fríggjadagur 30. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 30. mars 2001
13
12
Nr. 63 - 30. mars 2001
Árni Olafsson
27. mars 2001
Sosialurin hevði ónsdagin
21. mars eina oddagrein um
undirgrundina, sum var
meira áhugaverd enn mangt
annað, sum skrivað er um
hetta mál, síðan tað eydn-
aðist ’Ekstrabladet’ at øsa
alla ta politisku skipanina í
Danmark upp í varg um
henda spurning; og sum
ikki einaferð hevur danska
kjakið rinið við í Føroyum.
Sjálvur var eg millum
teirra, ið ’Ekstrabladet’
hevði viðtal við um gongd-
ina fram til 1992, men eg
merkti skilliga á teirra
tíðindamonnum, at mítt
íkast var uttan áhuga, og tá
ið eg sá skriving teirra sá eg
hví. Tað sum eg visti at siga
styðjaði jú ikki ta for-
hondsfatan, teir vóru farnir
til verka út frá, og sum
tykist fyrst og fremst hava
havt til endamáls at sverta
Poul Schlüter og leggja
hann undir nærum lands-
skaðiligt virksemi. Á ein
hátt minti hetta meg eitt
sindur um, hvussu tað var
at tosa við summi føroysk
tíðindafólk um boringina í
Lopra á sinni. Har var jú
eisini dømt í forhond,
hvussu verðin átti at síggja
út.
Skuldsetingarnar
í
“Ekstrabladet”
ímóti
Schlüter fyri at hava ‘givið’
føroyingum undirgrundina
uttan heimild í donsku
stjórnarskránni og danskari
lóggávu vaktu ans og fingu
fólkatingið at krevja øll
skjøl frá stjórnini um
málið. Síðan tá hevur
stjórnin sent fólkatinginum
í sekkjavís av skjølum frá
1975 til 1992, ið sostatt
eisini eru komin til al-
mennan kunnleika.
Tey, ið hava lisið frígivnu
skjølini við skynsemi, eru
skjótt
komin
eftir,
at
Schlüter hevði sínar heim-
ildir í lagi. Hetta úrslit
undrar helst minni okkum,
ið høvdu kunnleika til tær
føroysku grundgevingarnar
enn tey, ið bert kendu tær
donsku.
Hjá einum, sum vegna
Føroya landsstýri var við til
nógvar av teimum samráð-
ingum og útgreiningum,
sum vóru um undirgrund-
armálið, hevur tað sjálvsagt
verið sera áhugavert nú – so
fá ár seinri – at fáa innlit í,
hvussu mótparturin hugs-
aði og bar seg at aftan tjøld.
Men at farið út í æsir við
hesum hevði neyvan verið
hóskandi, og eisini ov
drúgvført til eina blaðgrein.
Eg fari tí at halda meg til
spurningin, sum oddagrein-
in í Sosialinum leggur
høvuðsdentin á, nevnliga,
hvør eigur ráevnistilfongið
í føroysku undirgrundini.
Har verður róð framundir,
at kanska er kjakið um
hetta onkursvegna farið av
sporinum. Hesum fari eg at
geva blaðnum rætt í. Tað er
stórt spell, at ivi skal vera í
Føroyum um henda spurn-
ing. Tað átti ikki at verið so
torført at funnið fram til
galdandi rætt hesum við-
víkjandi.
Tá ið talan er um ráevni,
ið liggja fjald í undirgrund-
ini hevur verið ført fram, at
hugtakið
‘ognarrættur’
kanska ikki er so lætt at
ímynda sær. Hann kann
helst best uppfatast sum
rætturin til at gagnnýta hesi
ráevni. Og um ásett er, at
tað almenna eigur slík
ráevni, er hetta møguliga
bara ein annar máti at siga,
at einstaklingar skulu ikki
kunna ogna sær tey uttan
loyvi frá tí almenna.
Í orðaskiftinum um und-
irgrundina í Føroyum hava
alla tíðina síðan 1992 verið
røddir, sum hava hildið
hánt um, at føroyingar tá
’bert’ yvirtóku valdið at
lóggeva um og sita fyri
ráevnunum í undirgrundini.
Nei, ognarrætturin var tað
sum umráddi. Henda fatan
tykist byggja á, at tað
onkursvegna er ’fínari’ at
standa sum ’eigari’ av rá-
evnunum í undirgrundini
enn at vera førur fyri at
lóggeva um tey. Raðfylgjan
tykist í hugaheiminum hjá
summum at vera:
1. Y v i r v a l d s r æ t t u r
(Grundlógin)
2. Ognarrættur
3. Lóggávuvald
4. Fyrisiting og skattur/
avgjøld.
Hugsanin tykist sostatt
vera, at tað á onkran myst-
iskan hátt liggur í yvir-
valdsrættinum (fullveldin-
um), møguliga í stórnarskrá
Danmarkar, grundlógini, at
danski staturin eigur øll
ráevni í undirgrund ríki-
sins. Valdið at lóggeva
tykist koma í aftaru røð, og
uppaftur
niðari
standa
rættindini at fyrisita og
krevja upp skatt og avgjøld.
Fyri at viðgera henda
spurning noyðist eg nokk at
fara út um mítt vanliga
fakøki og inn í løgfrøðina.
Vónandi fari eg tó ikki
longur enn eg grynni. Í
grundini hevði eg vónað, at
onkur løgfrøðingur fór at
leggja uppí, áðrenn kjakið
fór alt ov langt av sporin-
um, men so tykist ikki vera.
Eru løgfrøðingar, ið lesa
hetta, og sum ikki taka
undir við tí, sum eg skrivi
niðanfyri, eru teir sjálvandi
vælkomnir at ríka kjakið
við øðrum væl undirbygd-
um sjónarmiðum.
Omanfyri umrødda hugs-
an um raðfylgjuna hevur
ikki heimild í donsku
grundlógini. Í henni stend-
ur onki um, at ríkið eigur
nakað ráevni í nakrari
undirgrund. Reglan um, at
staturin skuldi eiga summi
- ikki øll! - ráevni í undir-
grundini varð innførd við
heilt vanligari lóggávu,
nevniliga donsku undir-
grundarlógini
frá
19.
februar 1932, sum varð sett
í gildi fyri Føroyar sama ár.
Hvat so við grundlógini?
Jú, hon verjir (í núverandi
grein 73) ognarrætt ein-
staklinga
til
ráevni
í
undirgrundini. Henda ogn-
arrætt kann staturin ikki
gera seg inn á, uttan at hetta
tænir samfelagsendamálum
og at veitt verður fult endu-
rgjald. Tí varð ognarrættur
ríkisins í 1932-lógini klók-
liga avmarkaður til tey rá-
evni, sum ikki fyri 1932
høvdu verið undir einstakl-
inga útvinning. Sjálvandi
eru praktiskar grundir, ið
tala fyri almennum ognar-
rætti til ráevni í undir-
grundini, men spurningurin
er eisini politiskur. Um
politiski viljin á ríkisdegi í
1932 var ein annar, var onki
til hindurs fyri, at danska
lóggávuvaldið í 1932 kundi
ásett, at øll ráevni, heilt
niður til miðjuna av knøtt-
inum, skuldu hoyra jarðar-
eigarunum til. Hetta er
reglan í nógvum av stat-
unum í USA. Og varð
spurningurin komin upp 30
ár fyrr, tá ið liberalistarnir í
‘Venstre’ vóru upp á tað
besta, hevði hetta kanska
eisini gjørst reglan í Dan-
mark. Í 1932 var meirlutin
á danska ríkisdegnum hjá
sosialdemokratunum,
ið
sum kunnugt onki høvdu
ímóti felags ognarrætti til
framleiðslukreftirnar, og
hjá ’Radikale Venstre’ ein
sosialliberalur flokkur, sum
tá framvegis tók undir við tí
sonevndu
’georgistisku’
hugsjónini um, at samfe-
lagið skuldi eiga alla til-
fongisrentu,
eisini
av
vanligari búnaðarjørð. Eis-
ini í orðaskifti á løgtingi í
30-árunum var einstaklinga
ognarrættur, ikki bert til
nøkur, men til øll ráevnini,
ið lógu undir jarðarognun-
um, viðgjørdur sum ein
politiskur møguleiki. Tá
varð sum vera man ikki
hugsað stórvegis um út-
vinning niðanfyri sjóvar-
málan, har einstaklinga
ognarrætturin ikki rakk.
Tann almenna føroyska
lóggávan um ráevni í undir-
grundini
er
framvegis
danska undirgrundarlógin
frá 1950. Eftir yvirtøkuna í
1992 skal hon sambært
siðvenju lesast so, at har
sipað verður til Ríkið og
tess myndugleikar, skal nú
lesast Landið og tess mynd-
ugleikar. Fyri heimastýrið
hevur tað síðan 1948 verið
eitt prinsippmál, at soleiðis
skal farast fram. Tað skal
ikki vera neyðugt at broyta
alla lóggávu, tá ið eitt mál
verður yvirtikið, bert fyri at
seta landsmyndugleikarnar
inn, har ríkismyndugleik-
arnir eru nevndir. Lógin
verður ikki broytt, fyrrenn
saklig grund er til tess.
Annars kundi tað gjørst ov
møtimikið fyri løgtingið at
fremja yvirtøkur.
Tað tey flestu eru upp-
tikin av er sjálvsagt oljan –
ella kolvetni yvirhøvur. Har
hevur føroyska heimastýrið
nýtt tað lóggávuvald, tað
yvirtók
22.
Desember
1992, til at gera serliga lóg-
gávu, nevnliga Løgtings-
lóg nr. 31 frá 16. mars 1998
um kolvetnisvirksemi. Sum
nevnt omanfyri er spurn-
ingurin, hvør eigur ráevni í
undirgrundini, eitt mál, ið
verður avgjørt við vanligari
lóggávu. Føroyska kol-
vetnislógin
tekur
tískil
eisini støðu til spurningin
um ognarrættin til kol-
vetnistilfongið. Og hvat
sigur galdandi lóg so? Jú í
Grein 3 stk. 1 stendur: ”
Kolvetni, nevnd eru í § 1,
hoyra Føroya landi til.
Forkanning, leiting ella
framleiðsla kann einans
setast í verk av øðrum við
loyvi, fingnum sambært
reglunum í hesi lóg”.
Í viðmerkingunum til
lógaruppskotið verður hetta
endurtikið: ” Stk. 1 ásetir,
at kolvetni er landsins
ogn”. Síðan verður víst á
gomlu 1950-lógina og á
yvirtøkuna og so verður
sagt: ”sum skilst av hesum
kann
uttan
iva
verða
staðfest, at kolvetni eru
landsins ogn. Privat, eitt nú
oljufeløg, kunnu bert reka
virksemi, nevnt í § 1, við
loyvi fingnum sambært
lógini. Leitingar- og fram-
leiðsluloyvi sambært kon-
sessión eru at skilja so-
leiðis, at framleidd kolvetni
gerast ogn loyvishavans.”
Henda lóggáva er sam-
tykt á Føroya løgtingi og
kunngjørd í Føroyum, og
ríkisstýrið hevur – sjálv-
andi - ikki mótmælt. Lóg-
gávuvaldið, harundir valdið
at avgera ognarspurningin,
er jú nú hjá heimastýrinum.
Fyri at taka samanum:
• Danska stjórnarskráin
(grundlógin) ásetir onki
um nakran statsligan
ognarrætt til ráevni í
undirgrundini.
• Har sum einstaklingar
hava ognarrætt til slík
ráevni,
verður
hann
vardur av grundlógini.
• Síðan 1932 er avgjørt
við vanligari lóggávu, at
summi ráevni í undir-
grundini
(harímillum
kolvetni) eru ogn ríki-
sins.
• Í samsvari við heima-
stýrislógina (ið verður
hildin vera í samsvari
við donsku grundlógina)
hevur føroyska heima-
stýrið í 1992 yvirtikið
valdið at lóggeva um
ráevni í undirgrundini.
• Løgtingið hevur í 1998
nýtt lóggávuvald sítt til
at áseta, at kolvetni und-
ir Føroyum (landinum
og havbotninum uttan-
um) hoyra Føroya landi
til, altso eru landsins
ogn.
• Tann sum við heimild í
konsessión frá Føroya
landsstýri
framleiðir
kolvetni, sleppur at eiga
tað, hann framleiðir.
Meira er helst ikki at siga
um, hvør eigur oljuna undir
Føroyum. Hinvegin eru
nógvir aðrir viðkomandi
spurningar at skifta orð um,
tá ið talan er um oljvirk-
semi í Føroyum.
VIÐMERKINGAR
Hvør eigur ráevnini í føroysku undirgrundini?
Johan Mortensen
Í farnu viku hevði ment-
unarframsøgumaður
Javnarfloksins Dan Pet-
ersen, háttvirdur løg-
tingslimur úr Fuglafirði,
eitt ófantaligt lesara-
bræv, har hann húðflett-
ur eitt av okkara frægu
skaldum,
nevniliga
Steinbjørn Jacobsen.
Løgtingslimurin held-
ur Steinbjørn Jacobsen
hava eina fordummandi
ávirkan á Føroya fólk.
Hesin upplýsti løgtings-
limurin sær eisini, at
Steinbjørn
Jacobsen
dugir illa at skriva, at
stílurin er heldur hjálp-
arleysur og støplandi.
Steinbjørn er býttur.
Í 1930 brunnu bóka-
bálini í Nazitýskalandi.
Somu
tendensir
og
hógvar stinga seg ídag
fram úr føroyska Javn-
arflokkinum. Stóð tað til
Dan Petersen, blivu allar
bøkur hjá fullveldisfør-
oyingum
brendar
á
Vaglinum, og rithøvund-
arnar allarhelst saman-
við.
Henda ómegdin hjá
Dan Petersen kemur
sjálvandi av, at neyvan
nakað veruligt føroyskt
listarfólk
ella
nakar
intellektuellur føroying-
ur
stuðlar
Javnaðar-
flokkinum ídag. Hin
hugsandi Føroyingurin
og hin føroyski listar-
heimurin stuðla full-
veldinum og tí listarliga
frælsi og nýskapan, sum
Republikkin
Føroyar
verður karmurin um.
Tað er at harmast um,
at Javnarflokkurin, sum
einaferð átti mentunar-
menn sum M. S Við-
stein, Villa Sørensen,
Petur Mohr Dam, J. F.
Øregaard og mong onn-
ur kreativ og góð fólk
ídag er degenereraður
mentunarliga
til
eitt
støði, har ongar visiónir
eru eftir, einans trygg-
leikanarkomanar
og
hálv-barbarar.
Á bálið við Steinbirni
Jacobsen
Nógv fólk vóru komin
saman í SMS mikukvøldið,
tá ið handlarnir sýndu fram
vármótan. Og tað var ein
flott sýning, sum tey ið
møtt vóru, fingu.
Mótin í ár er ljósur í liti,
og avslappandi. Klæðini
eru leys og kovboybuksir er
eitt afturvendandi plagg.
Saman við ljósareyðum og
-bláum.
Lakk, beltir og leður er
eisini á skránni í vár.
Mynstur og puntar. Tað er
ein blandingur av sjeyti- og
áttatiárunum, ið tykist at
vera ársins dilla.
Ein væleydnað sýning
Flott uppsett og væl lagt til
rættis av Barbaru í Gong-
ini.
Eftir sýningina høvdu
teir luttakandi handlarnir
opið. Teir vóru Deres,
Flykran, Skálkur, Fríðkan,
Vero Moda, Hanus & Janus
og Klivin.
Vármótasýning í SMS