Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 24. mars 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 59 - 24. mars 2001 gult cyan magenta svart Fleiri av spælarunum á føroyska landslið- num liggja sjúkir í Luksemburg Landsdystur Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Tað er ikki sørt, at lands- liðsvenjarin, Allan Simon- sen, hevur nóg mikið at hugsa um, nú hann skal gera av, hvørjir ellivu skulu byrja inni, tá føroyska landsliðið fer á vøllin leyg- ardagin. Sjúka ger í løtuni rætti- liga nógv um seg í lands- liðsleguni, og hetta ger, at tað er nakað langt ífrá, at Allan kann senda sítt ynsk- islið inn á vøllin. Klaksvíkálop Hvussu støðan er, tá lesarin hevur blaðið í hondini, er ilt at siga, men hóskvøldið stóð í øllum førum einki serligt til. Ikki færri enn tríggir spælarar eru í løtuni í seingini, og í øllum førum mugu tveir teirra vanliga roknast millum fremstu evnini í byrjunaruppstill- ingini. Longu áðrenn farið varð úr Vágunum mikudagin, var greitt, at tað ikki stóð nakað serligt til við Una Arge. Influensa hevur rakt vandamikla framherjan, og hann hevur so heldur ikki verið við til tær venjingar, sum landsliðið hevur havt higartil. Undan evstamarki okkara varð tosað um, at Uni møguliga fer heim til Føroya, tá liðfelagarnir fara heim. Tí má tað metast sum sannlíkt, at tað hesa ferð verða tveir klaksvíkingar, sum fara at manna føroyska álopið leygardagin. Todi Jónsson hevur nakað av bruna í einari tá, men spælir heilt víst við, og ivaleyst fer hann at hava Kurt Mørkøre við liðina, tá farið verður á vøllin. Miðvøllurin hart raktur Umframt Una Arge, eru eisini tveir aðrir spælarar sjúkir, og fyri báðar er gald- anjdi, at teir helst skuldu spælt á miðvøllinum, um teir ikki vóru sjúkir. Sámal Joensen hevur longu í fleiri ár talst millum føstu fúsirnir hjá Allani Simonsen, men roknast kann so ikki við, at hann eigur pláss á liðnum hes- aferð, nú influensan ger um seg. Av teimum leikarum, sum eru við í hópinum, er Fróði Benjaminsen helst tann, sum líkist mest upp- lagda avloysaranum hjá Sámali. Nú støðan so tann, at Fróði eisini er sjúkur, og tí tykist júst sentrala mið- vallarplássið at vera størsti spurningurin undan leygar- degnum. Pól Thorsteinsson kundi ivaleyst røkt sessin, men leikbann hansara við- førir sjávsagt, at hann ikki er tøkur, fyrr enn til dystin móti Russlandi. Allan Mørkøre og Jens Kristian Hansen hava eisini røkt sessin áður, men sum kunn- ugt eru teir heldur ikki tøk- ir. Tað tykist tí sannlíkt, at talan verður um eina nýggja samanseting á mið- vøllinum. Júst hvør hendan verður, er ilt at siga, men allar helst verður talan an- tin um Jóhannis Joensen ella Johan B. Hansen. Triðji møguleikin er at taka Kurt Mørkøre aftur á miðvøllin, men ivaleyst ætlar Allan Simonsen at nýta hann í á- lopinum. Hóast landsliðið hevur havt trupulleikar við fyrireikingunum, so heldur Allan Simonsen ikki, at hetta er gjørt fyri at órógva føryska liðið Landsdystur Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Tað er ikki sørt, at føroyska landsliðið hevur havt trup- ulleikar í fyrireikingunum til landsdystin móti Luks- emburg. Sum kunnugt hevur sjúka í ólukkumát gjørt um seg, og harumframt hava eisini verið trupulleikar við venjingini.. Sostatt varð venjingin hóskvøldið flutt tvær ferðir, bóltar vóru ikki tøkir og so framvegis. Tað er næstan soleiðis, at tú fært varhugan av, tað er tilvitað, at venjingarum- støðurnar ikki eru av teim- um bestu. Eins og vertirnir við vilja royna at órógva fyrireikingarnar hjá okkara monnum. Allan Simonsen er tó ein royndur harri. Gjøgnum tíð sína í europeiskum stórfel- øgum, hevur hann verið við til eitt sindur av hvørjum. Hann letst heldur ikki á nakran hátt at vera ávirkað- ur av væntandi fyrireiking- unum, og sjálvur sigur hann eisini, at talan helst bara hevur verið um nøkur ó- happ hjá vertunum. - Eg rokni ikki við, at tað á nakran hátt er soleiðis, at teir við vilja royna at órógva okkum. Í dag máttu vit flyta venjingina, tí vøll- urin, sum vit ætlandi skuldu nýta, var undir í vatni. - Eg dugi ikki á nakran hátt at síggja, at teir við vilja ætla at órógva okkum. Tað dugi eg sum so heldur ikki at síggja nakra orsøk til, og eg ivist ikki í, at tað frá teirra síðu er talan um fair-play. Eg trúgvi ikki uppá, at nakað annað ger seg galdandi, sigur lands- liðsvenjarin. Komandi uppgávan telur mest Tað er annars einki at ivast í, at tey í Luksemburg leggja alla orku í at vinna dystin móti Føroyum. Her hava teir ein møguleika at spæla móti eini tjóð, sum á pappírinum er veikari, og ivaleyst vilja hvørki á- skoðarar, spælarar ella venjarar hava eitt tap sit- andi á sær, tá dysturin er liðugur. Støðan hjá okkara monn- um er tó ík mangar mátar lík teirra. Fleiri rokna dyst- in leygardagin fyri at vera tann týdningarmesta á ári- num, men heldur ikki hetta tykist á nakran hátt at ó- rógva Allan Simonsen. - Næsti dysturin er altíð tann týdningarmesti. Tað er so sera einfalt við tí. - Annars er Luksemburg jú eitt land, sum vit hava hug at sammeta okkum við, tá talan er um fótbólt. Gam- an í búgva her tíggjur ferðir so nógv fólk, sum í Føroy- um, men vit hava jú áður megnað at fingið góð úrslit móti størri londum, - Tað er allar helst soleið- is, at tað verður tað liðið, sum hevur rætta dagin, sum vinnur. Tíverri eru vit har raktir av sjúku í løuni, men tað er so nakað, sum vit bara mugu taka við. Tað er bara at vóna, at tað ikki verða fleiri leikarar, sum verða raktir av sjúkuni, tí støðan nú er ring. Eisini hava vit tveir smærri skaðar at dragast við, men tað verður helst í lagi, sigur venjarin, og sipar við hes- um til Toda Jónsson og Óla Johannesen. Todi hevur bruna í einari tá, meðan ÓIi hevur eina eyma hælsinu. Tá tygara útsendi at enda sigur við venjaran, at gagg- ur eru við í viðførinum, sig- ur hann flennandi, at tað eru fleiri, sum hava boðið seg til. - Tað verður so helst ikki nakar trupulleiki at fáa ellivu mans til dystin, men vit mugu bara vóna, at alt fer at laga seg. Eisini hóast sjúka og annað ger um seg. Fótbóltsfepur Tað er ikki løgið, um Allan Simosen er í døpurhuga. Tríggir av spælarum hansara liggja sjúkir í løtuni, og verða tí helst ikki tøkir leygardagin Óhapp koma altíð fyri - Næsti dysturin er altíð tann týdningarmesti, sigur Allan Simonsen um týdningin av dystinum móti Luksemburg Flogbóltsk apping á Giljanesi Dráttur skipar um vik- uskiftið fyri flogbólts- kapping fyri tey eldru liðini í høllini á Gilja- nesi. Umleið 40 lið hava boðað frá luttøku til hetta flogbóltsviku- skiftið hjá Drátti. Byrjað verður leyg- armorgunin klokkan 9.30 og spælt verður allan dagin. 2. deild hjá monnum og kvinnum spæla fyrra- part, meðan liðini í 1. deild og meistara- deildini fara á vøllin seinnapart. Allar kappingarnar uttan meistaradeildin verða avgjørdar leyg- ardagin, og For- mula.Fo letur heiður- stekin til vinnararnar. Eitt lið av føroysk- um spælarum í Dan- mark hevur boðað frá luttøku í meistara- deildini hjá monnum. Hetta liðið sær út til at vera væl fyri við mill- um øðrum Sigmundi av Teigum og Bárði Mikkelsen við á lið- num. Dráttur skipar eftir kappingarnar leygar- kvøldið fyri dansi í Sørvágs Bio, har B &Z spælir. Bussur koyrir millum bygdir- nar eftir dansin. Tveir dystir vera í 1. deild hjá monnum, meðan fýra dystir vera í fremstu kvinn- udeildinin um viku- skiftið. Hjá monnu- num skal Neistin taka ímóti nýkosnu føroy- ameistarunum úr Vestmanna, og Neist- in skal vinna fyri at røkka triðja plássi. Hjá kvinnum er kanska størri spenn- ingur í botninum enn í oddanum Hondbóltur Stefan í Skorini Mansliðið hjá VÍF tryggj- aði sær seinasta mikukvøld føroyameistaraheitið, tá lið- ið vann á KÍF í Vestmanna. Nú hevur liðið sum so einki annað at spæla fyri enn heiðurin, tí gullið er í hús. Hetta kann koma Neista- num til góðar, sum enn hevur møguleika fyri at vinna bronsumerkini. Sunnudagin møtast Neistin og VÍF í høllini á Hálsi. Liðið er trý stig aftanfyri grannarnar úr Kyndli, men Neistin hevur spælt ein dyst færri. Um teir megna at basa VÍF, so stendur stríðið um bronsumerkini púra op- ið. Tað er tó ikki væntandi, at VÍF fer at taka sær av løttum móti Neistanum, tí tað vóru havnarmenninir, ið tóku meistaraheitið frá vestmenningum í fjør. Hin dysturin verður mill- um KÍF og H71 í Vest- manna sunnudagin. Hoy- víkingar kunnu ikki kenna seg tryggar, tí Tjaldur er bara tvey stig aftanfyri á aftasta plássi. KÍF hevur hinvegin so gott sum tryggjað seg ímóti at enda aftast. Spenningur í botninum Tað hevur leingi verið greitt, at VÍF eisini fer at vinna føroyameistaraheitið hjá kvinnunum. Tær eru í løtuni átta stig frammanfyri Stjørnuna á øðrum plássi. Hinvegin er størri spenn- ingur um seinastu plássini, og hvør fer avstað við bronsumerkjunum. Niðast liggja Søljan og Tjaldur við fýra stigum í part, men vágakvinnur hava spælt ein dyst fleiri. Søljan tók fríggjakvøldið ímóti Neistanum, og sunn- udagin skulu tær til Vágs at spæla sín næstseinasta dyst í hesum kappingarárinum. Seinasti dysturin verður á heimavølli móti Tjaldri, og tað verður óivað ein spenn- andi botndystur. Neistin hevur ein góðan møguleika at vinna bronsu- merkini. Tær eru fýra stig aftan fyri VB, men Neistin hevur tveir dystir til góðar. Um neistakvinnur gera sítt ítarsta, er møguleiki fyri bronsuni. Leygardagin spæla Kyndil og Stjørnan í Havn. Stjørnan hevur enn ikki tryggjað sær silvurmerkini, men tær hava góð kort í hondini til tess. Ein sigur á Kyndli hevði mestsum ogn- að teimum silvur. Kyndlakvinnur hava ikki stórt annað at spæla fyri enn at sleppa undan botn- sessinum. Heiðursmerkini eru farin úr eygsjón, men tær skuldu megna at sleppa undan aftasta sessinum, sum Tjaldur og Søljan eru fremstu kandidatar at taka. Neistin fer eftir bronsuni Neistin vann sannførandi á grannunum úr Hoyvík hóskvøldið. Neistin eltir Kyndil á triðja plássi og nú er bara eitt stig millum arvafíggindarnar Hondbóltur Stefan í Skorini Tað eydnaðist Neistanum uttan stórvegis trupulleikar at basa H71 við átta mál- um. Munurin var fimm mál í hálvleikinum, og H71 megnaði ikki at minka um munin eftir steðgin. Ístaðin økti Neistin uppí átta mál. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin dróg Neistin so spakuliga frá hoyvíkingum, sum ikki megnaðu at fylgja við. H71 er nú í vanda fyri at enda á niðasta plássi, tí Tjaldur er bara tvey stig aftanfyri. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Halgir D. Olesen 6, Johnny Durhuus 4, Jákup Símun Simonsen 3, Rolf Mouritsen 2, Agnar Høj- gaard 2, Rene D. Olesen 1, Olaf Vestergaard 1, Janus Joensen 1 Neistin: Jacob Jónsson 6, Rune Møller 5, Kári Mort- ensen 5, Áki Mørk 4, Helgi Justinussen 3, Karl O. Ras- mussen 2, Jákup Sverri Kass 1, Rani Slættanes 1 Brotskøst: H71 2, Neistin 2 Útvísingar: H71 3, Neistin 2 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen H71 – Neistin 20-29 (12-17) Neistin vann sannførandi