Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001 25 gult cyan magenta svart 24 Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001 ESPERANTO Jeffrei Henriksen Í bókini El Popola Chinio eftir Mikelo Rizo úr Kina kann lesast, at meginpart- urin av orðatilfarinum í esperanto er tikin úr indo- evropisku málættini. Men fleiri orð í upprunamálun- um hava meir enn eina merking. Til dømis eru bæði enskt »letter« og franskt »lettre« ættað úr latínskum »littera« og hava tvær høvuðsmerkingar. Orð av hesum slagnum verða í esperanto tillagað soleiðis, at eitt orðsniðið hevur eina merking og annað aðra. Soleiðis slepst frá ógreiðu og misfatan, men líkleikin og sínámill- umsambandið verður varð- veitt á esperanto: »letero« (bræv) og »litero« (bók- stavur). Tann ið dugir enskt, franskt ella annað romanskt mál, kennir orð- ini aftur og hevur lætt við at minnast tey. Vit kalla hesi parorðini fleirborin orð. Fleirborin orð hava hesi 3 eyðkennini, at tey hava felags uppruna, men lík- leiki í sniði og merkingar- munur eru samantvinnaðir hvør við annan. Annar orðabólkur er, har ið orð hava eina høvuðs- merking í upprunamálun- um, t.d. enskt »drink« og týskt »trinken«. Á esperan- to eitur tað at fáa sær at drekka »trinki«, men at drekka rúsandi løg »drinki«. Franskt »produit«, enskt »product«, týskt »Produkt« hava øll somu tvær høv- uðsmerkingar. Í esperanto er franska orðið lagað til »produto« (fald) og týska- enska til »produkto« (framleiðsla). Á esperanto er »studanto« – lýsingarháttur av »studi« (lesa) – lesandi, næmingur, studentur (»í Hoydølum«), men »stu- dento« merkir studentur (»úr Hoydølum«). Á sama hátt: »prezidanto« (for- maður fyri felag, felags- skapi – ella tjóðveldi) og »prezidento« (forseti). Í tjóðmáli kann eitt orð eisini hava meir enn tvær ymiskar høvuðsmerkingar, t.d. franskt »sens«, enskt »sense«; tað eitur á espe- ranto »senco« (merking, meining), senso (sansur) og sento (kensla). ton. Eg hevði skaffað at- gongumerkini. Og tá tað sá út sum vit altíð gjørdu alt saman, so komu John og Paul við. JOHN: Á einum hvørj- um trippi – um tað er kem- iskt ella hvat tað skal vera – so er alt tað tú uppdagar sjálvs-uppfatan – alt tað, tú longu veitst. Ongin fortelur tær nakað nýtt. Ein vís- undamaður uppdagar ikki nakað sum helst nýtt, hann sigur tær bara, hvat er longu har. Um Brian Epstein RINGO: Vit fingu boðini í Bangor, at Brian var deyð- ur. Tað var ein øgiligur niðurtúrur orsakað av ó- greiðuni og ivanum. GEORGE: Tað vóru telefonboð. Eg veit ikki, hvør tók hana, eg haldi tað kann hava verið John. Lík- bleikur um andlitið: »Brian er deyður«. RINGO: Leikluturin hjá Brian broyttist, tí hann stóð ikki longur fyri at senda okkum kring allan heim á konsertferðir. Vit arbeiddu í studionum, vit gjørdu eina plátu, og ein pláta kom út. Hvat var eftir hjá honum at gera? Bí- leggja studio – ein telefon- samrøða. At byrja við var hann allastaðni, har vit vóru, og vit vóru allastaðni har hann var. George og eg høvdu eina íbúð í sama blokki sum hann í London, vit plagdu at støkka inn á gólvið hjá hvør øðrum í tíð og ótíð. Og síðani fann hann sær eitt stað úti á landinum og vit plagdu at fara á vitjan. Men so brád- liga varð eg giftur, so eg hevði familju og The Beat- les og Brian, og um hetta mundið kom hann inn á triðja plássi. PAUL: Tað var onki at ivast í, at Brian var homo- seksuellur og vit kundu práta við hann um homo- seksuell ting, men tað hendi ikki, at hann royndi at siga sovorði sum »hey Paul, tú sær gott út í dag.« Einhvør sum sigur, at Bri- an var ikki ein góður man- agari fyri okkum, fer skeivur. Hann var ein megnar managari. JOHN: Vit høvdu full- komið álit á Brian, tá hann stýrdi okkum. Eg meini, um tú lítandi aftur eftir spyrt meg, og eg sigi, hann gjørdi tað og tað mistakið, so hevði tú sagt: »Á denn býtti handilsmaður«. Men fyri okkum var hann tann køni. Mær dámdi Brian. Eg hevði rættiliga tætt sam- band við hann í nøkur ár. Í bólkinum var eg tann, sum var honum nærmastur. Hann hevði megnar kvali- tetir og hann var stuttligur at vera saman við. Hann var meira ein sjónleikara- maður enn hann var han- dilsmaður, og soleiðis var hann eitt sindur við okk- um. Við einum stílreinum, væltalandi managara, gav hann The Beatles eitt sindur av einum klassiskum sniði, sum var øðrvísi. Hann snøgt sagt reinsaði okkum. Tað vóru stórir bardagar millum hann og meg, ár eftir ár, við at eg vildi ikki lata meg fínt í. Hann og Paul høvdu onkra loyniliga avtalu um at halda meg á rættkjøli. Teir máttu fjala út yvir fyri meg, men eg helt á vit at oyðileggja imagið. Eg royni ikki at seta niður á Paul, og eg royni ikki at seta niður á Brian: Teir gjørdu eitt gott arbeiði við at hava mína persónligheit undir tamar- haldi, at halda mær frá at vera atvoldin til ov nógvar trupulleikar. Fólk hava altíð fatanir so sum at George Martin gjørdi alt og The Beatles gjørdu onki, ella The Beat- les gjørdu alt og George Martin var ósjónligur, ella at Brian Epstein gjørdi alt. Tað var ongantíð soleiðis. Tað var ein samanseting. Tað, sum eg haldi um The Beatles er, at sjálvt um tað høvdu verið bara Paul og John og tvey onnur fólk, so høvdu vit ongantíð verið The Beatles. Til tess at fáa The Beatles so mátti tú hava ein sameining av Paul, John, George og Ringo. Tað finst onki slíkt so sum at »John og Paul skrivaðu sangirnar, tí góvu teir meira«, tí hevði tað ikki verið frá okkum, so høvdu sangirnir komi onkra aðrastaðni frá. Og í byrjanini var íkastið hjá Brian líka stórt sum okk- ara. Vit vóru talentini og hann var tann, ið royndi at fáa okkum fram. Hann seldi okkum. Hann vísti okkum fram. Har vóru nógvir stórir steinar, sum Brian skuldi renna ígjøgn- um knúsaran, tá á døgum, og hann dugdi væl at leggja konsertferðirnar til rættis. Hann gjørdi alt tað fyri okkum, og vit høvdu aldrin megnað tað uttan hann – og umvent. Um Magical Mystery Tour RINGO: Paul fekk hug- skotið til Magical Mystery Tour. Tað var eing góður arbeiðsháttur. Paul hevði eitt stórt pappírsstykki – bert eitt blankt, hvítt ark við einum teknaðum sirkli. Planurin var, »vit byrja her – og vit vera noyddir at gera okkurt har« Vit leigaðu ein buss og koyrdu avstað. Har var eitt sindur av tilrættarlegging. John vildi altíð hava ein ella tveir dvørgar undir síni lið. JOHN: Eg livdi fram- vegis í falskari fatan. Eg trúði framvegis, at Brian fór at koma inn og siga »nú er tíð at taka upp« ella »nú skal hetta gerast«. Og Paul byrjaði at gera tað: »Nú fara vit at gera ein film. Nú fara vit at gera eina plátu.« Og hann gekk útfrá, at um hann ikki ringdi eftir okkum, so fór ongin at gera nakra plátu. Paul kundi siga, at nú føldi hann at tíðin var búgvin – og brádliga skuldi eg koma við tjúgu sangum. GEORGE: Hetta er, hvar Paul helt, at onkur mátti royna at gera okkurt, og so avgjørdi hann, at hann vildi trýsta tað ígjøgnum, sum hann føldi. Á ein hátt var Magical Mystery Tour slettis ikki so býtt, tí tað fekk okkum at gera okkurt, tað fekk okkum út og vit tóku okkum saman. JOHN: Magical Mystery Tour er ein av mínum fa- voritt-plátum, tí hon er so løgin. »I Am The Walrus« er eisini eitt av mínum yndisløgum – tí eg gjørdi tað, sjálvsagt, men eisini tí tað er ein av hesum, sum hevur nóg mikið av smáum bitum í, sum kunnu halda áhugaðum uppi sjálvt hundrað ár seinni. PAUL: Filmurin bleiv vístur í BBC 2. jóladag. GEORGE: Pressan hat- aði filmin. PAUL: Fólk sum Steven Spielberg hava síðani sagt, »hatta var ein filmur, sum vit veruliga løgdu merki til, tá vit gingu á film- skúla.« Tað var ein listar- filmur heldur enn ein van- ligur filmur. Eg haldi hann var okay. Tað var ikki tað besta, vit nakrantíð høvdu gjørt, men eg verji hann undir øllum umstøðum, eitt nú út frá tí sannroynd, at onga aðrastaðni sært tú »I Am The Walrus« verða framførdan. Um India JOHN: Vit fara allir til India í einar tveir mánaðir at fyri rættiliga at granska transcendental meditatión. GEORGE: Á hvørjum ári hevði Maharishi eitt skeið fyri vesturlending- um, sum vildu gerast in- struktørar innan transcen- dental meditatión. Hóast eg ikki vildi gerast instruk- tørur, so ynskti eg at fara og fáa eina tunga dosu av meditatión. PAUL: Eg haldi, at vit í 1968 vóru allir eitt sindur andaliga sperdir. Eg haldi, tað sum heild var henda kenslan við at »Jú, jú, tað er deiligt at vera kendur, tað er deiligt at vera ríkur – men hvør er meining við øllum?« RINGO: Vit ótu morgun- mat uttanfyri og apurnar plagdu at koma og stjala breyðið. PAUL: Ringo fór tíðliga heim. Hann kundi ikki tola matin og hansara kona kundi ikki tola insektirnar. Um sangskriving í India JOHN: Líkamikið hvør ætlanin var við túrinum har, so skrivaði eg nakrar av mínum bestu sangum, meðan eg var har. Tað var eitt deiligt stað. Deiligt og trygt og øll smíltust alla- tíðina. Tað stuttliga við hesi leguni var, at hóast tað var sera vakurt og eg medi- teraði átta tímar um dagin, so skrivaði eg nakrar av teimum tristastu sangunum á jørð. Tá eg skrivaði í »Yer Blues« at »Im so lo- nely I want to die«, so var tað ikki í spølni. Soleiðis kendi eg tað. At vera har uppi og royna at røkka Gudi og føla seg sjálv- morðsraktan. PAUL: Eg skrivaði nøkur smærri brot har. Eg hevði ein sang, ið kallaðist »I Will«, men eg hevði ongi orð. Og eg skrivaði ein part av »Ob-La-Di-Ob-La- Da«. Vit fóru at hyggja eftir filmi í eini lítlari bygd, har ein maður setti upp ein skíggja og øll bygdarfólkini komu at hyggja og tey elskaðu tað. Eg minnist meg ganga om- an eftir eini lítlari gøtu í frumskógini við mínum guitari, til tess at koma frá leguni til bygdina. Eg spældi: »Desmond has a barrow in the market place«. Fleirborin orð TÓNLEIKUR Niclas Johannesen 6. partur Um LSD PAUL: Tá sýra kom inn í myndina, frættu vit, at tú gjørdist ongantíð tann sami eftir at hava tikið tað. Tað broytir títt lív, og tú kanst ongantíð hugsa á sama hátt aftur. Eg haldi hesi útlitini gjørdu John spentan upp á tað, men eg var heldur ræðslusligin. So eg bíðaði og eg haldi hinir í bólkinum hildu, eg royndi at sleppa undan. Eg minnist í 1965, tá vit høvdu nakrar frídagar í Los Angeles og onkur hevði leigað eitt hús í Hollywood. John, George og Ringo tóku sýru, men eg vildi ikki. Tað tók mær eina drúgva tíð, áðrenn eg hugsaði »vit kunnu ikki allir vera í The Beatles, við mær sum tann einasta, ið ikki hevur tikið tað«. GEORGE: Tað var í øll- um bløðunum. Fjølmiðlarnir vóru úti á markini henda dagin. Eg haldi, at Paul skuldi ong- antíð havt sagt fjølmiðlun- um tað – eg hevði ynskt, at hann ongantíð segði tað, tí alt gjørdist ein ruðuleiki. Fólk troyttaðu okkum við hesum í øldir. Onkur má hava hoyrt slaturin og eru síðani farin at spyrja hann. Tað tókstist løgið, tí vit høvdu roynt at lokka hann at taka LSD í átjan mánað- ir – og so brádliga ein dag er hann í sjónvarpinum og prátar um tað. JOHN: Hann »timar« altíð sínar stóru kunngerðir sera væl, ger hann ikki? PAUL: Hinir hava altíð hildið, at eg kunngjørdi tað við beráddum huga. Sann- leikin var, at eg bleiv fang- aður framman fyri upp- tøkutólið av einum tíðinda- bólki og mátti í snarari vending avgera, um eg skuldi siga sannleikan ella ikki. Um meditatión GEORGE: Eg var komin til tað punktið, har eg ynskti at meditera, eg hevði lisið um tað og visti, at eg hevði brúk fyri einum mantra – eitt loyniorð til tess at sleppa í gjøgnum til heimin hinumegin. 24. august 1967 fóru vit allir uttan Ringo at lurta eftir einum fyrilestri, sum Ma- harishi hevur á Hotel Hil- ANTHOLGY. Ongantíð fyrr er bók útgivin, har beatlarnir sjálvir siga gott fyri hvørjum orði. Nú er bókin The Beatles Anthology komin út kring allan heim. Les eitt nú, hvat teir siga um teirra managara Brian Epstein, um LSD, um Magical Mystery Tour og The White Album The Beatles um The Beatles Beatlarnir George, Paul og John undir opnum himni saman við fólkasangarnum Donovan. Ringo er myndamaður og tískil ikki við á myndini Teir fýra Beatlarnir avmyndaður í tiltiknu dupultu LP plátuni, sum í veruleikanum einki heiti hevði. Eftir hvíta húsanum varð hon tí kallað »The White Album« Tá poppurin úr Liverpool tók land á fyrsta sinni tá sótu vit á trappuni hjá Lenu, meir og minni ímillum belj og hundagoyggj, vit hoyrdu nýggja ljóðið sum haraftrat var álað sundur av transistor-skróvi. Eg minnist gamli Ferdinand so knappliga sær vendi og segði heilt alvorliga, at nú bleiv verðins endi hvat so? – vit taka kjansin – emigrera tú til Pluto vit høvdu bara Dandy, David Crockett-bløð og Ludo. So upp á barrikadurnar, nú skuldi slagið standa við hetjunum í baksýni, vit tordu allan vanda og fíggindin var ein og hvør av borgarligum stattti og allir teir í gummiskóm og allir teir í hatti. Tann svári sálarklovningur í hesi nýggju trúnni ímillum Sergeant Pepper og so tað at geva kúnni hvør kann væl konsentrera seg um, bæði tað at skapa og Óla Hans við trillibøru, fullari av skrapu. Ja, ´67 var herviligt hjá okkum bygdasviskum tá roykurin frá pípunum hekk yvir San Fransisco tað kendist nokk so undarligt, tað mugu vit nokk siga at vera til ein »happening« í neystinum hjá Dia. Vit fýrdu mangan feitan undir trappuni hjá Leivur tá lotið lá tann rætta vegin, gekk hann sjálvur skeivur og onkuntíð, til stuttleikar, vit »læntu« bakaríið ja tað veit Gud var bakarin so óður at hann spýði. Tann gamla bygdamentanin fekk nógvar djúpar skøvur »almindiligt forargilsi« vit vaktu yvirhøvur eg minnist gomlu Marina við drignum kustaskafti hon lovaði at geva okkum tvøguna um kjaftin. So komu vit í 80’ini, tey undarliga tvøru øll gomul idealir vóru rullaði í tjøru alt samfelagið gjørdist nú so yvirstrukturerað at tú fekst ikki fratað, uttan alt varð registrerað. So líðandi fór stílurin hjá okkum fyri bakka nú gingu vit í klædningi, ja onkur gekk í frakka Poul Martin helt, at her var ikki meir at mala eftir stakk høvdið inn í micro-ovnin og stokti tað í pettir. Eg siti her í køkini og eri við at spýggja tí onkur her í grannalagnum spælir »hetta nýggja« eg stari gjøgnum vindeyga í maktasleysum sinni teir sita har á trappuni hjá Lenu, meir og minni. Finnbjørn Hansen Á trappuni hjá Lenu