leygardagur 24. mars 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001
17
16
Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001
FILMUR
Birgir Kruse
Tá vit siga Oscar, er tað
sum við so mongum inna
film og leiklist. Tað er ikki
tað, tað sýnist at verða.
Eisini navnið Oscar er ein
illusión. Rætta heitið á
virðislønini, sum hevur
verið handað síðani 1928
er The Academy Award.
Standmyndin, sum er
gylt, er til hæddar trettan
og ein hálvan tumma og
vigar hálvt níggjunda
pund. Tilsams 2365 stand-
myndir eru handaðar síð-
ani 1928, tá 13 bólkar
vóru at kappast í. Í dag
verður kappast í 23 yms-
um bólkum.
Tað var Cedric Gibbons,
sum við heitinum art di-
rector fann uppá hesa
standmyndina, sum mynd-
høggarin George Stanley
evnaði til. Fram til 1931
var einki ávíst navn knýtt
at standmyndini hjá The
Academy of Motion Pic-
ture Arts and Sciences. Tí
var hetta langa heiti nýtt.
Men ein dagin í Holly-
wood hetta árið, í 1931, sá
ein skrivstovukvinna, Mar-
garet Herrick at navni,
gyltu standmyndina. Tá
skuldi hon taka til »Why,
he reminds me of my
uncle Oscar«. Ein blað-
maður hoyrdi orðini og
festi tey á blað. Tá Marga-
reta seinni gjørdist for-
maður í The Academy of
Motion Picture Arts and
Sciences, sum letur hesa
virðisløn, hevði navnið
fest seg. Í dagligari talu æt
virðislønin einki annað
enn Oscar. So sum far-
bróðurin, ið bar eftirnavnið
Pierce.
Seinastu tvær vikurnar
hava tey í Havnar Bio havt
ikki færri enn 14 Oscar-
virðislønir í umfari á lør-
iftinum. Og telja vit filmin
um Dalmatinararnar við,
so koma vit upp á 15 Os-
car-virðislønir, sum eru í
uppskoti at vinna í ár. Nú
fáa fólk sunnanfjørðs høvi
at síggja hesar filmar í
Suður Bio.
Talan er um filmin um
tikaran á lopi, »Crouching
Tiger, Hidden Dragon«,
sum Ang Lee hevur leik-
stjórnað. Hesin áhugaverdi
leikstjóri er ættaður av Tai-
wan. Ein av mest áhuga-
verdu filmum hansara er
»The Ice Storm«, sum fyri
stuttum fekst á video í
útsølu í H. N. Jacobsens
Bókahandli í Havn. Aktu-
elli filmurin um »Tikaran
á lopi« teknar seg fyri ikki
færr enn tíggju ætlaðar
Oscar-virðislønir.
Tað er triðju ferð, at Tai-
wan er á borðinum hjá Os-
cari og teimum. Men sam-
stundis er ein franskur
filmur kappingarneyti um
virðislønina sum besti
fremmandi filmur. Ikki
færri enn 31 franskir film-
ar hava verið í uppskoti
gjøgnum árini og 9 ferðir-
nar hava teir vunnið.
Franski filmurin hesa ferð-
ina er »The Taste of
Others«.
Belgia, sum fimm ferðir
hevur verið í uppskoti,
møtir við filminum
«Everybody Famous« og
Meksiko, ið somuleiðis
hevur ligið framvið fimm
ferðir, møtir við filminum
«Ameros Perros«.
Áhugaverda filmslandið
Kekkia, sum bara tvær
ferðir hevur verið við,
vann hesa virðisløn í 1996
fyri filmin «Kolya«. Aktu-
elli kekkiski filmurin eitir
á enskum «Divided we
fall«.
Eins og virðislønin fyri
besta fremmanda filmin er
áhugaverd, so er sama
galdandi við virðislønin
fyri besta upprunahandrit-
ið. Tí her sæst, ár eftir ár,
hvør dugur og verður hild-
in at duga, at skriva til
film.
Ein filmur, sum í hesum
føri – og trimum øðrum –
er í uppskoti at fáa Oscar-
virðislønina, er »Almost
Famous«. Ein serstakliga
hugtakandi filmur um ein
rokkjournalist, sum roynir
at fáa stjørnurnar á tal, m.
a. Black Sabbath, í sjeyti-
árunum. Søgan er ikki
langt frá at vera ævisøga
hjá Ben Fong Torres, sum í
dag er blaðstjóri á Rolling
Stone. Umframt »Almost
Famous« verða bestu upp-
runahandritini í ár hildin at
verða knýtt at filmunum
Billy Elliot, Erin Brocko-
vich, Gladiator og You can
count on me.
Mánanáttina verður
greitt, hvussu býti verður í
øllum teimum 23 Oscar-
greinunum, kappast verður
í.
Postboks 19, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: birgir@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
EG MEINI TAÐ
SJÓNARMIÐ
Sonne Smith
Tað er helst logiskt á donsk-
um, tí tað er so avbera logiskt
á eingilskum, men tað er ikki
logiskt á føroyskum, at Høgni
Hoydal hevur boygt seg fyri
einum kravboðum. Hugsið
tykkum Høgna Hoydal standa
samankrøktan, boygdan, tí
hann fekk ikki sín vilja í full-
veldismálinum. Hugsið tykk-
um Høgna Hoydal, sum
boygdur hevur mist andlit.
Høgni Hoydal hevur í fjøl-
miðlunum gjørt alt annað enn
tað, man kundi væntað var
logiskt. Mær vitandi slakaði
hann ella bakkaði fyri at
bjarga sær undan til dømis
eyðmýking. Í hesum nýggja
ólogiska barnamálinum er
hann mestsum fyri øllum
ólogiskum málsligum
brongli. Málið er fullkomu-
liga spastiskt vorðið.
Um hetta er knarr og
grenj? Ja, tí eg skilji ikki før-
oyskt longur. Ikki tí at eg
dugi so illa føroyskt, men tí
at eg vil ikki slaka fyri øllum
hesum ólogisku klisjeunum,
sum ótálmaðar herja í okkara
fjølmiðlum og millum polit-
ikarar og stjórar og frøðingar
av øllum handa slag. Eg læri
føroyskt hvønn einasta dag
og royni at gera mær ómak at
brúka málið eftir førimuni.
Eg fái ilt hvønn dag, eri í
øðini hvønn dag um alt hetta
vrøvlið og tvætlið, sum verð-
ur borðreitt fyri okkum í
fjølmiðlunum, í Løgtinginum,
við stjórans skriviborð, í lýs-
ingum og kunngerðum. Tað
er so himmalrópandi, skríggj-
andi ørt og ólogiskt, at tað
einasta, sum er at gera í løt-
uni, er at gera vart við hetta
møsnið og tvætlið. Alt hetta,
sum spillir okkum dagin.
Hygg her! Í morgin er
evstamark fyri heintan av at-
gongumerki. Klokkan 17 í
dag er evstamark fyri keypan
av mjøli. Dagin aftan á í
morgin er evstamark fyri
málan av skipi. Hevur nakar
hoyrt so skapt. Hvat ólukkan
feilar?
Klokkan gjørdist hálvgum
sjey. Tað ber ikki til at siga
so, tí hvussu ber ein klokkan
seg at við at gerast nakað
sum helst? Hví skal alt gerast
nú? Og hví í allari víðu verð
er tað byrjað at regna uttan-
fyri? Ber ikki til at siga, at
tað regnar? Og er tað ikki so,
at tað bara regnar úti?
Og hoyr! Flokkurin hevur
lagt fyri tingið uppskot. Alt í
lagi at flestir føroyingar eftir
øllum at døma siga taka upp
epli. Men hví f.... skulu vit
partú geva út bøkur, sýna
fram málningar, skriva niður
eini boð? Tað eitur annars at
skriva upp, so frægt veit eg.
Er tað fínari at siga for-
handla enn samráðast ella
tingast? Og so hetta hjarta-
suffið – nei, hjartarópið. Hví
í Guds garði eru nú næstan
allir politikarar við eltandi
fjølmiðlum farnir (ikki byrj-
aðir) at siga, at til dømis Poul
Nyrup Rasmussen hevur
meldað út? Hann er komin
við einari útmelding. Aftaná
ta seinastu útmeldingina frá
Poul Nyrup. Kann hann ikki
heilt logiskt hava sagt nakað í
staðin fyri at útmelda nakað?
Í handlum kanst tú finna ta
og ta vøru. Hví? Hava tey
krógvað vøruna? Er tað ikki
bara soleiðis, at tann og tann
vøra er at fáa?
Í handlum ella á stovnum
kanst tú fáa tað og tað av-
greitt, um tú ynskir tað. Ber
ikki til at siga um tú vilt tað?
Jú, eg ynski tær alt tað besta,
og eg ynski mær nakað ser-
ligt í jólagávu. Annars keypi
eg tað, tí eg VIL hava tað.
Ein nýggjur handil er opn-
aður! Tað hevði verið líka so
frægt at sagt, at ein nýggjur
handil er opaður – innanopin
– opin innan. Men at siga at
ein nýggjur handil er latin
upp – ella upplatin. Tað ber
ikki til longur.
Jú, eg má sleppa at siga tað
aftur nú. Tað eitur UTTAN-
LANDS – ikki uttanlanda, tí
ert tú uttanlands, so merkir
tað, at tú ert IKKI í til dømis
Føroyum, altso í hesum land-
inum. Hvussu skalt tú so bera
teg at við at vera uttanlanda?
Og landið eitur Brasil. Tað
er høvuðsstaðurin, sum eitur
Brasilia.
Fyrigevið mær hesa tøð-
byttu. Men eg noyðist at siga
tað. At sleppa at kverulerað,
tí tað er eingin logikkur í at
fáa ein tíðindafloym fyri og
annan eftir bornan inn í
hugan, sum eingin logikkur
er í.
Málið er logiskt. Tað er
eitt amboð.
Tað var tað. Eg má gevast.
Klokkan er fimm minuttir
yvir sjey.
Tú vágar tær ikki at siga, at
klokkan gjørdist fimm
minuttir yvir sjey!
Rópti nakar
Oscar?
Føroyskt
er tað so ikki
RURA Á ÍSLENDSKUM. Í 1999 Gav Føroya Skúlabókagrunur út bókina hjá Þóru Þóroddsdóttir »Rura«.
Í mei kemur hon á íslendskum »Að hreyfa sig og hjúfra« og arbeitt verður samstundis við eini danskari útgávu
Bøkur til útflutnings
SAMRØÐA
Birgir Kruse
Bókin »Rura« er uppruna-
føroysk yrkisbók um
rørslumenning og sansa-
skipan hjá føroyskum
børnum. Útgávan er ætlað
foreldrum og øllum, sum
fáast við at menna børn,
ansa teimum og stuðla.
Tvey ár eftir útgávuna er
longu áhugi sýndur at geva
hana út bæði í Íslandi og
Danmark. Og tað er ein rár
hending, at ein uppruna-
føroysk bók kemur á
tveimum fremmandum for-
løgum.
– Fyri nøkrum árum síð-
an undirvísti eg á einum
tvørfakligum skeiði í
Reykjavík, sigur Þóra
Þóroddsdóttir. Tað var ís-
lendska fysioterapeutfel-
agið, sum skipaði fyri, og
evnið varð júst tað sama,
sum eg taki upp í bókini,
sum kom í 1999 og fekk
heitið »Rura«, sigur Þóra.
Síðani tá hava íslendskir
fysioterapeutar viðhvørt
havt samband við meg, og
onkrir hava verið her í Før-
oyum, ferðast við mær um
landið, og fingið meiri
praktiska frálæru um kann-
ing, greining og viðgerð av
sansaskipanarbørnum.
– Hetta hevur kveikt á-
huga fyri at menna al-
mennan skilning í Íslandi
fyri hesum hugtakinum og
teimum trupulleikum, ið
hesi børn hava at dragast
við, og harvið benda á
tørvin á likamligari stimbr-
an av einum ávísum, breið-
um barnahópi í nútíðar-
samfelagnum, sigur Þóra
um evni og tað tilfar, hon
hevur savnað og viðgjørt í
bókini »Rura«.
Føroysk
og íslendsk bók
Longu meðan Þóra ar-
beiddi við at skriva bókina
á føroyskum, hevði hon tí
eina íslendska útgávu í
huga, og skrivaði tann ís-
lendska tekstin mest sum
samstundis, sigur hon.
– Nógv góð fólk í Ís-
landi hava stuðlað mær,
sigur Þóra, sum sjálv er
ættað av Akureyri. Bæði
læknar, fysioterapeutar,
lærarar og foreldur. Og
úrslitið av hesum er nú tað,
at forlagið Ásútgáfan á
Akureyri gevur bókina út í
næstum. Væntandi verður
hon á marknaðinum í mai,
sigur ein fegin Þóra.
Útgávan fær fíggjarligan
stuðul frá Þroskahjálp, sum
er foreldrafelag hjá børn-
um, sum onkursvegna hava
havt trupult við at mennast
til fulnar og at trívast í
leiki og starvi. Haraftrat
hevur norrøni týðinga-
grunnurin eisini stuðlað.
Donsk útgáva
Tann danska útgávan av
bókini »Rura« er komin
soleiðis í lag, at ein lærari
við Tofta Skúla, Solveig
Debess, av sínum einting-
um hevur týtt bókina til
danskt. – Hon bar mær
týðingina, fullfíggjaða,
eina ferð í heyst, við orð-
unum Ger so væl. Eg
gjørdist sjálvandi bæði ov-
farin og ovurfegin, tí tað er
eitt megnararbeiði at týða
eina heila bók, og so har-
aftrat at gera tað í knappari
og dýrmætari frítíð, sigur
Þóra.
– Vit báðar sendu síðan
týðingina til danska for-
lagið Borgen, ið hevur tik-
ið sera væl ímóti tekstinum
og arbeiðir nú við at fáa
bókina út á donskum.
Hevur verið neyðugt at
broyta nakað í innihaldin-
um, nú upprunaføroyska
bókin kemur á bæði ís-
lendskum og donskum?
– Tá ið tú skrivar tín
egna tekst á øðrum máli
enn upprunamálinum, hev-
ur tú bæði frælsi og hug til
at bøta um og gera ávísar
broytingar, men tær eru í
flestu førum lagdar aftrat tí
føroysku útgávuni, sigur
Þóra Þórodsdóttir.
Í báðum týðingunum er
innihaldið í ein ávísan mun
lagað til lesaran og um-
hvørvi hansara, m.a. tí at
sipað verður til persónligar
upplivingar og umhvørvis-
hugmyndir í tekstinum,
sigur Þóra, sum skoytir
uppí, at føroysk børn ikki
eru øðrvísi enn onnur
børn, og títtleikin av sansa-
skipanartrupulleikum er
tann sami her í landinum,
sum í londunum kring
okkum. Orsakirnar eru tær
somu, sigur Þóra, og tað
sama eru eyðkenni og við-
gerðin. Bókin er sostatt
ikki staðbundin, hóast før-
oysk børn eru bæði inni-
hald og karmur um upp-
runabókina, sigur Þóra.
Tjúgu ára royndir
Um egna bakgrund og or-
søk til at skriva aktuellu
bókina »Rura«, sigur Þóra,
at hon í tjúgu ár hevur
fingist við at venja børn. –
Tað var sum fysioterpeut-
ur, bæði í heilsuverkinum
og skúlaverkinum, og har-
aftrat starvaðist eg í tvey ár
sum sjálvstøðug í Íslandi
og arbeiddi eisini tá rætti-
liga nógv við børnum.
– Eg væntaði, at eg fyrst
og fremst fór at arbeiða við
børnum, sum høvdu
rørslubrek, altso einum
álvarsomum, men væl
útgreinaðum og avmarkað-
um breki. Hetta varð eisini
so, sigur Þóra, sum tó
skjótt varnaðist ein langan
bíðilista við børnum, ið
ikki høvdu fingið skrásett
nakra sjúku, ella fingið út-
greinað ein veruligan trup-
ulleika.
Linan kropp
Hetta vóru og eru tey, sum
hava linan kropp, óstorts-
ligar rørslur, eru viðbrekin
og sárbar, hava ring bind-
indi og trívast illa í spæli
við øðrum, sigur Þóra, sum
skoytir uppí, at hetta ann-
ars eru heilt vanlig børn
við góðum evnum og full-
um skili.
– Eg var í fyrstani rætti-
liga ráðaleys, tá eg gáaði
um hetta, sigur Þóra. Men
eftir at hava tikið skeið um
sansaskipan og lisið alt, ið
hon fekk hendur á um
hetta serstaka evni, fór
Þóra í gongd. Trilvandi,
sum hon sjálv sigur.
– Í dag kenni eg umleið
300 føroysk børn og ein
hóp av íslendskum børn-
um, ið hava havt tað trup-
ult júst á henda hátt. Eg
havi kannað tey, vant tey
og vegleitt teimum avvarð-
andi, skúlunum og dag-
stovnunum. – Tað eru hesi
børnini, áhugin og tað á-
grýtni og tann eldhugi,
sum hvør einstakur lærari,
pedagogur og ikki minst
foreldur hava sýnt, ið eru
kveikjan og sjálvt innihald-
ið í bókini »Rura«, sigur
Þóra og leggur afturat, at
tey hava givið henni innlit
í teirra egnu lív, hvussu
trupul gerandisdagurin er,
og tað hevur víst seg, at
søga barnsins ella lívs-
gongdin, endurtekur seg
ferð eftir ferð, hóast børn-
ini sum heild eru veruliga
ólík sum einstaklingar. –
Hetta og so tað, sigur Þóra,
hvussu tey hava menst á-
fram og búnast, tað er
grundarlagið í sjálvari bók-
ini.
Sansaskipan
Meginparturin av bókini
»Rura« verður nýttur til at
útgreina hugtakið sansa-
skipan, og at lýsa gerandis-
dagin hjá sansaskipanar-
barninum.
Í fyrru helvt av bókini er
gjøgnumgongd av teirri
nervafrøðiligu búningini
við høvuðsdenti á sansa-
búning, og í framhaldi av
hesum verður hugtakið
sansaskipan lýst, fyrst á
nervafrøðiligum støði og
síðani út frá atburði og
trupulleikum barnsins.
Nomið verður við sansa-
skipanrtrupuleikar hjá
teimum, ið hava eitt brek
og hugleitt verður um
sambandið millum MBD-
DAMP og sansaskipan.
Seinna og størra helvtin
av bókini snýr seg um
kanning og viðgerð. Har
verður lýst hvussu tera-
peuturin ger kropsliga
kanning og hvussu hann
saman við foreldrum og
pedagogsikum starvsfólki
fær drigið upp eina heild-
armynd av atburði og bún-
ing barnsins. Lesarin fær
innlit í ta terapeutisku við-
gerðina og somuleiðis,
hvussu bøtast kann um
viðurskifti heima, í skúla
og á dagstovni.
Føroyar sum
alheimsstarvstova
Spurd, um kjakið um arva-
gransking og altjóða fel-
agsskapir hava hvest áhug-
an at fáa hesa bók út í øðr-
um lodnum, sigur Þóra, at
í bókini »Rura« er hvørki
talan um umhvørvisligan
ella arvafrøðiligan
trupulleika.
– Burtursæð frá tí haldi
eg, at vit eiga at fáa lóg-
givið nágreiniliga um júst
hetta og ongantíð ov skjótt,
soleiðis at dugnalig fak-
fólk, sum eitt nú Monica
Steuerwald, sleppa til
verka, børnum okkara at
gagni, sigur Þóra.
– Tað tykist tó sum orðið
lóggáva hevur lyndi til at
elva til ruðuleika heldur
enn skipan her í landinum,
og hetta endurspeglar í
mínum eygum bæði ó-
sjálvstøðuga hugsan og
eisini fornar hevdir fyri, at
onkur annar helst tekur um
endan fyri okkum. Og okk-
ara børn. Annars ber eisini
til at venda tí siðfrøðiliga
sjónarmiðinum í sambandi
við genkanningar á høvdið
og spyrja seg sjálvan, um
vit ikki hava siðfrøðiliga
skyldu til at fylgja við á
hesum leikvøllinum av øll-
um alvi, sigur Þóra, sum
reisir spurningin, um ikki
føroyingar eru við at vera í
seinna lagi á sjóvarfallin-
um. – Eitt nú í Íslandi
ganga hesi mál við rúkandi
ferð, og Ísland er nóg lítið
og avskorið til at vera sera
áhugavert í hesum sam-
bandi, sigur Þóra Þórodds-
dóttir at enda, nú bók
hennara »Rura« er ávegis,
bæði í Íslandi og Danmark.
– Føroysk børn eru ikki øðrvísi enn onnur børn, sigur Þóra Þórodsdóttir. Títtleikin av sansaskipanartrupulleikum er
tann sami her, sum í londunum kring okkum. Orsakirnar eru tær somu og tað sama eru eyðkenni og viðgerð. Bókin
»Rura« er sostatt ikki staðbundin, hóast føroysk børn eru bæði innihald og karmur
Mynd: Jens Kr. Vang
Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio hevur júst pakka Oscar-til-
nevndu filmarnar á plakatini, sum nú fara til Suðuroyar
Mynd Jens Kr. Vang
Gylta Oscar-virðislønin ímyndar ein mann, sum
stendur á eini filmsrullu við einum svøri fram fyri
seg