leygardagur 24. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001
SJÓNLEIKUR. Leygarkvøldið fyri viku síðani varð nýskrivaði upprunaføroyski samtíðarleikurin
»Eitur nakað land Week-end?« frumsýndur í hølunum hjá Grímu í gamla Meiarínum í Havn.
Hesuferð ummælir Birgir Kruse og í næsta Vikuskifti ummælir Høgni Djurhuus sjónleikin
Eitur nakað land Week-end?
Jú, leikluturin Dia er
sterkur og spennandi. Eins
og hin hjá Tórálvi. Men
meðan Tórálvur er ein – nú
afturlatin – líðingarsøga, er
hin hjá Dia opin og poet-
iskur. Hann hevur eina
framtíð, hin onga. Og aftur
her nema við hitt djúpt
religiøsa, sum eyðkennir
Jóanes, tá hann er bestur.
Hervør og Tóta
Birita Mohr hevur leiklutin
sum Hervør. Eftir málinum
at døma er hon úr Vágun-
um. Eins og allar kvinnur-
nar, ein sannførandi mynd
og persónur. Leikararnir
hava sjálvir gjørt persónar-
nar. Í samráð við leikstjóra
og medleikararnar. Tá tíð-
indafundur var herfyri, bar
til at síggja uppsløg, har
hesir persónar vóru lýstir.
Fiktivir, men ektaðir. Trú-
verdigir og væl forankraðir
við smálutum, sum skaptu
heildina.
Ein lutur, sum skapti
eina bókstaviliga klokku-
klára heild kring Hervør,
var eyknevnið Junghans.
Eitt fjákut eyknevni, sum
bara verður slongt inn á
pallin, men so er tað har.
Festir røtur, veksur og gev-
ur meining í okkara mynd
av persóninum. Frálíkt.
Kristina Hansen hevði
leiklutin sum hin unga
Tóta. Hon er køn í leiklist
og eins og Jóhanna flýggj-
ar hon undan ikki bara
illum andum, men eisini
jólunum og slaturi. Eins og
hjá Jóhonnu hevur Tóta
eina danska fortíð. Eitt á-
hugavert evni, sum eisini
kann hugsast at sipa til enn
eitt week-endland. Lovaða
landið, har alt ber til, og tú
bara riggar. Her heima
dansa vit bara við devlum.
Serliga á jólum.
Røktarar
Høgni Johansen og Símun
Pauli Hansen eru røktarar.
Bara í kropsbygnaði eru
teir trúverdigir. Símun
Paula havi eg ikki sæð áð-
ur og kann verða, hann eis-
ini hugsaði tað sama. Hann
tyktist eitt sindur fjáltur-
stungin. Tað hevur hann
onga orsøk til. Men Høgni
hevði eitt beint kropsligt
mál, hart og kontant, antin
tað snúi seg um medisin
ella sproytur.
Etingarlagið
Etingarlagið við borðið á
deildini er primitivt, eins
og orðalagið og atferðin.
Meðan leikur fer, má eg
sanna, at hetta kanska er
ein av mongu avbjóðing-
unum í leikinum. Vit góð-
taka primitiva etingarlagið.
Men ikki meir. Orðalagið
og atferðin verður ikki
góðtikin á sama støði. Ein
áhugaverdur snúningur.
Bóndin
Ein óvæntaður partur í
leikinum er bóndin. Hóast
spælt verður uppá tað, er
tað ikki hin veruligi og
ógvuliga kjøtligi bóndin
Tórálvur. Nei, hetta er stóri
bóndin. Bóndin yvir øllum
– tjóðskaparmyndin Jóanes
Patursson.
Jóhanna, ið dansar við
devlum, ger upp við hann.
Stóru faðirmyndina. Senan
er so burlesk og óvæntað,
at eg má sodna hana leingi.
Hetta er enn ein av staklut-
unum í handritinum, sum
vekja ans og undran. Og
liggja leingi á. Tað er eyð-
kenni fyri góðan dramatikk
og skaldskap. Tankar, ið
halda leingi og myndir, ið
ikki bara eru bráðvakrar.
Visuelt
Visuelt er leikurin einfald-
ur. Bert fáar effektir verða
nýttar. Kanska ov fáar. Eft-
ir byrjanina við royndar-
signalinum hjá sjónvarpin-
um og einstøkum strobo-
skop-strálum, hevði eg
væntað, at brotið, har Jó-
hanna leitar eftir teim illu
andunum, varð sterkari.
Men her var eingin ytri,
teknisk effekt. Jóhanna
skal sannføra okkum um
illu andarnar við at renna
hondina gjøgnum teir. Aft-
ur eitt bíbilskt motiv frá
Jóanesi. Um trúgv og van-
trúgv. Men møguleikin at
gera nakað spennandi
visuelt burturúr hesum
leikbroti verður ikki nýttur.
Tað ger henda lítla partin
óneyðuga veikan.
Sterki visuelli parturin
er, tá bóndin verður parter-
aður. Einfalt, bæði við lit-
um, ljósi og útgerð. Kendi
meg stundum, sum læs eg í
»At býta seyð og fletta« og
stundum, sum var eg til ein
Monthy Python film.
Kanska tann filmin, har
hin ovurfeiti etur seg til av-
lívis. Og sprotnar. Og eis-
ini ein tilvísing til yrking-
ina »Hvat skulu vit gera
við William?«
Hóast komikkin er upp-
gerðin har. Men eingin or-
søk er at taka hetta illani
upp. Hetta er ein álvarslig
og almenn uppgerð, uttan
annan vilja. Uttan at verða
staðbundin og illavorðin.
Og tó. Eitt prik hómast,
treyðugt so. Ballónir bresta
jú bara við prikum.
Pallmyndin
Pallmyndin er einføld og
myndar greitt ta afturlatnu
deildina. Troystaleys, grá
og køld. Men ikki kaldari
enn neyðugt. Inngongdin
ger dýpdina mittfyri, og
tríggjar hurðar eru hvørju
megin. Konufólkini og tey
líka numrini vinstrumegin
og menninir og ólíka
numrini høgrumegin. Her
er skil í. Rætt sum á eini
afturlatnari deild. Eingin
tilvild. Her á deildini skulu
allir fløktir træðrir úr til-
vildarliga week-endlandin-
um greiðast.
Ein góður táttur er hurð-
arnar, sum svinga báðar
vegir. Blanka, stálkenda
baksíðan gevur eina framúr
góða symmetriska mynd,
tá allar fara upp. Hetta ein-
feldni er hugtaknadi. Eins
og ljósini, sum kunnu fáa
kalda jarnportrið at tykjast
sum spýr á kirkjugarði. Og
afturvið tónleikinum hjá
Stamen Stanchev kennast
mangar pallmyndir kirkju-
ligar, so góðar eru kenslur-
nar, tær lata upp fyri. Heit-
ar og hákirkjuligar. Og tað
er ljósið, sum strálar henda
hitan.
Nevnda symmetriin ger
seg longu galdandi í byrj-
anini, tá gjøgnumskygda
tjaldið verður drigið frá.
Báðir røktararnir taka eftir
medisini og geva – ja,
sjúklingunum.
Og so verður eisini ein
leikur lagdur inn í leikin.
Læknaliga fráveran kemur
her til orðana í einum leiki
hjá teimum sjálvum um
seg sjálvi, sum hin vituga
Tóta stílar fyri.
Heitið og tað poetiska
Heiti á leikinum er ein
spurningur. Veit ikki, um
tað er so vanligt við spurn-
ingi í einum heiti. Men
forvitin gerst tú at hoyra,
hvar heitið liggur í sjálvum
tekstinum og hvagani í
leikinum tað er tikið. Úr
hvørjari hending, ella sam-
røðu tað sprettir.
Tá vantaði setningurin
»Eitur nakað land Week-
end?« fellir út móti
endanum, er bakgrundin
— samrøðan og
hendingarnar – so veik, at
eg má hugsa innan í mær
sjálvum, hvat samanhangið
er. Samanhangið og
orsøkin at spyrja henda
spurning er opinbær og
klár. Ja, nærmast einføld
og banal. Men við tað, at
bara ein persónur umboðar
»week-endlandið«, landið
uttanfyri, so liggur nógv á
hansara herðum. Tað er
harra Thomsen. Hvørki í
tekstinum, ella á pallinum,
kemur hetta nóg sterkt og
greitt fram. Tí stendur
vulkanin Jóhanna og
goysir út í tóman heim.
Ikki tí hon yvirspælir, men
tí hon fær so lítið svar. Ein
spyr seg sjálvan, hví tey
hava funnið saman,
intelektuella vulkanin og
meinaleysa dylhøvdið? Er
hetta eitt tvangsektaskap,
tey kalla? Og hvat hendir,
tá hon fer heim?
Men hinvegin – er hetta
komiska leikbýti tilætlað,
so er tað í hvussu er væl-
eydnað. Og tað til fulnar.
Thomsen er okkara
hjálpari, at skilja fyrst og
fremst Jóhonnu, at lata
hana upp og síðani seta
week-endlandið í relieff
mótvegis afturlatnu deild-
ini, so normalitetshugtakið
kann dragast fram og fáa
skap. Hesin partur er eftir
mínum tykki hin mest
undrunarsami í einum
annars ómetaliga fjøltátt-
aðum, sterkum og inni-
haldsríkum leiki. Einum
leiki, sum liggur leingi á.
Kanska er tað upplagt, at
hesum rúmligi leikur eitur
nakað so banalt sum »Eitur
nakað land Week-end?«.
Eg veit tað ikki.
Fremsta styrkin í leikin-
um er poetiski teksturin
hjá Jóanesi Nielsen. Fyrst
og fremst fer hann um
varrarnar á Ega Dam, í
leiklutinum sum Dia. Hó-
ast ilt er at taka ein ein-
stakan persón fram úr hes-
um kollektiva leiki á aftur-
latnu deildini, so er Egi ein
samanseting av øllum tí
góða í skaldskapi Jóanesar.
Eisini elementini, tey
stóru, sterku og ævigu, eru
har. Grønland, skipini, ís-
urin, og tað kosmiska og
religiøst fabulerandi. Av-
brotið við dagligum veik-
leikum, ella realitetum,
sum einum dildo. Her er
styrkin í leikinum. Og
fleiri eru tey heiti, sum
liggja í dialoginum hjá
Dia. Heiti, sum í størri
mun kundu bent á tað po-
etiska, sum fremst av øll-
um eyðkennir leikin.
Til dømis tá Dia sendir
bønir til himmals, men
fryktar fyri meteorum og
spyr »Kunnu bønir smildr-
ast?« Ella poetiska regn-
myndin móti endanum,
sum leiðir til enn eitt heiti:
»Regnar tað á dreymar?«
Trupleikin við verandi
heitinum er, at tað í ov lítl-
an mun er rótfest í leikin-
um.
Altjóða leikur
Leikurin »Eitur nakað land
Week-end?« er í síni heild
á aljóða støði. Her eru
eingir staklutir, sum binda
leikin afturat Føroyum og
heimligum viðurskiftum
eina. Parturin um »bónd-
an« kann saktans flytast til
aðra mentan. Í øllum ment-
anum hava tílíkir undan-
gongumenn verið. Tað veri
seg politiskir, andaligir,
fakfelagsligir ella aðrir
leiðarar. Sjálvur tann stað-
bundni persónurin Jóanes
bóndi er ikki sjálvur kjarn-
in í hesum burleska parti
av leikinum. Tað er ímynd-
in av honum. Og so tann
veruleiki, at einaferðina
má uppgerðin koma. Upp-
gerðin við ímyndina.
Frekkabók
Innan skúlaverkið hava tey
leingi havt bæði brúnubók
og bláubók. Síðani hevur
hin politiska skipanin
fostrað hugtakið hvítabók
og svartabók. Nú hava vit
so »frekkubók«, sum ein
skemtiligur bókahandlari
tók til um dagarnar.
Sipað varð til leikritið
hjá Jóanesi Nielsen, sum
nú fæst í bók. Men synd er
at siga, at perman er frekk.
Gamaní er hon reyð og
ímyndar eitthvørt lívfrøði-
ligt. Men fulkomuliga
vatndeyv, sæð í mun til
eksplosiva innihaldið. Tað
smæðist so ikki burtur
handan nakra permu.
Útgevari er Metanargrunn-
ur Studentafelagsins og
bókin, sum kostar hundrað
krónur, telur 108 blaðsíður.
UMMÆLI
Birgir Kruse
Leygarkvøldið untist mær
at síggja annan leikin hjá
Grímu, hetta leikárið. Tað
var nógv umrøddi leikurin,
sum Jóanes Nielsen skriv-
aði og vann fyrstu virðis-
løn fyri, tá Leikpallur Før-
oya skrivaði út leikrita-
kapping »Eitur nakað land
Week-end?«. Leikurin,
sum er í sjey tættum varir
hundrað minuttir og er utt-
an støðg.
Ein góð íløga
Longu í føðingini var á-
hugin stórur fyri hesum
leiki. Ein staðfesting av,
hvussu væl mentunarligar
krónur kunnu koma til
høldar. Bara onkur setur
sjøtil á. Hesaferðina var
tað leikritakappingin. Væl
vildi til, og leikurin kom á
pall.
Henda veruleika kunnu
vit eisini knýta til Eyðun
Johannesen leikstjóra, sum
eftir mong ár í Danmark,
hevur leitað heim aftur. Og
so teir yrkislærdu og pro-
fessionellu leikararnir í
Grímu. Og øll hini aftan-
fyri. Og Skipasmiðjan, ið
sum einasti privati stuðul,
lat pallin og alt tað, hann
kostaði. Alt hetta er karm-
urin um tað mentunaravrik,
sum hesin aktuelli leikur í
roynd og veru er.
Hátíðarligt var hetta
leygarkvøld í Meiarínum.
Sum ein hugnalig ímynd
av viðurskiftunum hjá leik-
listini í Føroyum, stóð
leikstjórin sjálvur og seldi
atgongumerki. Her er eing-
in ov fínur at átaka sær
sjálvt tær mest triviellu
uppgávurnar. Og longur
inn sá eg rithøvundan.
Langleittur og tyktist ikki
vita, hvar hann skuldi
parkera seg sjálvan.
Føroysk listafólk hava eitt
sjarmerandi smædni. Eisini
hesin bersøgni yrkjari yviri
við Strond. Ja, í Havn eru
tveir borgarar, sum eru so
tignarliga siðiligir, at ein
øtast, tá list teirra kemur
fyri dagin. Annar er Ing-
álvur og hin er Jóanes. Hin
seinni var á Meiarínum.
Einfeldni
Í handritinum eru bert fáar
ábendingar um tað ytra í
leikinum. Styrkin í handrit-
inum er orðini, ið springa
sum foli í føstu. Ytru, leik-
listarligu ábendingarnar
eru bert fáar. Tá er hent
við einum royndum leik-
stjóra sum Eyðuni Johann-
essen og leikarum hansara
í Grímu.
Leikurin
Drigið varð fyri við gjøgn-
umskygdum, ljósum dúki.
Ein ørkymlandi tóni og
skurrandi royndarmyndin
frá sjónvarpinum lýsti á
dúkin. Ígjøgnum kundi vit
síggja tey bæði Jóhannu
(Katarinu Nolsøe) og mann
hennara Thomsen (Kári
Øster) gera klárt at fara.
Tey eru heima í egnari
stovu og tosa aftur og fram
um dagligu tilveruna – og
so dóttrina.
Dótturin
Nakað er hent henni. Á-
breiðslur flúgva bráddliga
gjøgnum stovuna, Johanna
letur okkum fáa varhugan
av, at maðurin gongur við
øðrum. Kanska eisini við
dóttrini. Og tá orðið av-
gonga kemur fyri, er máls-
ligi vøllurin strikaður av.
Orð legst afturat orði, og
vit eru inni í verðini hjá
Jóanesi Nielsen. Kenst
hvast eina løtu, men so
linkar. Karmurin er har og
er trúverdigur. Men veru-
liga hvat, ið hent er dóttr-
ini, hongur enn sum ein
opin spurningur. Alt ov
opin eftir mínum tykki.
Leiklistarliga saman-
spælið hjá teimum báðum,
Katarinu Nolsøe og Kára
Øster, er ov ójavnt. Ikki er
tað tí, at Katarina yvir-
spælir, nei hon er sann-
førandi og eksplosiv. Men
okkum tørvar ein loðs, ella
skipara, at greiða hetta
trupla sinnið, sum hevur
sovorðnan treða av dóttr-
ini.
Um Jóhanna er skizofren
ella okkurt annað er fyri
sovítt óinteresant. Tað er
leiklistarliga eg vil hava
ein avkláring. Hvat er tað
við dóttrini, sum nívir hana
so? Hví er hon so friðleys,
og hví søkir hon bert linna
gjøgnum undirlívið? Ella
er tað ein avleiðing frá
nøkrum øðrum, ein fysisk-
ur lynavleiðari?
Maðurin, harra Thom-
sen, stendur sum eitt hím í
baksýni og veit sjáldan at
geva henni svar uppá til-
talu. Hann kenst ov veikur.
Hann gevur einki svar til
sterku lystir og trongdir Jó-
hannu, sum hanga ósvarað-
ar í leysum lofti.
Maðurin
Leiklistarliga vildi eg mett,
at maðurin (Thomsen) var
fjøðurin, sum konan trekti
upp og spenti. Og so
skuldi loysandi svarið
komið frá honum. Í gron-
ina á okkum. Á tann hátt
kundu vit fingið ein møgu-
leika at hugt niður í sinn-
isdýpið hjá Jóhonnu. Men
gakk. Har er einki at
heinta. Maðurin hongur
bara uppi við henni sum
ein viðfáningur.
Tað er spell, tí hann um-
boðar week-endlandið,
landið uttanfyri. Hann er
hin einasti »normali« at
halda upp móti teimum,
sum eru innilæst. Hesin
mótfigurur gerst ov linur.
Gevur ikki neyðuga mót-
spælið til vulkansku Jó-
honnu. Og øll hini fyri so-
vítt eisini. Kanska er tað
ætlanin, men mær tykist
tað dekan og grunt og
óforloyst.
Tórálvur og Dia
Annarleiðis er við hinum
monnunum á pallinum.
Eitt nú Tórálvi (Hans Tór-
garð). Hóast »Krypilin«
hongur uppi við eina løtu,
er hann so sannførandi, at
hóast søga Tórálvs er hin
ræðuligasta, so kenst hann
í einum og øllum nærver-
andi. Viðkomandi og trú-
verdigur. Tú ert drigin inn
á pallin, tá hann vevur sín-
ar søgur, sum støðugt
skifta millum grovkornað
skemt, bóndalív í einingi
og so – tá hann er allar
bestur – lýsir viðurskiftini
við pápan. Faðirin, sum lat
sonin taka lívið av sær.
Myndaliga talað, men við
orðum Tórálvs. Tað gjørda
fær onga vend, og eins og
Morrison sigur hann, at
hiðani komi eg ikki livandi
útaftur. Hann missir tamar-
haldið á sær, verður lagdur
í spennitroyggju og næstu
ferð, vit síggja hann, er
hann bert ein skuggi av
sær sjálvum. Tamdur á
stongdari deild. Ein sonn
líðingarsøga. Sum indián-
in, ið tekur byrðina á seg í
»Geykareiðrinum« hjá
Keasy og Foreman.
Triði maðurin er Dia
(Egi Dam). Um hansara
varrar kemur skaldskapur
Jóanesar. Skyggjandi poet-
iskur. Í byrjanini kanska
nakað klárur, ov klárur, í
røddini. Men hann kemur
skjótt á tónan og svingar
við hinum. Inniligur, still-
førur og støðugt fabuler-
andi.
Dia hevur verið í Grøn-
landi. Millum ísfjøllini
hevur hann sent bønir til
himmals og er ørkymlaður,
um fallandi meteorar
munnu smildra bønirnar
ávegis til himmals. Ein so
poetiskur tanki, at eg undr-
ist yvir, at ikki júst hesin
setningur varð valdur til
heiti á leikinum, um so er,
at heitið partú skuldi verða
ein spurningur. »Kunnu
bønir smildrast?« Hann
liggur leingi á, tankin.
Dia kennur hvørja skútu
í flotanum, maskinurnar
við. So Venus kann Dia
sjálvandi ikki knýta til
annað enn línuskipið við
sama navni. Og so stolta
skapið á Pride. Skrokkin
høvdu teir til felags. Sterkt
og elegant. Stuttligt eisini.
Í Dia verður sjónvarpið
og gleðin uttanfyri – í
week-endlandinum – við-
gjørd. Inniliga og ektað.
Sum tá Peter Sellers sigur
tey forloysandi orðini »I
like to watch« og bara
kennir til samfelagið
gjøgnum sjónvarp og fjar-
stýring.
Birgir Kruse við leikritinum og skránni til leikin »Eitur nakað land Week-end?«, sum hann, hóast atfinningarsamar viðmerk-
ingar, er ovurfegin um
Mynd: Jens K.r. Vang
Leikurin »Eitur nakað
land Week-end?« verður
sýndur á pallinum hjá
Grímu í gamla
Meiarínum í Havn.
Hans Tórgarð hevur
gjørt plakatina, sum á
einfaldan hátt lýsir tey
6 leikandi