Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001 21 gult cyan magenta svart 20 Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001 nar dugdu vit, sigur Elin Mortensen. Bøkur úr útlandinum Bøkur og tíðarrit komu sendandi úr Danmark í heimið hjá Elini. Eitt nú bøkur eftir Victor Hugo, Drachmann, Det Store Nordiske Leksikon og aðrar. Frem var eitt tíðar- rit, pápin var haldari av, og hann lat tey binda inn í bók. Frá Christian Erik- sens bókaforlagi fekk fam- iljan jólabøkur á hvørjum ári. Vit gleddu okkum ógvu- liga nógv til hesar bøkur- nar. Serliga minnist eg eina, sum eg enn eigi. Hon er slitin, so nógv sum hon er brúkt. Søgan er um ein drong, hvørs pápi forlistir, og hendan søgan hevur veruliga brent seg fasta í mínum hugaheimi, helst tí at hon er so syrgilig. Søg- an Prinsessen på Nordha- vet eftir Eleanor Kielgast, um prinsessuna í Nólsoy, hevur gjørt serligt inntrykk á meg. Kanska tí eg havi røtur í Nólsoy. Eisini bók- ina Pigebørn havi eg lisið upp í saman. Annars hevur tað altíð haltað við gentu- bókum, hinvegin havi eg lisið nógvar dreingjabøkur um kríggj, indiánarar, Ný- byggjararnar í Amerika og aðrar. Bøkur, sum beiggjar mínir lósu. Tá ið donsku vikubløð- ini komu, keypti mamma mín Hjemmet og eitt blað um urtagarðar. Alt kom við posti úr útlondum. Eingin bókahandil var og heldur einki bókasavn. Vit høvdu familju í Danmark, sum sendi bøkur til okkara. Og sum frá leið vaks bóka- rúgvan í okkara heimi. Onkur kom inn til okkara at lána bøkur, tí tað var ikki so vanligt í øðrum heimum at eiga nógvar bøkur. Tá ið foreldrini søgdu frá, brúktu tey sjálvsagt móðurmálið, men annars var alt á donskum, tí bøk- urnar vóru danskar, sjálvt prædikan í kirkjuni, hóast presturin var føroyingur. Og tá ið vit fóru í prelime- nerskúla skuldu vit tosa danskt. – Bíbliusøgurnar og Ro- binson Crusoe áttu vit á føroyskum. Pápi mín hevði fingið bókina frá Sverra Patursson, sum jú týddi bókina. Hana dámdi mær ógvuliga væl at hoyra, hon er ein dýrgripur, haldi eg. Sjálv havi eg brúkt hana ógvuliga nógv í míni tíð sum lærari. Tá ið eg var lærari á Tvøroyri vóru flokkarnir so stórir og hendan bókin er tann besta, ein lærari kann brúka í stórum flokkum, tí hon fangar øll. – Tá ið seinni veraldar- bardagi brast á, varð allur flutningur til Føroya steðg- aður. Og tí komu hvørki bøkur ella tíðarrit sendandi í heimið hjá Elini úr Dan- mark. – Hinvegin fingu vit bøkur úr Onglandi tá, sigur Elin Mortensen. Mamma Elin hevði á ungum árum verið á Fredriksborg há- skúla og hetta merkti hana alt lívið. Hon var áhuga- sjónleikari og hevði leik- lutin sum Annika í leik- inum hjá Hans Andriasi Djurhuus um Anniku í Dímun. – Eingir vegir vóru tá, men fólk komu úr øllum ættum til Tvøroyrar at síggja leikin. Vit børn vóru eisini við til aðalroyndina. Torvald Joensen spældi bóndin og Peter Mohr Dam var løgreglumaðurin. Eg var bara seks ár tá og livdi meg eins og øll hini inn í leikin. Tá ið dómurin varð lisin fyri mammu míni, sum stóð á palli í reyðum stakki, at hon skuldi søkkjast á Havnar- vág, trúði eg tí og var púra ólukkulig. Skrivandi fólk Elin fór í Tvøroyar skúla at ganga 10 ára gomul. – Nógvar søgur gingu um. Vit vóru ikki sørt hjartkipt, tí vit høvdu hoyrt um spanskrør og annað. Men har vóru eisini góðir lærarar, millum annað Torvald Joensen. Síðani var preliminerskúlin og tá fingu vit bókasavn. Har las eg allar klassikararnar. Seglstovan, har menn sótu og seymaðu segl, var eitt stað, har øll komu, bæði vaksin og børn í barnaárunum hjá Elini. – Dreingir lósu fyri monnunum, sum seymaðu. Aðrir sungu fyri teimum. Og so fingu børnini eitt oyra afturfyri. So hóast vit ikki høvdu hentleikar sum elektriskt ljós, radio og annað, var tað ein rík verð at vaksa upp í. Rík, tí tey vaksnu góvu sær stundir til okkara. Eyðkennandi fyri Elin og systkini er, at tey øll skriva. – Fyrsta eg skrivaði var til skúlabrúks. Síðani havi eg skrivað skaldsøgur, ser- liga um hvussu børn og ung upplivdu kríggið, og gentubøkurnar um Sonnu og Marjun. Tað er sum Heðin Brú hevur sagt, at tá ið tú skrivar, keðir tú teg ikki. Eg havi tað best, tá ið eg havi nógv at gera, sigur Elin Mortensen, sum í løtuni riggar myndir til til eina bók ið kemur í summ- ar. Hon er um heimbygd- ina soleiðis sum Elin upp- livdi hana í 20- og 30-un- um. Sjálv dámar henni væl at lesa sjálvævisøgur. Hevur fyri stuttum lisið ævisøg- una hjá Winnie Mandela, og er nú farin undir ævi- søguna hjá Nelson Man- dela. – Mær dámar ógvuliga væl Karen Blixen. Hana kann eg lesa aftur og aftur, sigur Elin Mortensen. GAMLAR BØKUR Turið Kjølbro – Hóast pápi mín var skúlalærari og fekk lítla løn, royndu foreldur míni altíð at fáa fatur á bókum. Tað varð lisið fyri okkum systkjum hvønn dag og tað hevur havt ómetaliga stór- an týdning fyri meg, sigur Elin Mortensen, fyrrver- andi lærari í Havn. Hon hevur júst fingið virðisløn frá Fróðskaparsetri Føroya fyri eina ritgerð, hon hevur skrivað um Gamlar bøkur. Hvørjar bøkur vóru í hús- unum fyrr. Elin Mortensen, sum er fødd í 1920, er vaksin upp á Tvøroyri. – Tíðirnar vóru ringar um allan heim í 20-unum, tí fyrri veraldarbardagi var akkurát av. Tvøroyri and- aði kortini av lívi, tí fólk úr øllum Føroyum komu hagar at arbeiða. Nógv ferðsla varaftur og fram. Fólk ferðaðust út í verðina og heim aftur komu tey við einum ráka av teirri stóru verð. Tey fortaldu og vit lurtaðu. – Ráðini vóru ikki góð nakra staðni í 20-unum, men kortini royndu foreld- ur míni at útvega bøkur so ella so. Pápi mín var stud- entur frá Sorø og hevði eisini lisið gudfrøði, og aftur til Føroya hevði hann nógvar bøkur við sær. Hann var bóndasonur Uppi í Stovu í Øravík, og har vóru eisini nógvar bøkur. Tær bøkurnar eru ikki til í dag, tí tá spanskasjúka herjaði í Føroyum, vórðu allar bøkurnar brendar, fyri at útiloka, at smitta kom haðani. Einasta, sum eftir var, var ein ættarbíblia. Hjá hinum abbanum, Axel Nolsøe undir Heygnum, vóru eisini bøkur, greiður Elin Mortensen frá. Nógvar lesiløtur Stóri áhugin Elin Morten- sen altíð hevur havt fyri bókum, er íbirtur í barna- árunum, tá ið foreldrini lósu fyri henni og beiggj- unum. – Hóast foreldur míni høvdu nógv at gera, góvu tey sær stundir at lesa fyri okkum hvønn dag. Eg vaks jú upp í petroliums- tíðini, myrkt var longu seinnapartin um fýra-tíðina og tá fóru øll børn heim. So høvdu vit skýmingar- løtu, har søgur vórðu for- taldar, og vit gittu gátur. Lampan varð tendrað og vit settu okkum rundan um borðið, fyrst at gera skúla- ting og so fortaldu mamma ella pápi søgur – hvønn einasta dag. Hetta minnist eg sum nakað ógvuliga hugnaligt, sigur Elin Mort- ensen. Elin og beiggjarnir gingu trý tey fyrstu árini í skúla hjá Jóhonnu Morten- sen, sum hevði ein lítlan privatskúla heima hjá sær sjálvari úti við Sílánna. – Tað kostaði 5 krónur at ganga í skúla har um mán- aðin. Børn úr allari sóknini gingu har, uttan mun til, hvussu væl fyri foreldrini vóru peningaliga. Nógv foreldur gjørdu henni tæn- astur, so sum at seyma okkurt fyri hana ella bera henni mjólk, ístaðin fyri at rinda reiðan pening. Tað var sum at fáa ein lykil til ein ævintýrheim, tá ið eg lærdi at lesa. Ein heimur lat seg upp. Jóhanna var ein frálík lærarinna, hon var tiltikin ein góður barnauppalari og eitt heitt og gott menniskja. Vit kendu okkum trygg í stovu hennara, har skúlin helt til, sigur Elin Mortensen. Tað allar fyrsta, sum Elin og beiggjarnir lósu vóru havragrýnsbøkurnar. Tey ótu havragrýn í mjólk hvønn morgun. Í havra- grýnspakkanum vóru kup- ongir í, sum fólk savnaðu saman. Hevði tú fimm kupongir, sendi tú tær til Danmarkar og aftur kom ein bók. – Hetta vóru søguligar søgur og hesar vóru tær fyrstu søgurnar, vit lósu, tá ið vit høvdu lært at lesa sjálv, sigur Elin Morten- sen. Í heiminum hjá Elini vórðu týddu bíbliusøgur- nar lisnar. Tá ið vit komu í skúla, dugdu vit allar uttanat, tí vit høvdu hoyrt tær so ofta. Elin Mortensen leggur dent á, hvussu stóran týdn- ing tað hevur at lesa fyri børnum. Sjálv hevur hon havt nógv ríkar løtur, tá ið søgur hava verið sagdar fyri henni. Og sjálv dámar henni væl at lesa fyri børn- um. Og tað eru tær somu søgurnar, sum fanga børn- ini. Best dámar teimum at hoyra søgurnar umaftur. Tað er soleiðis, at hugurin til at lesa verður birtur. Tað var eisini nógv sungið fyri okkum, allar barnarímur- OKKARA BØKUR. – Tað var sum at fáa ein lykil til ein ævintýrheim, tá ið eg lærdi at lesa. Í skýmingarløtunum varð lampan tendrað og vit settu okkum rundan um borðið, fyrst at gera skúlating og so fortaldu mamma ella pápi søgur – hvønn einasta dag, sigur Elin Mortensen, sum júst hevur vunnið eina ritgerðarkapping um gamlar bøkur Havragrýnsbøkurnar vóru tær fyrstu – Pápi mín fekk bókina Robinson Crusoe frá Sverra Patursson, sum týddi bókina. Hon er ein dýrgripur, haldi eg. Sjálv havi eg brúkt hana ógvuliga nógv í mín tíð sum lærari at lesa upp fyri børnum, tí hon fangar øll, sigur Elin Mortensen, her avmyndað við bókini Mynd: Jens Kr. Vang Bøkur og tíðarrit komu sendandi úr Danmark í heimið hjá Elini. Eitt nú bøkur eftir Victor Hugo, Drachmann, Det Store Nordiske Leksikon og aðrar. Frem var eitt tíðarrit, pápi hennara var haldari av, og hann lat binda inn í bók. Frá Christian Eriksens bókaforlagi fekk familjan jólabøkur á hvørjum ári. Mynd: Jens Kr. Vang Elin Mortensen er dóttir Johan Mortensen úr Øravík og Catrinu Mariu av Tvør- oyri. Elin var lærari á Tvør- oyri frá 1947 til 1963 og helt fram í Sankta Frans skúla frá 1963 til 1987, tá ið hon fór frá. Elin hevur skrivað skald- søgur, barnabøkur og saman við øðrum bøkur til skúla- brúks. Eisini hevur hon týtt skúla- og barnabøkur, eitt nú tær fimm um Magnus Heina- son, sum bróðir hennara Eilif Mortansson hevur skrivað. Elin fekk Barnabókaheiðurs- løn Tórshavnar býráðs í 1990.