fríggjadagur 8. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti 11
høvdu fingið depressiónir og vóru
endaðir í misbrúki. Tí vildi hon
tryggja sær, at vit kendu munin á
leikinum og okkum sjálvum. Man
skal ikki hava privatar kenslur við
á pallin, tí tað er ikki sjónleikur
haldi eg í hvørfall.
– Vit arbeiddu nógv við ikki
voldiligari kommunikatión og
ein terapeutur var tilknýttur
skúlan. Vit lærdu at kommunikera
sakliga, uttan at koma við
ákærum, greiðir Beinta frá.
Á skúlanum hava tey eisini
arbeitt nógv við maskum. Hetta
hevur Beinta lært sera nógv av.
– Eg havi funnið útav, hvussu
nógv eg ikki visti. Eg lærdi at seta
orð á, hvat tey ymisku tingini,
sum eg gjørdi, itu og sum eg
hevði og dugdi, áðrenn eg kom
inn á skúlan.
Føroyar mugu bíða
Seinastu vikuna hava Beinta
og hini á hennara ári havt
sína endasýning, ið er sjálvur
endin á útbúgvini. Leikurin;
Kærlighed og menneskerester av
kanadiumanninum Brad Fraser
er ein leikur úr 80’unum, um
menniskju, ið øll eru einsom, tey
leita øll eftir ymsikum.
Leikurin er eitt esemble stykki
har allir leikararnir fáa nógv
pláss. Men leikluturin hjá Beintu
sum Candy er ein sentralur
leiklutur. Hon er ein kvinna, ið
leitar eftir fullkomna manninum.
Leikurin verður sýndur á Teater
Momentum og verður sýndur
seinastu ferðina leygarkvøldið, og
tá teppið fer fyri, er Beinta liðug
við sjónleikaraútbúgvingina. Men
tað er ikki víst, at Beinta verður at
síggja á føroyskum palli fyribils.
– Eg vil gjarna heim at arbeiða,
men eg flyti ikki heim enn. Sum
sjónleikari eru størri avbjóðingar
her enn í Føroyum. Eg havi brúkt
hesi fýra árini til at fáa danska
málið heilt upp á pláss. Eg kenni
nógv fólk her og nú vil eg gjarna
prøva ting av. Men fyrst ætli eg,
at halda eina langa summarfrítíð.
Fyrsta verkætlanin, ið Beinta
hevur á skránni, er ein verkætlan,
ið hon skal undir í november
saman við einum, ið verður
liðugur á sjónleikaraskúlanum í
Århus í summar.
Beinta um danska
filmslist
Eg haldi, at tað er keðiligt altíð at síggja tey somu
andlitini í donskum filmum, Tey brúka ikki nýggj andlit,
men eg haldi, at vend er komin í. Filmídnaðurin sær,
at fólk eru opin fyri smalu filmunum, tað sum er
eksperimentarandi er áhugavert. Nógvir filmar verða
gjørdir og góðskan blívur bara betur og betur.
Beinta um Odense
Odense er ein býur, sum stendur í stað. Eg havi ikki tað stóra góða
at bera býnum. Eg eri eitt sindur troytt av at verða í einum býi sum
næstan bert profilerar seg við H.C. Andersen. Í Odense eru tvey super
góð Leikhús, Odense Teater og Teater Momentum, har vit spæla,
men fólk vita bert um Odense Teater, sjálvt um Momentum liggur
mitt í býnum, tí er tað ergriligt, tá eg hoyri fólk frá býnum siga at onki
hendir her. Eg kann ikki siga meg heilt frían fyri at verða blivin áðvirka
av at eg gangi í flokki saman við sjey persónum sum øll hava búð í
Keypmannahavn, áðrenn tey komu inn á skúlan.
- Tað sum fasinerar meg mest við sjónleiki, er sjónleikur er at vísa ein spegil upp á samfelagið og hvussu menniskju eru. Hetta síggi eg sum tí mest fornemmu uppgávuna, sum sjónleikur hevur, og
hetta hevur verið mín drívmegi fyri at fáast við sjónleik, sigur Beinta Clothier, sjónleikari