiskaal- ing 1978. Virkisleiðari á ali- støðini á Oyrabakka frá 1980. Stjóri á P/f O. C. Jo- ensen, Oyri til 1994. Nevndir: Limur í um- boðsnevnd L/F Føroya Fiskasølu 1985-94, limur í starvsnevnd í somu fyritøku 1987-94, nevndarlimur í Menningarráðnum og í Menningarstýrinum. Bygd- aráðslimur í Sunda bygdar- ráði 1970-80, limur í skúla- nevndini og formaður í stýrinum fyri Felagsskúlan á Oyrabakka. Formaður fyri tingbólki Sambandsfloksins 1990-94. Formaður Sambandsfloks- ins síðani 1991. Limur í løgtingsins ídnaðarnevnd, samferðslunevnd og markn- anevnd. Síðani mai 1998 3. næstformaður, formaður í landsstýrismálanevndini og limur í uttanlandsnevndini. Løgmaður sept. 1994 - mai 1998 Fólkatingsmaður 1994 - 1998. (Hevði varamann, meðan hann var løgmaður). Løgtingsmaður síðani nov. 1988- (Hevði vara- mann, meðan hann var løg- maður Heiðurstekin: Riddari av Dannebrog juni 1995. Ridd- ari av Dannebrog 1. grad januar 1997. Heimstaður: 450 Oyrar- bakki. Kelda: www.logting.fo Í kvøld skal stríðið standa, hvør í morgin myndar Sambandsflokkin úteftir. Edmund og Lisbeth hava 20 viss Edmund Joensen heldur Sambandsflokkin vera einasta alternativið til fullveldisætlan- ina. Hetta má veljarin vita, og tí ætlar hann at halda fram við stívrendu linjuna Mynd: Jens Kristian Vang