fríggjadagur 8. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti
10
Beinta Clothier er ikki heilt
heilt óskrivað blað á føroyska
sjónleikapallinum. Vit hava
upplivað hana í leikum sum
Pippi, Pinocchio, Skeyk, Renn fyri
vívinum, Einki er sum mammusa
gras og Leikhúsjólum, umframt
í útisjónleikum á ólavsøku.
Og áhugin fyri sjónleiki hevur
sambært Beintu altíð verið har.
– Mær hevur altíð dámt at
spælt sjónleik. Eg veit ikki um
nakað annað arbeiði, har tað
eitur, at eg fari at spæla. Eg veit
ikki hvat annað, ið eg skuldi gjørt,
greiður Beinta frá.
Men hvat er tað, sum bergtekur
við sjónleikinum.
– Tað sum fasinerar meg mest
við sjónleiki, er sjónleikur er at
vísa ein spegil upp á samfelagið
og hvussu menniskju eru. Hetta
síggi eg sum tí mest fornemmu
uppgávuna, sum sjónleikur hevur,
og hetta hevur verið mín drívmegi
fyri at fáast við sjónleik.
Vildi investera
í sjónleikin
Fyri fýra árum síðan tók Beinta
lopið úr trygga umhvørvinum
í Havn og kenda pallinum í
Sjónleikarhúsinum og fór til
Odense á sjónleikaraskúla.
– Eg hevði spælt áhugaleik og
hevði verið á nógvum skeiðum.
Men eg hugsaði, at skal eg
liva av hesum, so má eg eisini
investera í tað og dyrka tað við
at fara á skúla og fáa diplom
uppá, at eg eri sjónleikari. Ikki
tí man ikki kann spæla sjónleik
uttan at vera útbúgvin. Men, ja,
hetta ljóðar kanska sum snobbarí,
men tað er ein munur á at vera
útbúgvin, at taka sær tíð til at
læra og so er tað feitt at dyrka
okkurt.
Beinta hevði hoyrt gott um
almennu sjónleikaraskúlarnar
í Danmark, og valdi at royna
at søkja inn. Hetta var fyrst og
fremst ein avbjóðing ella ein
roynd, ið hon gjørdi. Hon kannaði
eisini skúlan í Reykjavík, men
hesin var við universitetið, og har
kravdist student ella HF, og tað
hevur Beinta ikki.
– Tað kundi sjálvandi eisini
verið spennandi, at fari útum
Norðurlond. Men hetta var fyrstu
ferð, at eg søkti, og eg visti ikki
hvat, ið fór at henda og donsku
skúlarnir hevði, eg hoyrt nógv
gott um frá fólki, sum høvdu
gingið har.
Strævin upptøku
roynd
735 fólk søktu inn á teir tríggjar
almennu sjónleikaraskúlarnar
og einans átta sluppu inn á
hvønn. Hetta setti sín dám á
upptøkuroyndirnar, ið Beinta
kendi sum øgiliga krevjandi.
– Man føldi nervøsitetin mill
um fólk. Serliga triðja royndin
í Odense, ið vardi fýra dagar,
var øgiliga krevjandi. Tá er
man ikki so nógv, so man veit,
at møguleikin er fyri at sleppa
inn, og man verður alla tíðina
eygleiddur av teimum, sum
avgera um man sleppur inn.
Tey siga, at hetta er orsøkin
til at vit onga eksamiu hava, tí
upptøkuroyndin er ein eksamia.
Øll átta, sum sleppa inn, halda
eisini vanliga fram øll fýra árini.
– At byrja á sjónleikarskúlanum
var heilt forferdiliga yvirveldandi,
eg kendi ikki býin, sum eg flutti
til og á skúlanum skuldi eg
knappiliga fyrihalda meg til sjey
fólk, sum eg skuldi deila alt við í
fýra ár, greiðir Beinta frá, og júst
hetta sambandi við sjey onnur
fólk hevur verið sera stórur partur
av lívinum hjá Beintu seinastu
fýra árini.
– Vit átta eru øgiliga tætt knýtt.
Vit hava altíð fingið at vita, at vit
vóru átta individualistar, men tá
vit arbeiða á gólvinum, arbeiða
vit fyri at skapa tí góðu søguna.
Vit hava lært at arbeiða saman.
Burtursæð frá at sova, hava vit
gjørt næstan alt saman hesi fýra
árini.
Persónlig menning
Beinta var eisini ovfarin av
leistinum, ið frálæran varð løgd
til rættis eftir. Rektararin á
skúlanum, tá Beinta byrjaði var
Lane Lind, ið er gift við Eyðuni
Johannesen. Hon hevði verið
rektari í 14 ár, og hevði lagt
útbúgvingina væl til rættis eftir
sínum royndum. Fyrstu árini varð
arbeitt nógv við persónligari
menning.
– Rektarin segði, at nógvir av
hennara javnaldrandi kollegaum
Sjónleikur avdúkar
fólk og samfelag
Leygarkvøldið fer føroyska Beinta Clothier á
pall seinastu ferð í leiklutinum sum Candy í
leikinum Kærlighed og menneskerester av
kanadiumanninum Brad Fraser. Hetta verður
somuleiðis seinasta framførslan hjá Beintu á
Skuespillerskolen ved Odense Teater, har
Beinta eftir fýra spennandi ár nú hevur lokið
prógv sum yrkissjónleikari
Beinta um Tjóðpallin
Eg haldi, at tað er gott, at ein Tjóðpallur endiliga er komin.
Hopi, at við Tjóðpallinum fer man at síggja hvussu ríkt
sjónleikalívið er í Føroyum, og hvussu nógv vilja vera við til
at ríka tað. Eg vóni eisini, at Tjóðpallurin kann fáa onnur at
útbúgva seg sum sjónleikara. Eisini haldi eg, at Tjóðpallurin
kann vera við til at vísa, at man kann brúka sjónleik til annað
enn pall og sjónvarp.
Beinta um danir
Eg havi kent meg væl millum danir, hesi árini eg
havi búð í Danmark. Men eg haldi ikki, at teir
eru eitt so opið eitt fólkaslag. Í summum førum
eru tey í øllum førum ikki so opin. Men eg búgvi í
Odense, sum er ein eitt sindur lukkaður býur.
Samrøða
Niels Uni Dam
blaðmaður
nielsuni@sosialurin.fo