mánadagur 11. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2007
13
Í fundarfrásøgn frá Sands
Kommunustýri verður upp
lýst, at stýrið á fundi
21.05.2007 hevur samtykt
at fara undir at gera nýggj
an bygdarskúla á Sandi.
Málið um skúlaviður
skiftini í bygdini hava
verið umrødd leingi. Ver
andi skúli er bygdur fyri
gott stórthundrað árum
síðan, men peningaorka og
politisk raðfesting hava
havt við sær, at einki er
hent enn.
Sjálvt um skúlin er bygd
ur fyrst í 1880unum, so
eru sjálvsagt gjørdar fleiri
broytingar og ábøtur, men
hóast hetta, so eru umstøð
urnar hjá børnum og lærar
um ikki nøktandi.
Í 1990unum var komm
unan illa stillað fíggjarliga
sæð, men hetta batnaði
seinni, og umstøður gjørd
ust fyri lánsafturgjalding
og møguligum nýíløgum.
Núverandi stýrisformað
ur við meiriluta á Sandi
tók við eftir valið í 2000,
og á kunnandi fundi við
lærarnar í kommunuskúla
num segði hann frá, at
skúlaviðurskiftini fyribils
vóru útsett til eftir íløgur
til eina ítróttarhøll í oynni
við meginskúlan. Hetta
varð tikið til eftirtektar.
Nú er samtykt at byggja
nýggjan skúla, tó uttan
nakra ítróttarhøll! Hvat nú?
Veruleikin er kortini
tann, at vit eiga at skifta
hugburð og hugsa meiri
um samlaðu skúlaviður
skiftini og venda eygunum
ímóti felagsskúlanum, um
vit skulu fáa nøktandi
viðurskifti bæði innan
skúla og ítrótt!
Sambært hagtølum so
lækkar barnatalið í oynni,
so við at spjaða avmarkaðu
fíggjarorkuna til fleiri smá
einstøk skúlaøki, so var
skilabetri at nýtt orkuna til
at gjørt neyðugu útbygg
ingar og ábøtur á Sandoyar
Meginskúla, og at savnað
undirvísingina har. Fíggjar
orkan varð tá nýtt meiri
skilagott til ein skúla við
einum setti av góðum og
tíðarhóskandi undir
vísingartilfari, í mun til
vánaligt tilfar allastaðni!
Fyri ikki at tala um betri
nýtslu av orku og evnum
hjá lærarunum!
Soleiðis varð fíggjarork
an nýtt best hóskandi fyri
samlaða økið, fram um at
nýta orkuna til spjaðing til
frama fyri løtuvinning hjá
lokalum politikarum, men
til skaða fyri heildina!
Vit hava eitt sera væl
útbygt samferðslukervi í
oynni, so fluttningurin er
ongin trupulleiki, og frá
støðan millum bygdirnar í
oynni er so lítil.
So mín áheitan á komm
unustýrislimir í Sandoynni
er, at framtíðaríløgur í
skúlaverkið verður savnað
í felagsskúlanum.
Vit seta stórar vónir til
møguleikarnar, tá ein
undirsjóartunnil kemur
millum Sandoynna og
Streymoynna, men skal
nøkur menning gerast, so
mugu vit hava skúlaverkið
í lagi, og við Meginskúlan
kemur hetta eisini at geva
møguleikar fyri tí hart
tiltrongdu ítróttarhøllini!
viðmerkingar
Gysarin á Eystaru vág
Formansskapur Føroya Løgtings (Edmund Joensen,
Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen, Óli
Breckmann) er komin við einum fantastiskum
uppskoti, beint sum tingið er farið í summarfrí. Teir
ynskja sær – einaferð enn – eitt nýtt tinghús og hava
gjørt tað í meira enn eitt ár. Tí hava teir heitt á Palla
Gregoriussen, arkitekt, um at hjálpa sær við eini
skitsu til uppskotið.
Tað er hesa skitsu í Sosialinum 4. juni og í
Dimmalætting 5. juni 2007, vit mugu halda okkum
til.
Á sjálvari Kongabrúnni síggja vit ein risa í
neystalíki, ein tungan klump, (orsaka Palli) verða
settan oman á tað, sum kann hugsast at vera eitt
parkeringsøki undir jørð. Fyri at stytta um longu
leiðina út í Tinganes, verður ein brúgv gjørd tvørtur
um vágna.
Løgtingsformaðurin kunnger, at á henda hátt
verður tingið flutt á tann upprunaliga tingstaðin – ein
løgin útsøgn, sum bara kann stava frá, at menn ikki
eru staðkendir.
Eftir mínum tykki verður Eystaravág við hesum
uppskoti kvald. “Tinghúsið” passar als ikki saman
við tí, sum er har frammanundan. Ein lítil ússaligur
bátahylur verður eftir, ljósviðurskiftini broytast fyri
alt økið, og tá ið Norrøna liggur við kei, verður ikki
nógv eftir av tí lovprísaðu
“ gomlu Havnini”.
Um – og eg endurtaki, um vit í heila tikið skuldu
bygt nakað á Kongabrúnni, átti hetta at verið ein
lættur lítil bygningur, sum at kalla “sveimaði”
vektleysur yvir vágni.
Minnist meg rætt, teknaði Palli Gregoriussen eina
ferð eitt virðiligt, um enn traditionelt, uppskot um
nýtt tinghús uttast í Vágsbotni – úti í Bakka. Her var
gott pláss, sólargangurin av tí besta, tætt við miðbýin
og eisini beint við Tinganes. Men ráðandi
politikkararnir tá sóu ikki møguleikan og lótu í staðin
hetta unika stað til privatfólk at byggja sethús á.
Bilar
Bilar eru vorðnir ein stórur trupulleiki hjá Tórshavnar
býráð. Bilar krevja fleiri vegir, teir vilja hava hol
gjøgnum berg og bláar skorar, teir drepa fólk og
dálka luftina. Nú vilja teir eisini hava fyrstarætt í
Tórshavnar býi.
Tí verður fagri bletturin Skálatrøð í dag einans nýtt
ur til skrambul og akfør.
Nýtt tinghús
Á hesum ediliga staði kundi eitt nýtt tinghús verðið
reist. Her er einki frammanundan, og eitt vakurt
tinghús kundi her verðið eitt virðiligt portur til
høvuðsstaðin. Saman við teimum verandi
funktiónunum, pakkhúsum, bátahavn, smiðju,
vertshúsi, matstovu, handlum og kanska nýggjum
funktiónum við, kundi ein samanhangandi
havnafrontur verðið skaptur – fullur av lívi og
vakurleika.
Parkeringsøki
Um til ber at gera parkeringsøki undir jørð á
Kongabrúnni, má tað bera upp aftur betri til at gera
nógv fleiri parkeringsøki undir jørð á Skálatrøð.
Tórshavn
Oddvør
JOhansen
Yvirskriftin “Misskilt
Musikkmótmæli” gjørdi, at
undirritaði byrjaði at lesa
lesararbrævið hjá Bill
Justinussen við alt annað
en góðum vónum. Men so
skuldi ikki verða. Eg sá
einki í brævinum, ið bar
brá av yvirskriftini. Heldur
tvørtur ímóti.
Bill harmast um, at
løgtingslimir ikki høvdu
stundir at lurta eftir, hvat
musikklærarar høvdu at
siga. Hetta var ikki ætlað
sum ein mótmælisgonga.
Musikklærarar vildu bert
ynskja løgtingslimum góða
summarfrítíð við vón um,
at lógarsmiðir landsins fara
at geva trupulleikanum
gætur, ið embætisfólk í
Mentamálaráðnum og
Fíggjarmálaráðnum hava
komið musikklærarum í.
Tað er nevniliga so, at
teir musikklærarar, ið
undirvísa á einum skúla,
arbeiða 40 tímar um
vikuna, meðan lærarar, ið
undirvísa á fleiri skúlum,
kunnu t. d. arbeiða 46
tímar um vikuna fyri somu
løn. Hetta halda vit er
serstakliga órættvíst og
eigur ikki at koma fyri í
einum framkomnum
samfelag í 2007.
Við at blása ein góðan
henda seinasta arbeiðsdag
løgtingsins vildu vit eisini
geva til kennar, at tað
kanska gerst neyðugt hjá
løgtinginum at leggja uppí
og loysa málið.
Týsdagin 12. juni verða
undirskriftir handaðar
løgmanni. Undirskriftir, ið
foreldur at næmingum á
musikkskúlum úti um
landið, hava samlað saman.
Hetta eru foreldur/veljarar,
ið eru sera missnøgd við
støðuna, ið musikklærarar
á smærru plássunum eru
komnir í. Her skal leggjast
afturat, at smærri pláss í
musikksklúlahøpi, eru stór
støð sum Fuglafjørður og
Runavík.
Undirritaði kann ikki
annað enn vera samdur í,
at verðandi landsstýrið
hevur ikki havt hepna
hond, tá ið um
musikkskúlan ræður. Haldi
tó, at løgtingslimir
samgongunnar hava sýnt
positivan hugburð við t. d.
at atkvøða fyri
eykajáttanini, ið
Tjóðveldisflokkurin legði
fyri tingið fyrr í ár. Eitt
samt løgting stemmaði fyri
uppskotinum.
Vónandi verður ikki
brúk fyri at marsjera meira
rundan um løgtingshúsið,
men um málið ikki er loyst
áðrenn skúlaársbyrjan gerst
helst neyðugt at blása enn
ein marsj.
Vónandi fara fleiri
løgtingslimir alment at
stuðla musikklærarum í
sjálvsøgdu rættindum
okkara at fáa endurgjald
fyri tíðina vit brúka at
undirvísa á fleiri skúlum.
Við tónlistakvøðu.
Missvísandi yvirskrift, Bill
sunleif
rasmussen
Í Blogguni í Dimmalætting
nr.102 hevur Gunn Weihe
Reinert forvitnisliga grein,
ið nevnist ”Alt ger
muuuuun.”
Lesi annars altíð við
størsta áhuga ”bloggurnar”
hjá hasum fittu ungu
damunum.
Gunn kemur í hesi
”blogguni” inn á tað at
selja ”ósunnan” mat í
”sunnum” pakningi og
nevnir so eftir hennara
hugsan hasar sjúkligu
litirnar á mjólkapakkunum.
Citat: Eg veit ikki, eg
skal bara hava mjólk. Havi
ikki ordiliga brúk fyri
forpoppaðum diggedari.
Typiskt føroyskt. Alt skal
broytast, og eingin veit hví
og sera sjáldan hvussu.
Bygdasligt. Citat endað.
Nú veit eg av góðum
grundum ikki, hvat
fitiinnihald er best fyri
børn, men um eg vildi havt
tey at drukkið eitt ávíst
slag av mjólk, so hevði eg
við ”psygologiskum” snildi
koyrt ta mjólkina í tann
pinkfarvaða pakkan – helst
bygdasligt!!!
Well, nú til tað, eg vildi
siga.
Vísandi til omanfyri
nevnda citat, so er hetta at
broyta litirnar á mjólkar
pakkunum bygdasligt
sambart Gunn.
Nú eri eg heilt úti at
koyra, tí eg havi altíð
hildið, at tey í teimum
”stóru” býunum ofta halda,
at tey úti á bygdunum eru
bygdaslig og konservativ
og vilja ongar broytingar,
hugsa bara um tøð og
mold, so her eru Gunn og
eg ikki heilt samd, skilji eg
– veit annars ikki, hvar
daman býr.
Hetta orðið ”bygdasligt”
er ofta at hoyra og síggja í
fjølmiðlunum.
Hevði verið áhugavert,
um Gunn í næstu ”Bloggu”
hevði kunna ”bloggað”
okkum sína tulking av
orðinum ”bygdasligt.”
Gleiði meg annars til
fleiri ”bloggur”
Bloggan
bygdasligur bygdar
maður við stórum B
JOhn
Berg
Millummáli
undir Núgvuni
her undir grótheimsins
grønglaruta hamarstjøli
foyktum av eysturættar
kurlandi hvítkarðum
við tinnu í vinstru hond
umframt royðuflís úr Steffansgjáar
bløðandi hjarta
við tí visnaðu hondini á Golla í høgru
aksli eg hugans mjúka
mitrils messuakul
leski eg mítt lembasbreyð
drepi eg athelasurt í
kalik fyltan við
smalumáls fjarsára ævinleika
og stilli fyri eitt ár aftrat
svøltin eftir
lands míns angandi kroppi
og ævinliga ólisnu
Durinrún
tann 6. juni 2007
Hanus Kamban
Sandoyar Meginskúli
eyðun mOhr
viderø