Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 24. mars 2001 11 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Nr. 59 • leygardagur • 24. mars 2001 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Ongland spøkir Enska Premier League felagið, Bardford, hevur fólk í Luksmburg, sum hava til uppgávu at meta um dygdirnar hjá Julian Johnsson Fótbóltur Jákup Mørk Tað frættist fyri stuttum umvegis heimasíðuna hjá Sogndal, at enska Premier league felagið, Bradford, er áhugað í at keypa Julian Johnsson. Ítróttarstjórin í felagnum hevur á heimasíðuni avvíst, at talan skal vera um eina møguliga sølu av landsliðs- leikaranum, men sjálvur sigur Julian, at hetta kortini ikki er so langt burturi. - Jú, tað er rætt, at Brad- ford hevur sýnt mær áhuga. Teir buðu mær yvir at venja fyri stuttum, og teir hava eisini boðað frá, at teir eru í Luksemburg, har teir ætla at hyggja eftir mær. Skulu skifta út Um áhugan frá enska felag- num, greiðir Julian frá, at teir eru á veg niður úr bestu ensku deildini, og at teir tí ætla at broyta spælarahópin nakað. - Teir hava í dag nakrar stjørnur, sum teir ikki hava ráð til, um teir flyta niður í næstbestu deildina. Eg havi fingið at vita, at teir ætla at selja hesar, og at eg eri ein av teimum leikarum, sum teir ætla sær at byggja eitt nýtt lið runt um. - Enn er so einki konkret hent í málinum. Teir hava boðað frá, at teir fylgja við, hvussu gongur hjá mær, men Sogndal sigur hinveg- in, at teir ikki eru so áhug- aðir í at selja. Eg veit ikki, hvussu nær ein møguligur handir liggur, men tað er púra greitt, at um Sogndal sigur ja, so eri eg farin. Sum sagt, so er Bradford í løtuni á veg úr bestu ensku deildini, men hetta tykist tó ikki á nakran hátt at nerva Julian. - Um eg hevði fingið møguleikan at sloppi til Onglands at spælt í næst bestu deildini, so haldi eg, at eg eri komin so langt, sum tað ber til hjá mær. Um tú spyrt meg, um tað er nakað mál hjá mær at sleppa í Premier League at spæla, so má eg siga nei. tað er so als ikki nakað, sum eg hugsi um, og sum sagt, so eri eg ovurfegin, um eg fái møguleikan at spæla í næst bestu deildini, sigur Julian Johnsson at enda. Bradford, sum spælir í Premier League, er áhugað í at keypa Julian Johnsson Hóast landafrøðiliga frá- støðan ikki er hin stóra, so var tað ein drúgv ferð hjá føroysku landsliðs- leikarunum, áðrenn teir mikukvøldið kundi seta fótin fastan í Luksemburg LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk/Álvur Haraldsen úr Luksemburg Landsliðsspælarar munnu við tíðini vera vanir við at ferðast nakað, tá dystir ymsa staðni í Europa standa á skránni. Tað man tó vera sjáldan, at ferðingin er so nógv — sæð í mun til frá- støðuna, sum hon var, tá lands- liðið mikkudagin skuldi til Luksemburg. Teir, sum fóru við leiðini hjá Strandfaraskipum Landsins, skuldu møta á Farstøðini í Havn kl. 9.30 mikumorgunin, og tað var ikki fyrr enn klokkan gott 22.00, at landsliðsleikararnir fingu fótin fastan, og tá áttu teir framvegis ein lítlan busstúr heim á hotellið, áðrenn teir reið- uliga kundu finna seg til sættis. Ferðin kendist mundi eisini kennast eyka drúgv, tí flogfarið hjá Atlantsfolg var seinkað, Ikki fyrr enn klokkan 13.00 varð far- ið úr Vagunum, og síðani varð bíðað nakrar tímar, áðrenn útisetarnir løgdust afturat hópi- num. Skjótt grøddur Ein av útisetunum, sum er við á ferðini, er Julian Johnsson, sum dagliga er yrkisleikari í Sogndal í Noreg. Fyri fáum vikum síðani var annars líkt til, at Julian ikki var tøkur til dystin. Eitt beinbrot í einum venjingardysti móti Brann Bergen merkti eftir øllum at døma, at rennisterki miðvall- arin ikki kundi vera við til dyst- irnar mót Luksemburg og Russ- landi. Sjálvur sigur Julian, at tað var rættiliga skjótt, at læknarnir staðfestu, at talan ikki var um veruligt beinbrot. - Talan var um eitt brotstykki, sum var farið av beininum, og ikki eitt rættiligt brot, sigur Juli- an. - Eg slapp sostatt at venja nakað, longu eftir fyrstu vikuna. Tað vil siga, at eg kundi ikki gera nakað serligt um meg, men eitt sindur av renning og soleið- is. Spurdur, um hann tá hevði hugsað nakað um, hvussu var við landsliðnum, sigur hann, at hann ongantíð hugsaði um at geva avboð til hetta. - Eg setti mær eitt mál at verða klárur til venjingarleguna, sum vit í Sogndal hava verið í á la Manga. Hetta hevur eydnast, og eg havi eisini spælt við í trim- um venjingardystum, so hóast formurin sjálvandi kundi verið betri, so eri eg hampuliga væl fyri kortini, sigur Julian at enda. Drúgv ferð Eftir fýra ár í bíðistøðu, sleppur Jákup á Borg kanska at bíta seg fastan á landsliðinum leygardagin. Tað verður so upp til hann sjálvan LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Tað eru nú liðin hálvt triðja ár síðani, at Jákup á Borg kom við á fótbóltslands- liðið, men enn hevur tað ikki eydnast honum at bíta seg fastan á liðnum. Leygardagin er tó líkt til, at álopsmaðurin hjá B36 fer at fáa møguleikna. Í fráver- una hjá Allani Mørkøre røkti Jákup vongverjasessin í Spania herfyri, og alt bendir eisini á, at tað verður uppgávan hjá honum at røkja hendan sessin leygar- dagin. Hóast hann sostatt hevur nýtt størsta partin av tíðini á beinkinum, tá hann hevur verið við landsliðnum, tyk- ist Jákup tó ikki á nakran hátt at vera firtin, tí hann ikki fær møguleikan. - Trupulleikin hevur bara verið tann, at eg ongantíð hava sligið ordiliga til, tá eg havi fingið møguleikan, sigur Jákup. Sjálvandi kann mann ótolnast, tá mann ikki kemur á vøllin, men tað er so mín egna skuld, at eg ikki havi eitt fast pláss á liðnum. - Tá vit so vóru í Spania, varð eg settur á vongbakk- in, eftir at Allan varð skaddur, og sjálvur haldi, at tað gekk væl hjá mær. Tað er annars sama pláss, sum eg spældi, tá eg byrjaði á 1. liðnum hjá B36, so tað er ikki nýtt fyri meg. - Sum so dámar mær eis- ini væl at spæla á hesum plássinum, hóast eg eri á- leypari í Føroyum. Snøgt sagt, so eri eg ov lítil til at spæla í álopinum hjá lands- liðnum, har tað ofta eru sera sterkir verjuleikarar, sum eg skal spæla ímóti. Vónin er altíð til staðar Sum sagt, so gekst væl hjá Jákupi á vongverjasessin- um í Spania, men hóast hetta, so tykist tað ikki, sum um hann í størri mun roknar við at byrja inni hes- aferð. - Tað er klárt, at tú altíð vónar at fáa eitt pláss á liðnum. Ger mann ikki tað, so hevur mann einki at gera á liðnum. Møguleikin er kanska eisini betri hesa- ferð, tí Pól hevur leikbann og Allan Mørkøre er skadd- ur, og fári eg møguleikan, so er bara at taka hann. - Eg skal kanska verða eitt sindur frekari, tá eg spæli, tí tað hevur nokk verið størsti trupulleikin hjá mær á landsliðnum. Tað er so bara nakað, sum eg má arbeiða við, og sum sagt, so ætli eg mær sjálv- andi at taka av, um eg fái møguleikan. Í øllum førum er tað tað, sum eg havi sett mær fyri. At vera minni passivur, tá eg spæli. Eingin broyting Spurdur, hvussu hann ætlar at løða seg sjálvan, um so er, at hann fer at teljast millum teir fyrstu ellivu leygardagin, svarar Jákup, at tað helst ikki verður øðr- vísi enn vanligt. - Eg kenni einki til liðið hjá Luksemburg, so talan er so ikki um at hava ov stóra virðing fyri mótstøðuni. Annars haldi eg ikki, at tú sum spælari skalt gera nak- að serligt fyri at seta teg upp, tá tú spælir á lands- liðnum. Tá er mann altíð fult uppsettur, líka mikið um talan er um eitt pláss á vøllinum ella á beinkinum, sigur Jákup á Borg at enda. Jákup á Borg telist annars millum yngru menninar á landsliðnum. Hann er í dag 21 ára gamal, og hevur spælt við í 10 landsdystum, tó at tað bert í tveimum førum hevur verið frá byrj- an. Nakað seinkað fekk gøtu- maðurin landsliðsboð, og hóskvøldið fór hann við flogfarið úr Hollandi Landsdystur Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk úr Luksemburg Orsakað av mongu avboðunum, gjørdist tað neyðugt hjá lands- liðsvenjaranum at senda boð eft- ir nýggjum leikara. Ikki kann sigast, at Allan Simosen fór yvir um ánna eftir vatni, tí nýggi leik- arin er tann, sum framman und- an var nærmast við føroyska landsliðshópin. Súni Olsen, sum flestu annars roknaðu við í upprunaliga hóp- inum, fór úr Hollandi hóskvøld- ið klokkan 8.30. Miðvallarleik- arin var fyrstu ferð við í hópi- num, tá landsliðið spældi venj- ingardyst móti Svøríki, og var harumfarmt eisini við á venjing- arleguni í Cadiz í Spania herfyri. Sambært landsliðsvenjaranum stóð Súni seg væl ta ferðina, og nú hann eisini tykist at hava vunnið fast pláss á liðnum hjá FC Zwolle, er einki at ivast í, at tað er ein maður í góðari venj- ing, sum Allan Simonsen hevur fingið afturat liðnum. Møguleikin er nú - Tað er fyrst og fremst mín egna skuld, at eg enn ikki teljist millum føstu leikararnar á landsliðnum, sigur Jákup á Borg Súni verður við