Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2007 11 tíðindi Stutt Sagt Tosa um frið Stjórnin í Sýrialandi er sinnað at tingast við ísraelsmenn um ein friðarsáttmála. Tilboðið úr Damaskus kemur dagin eftir, at ísraelski forsætis­ ráðharrin, Ehud Olmert, gloppaði dyrnar fyri sam­ ráðingum við Sýrialand. Sambært blaðnum Ha'are­ tz segði Olmert á einum stjórnarfundi, at Ísrael er til reiðar at tosa við Sýrialand um ein friðar­ sáttmála, sum skal fáa enda á krígsstøðuni, sum hevur verið millum lond­ ini líka síðani kríggið í 1967. Ein tslamsður hjá sýrisku stjórnini sigur við AP, at sýriska stjórnin er sinnað at tingast, men at hon væntar sær ikki nógv burturúr. Merkel fær rós Umhvørvisverndarfelags skapurin World Wildlife Foundation rósar týska kanslaranum Angelu Mer­ kel, tí tað eydnaðist henni at fáa hinar leiðararnar í G8­bólkinum at taka und­ ir við, at í framtíðini skal ST standa fyri samráðing­ unum um veðurlagsbroyt­ ingar, og hvat skal gerast. John Nordbo, ið starvast hjá World Wildlife Foundation, sigur við Rit­ zau, at Merkel skal eisini hava rós fyri, at hon megnaði at standa ímóti trýstinum frá amerikonsku stjórnini, sum var ímóti øllum bindandi samtyktum um veðurlagið. Fram í Nuuk Norska ferðamannaskipið Fram, sum skal sigla við ferðafólki fram við vestur­ grønlendsku strondini, fór sína fyrstu ferð í gjár. Teir seinastu dagarnar hevur Fram ligið í Nuuk, har nógv fólk vóru umborð og hugdu at skipinum, ið sigst vera tað mest nútím­ ans av sínum slagi í heimi­ num. Skipið hevur 318 koyggjur til ferðafólk og manning, og útvarpið í Nuuk veit at siga, at 98 prosent av ferðaseðlunum í summar eru longu seldir. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Mær dámar ikki fosturtøku, men eg haldi ikki, at politikararnir skulu taka støðu fyri kvinnuna (Rudolph Giuliani) útlond Myndugleikarnir í Portugal og Bretlandi sóknast eftir einum týskara, sum verður settur í samband við ta horvnu Madeleine McCann Seks dagar eftir at Madeleine McCann hvarv av einum gistingarhúsi í Portugal, helt ein norsk kvinna seg síggja hana á einari bensinstøð í Marokko. Tað var tann 9. mai. Kvinnan, sum var og ferðaðist í Marokko, helt seg síggja ta burturfluttu ensku smágentuna við eina bensinstøð uttan fyri býin Marrakesh. Tað er tó ivasamt, hvussu nógv hetta kann hjálpa myndugleik­ unum, tí eftir øllum at døma eru tær flestu myndirnar strikaðar í eftirlitstólunum hjá beninstøðini. Men kanska hevði tann norska kvinnan rætt, tí gentan uttan fyri bensin­ støðina í Marrakesh er ikki tað einasta, sum knýtir Marokko at teirri horvnu Madeleine McCann. Í sein­ astuni hevur bretska løgreglan hjálpt portugis­ isku myndugleikunum við málinum, og millum annað hava bretar lurtað eftir telefonsamrøðum hjá fólki, sum hava verið undir illgruna. Í hesum sambandi hevur løgreglan fingið illgruna til ein týskara, sum er nevndur í fleiri av samrøðunum, og í teimum somu samrøðunum verður tosað um eina "ljóshærda gentu", skrivar portugisiska blaðið Corregio da Manha. Alt bendir á, at hesin týskarin er í Marokko, og stór løgreglulið leita nú eftir honum har, skrivar portugisiska blaðið. Løgregluovastin Olegario Sousa, sum hevur staðið fyri leitingingini eftir teirri horvnu gentuni, líka síðani hon hvarv, váttar fyri blaðnum, at løgreglan hevur stóran áhuga fyri Marokko. Leita eftir Madeleine í Marokko Allastaðni verða fólk mint á ta horvnu gentuna, sum her á tí kenda leikvøllinum Old Trafford í Manchester Í næstan eitt ár hevur verið leitað eftir 15 ára gomlu Daniellu Cramer. Nú er hon komin afturíaftur Undir einari húsarannsókn í West Harford í ameri­ kanska statinum Connecti­ cut fann løgreglan ta 15 ára gamlu Daniellu Cramer, sum hvarv 14. juni í fjør. ­ Gentan var í einum lítlum rúmi, sum var umleið ein metur til hæddar og hálvan annan metur hvønn vegin. Hon hevur liðið nógv, segði løgregluovastin Jeffrey Blatter á tíðindafundi seinni. Tann 41 ára gamli maðurin, sum búði í húsu­ num, varð tikin alt fyri eitt, og 40 ára gamli sambúgvi hansara er eisini skuldsett í málinum. Løgreglan sigur, at málið er neyvan heilt greitt enn, tí tað vísir seg, at tann 41 ára gamli maðurin og foreldrini hjá Daniellu Cramer eru kenningar. Ein frágreiðing kann vera, at gentan rýmdi heiman og fekk tann 41 ára gamla at fjala seg. Men løgreglan sigur, at málið er álvarssamt kortini, og hon vísir ikki aftur, at gentan kann hava verið fyri kynsligum ágangi. Innistongd hjá kenningum Danielle Cramer. Var hon burturflutt, ella fjaldi hon seg?