Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001 23 22 Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001 VIÐMERKING Meinhard Jensen Seint í február stóð grein í Vikuskiftinum við yvir- skriftini Gud er deyður. Jógvan við Keldu hevði nakrar viðmerkingar í eini góðari grein nakað seinni, men eg helt, at nøkur ting skuldu sigast afturat, ser- liga nú Oddfríður Rasmus- sen, sum skrivaði greinina, er vorðin formaður í LISA, Listasambandi Føroya, sum fevnir um einar 2000 limir úr níggju feløgum. Oddfríður er frálíkur yrkj- ari, og tað lesarin merkir á skriving hansara er, at eld- ur er í sálini. Eisini í greinini Gud er deyður. Jógvan við Keldu hugs- aði sær, at ein rithøvundur fór at sýna innlit í síni skriving. Hetta fekk meg at hugsa um nógvar rithøv- undar og teirra innlit í lívs- ins viðurskifti og ikki minst sína samtíð. Kenslu- samar sálir sansa sumt, sum onnur ikki varnast fyrr enn seinni. Henda grein er skrivað út frá tí hugsan, at greinin Gud er deyður kanska kann lesast sum ein lítil skuggamynd av onkrum ráki í kollektiva føroyska sinninum, sum fjøldin ikki er vorðin tilvitað um enn. Luther og trúgv Oddfríður nevndi sjálvur grein sína eitt gleps, og eitt gleps er sjáldan konstruk- tivt ella gott. Shakespeare skrivaði helst eisini onkun- tíð okkurt keðiligt og ó- dámligt. Kanska lesara- brøv um saniteru viður- skiftini í Stratford. Men lat meg taka greinina í álvara og viðgera hana soleiðis. Oddfríður setur seg í ta veiku støðu at úttala seg harðliga um tað, sum hann ikki hevur skil fyri. Hann hevur náðiloysi í luthersku trúnni sum eitt høvuðs- point og sigur, hvat Luther heldur um tann, sum stjel- ur eina gularót: »at hann má... liva við syndabyrðini í allar ævir.« Eg veit ikki, hvat konfirmantar læra hjá presti, men kollveltingin í lívi Luthers, sum hann bygdi trúbótina á, var, at tann, sum trýr á Jesus, er rættvísur fyri Gudi. Í greinini stendur eisini, at hvørja trúgv tú so hevur trongd til at halda teg til, »so er tað tann ringa sam- vitskan, sum er drívmeg- in.« Eg haldi ikki, at hatta passar, og eg rokni heldur ikki við, at nakar sálar- frøðingur hevði tikið undir við tí. Tað er ringur siður at siga seg kenna motivini hjá miljardum av fólkum fyri at fara á knøini uttan at hava nakað at byggja tað á. Pedagogikkur og gudfrøði Kanska er tað í skemti, at Oddfríður sigur tað vera ópedagogiskt at prædika, at eitt er rætt og annað skeivt, og at sálin kann glatast, trýrt tú ikki á Gud. Her kann í fysta lagi svar- ast, at tað er ein spurning- ur um gudfrøði og ikki pe- dagogikk. Í øðrum lagi er tað ikki skilagott at rudda spurningar um rætt og skeivt av vegnum so lætt- liga. Tað gert tú, tá tú ert trý ár, men síðani gerst tú vaksin. Kristindómur inniber rætt og skeivt, men tað er ikki øll søgan, tí lívið er ikki at finna í lógini um rætt og skeivt, men í Jesusi Kristi: Lóg Guds kann vísa einum persóni, at hann er á skeivari leið, men tað ber ikki til at frelsa seg sjálvan við at navigera gjøgnum lívið eftir stjørnum, sum siga rætt og skeivt. Lógin fær víst á, at tú maktar ikki at frelsa teg sjálvan, og tí verður hon rópt tyktari. Tað vil siga, at hon tyktar menniskju og fær tey at leita sær skjól hjá Jesusi. Lógin prógvar, at vit eru syndarar, men fær ikki hjálpt okkum sjálv. Kristin fólk skulu eisini gera rætt og ikki skeivt, men moralska lógin er ikki í fokus fyri tann kristna, men persónurin Jesus. At summi kristin halda seg kunna døma eftir lógini er ein onnur søk. Tað er bara spell. Lutherskt er tað ikki, heldur ikki kristið. Hetta er ikki fyri at præ- dika, men fyri at leggja á borðið, hvat kristin trúgv er. Søgan er gomul og ikki íspunnin av føroyskum trú- boðarum. Hesum trúðu Milton, Kierkegaard, Dos- tojevskij, T.S. Eliot, J.R.R. Tolkien, Viderø prestur, og hesum trúðu Móðir Teresa, Martin Luther King og Jo- han Sebastian Bach. Eisini Bono, Johnny Cash, Emmylou Harris og Bob Dylan. Ikki tí at øll hesi vóru lutheranarar, ella at tey prýða trúnna betur enn onnur, men eg nevni tey sum listafólk og filantrop- ar av teimum frægu. Onn- ur trúgvandi duga kanska lítið og onki. Eru illa farin. Fáa illa vart seg. Duga illa í skúlanum, duga nóg illa at binda lissur. Orð Annað er, at orð verða ikki vigað. Stóra hundinum noyðist ikki at goyggja sum lítla puddlinum fyri at fáa fólk at ræðast. Orða- skvaldur er orðið, eg hugsi um. Oddfríður nýtir tað um andaliga orðafloymin úr útvarpstólinum. Stóð tað til mín, skuldu allar rásirnar stemplast fyri ljóðdálking. Mest fyri keðiligan tónleik og yvir- vág av ringum tíðindum. ÚF hevur lyndi til at mála verðina kolsvarta við sjúku, deyða, harðskapi, misnýtslu og vanlukkum og torir ikki leggja afturat, at tað er syrgiligt, ella at okkurt má gerast. Í so máta kann Lindin kennast nærverandi. Hvussu vit so plágast, eiga vit ikki at leggja alt undir at vera orðaskvaldur, sum troyttar okkum. Tí ikki alt er tað. Oddfríður undirbyggir uppáhaldið, at kristna prædikan er orða- skvaldur, við tí, at hon er grundað á retorikk. Eg velji at tulka tað soleiðis, at Oddfríður heldur tali- kynstur, tónalag og spæl við kenslur og hvørt av sínum vera álitið hjá teim- um, sum bera kristna boð- skapin fram, meðan tað er so sum so við tí sakliga. Her tori eg at halda upp á, at nógvar prædikur eru hildnar út frá veruligari sannføring og innlitið, og at tær eru forsvarligar bæði hvat viðvíkur orða- merkingum, tulking og út- legging. At talað verður til kensl- ur, og at summi veruliga duga at røða, er í lagi, tá alt hitt er í lagi. Tað er tala hins høga. Heldur ikki øllum kristn- um fólki dámar kristiligt útvarp, men latið okkum ikki detta í ta grøvina at øsast, hvørjaferð okkurt rýkur av kristni. Vit eiga at virða talufrælsið, so nógv býtt enn kann sigast. Tú fert at bíta teg sjálvan í halan, grenjar tú ov nógv um, hvussu lágt støði er hjá øðrum. Har havi eg egnar royndir at vísa á. Avslappað forhold »Hví ikki hava eitt av- slappað samband við trúnna?« stendur í greinini »Gud er deyður.« Hugsa vit um list, so spyrst tað besta sjáldan burtur úr hvílandi sálum, antin tað er heiðið ella kristið. Dylan syngur, »I’ve been all around the world, boys, trying to get to heaven be- fore they close the door.« Viderø fór til enda jarðar- innar at finna skuggan av lovaða landinum. Tolstoj flýddi heimanífrá, tá hann var farin um tey áttati. Van Gogh skar oyrað av sær. Ingálvur av Reyni málaði í sjónvarpinum svart út yvir eitt motiv, sum onnur ein- ans droyma um at mála, tí hann vildi ikki vera dog- matiskur. »We’re restless souls,« segði Bono. Er tað spurningur um lívið, so er tað ikki vist heldur, at svarið liggur í at taka tað lætt. The Dude í filminum The Big Lebow- ski, sum var í SvF herfyri, hevur eitt cool svar, sum kann røkka langt, men tað verður gelt, um ikki heitar kenslur búgva undir. At banka á himmaldyrnar kann gerast við guddóm- ligum friði, men eitt gott lív hýsir eini dynamiskari blanding av hvílu og patos, bæði sum líðing og kenslu- semi. Deytt Gud-hugtak Oddfríður Rasmussen sig- ur Gud vera deyðan, tí í Føroyum stendur so illa til við næstrakærleika og rættvísi. Vit eru fleiri, sum duga illa til hesi, og tað kann ikki umberast. Fyri tað kann Gud, um ikki vera deyður, so hava ilt fyri hjartanum. Tað ber heldur ikki væl til at siga ímóti, tá Odd- fríður sigur, at hugtakið Gud er relativt, tí kristin fólk duga so illa at semjast gudfrøðisliga. Høvundurin sigur, at hann velur at siga, at hugtakið Gud er relativt. Og sum hugtak er tað rela- tivt sum onki annað, tí tað kann merkja næstan hvat tað skal vera. Men at velja at siga, at »tað er ein spurningur um sjálvsøkni, hvørjum hami hetta hugtakið vísir seg í,« er sum at skjóta í myrkri. Tá er betri at tiga og lata tey tala, sum hava skil fyri viðurskiftunum. Onki bendir á, at tað altíð er so. Valið er ikki ein ganda- megi, sum kann gera hvat sum helst til veruleika. Vit kundu eisini valt at sagt, at tað var ein spurningur um ødipuskompleks ella før- oyska illveðrið. Men tað er eitt val, sum bara fyriheld- ur seg til valið og ikki veruleikan. Velja vit at seta niður epli í septembur, so ber tað væl til, men gevur lítlan á- vøkstur, tí soleiðis er nátt- úran hjá okkum. Logiska náttúran er, at eitt ting ikki passar, bara tí eg velji at siga tað. Rákið, sum greinin Gud er deyður, tykist umboða, er vaksandi postmodern- aða hugsanin, at alt er rela- tivt. Bleyta relativismu hevur onkur nevnt tað. Hon sigur, at vit sjálv orða, hvat er rætt og skeivt, og alt tos um lívs- virði botnar í okkum sjálv- um. Vil onkur svørja til hesar hugsanir, so biði eg hann rokna fylgjurnar fyrst. Og granska heidna sum kristna søgu áðrenn. Rákið er rímiliga nýtt, men hugsanin er gomul. Hon fær ikki staðið, tí tá sálin fer fallit, ber ikki til at taka í nakrastaðni. Alt er frammanundan dømt at verða flótandi, og tú sjálv- ur, sum vart kletturin, dettur sundur. Vit eru skapningar, ikki gudar. ___ Tað er hent fyrr, at erva- menn í føroyskum listalívi hava kastað steinar eftir kristindómi. Henda greinin er ikki skrivað til tess at verja nakran, men bara fyri at vita, um tað bar til at avdúka ein bleikan krók í føroysku fólkasálini. Sumt í hesi grein datt uttan fyri eitt svar til Gud er deyður. Hetta skyldast millum annað, at tann greinin er ikki púra greið og er meiri merkt av einum dámi, enn nøkrum greiðum. Sum tá hundar goyggja. Vit vita nøkulunda, hvat teir royna at siga, men ikki púrasta. TÓNLEIKUR Rúnar Reistrup Í fleiri ár hevur einki verið at hoyrt til Mariu Guttesen sum annars var rættiliga nógv frammi fyri nøkrum árum síðan. Størsti varðin á tónlistarligu yrkisleið hennara higartil, var útgáv- an av solofløguni »Where it all begins« í 1994, sum var, og enn er, sera væl umtókt í Føroyum. Nú heldur Maria Gutte- sen sjálv, at hon hevur lig- ið í dvala nóg leingi, og síðstu mánaðirnar hevur hon brúkt til at fyrireika eitt innstig á danska tón- leikapallin – eitt innstig, sum byrjaði farna viku- skiftið við einari konsert í Odense og einari í Aalborg og heldur fram við kon- sertum í Keypmannahavn og Århus, ið enda hesa lítlu konsertferðina ígjøgn- um fýra teir størstu býirnar í Danmark. Tríggjar sangarinnur Men hon er ikki einsamøll um hesa royndina. Saman við tveimum donskum sangarinnum og einum sangskrivara hevur hon stovnað Popdiva Network – eitt framtak við tí fyri eyga at í fyrstu atløgu royna at vekja áhuga fyri teimum trimum sangarinn- unum handan framtakið, og í øðrum lagi at hjálpa øðrum royndum og góð- um, men ókendum, sang- arinnum fram. Eftir at hava fyrireikað Popdiva framtakið siðan í summar, varð hol sett á fyri góðari viku síðan við at senda eina nýinnspælda demofløgu til stóru donsku plátufeløgini, samstundis sum Maria og hinar báðar sangarinnurnar í felag høvdu konsertir á tveimum væl umtóktum spælistøð- um í Odense og Aalborg. Nú koyrir tokið so, og í kvøld fara tær tríggjar pop- divairnar á pall í Park Café í Keypmannahavn, og síðst í komandi mánað stendur Voxhall í Århus fyri tørni. Tungt at dansa Hvar leiðin hjá Mariu Guttesen gongur eftir lítlu konsertferðina, veldst um hvat úrslit spyrst burturúr framtakinum. Higartil hev- ur ligið væl fyri at sloppið at spælt á røttu støðunum og at vekja áhugan hjá donsku miðlunum, og tað boðar frá góðum. Men vegurin fram í danska tón- leikaídnaðinum er langur og tungur. Danski tónleikaídnaðurin er ótrúliga tungur at dansa við, og tað ræður um at vera áhaldin, serliga tá man framførir mítt slag av tónleiki, sum ikki verður serliga høgt raðfestur av tónleikaídnaðinum, sigur Maria Guttesen. Vaksin poppur Maria Guttesen, ið nú bert førir seg fram við egnum løgum, kallar sjálv tónleik sín fyri »vaksnan« pop- og rocktónleik við einum dæmi av funk. Hetta er eisini nøkun- lunda tað slagið av tón- leiki, sum hinar báðar sangarinnurnar, Julie Michelsen og Pia Trøj- gaard, fáast við, og tær tríggjar dragast soleiðis allar við sama trupulleika í teirra felags roynd at koma fram. Ætlanin er, at Popdiva Network skal vera eitt springbretti hjá teimum og øðrum ókendum sangar- innum innan tónleikagrein- ar, sum tónleikaídnaðurin ikki gevur so nógvan ans. – Eg haldi at tónleika- ídnaðurin her í Danmark fokuserar alt ov nógv uppá poptónleik fyri tey blað- ungu. Fyri tann meira »vaksna« áhoyraraskaran er at kalla einki at fara eftir millum donsku fløgu- útgavurnar longur. Poptón- leikurin fyri tey heilt ungu er sum oftast í so banalur og gevur ikki teimum á mínum aldri serliga nógv. Har er heilt einfalt eitt hol, sum treingist til at blíva fylt við kvalitetstónleiki til tann meira búna áhoyraran, og tað royna vit at gera vart við – ikki minst fyri tónleikaídnaðinum sjálv- um, sigur Maria Guttesen og uppteknar harvið tað grundhugsjón, sum tær fýra kvinnurnar handan Popdiva Network hava til felags. Leitar ikki eftir gulli Maria droymir ikki longur um tað stóra gjøgnumbrot- ið og gull og grønar skógir innan tónleikaídnaðin. – Eg eri ikki blaðung longur og satt at siga, so føli eg meg á ein hátt »fer- diga sum poppsangari« so at skilja, at eg ikki longur strembi eftir at blíva kend. Tað er ikki eitt mál hjá mær. Eg vil bara sleppa út við tí, sum eg havi upp á hjartað. Og tað hevur á sín hátt verið við til at skapt grundarlagið undir Popdiva Network. – Vanliga er tað jú hørð kapping tónleikarar ímill- um um í fyrstu atløgu at koma inn í tónleikaídnaðin og í aðru atløgu at gerast mest kendir og selja mest fløgur. Hendan kapping er ofta serliga hørð millum sangarar. Men Popdiva Network snýr seg um at leggja hetta stríð aftan fyri seg og ístaðin samstarva fyri at koma fram. Um nakar av okkum verður kend av hesum er í sær sjálvum ikki so umráðandi. Vit skulu bara út at vísa okkum fram, sigur Maria Guttesen, men viðgongur tó, at vónin um, at onkur innan tónleikaídnaðin fær eyguni upp fyri júst henni, sjálvsagt er til staðar. – Men tað er ikki tann vónan, sum drívur verkið. Tað er vónin um at onkur av okkum, ella av teimum, sum seinni fara at brúka Popdiva konseptið, slær ígjøgnum, leggur hon aft- urat. Einki framtak í Føroyum Nú Maria Guttesen aftur ætlar sær fram innan tón- leikin, fall Danmark sum tað nátúrliga valið at satsa uppá. Føroyar eru fyri henni ikki longur so á- hugaverdar sum tónleika- marknaður, tí í roynd og veru er hon longu einaferð komin á leið so langt, sum tilber innan føroyskan tón- leik. Tá hennara tónleikur var á hæddini í Føroyum mitt í hálvfemsunum var tað eingin trupulleiki at fylla Norðurlandahúsið til konsertir hennara, og fløg- an taldist millum tær dygd- arbestu og mest seldu. Síðan tá hevur føroyski tónleikaheimurin ment seg, og talið á dygdargóðum tónleikaútgávum er vorðið nógv størri. Men Maria Guttesen kennir seg ikki freistaða at endurtaka tón- leikaævintýrið í heimland- inum. – Í Føroyum rennir tú teg rímiliga skjótt í eitt mark, har tú so at siga ikki kanst koma nógv longur. Og tað nyttar hvørki til ella frá at vera kendur í Føroy- um, um tú ætlar tær á tón- leikamarknaðir uttanlands. Tá mást tú allíkavæl byrja aftur heilt frá botni. Skal uppdagast Og í einum tónleikaídnaði sum tí danska merkir tað at byrja aftur við heilt øðrum arbeiðshátti. – Skalt tú fram í Dan- mark, so ræður um at blív- að »uppdagað«, sum tey kalla tað. Onkur skal leggja merki til tín, og ikki fyrr enn tá kemur tað upp á tal at útgeva eina fløgu ígjøgnum eitt av størru plátufeløgunum. Tað nyttar ikki bara at koma við ein- um demobandi og biðja eitt plátufelag lurta tað ígjøgnum. Tey fáa eina rúgvu av slíkum hvønn einasta dag og lata seg ikki imponera av tí. Men áðrenn tað kann lata seg gera at blíva »funnin«, má ein vísa seg og á onkran hátt skilja seg út frá mongdini av kvali- fiseraðum og dugnaligum tónleikarum. – Tað eru so ótrúliga nógvir dugnaligir tónleik- arar og góðir bólkar til í Danmark, at skalt tú gera tær vónir um at sláa ígjøgnum og koma upp á tal til ein plátusáttmála, so mást tú hava eina feita ide sum fangar – og vit royna so Popdiva konseptið, sig- ur Maria Guttesen, sum í summar endar sína útbúgv- ing á Det Jydske Musik- konservatorium í Århus. Á vevadressuni www.popdiva.dk ber til at fáa meira at vita um Pop- diva Network hjá teimum fýra Julie Michelsen, Pia Trøjgaard, Lene Drach- mann og Mariu Guttesen. – Stóð tað til mín, skuldu allar rásirnar stemplast fyri ljóð- dálking. Mest fyri keðiligan tónleik og yvirvág av ringum tíð- indum, sigur Meinhard Jensen ER GUD DEYÐUR? Moralska lógin er ikki í fokus fyri tann kristna, men persónurin Jesus, sigur Meinhard Jensen. – At summi kristin halda seg kunna døma eftir lógini er ein onnur søk. Tað er bara spell. Lutherskt er tað ikki, heldur ikki kristið Tala hins høga MARIA GUTTESEN. Eftir at hon ikki hevur ført seg fram tón- listarliga í longri tíð, ætlar Maria Guttesen nú at fáa sín tónleik út millum áhoyrarar í Danmark. Í hesum sambandi hevur hon saman við trimum øðrum skipað Popdiva Network, við tí fyri eygað, at sláa ígjøgnum innan danska tóleikaheimin, og higartil sær út til at tað rakar seymin á høvdið. Rúnar Reistrfup hevur hitt Mariu Guttesen á máli og tosað um aldrandi popdivair og ein tónleikaídnað, sum heldur vil dansa við teimum ungu Føroysk popdiva vaknar úr dvala Maria Guttesen, sum er á konsertferð í Danmark, hevur skipað Popdiva Network tiltakið, til tess at gera vart við tónleikin Mynd: Jens Kr. Vang