Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2001 Nr. 59 - 24. mars 2001 27 TÓNLEIKUR Birita Andreasen Eftir ein eitt-ára steðg sendu teir tríggir barndómsvinirnir Nick Wire, James Dean Bradfield og Sean Moore tann 19. mars teirra sættu fløguútgávu á marknaðin. Know Your Enemy er heitið á fløguni. Sambært basspælaranum Nick Wire, so sipar heitið til ein sjálvan. »Í síðsta enda, so er tú tín egni ringasti fíggindi«, segði tekst-skrivarin í arbeiðaraklassa- bólkinum herfyri, tá hann var til pressufund á d’Angleterre í Keypmannahavn. Kuba Fyrsta framførslan av nýggja til- farinum hjá bólkinum var í Hav- anna í Kuba. Sum sangarin, Jam- es Dean Bradfield, sigur á lagn- um Let Robeson Sing, so møttu teir sjálvum Fidel Castro undir teirra vitjan í Kuba. Men víðgongt vinstrasinnaðir hava teir nú verið síðani byrjan- ina. Kendi sangurin av fyrru fløguni This Is My Truth Tell Me Yours, snúði seg um spanska borgarakríggið og hevði heitið If You Tolerate This Your Children Will Be Next. Blanda Fløgan er als ikki líka popput sum tann fyrra. Hon byrjar við fullari ferð við lagnum Found That Soul. Sangurin rokkar! Stíl- urin gjøgnum fløguna er tó sera fjølbroyttur, so lat teg ikki lumpa av fyrsta lagnum. Men saman- umtikið, so er útgávan meira punkut, enn tað, vit eru von við at hoyra frá bólkinum. Líkist kanska meir tí, sum teir byrjaðu við fyri sløkum 10 árum síðani. Eitt diskolag, Miss Europa Disco Dancer, hevur eisini fingið pláss á útgávuni. Men hóast rokk og harðar gitt- artónar, so eru eisini bleytari løg sum So Why So Sad og Ocean Spray, har tann avslappandi og lætt hvínandi røddin hjá Brad- field veruliga kemur til sín rætt. Boðskapurin Hesin bólkur, sum hevur støði í arbeiðarastættini, hevði frá byrj- an av sum mál at nema hjarta eins og vit hjá áhoyrarinum. Bólkurin hevur eitt greitt polit- iskt sjónarmið, og hetta er eisini boðskapurin í teirra tekstum. Eitt sindur provokerandi eru teir íðnu gøtuprædikararnir eisini. Við at blanda tað við skemti, gera teir tað uttan at lyfta peikipingurin alt ov nógv. Í sanginum Freedom Of Speech Won’t Feed My Chil- dren, syngja teir um rumpuna hjá Dalai Lama. Her skjóta teir eftir teimun sjálvrættvísu, ið nýta Da- lai Lama til at reinsa teirra sam- vitsku, men ikki leggja í fátækra- dømi og neyð í heiminum. Baby Elian tekur støði í málinum um lítla kubanska dreingin, ið bleiv tikin til USA. Eftir at hava lurtað eftir fløg- uni fyrstu ferð, fall eg fyri teim- um melodiøsu tónunum og helt, at restin var heilt okey. Hetta var helst eisini orsakað av, at fyrra útgávan This Is My Truth Tell Me Yours hevur eitt av heiðurs- plássunum í míni fløgusamling. Men eftir at hava lurtað fløguna nakrar ferðir ígjøgnum, so haldi eg, at hendan er góð øll sum hon er. Og eg ivist ikki í, at hetta er ein av teimum, ið bara blívur betri, jú oftari ein lurtar eftir henni. 834 ár eftir at erkibiskupurin Absalon víggirdi »Havnina« við sterkum verjugørðum, siti eg í eini sofu í Café Riga og drekki capuccino. Á døgum Absalonar var hesin býurin, Keypmanna Havn, goymslu- pláss og flutningsmiðstøð fyri alskyns handilsvørur til lond- ini kring Eystrasalt, og verju- garðarnir skuldu verja býin ímóti álopum frá vendarunum. Absalon hevði fingið »Havn- ina« í gávu frá vini sínum Valdemari Stóra. Heilt fram til 1850’ini var hon av hernaðar- ligum orsøkum avmarkað av víggirðingunum: alt úr kjall- arum og loftsrúmum til bakhús og goymslurúm virkaði sum íbúðir hjá fátækum familjum. 5000 keypmannahavnarar doyðu av kolera í 1853, og trý ár seinni fóru menn at byggja hús uttan fyri verjugarðarnar. Fólkatalið vaks nógv hesi ár- ini; í 1880 vóru 235 000 íbúgvar, og verjugarðarnir við teimum fýra býportrunum vórðu tiknir niður í 1886. Keypmannahavn varð nú ein prýðiligur stórbýur við nýggj- um býarpørtum til arbeiðara- stættina. Vesterbro, ein av hesum bý- arpørtunum, er vestan fyri nú- verandi Rådhuspladsen (tað gamla Halmtorvet), og her liggur hugnaliga Café Riga við sínum stóru og bleytu sofum, ið geva staðnum ein heimligan dám. Eg búði eitt skifti á lítlari síðugøtu á Vesterbro, ið gong- ur frá Vesterbros Torv til Halmtorvet. Eskildsgade er friðarlig og ókend fyri tey flestu; tó eyðkend av sínum reyðu lanternum, ið lýsa innan fyri nógv kjallaravindeygu í skýmingini. Gøtan hevur tvær góðar thai-matstovur, tann eina hevur ongantíð meira enn 2-3 gestir. Og ein undarligan hár- fríðkara, Adam, ið hevur fylt stovuna hjá sær við kaffikann- um, kassettubondum, útvarps- tólum, telefonum, køliskápum og øðrum gomlum »burtur- kasti«. Adam hevur opið bæði sunnumorgun og leygarkvøld; hesin gamli maðurin livir mestsum í síni hárfríðkanar- stovu. Adam og vinmenn hansara eru úr heitum londum túsundtals kilometrar frá lítlu Eskildsgade. Ein nýggjur skúli við HF- stakgreinum liggur eisini í gøtuni. Á horninum Halm- torvet-Eskildsgade er ein stór kiosk, ið hevur opið 24 tímar í samdøgrið 7 dagar um vikuna, 365 dagar um árið. Hýrivogns- førarar, skøkjur, rúsevnismis- nýtarar og onnur, ið arbeiða á náttartíð, eru góðir kundar her. Botnurin í tí socialu og bú- skaparligu pyramiduni er at síggja í hesum vesterbrogøt- um, tey sum eru dottin úr sam- felagnum, tey sum liva ein dag í senn, tey sum doyggja undir myrkum trappum... og tey væl- eydnaðu halda seg langt vekk frá teimum »miseydnaðu«, ið eru gott undirhald í sjónvarp- inum. Vesterbro er ein fjølbroyttur og áhugaverdur býarpartur við ørgrynnu av caféum, matstov- um, biografum og forvitnislig- um handlum. Nógv fólkasløg búgva her: bornholmarar, jyd- ar, føroyingar, kurdar, pakist- anarar, thailendarar og so framvegis. Í fjølmiðlunum verður Vesterbro tíverri lýst at vera ein vandamikil og niður- slitin býarpartur við íbúgvum »på overførselsindkomster«. Ein ræðulig sjónvarpssending hevur gingið í donskum sjón- varpi eina tíð, hon eitur »His- torier fra en politistation« og letur hyggjaran fylgja gerand- isliga arbeiðnum hjá løgregl- uni á Vesterbro (eg haldi eisini SvF hevur havt hana á skránni!). Í sínum fínu stovum sita væleydnaðar familjur kring alt landið og hyggja at eini ungari kvinnu, ið skræðir klæðini av sínum skroypiliga kroppi, meðan hon skríggjar seg hása og rullar runt á tí ískalda fongsilsgólvinum. Kvinnan er heroinmisnýtari og er um at doyggja av rúsfjáltri. Ongin spurdi hana, um hon ynskti at luttaka í sjónvarps- sendingini, ið onga virðing hevur fyri teimum veikastu. Bjarne L. Henriksen, leiðari í Kirkens Korshær, sigur soleið- is um sendingina: »...Den er socialpornografisk underhold- ning...når det kommer til styk- ket, ligger den menneskelige elendighed hos politiet, jour- nalisten og DR1. Deres vær- dighed ligger væsentlig under de mennesker, de udstiller«. Fólk koma og fara á Café Riga, men eg og vinur mín sita enn og práta um lívið í stór- býnum, meðan suðið av mot- orferðsluni úti í gøtuni bland- ast við tónleikin, ið kemur úr hátalarunum. Keypmannahavn úr Café Riga TELDUBRÆVIÐ Frá: Firouz Gaini, Keypmannahavn, fgaini@iname.com Dagur 20.03.01 Til: birgir@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti FLØGUUMMÆLI. Frá rokk til Beach-Boys tónar. Disko og punk. Nýggja útgávan hjá Manic Street Preachers hevur tað alt Kenn tín fígginda Birita Andreasen er næmingur í Kungalv í Svøríki. Í løtuni er hon í starvs- venjing á Sosialinum Mynd: Jens Kr. Vang Lag: Reyparin 45 grader vest. Ja sum eg nú í tonkum mínum bilsin fylgi við ið hvussu tíðin rann avstað og tók so mangt á glið. Tú minnist sjálvsagt lampurnar – í skýming pussa glas – tú hóma kundi gluggarnar, men ikki tún og gras. So huldisligt í myrkrinum tá hann av suðri lág, og glæðurnar við oysregni í skjøldur skriktu tá. Hvør kendi ikki Artatrøll og mong av sama slag. Tú bangin royndi signa teg, og »Fader vor« tú bað. Men so var tað, at fyrsta ljósa gøtulyktin kom, tá hvurvu skjótt øll trøllini og ikki sást ein skon, tí nú var tað sum summartíð og vetur saman rann, sjálvt torvið og petroleum, úr vára lívi svann. Við murtatráðu møttust vit á støðni manga ferð. Vit høvdu báðir pisur smáar, ábyrgd alt tað ber. Í dag vit hava stórar pisur (ternumurt) okey. Tær seta báðar størri krøv og líða onga neyð. Men fram við Oyrabakkanum har gamli ósin rann, vit veiddu mangt eitt sli og erju upp í vára spann. Og tá so brimið øgisligt um Húsabakka vóð, á skeri undir Eirikstoftum, mangan hart á stóð. Tá var tað gamli lærarin »hin grái« ringdi inn. Hann ramsaði upp Habakukk og mangt eitt gamalt skinn úr Katakismus, sum hon var »ein fløkja uttan vit« vit tvungnir máttu ramsa upp við bæði bit og slit. So knappliga rópti grindaboð, tá runnu vit væl nógv, úr neysti løgdu lunnar út so bátin skjótt á sjógv, tá róðu allir grindabátar kappingin var hørð. Eg gloymi ei ta myndina fimm áttamannafør. Í drápinum var skilið ikki av tí besta slag, hálvørir menn sum váknið kasta uttan mið og stað. Teir raktu inn í nýruni – í grøn – og hamarskjøl so svakir gjørdust hvalirnir teir knústu stokk og fjøl. Tá sukku vit í bárunum, í blóð og reyðan sjógv, at svimja millum hvalir – bátar – vákn tað fylti nógv, men tíanbetur ongantíð av nøkrum skaði stóð, ja, væl so runnu ungdómsár, so friðarlig og góð. Við Íslands strond »Við Dangu« løgdu toskin vit í salt, so spennandi hvørt leygarkvøld at fáa lippur talt. Men tá vit inn í »Beiin« stevndu, frið hvønn sunnudag, tá smíltust allar »Stylkurnar« og ristust oman knæ. Á harujakt á klubbanum so spennandi tað var, at lúra millum skursl og klettar undir Hamarsgarð, ja, tá ein kringur harufrensur, undan okkum rann, tá alt í einum skotið varð, tað ei í honum »spann«. Men tú – tú søkti hæddirnar, og slepti tær á flog. Eg helt meg mest á jørðini, eg hevði styttri boð. Men oman fyri skýggini, har eydnuspælið spann, har fanst tú sjálva ternuna, sum ástin frá tær vann. Nú hava vit so báðir rundað trýssinstjúgu ár. Mær tykist tó at árstíðin hjá okkum enn er vár. Men gævi Gud, hann signi tykkum bæði frísk og fró. Hann gevi tykkum báðum saman fleiri ár so góð. Vit enda við lag: gev okkum Skipper Skrekk Ja, nú verður kanska tað at vit fáa boð ein dag, um loysing frá Danmark og stýra á flog, men tá mást – tú – fáa boð. Hjartaliga tillukku! J. E.E. Til Móður á ellisárum Tá hugsan mín fer heim á fornar slóðir, mær berst í huga minnir mong og ljóð. Men best av øllum minnist eg tó móður; so mild tú vart og børnum tínum góð. Eg altíð minnast vil, ta gávu goyma har gleði mín og sorgir áttu heima, á fedragarði fjálgt eg stóð –. Frá morgni lívsins mildir geislar streyma um barnaár so bjørt og fróð. Tú átti kraft og mikið verk at inna, men sjálv var tú tær miskunnleys og hørð tú vildi vælferð børnum tínum vinna tú vildi verja teirra ættarjørð. Frá barni átti tú hin góða anda, sum veitir tjóðum ást til fosturlanda og økir teirra kraft og trú. Bert búnast kann úr mildum móðuranda slíkt ljós sum í mær býr – – og tað er tú. – – – – – – Tá fyrst eg fór úr faðirs forna garði mær einglaskjól var móðurhugsan tín. Hann var hin bjarta brynja ið meg vardi ein Gudaskjøldur – Verndareingil mín, ið ferðast víða, vakir tá tú svevur, veit alt hvat sál og huga mínum krevur um fjarløgd høv og ytstu sker. Hann broytist ei – og eyga við mær hevur og varnast alt, ið fyri framman er. Tá fyri oyra mær berst vøgguvísa Í hugan rennur vøgguvísan tín Úr havið sá eg háfjøll um meg rísa At heilsa tær var fyrsta gleði mín tá sá eg Føroyar størst av øllum londum. Ókomin ár í vernd av einglahondum, ið lív mær gav – og vón í lon. Meg minnir móðir teg á heimastrondum tú fevndi har tín kæra son. Í eygum tínum sá eg kenslur eymar sum fagrir tónar orð eið kundu mælt. So miklir vóru tínir móðurdreymar, tó flestar teirra hevur frosti fjalt. Sum hetja bart tú harm og sorgarstundir – tú ugga bar í neyð til sáru lundir. Viðkvom í sál – men viljasterk. Nú ljóma um teg farin ár og stundir, nú tøkk tær ber títt egna verk. – – – – Eg beri móður tøkk tær túsundfaldar so tjóðin øll má hoyra kvæði mítt, tá Føroya bestu møður verða taldar tá vil tað ljóma fagurt navnið títt. Ver signað øll tín umsorgan og vinna ver halgað hús títt garður fedra mína, sum goymir gomul spor og ár. Lat signing tína her um garðar skína. Brátt verða skal um ævir vár. Úr Ísl. Eftir Viggo Johannesen Seinkað kvøða til Kvinnudagin Til mín góða, gamla vin Hans á hansara seksti ára degi