fríggjadagur 30. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
14
Nr. 63 - 30. mars 2001
Annfinnur
Zachariassen
Tórshavn 25. mars
Viðhvørt fært tú ein hvøkk.
Fríggjakvøldið tann 23.
mars fór eg at kanna eftir í
postkassanum, um leygar-
dagssosialurin var komin.
Tað var hann. Setti meg væl
til rættis og blaðaði soleiðis
hissini í honum, sum eg
plagi at gera í fyrstu atløgu.
Í serblaðnum »Vikuskifti«
var grein, ið Sonne Smith
hevði skrivað.
Vanliga lesi eg at kalla
alt, ið rekst fyri mær, og
sum hevur við føroyskt mál
at gera. Ein av teimum
frægu teigunum, ið Tórður
Jóansson skrivar í Skáan-
um, lesi eg regluliga. Men
hetta fríggjakvøldið var
Sonne tann maðurin, ið
glefsaði og fýltist á tann út
av lagi vánaliga málburð, ið
fjølmiðlarnir borðreiða við.
Hvøkkurin kom, tá ið eg
hevði lisið greinina. Rakn-
aði við og visti við mær
sjálvum, at Sonne hevur
púra rætt. Tað eru fleiri við
Sonna, sum hava júst somu
fatan av nógvum føroysk-
um tíðindaflutningi.
Munurin millum hann og
okkum er tann, at Sonne
hevur lætt sær á og givið ilt
av sær. Flest øll onnur sita
framhaldandi á rassinum,
hendur í favn og ilskast á
vánaliga málburðin. tað
skal nógv til at fáa okkum
at rassast.
Nú er leygarmorgun, og
sum lesarin skilir, so havi
eg tikið meg um reiggj og
sett meg við telduna at gera
mínar viðmerkingar til
henda ringa málsliga stand.
Var
eg
havnarmaður
burturav, hevði eg sagt
»tann reina elendigheit«
um nógvan føroyskan fjøl-
miðlamálburð. Eingin avís,
eingin dagur, uttan so, at
tíðindaflutningurin og ann-
að mangt í skrift og talu er
á tremur av løgnum villum
og fremmandum málburði
og máliskum.
Summi tíðindafólk eru
frægari enn onnur. Tey heilt
fáu duga heilt væl. Treyð-
ugt so, at tað ikki glógvar í
onkrum, men meginreglan
er vánaligur og jánkasligur
málburður.
Tað er serstakliga at
harmast um, at summi fólk
í almenna útvarpinum ikki
duga føroyskt nóg væl ella
ikki gera sær nóg stóran
málsligan ómak. Ein tann
syndarligasta villan er, at
fleiri tíðindafólk duga ikki
at skyna á hvør- og hvønn-
falli.
At kalla allir føroyingar
geva sær stundir at lurta
eftir útvarpinum. Málsligu
árinini verða har eftir, og
tað kostar okkum ikki
einki, tað sum har verður
sagt og gjørt. Eg eri ikki
nógv øðrvísi enn onnur og
vil fegin hava valuta fyri
pengarnar. Tað er tí at
harmast um, at henda
málsliga sóttin hóttir mál
okkara og herjar í hvørjari
stovu hvønn dag og fleiri
ferðir um dagin.
Haldi ikki, at neyðugt er
at nevna nógv dømi um
hesi viðurskifti. Tey singla
um oyruni, tá ið vit lurta.
Havi kortini hug at nevna
eitt ikki sørt skemtiligt
dømi. Nú ein dagin í
tíðindasending í útvarpin-
um, var fyrri stavurin a í
havtasku málborin á sama
hátt sum bókstavurin á
flatfiski.
Sjálvandi ber til at hugsa,
at hetta er serføroyskt
bygdarmál, ið eg einki veit
um, men eg gjørdist stór-
liga bilsin og spurdi meg
sjálvan, hvør hendan taskan
mundi vera.
Eitt annað tilvildarligt
dømi um knortluta skriving
er tíðindastubbi frá Vinnu-
húsinum. Stubbin stendur í
Sosialinum tann 23. mars,
og har verður skrivað:
»Mánadagin skipar TK-
stovan fyri einari kunning
um betri stýring av til-
boðsgeving, ordramóttøku
og framleiðslugongdini, so
endamálið at levera til
avtalaða tíð heldur«.
Sum frensurin Garfield
segði »jeg græmmes«. Havi
hug at taka eitt dømi aftrat
úr kappingarlógini, ið er
løgtingslóg, samtykt á tingi
1992. Í grein 1 í hesari
mergjaðu lóg stendur:
»Lógin hevur til endamál
at fremja kapping og harvið
styrkja virkisføri í fram-
leiðslu og handli av vørum
og tænastum v.m. við mest
møguligum
gjøgnum-
skygni viðvíkjandi kapp-
ingarviðurskiftum og við
tiltøkum ímóti avmarking
av vinnufrælsinum og øðr-
um skaðiligum árinum av
kappingaravmarkingum«.
Hann náði okkum, er
hetta tann standardur, ið
almannaverkið miðar eftir
og vil hava. Mær kemur til
hugs orðatakið: Ikki kemur
í kór tað, ið sjálvt vil fara í
flór.
Havi enn einki grett um
almenna sjónvarpið. Tey í
sjónvarpinum hava tann
fyrimun, fram um útvarpið,
at tað sindrið av føroyskum,
ið har verður talað, er eina
mest í Degi og viku, 3
ferðir um vikuna. Tað skulu
tey eiga kortini, at í hesum
sendingum er málburðurin
yvirhøvur góður.
Í sendingini Grannum
okkara eru javnan tíðindi at
hoyra og síggja úr Íslandi.
Eg veit ikki, hví hendan
sendingin
ongan
tekst
hevur. Minnist meg rætt,
hevur verið frammi, at
tøkniliga ber ikki til at orða
føroyskan tekst á sending-
ina.
Hetta tykir mær í so
skemtiligt í hesum fram-
komnu tíðum og vánaliga
umbering, ið argar meg og
nógv onnur, ið ikki duga
íslendskt. Men kanska er
tað so, at starvsfólkið í
sjónvarpinum
skilir
ís-
lendskt? Sum nú er, var
frægari, vórðu hesi tíðind-
ini tikin av skránni.
So er at spyrja, og hvat
so, og hvørji ráð eru til at
taka. Jóhannes av Skarði
sáli segði mær, at í Frak-
landi leiðbeina foreldur
børnum sínum, málbóru tey
seg
skeivt.
Í nógvum
skúlum er framvegis nógv
donsk tala og nógvar
danskar lærubøkur. Hesi
viðurskifti stimbra ikki
føroyskt mál.
Mær er fortalt, at í Íslandi
skulu tíðindafólk standa
roynd í móðurmálinum fyri
at koma sær fram í almennu
miðlunum. Flest øll føroysk
tíðindafólk hava danska
útbúgving og sum skilst:
Tað gevur at bíta. Kanska
hevði tað verið ein gongd
leið, at føroysk tíðindafólk
stóðu roynd í føroyskum
máli og málburði, áðrenn
tey vórðu sett í starv.
Føroyingar bera orð fyri
at vera væl lærdir. Vit hava
lærdan háskúla, við før-
oyskum sum sergrein. Tað
mátti borið til at oyst úr
hesum grunni og sett ser-
køn fólk í almennu miðl-
arnar at leiðbeina tíðinda-
fólki. Fólk, ið burturav
hava føroyska málrøkt um
hendur í skrift og talu.
Tað er ikki nóg mikið, at
frálíkar orðabøkur eru tøk-
ar. Standa tær á bókahillini
sum prýðislutir, er lítil
dugur í teimum. Tað, sum
vit dag og dagliga hoyra og
lesa hevur minst líka nógv
og kanska meira at týða fyri
málrøktina.
Fyri árum síðani var
táttur í sjónvarpinum, ið
Jóannes Skaale skipaði
fyri. Tátturin var stuttur,
men mangan stuttligur og
elvdi til, at fólk skiftu orð
um táttin og vandaðu sær
meira um tað, ið sagt var.
Hetta datt niðurfyri.
Frálíka sendingin Orða-
bókin í útvarpinum, ið
Jóhan Hendrik skipaði fyri,
er eisini farin fyri bakka,
tað sama sum íkastið til
góðan málburð, ið Jógvan í
Lon hevði um hendur. Tað
er spell, og stórur saknur er
í hesum tiltøkum.
Tað sum harmar meg
mest er, at virðingin fyri
móðurmálinum tykist at
vikna líðandi. Nú er alt so
ómetaliga kool og kekkað.
Ein skilamður hevur sagt
um óítøkiligar veitingar, at
vit vita ikki, hvørjar tær
eru, fyrr enn vit ikki fáa tær
longur, hava mist tær.
Málið er tílík óítøkilig
veiting, ið vit hava fingið
ókeypis við móðurmjólk-
ini, og sum vit hava skyldu
til at fara væl um. Havi
altíð hildið, at torført er at
gera vart við seg, so ella so,
hevur tú ikki orð fyri tí, ið
tú heldur og hugsar.
Málið er ein gullgripur.
Fari neyvan skeivur, at júst
hesi viðurskifti eru av
alstórum týdningi, at vit
framhaldandikunnu menn-
ast sum serstakt fólk við
egnum máli.
Sum skilst, fekk Sonne
meg at rassast, og tað takki
eg honum fyri. Fari heldur
ikki skeivur, tá ið eg haldi,
at tað man vera tað, ið
Sonne vil hava fólk at gera,
at taka seg um reiggj og
gera nakað við hetta álvar-
sama málið. At taka í egnan
barm og ásanna, at hvør
skilst við annan, eingin
skilst við sjálvan seg.
VIÐMERKINGAR
Ikki vil í kór tað, ið sjálvt vil fara í flór
Hjalti í Jákupsstovu
Í eini grein í FF-Blaðnum
hósdagin 22 mars við
yvirskriftini “FSN-formað-
urin hongdur til “skræk og
advarsel” hevur eitt petti
undiryvirskriftina “FF úti-
hýst frá viðgerð av fiski-
royndum”. Greinskrivarin
vil her vera við, at tað eru
politiskar orsøkir til, at Før-
oya Fiskimannafelag ikki
hevur verið við í undan-
viðgerð av uppskoti til
Fiskivinnuroyndir.
Hetta er ikki rætt.
Í
viðmerkingunum
á
Fíggjarløgtingslógini
til
játtanina til Fiskivinnu-
royndir-fyrr nevnd prak-
tiskar fiskiroyndir- stendur:
“Fiskimálastýrið umsitur
fiskivinnuroyndir
sum
verða fyriskipaðar í sam-
starvi millum Fiskirann-
sóknarstovuna,
Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuna og
Menningarstovuna. Játtanin
er til fiskiroyndir og kann-
ingar, herímillum vøru-
menning og hvussu sum
mest fæst burtur úr øðrum
fiskasløgum”.
Tað er sostatt hesir tríggir
stovnarnir, ið hava ábyrgd-
ina av at lata
Fiskimálastýrinum upp-
skot um, hvorjar royndir
skulu fremjast. Fiskimála-
stýrið, t.e. Landsstýrismað-
urin, ger so endaliga av.
Undan kreppuna fyrst í
nítiárunum var ein ófor-
mellur bólkur undir heitin-
um “Almennir stovnar-
Vinnulív”. Í hesum bólki
vóru av almennum stovnum
umframt Fiskirannsóknar-
stovan,
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan og Menning-
arstovan eisini Fróðskapar-
setrið við, og fyri vinnu-
lívið vóru Arbeiðsgevar-
afelagið, Ráfiskakeypara-
felagið, Havbúnaðarfelagið
og Reiðarafelagið.
Bólkurin hittist nakrar
ferðir um árið, og á skránni
var ymiskt av felags áhuga,
og hvat almennu stovnarnir
kundu gera fyri at stuðla
vinnuni. Eisini vóru upp-
skotini til fiskivinnuroyndir
løgd fram har. Tey seinnu
árini, áðrenn samstarvs-
bólkurin dovnaði burtur,
var Føroya Fiskimanna-
felag við til hesa viðgerð.
Áðrenn uppskotini vórðu
send Landsstýrinum til
støðutakan, vóru tey løgd
fyri ein størri hóp, har,
umframt vinnulívs umboð-
ini í bólkinum Almennir
Stovnar-Vinnulív
eisni
onnur umboð fyri fiski-
vinnuna vóru boðin at taka
lut. Millum hesi vóru Fiski-
mannafelagið, Skipara og
Navigatør felagið, Maskin-
meistarafelagið,
Megin-
felag Útróðrarmanna og øll
undirfeløgini hjá Reiðara-
felagnum.
Tá kreppan fór at hasa av,
høvdu vinnufeløgini hvørki
orku ella tíð at luttaka í
samstarvinum
Almennir
Stovnar/Vinnulív, og bólk-
urin datt niðurfyri. Síðan
hevur í mong ár manna-
gongdin verið, at Fiskirann-
sóknarstovan, Heilsufrøði-
liga
Starvsstovan
og
Menningarstovan hava evn-
að til uppskot til Fiski-
vinnuroyndir, og hava síðan
lagt hesi fyri á einum størri
fundi á Fiskirannsóknar-
stovuni, har samstundis
úrslitini frá royndunum í
undanfarna ári eisini eru
løgd fram. Umframt øll
nevndu feløg innan fiski-
vinnu, hevur eisini verið
boðin Vinnunevndin hjá
Løgtinginum, fjølmiðlarnir
og onnur áhugaði. Á fund-
inum hevur verið høvið at
gera viðmerkingar til upp-
skotini bæði í størri høpi og
í smálutum. Hetta hevur
eisini verið gjørt, men tó
ikki so nógv, sum vit kundu
ynskt.
Bæði á fundinum í fjør
og í fjølmiðlunum aftaná
fýltist Vinnuhúsið á manna-
gongdina og ynskti størri
ávirkan. Eisini varð ynskt,
at størri áherðsla var løgd á
fiskivinnugransking
og
virðisøking av fiskaúr-
dráttum.
Stovnarnir tóku fegnir
ímóti
hesum
kritikki.
Vinnuligu
krøvini
til
Fiskivinnuroyndir eru nú
broytt frá at leggja dent á
fong her og nú til at leggja
dent á tey langtíðarúrslit, ið
fiskivinnugransking kann
hava fyri heildarúrtøkuna
hjá vinnu og samfelag av
fiskvinnu. Krøvini vóru í
samsvari við tey mál, ið eru
sett fyri Fiskivinnuroyndir.
Skulu Fiskivinnuroyndir
geva góð úrslit, krevst at
tær verða gjørdar í dyggum
samstarvi við vinnuna, og
at hon sjálv setur inn upp á
at fáa vinnuliga nýtilig
úrslit burtur úr. Tað var tí
náttúrligt aftur at bjóða
vinnuni við at fyrireika
uppskot fyri 2001, og biðin
at luttaka vóru umboð fyri
Ráfiskakeyparafelagið og
Ráfiskaseljarafelagið.
Arbeiðið gekk væl, og
vinnuumboðini hava av-
gjørt havt ávirkan á upp-
skotini, íð vóru løgd fram á
árliga fundinum um Fiski-
vinnuroyndir 22 februar í
ár, har øll feløg innan
fiskivinnu, sum vanligt,
vóru boðin við.
Stovnarnir hava sostatt
eftir okkara tykki ikki
hildið Føroya Fiskimanna-
felag uttanfyri viðgerð av
uppskotum
um
Fiski-
vinnuroyndir 2001, ið hava
fingið týðandi vinnuligt
íkast heldur enn politiskt.
Onki politiskt aftanfyri
Frá fríggjadegi 30. mars til hósdagin 5. apríl
Bestubitar
Leygarkvøldið kl. 20.00
Basalt
Vit støkka
inn á gólvið
Í kvøld vitja Bjarni Rubeksen og Angela Petersen í Gøtu. Tey eru heima hjá
einari gentu, sum eitur Sólfríð, og so vitja tey á dagstovninum í Gøtu.
Basalt er ein afturvendandi
gleðilig hending. Ein góð og
støðug sending, ið veruliga
eigur rós. Soleiðis var eisini
sunnukvøldið.
Í SVF um SVF hittu vit
gamla sjónvarpsveteranin,
Leiv Hansen, sum eftir árini
sum borgarstjóri í Havn á
teim bonaðu gólvunum, nú
vendir aftur til lítla kliva sín
á SVF redaktiónini.
Leivur skal ikki fáast við
tíðindi, men starvast á ment-
anardeildini. Og skal eg siga
mína meting, so er hetta
ómetaliga
gleðiligt.
Vit
fingu brot úr mongu gomlu
sendingunum, ið Leivur var
vertur fyri. Sendingar, sum
hava verið eftirlýstar í ára-
vís. Lættari undirhald, spur-
narkappingar.
Hetta er av sonnum ein
táttur, ið hevur staðið gap-
andi tómur í sjónvarps-
skránni. Men nú verður bøtt
um hetta og eru helst mong
við mær, sum vóna, at Leiv-
ur fær møguleika at menna
henda tátt í skránni.
Havi annars ongantíð
skilt, hví slíkt altíð dettur
niðurfyri. Fleiri eru teir, sum
í dag upp í saman jótra
tíðindi, sum í grulvidøgun-
um sínum í SVF gjørdu
frálíkt undirhald – show. Og
ikki altíð kravdist so nógv.
Trúgvi ikki, at Dagur og
Vika hevði versnað so nógv,
um eitt ella tvey fólk sluppu
at starvast við onkrum øðr-
um.
Men bonaðu gólvini eru
jú lokkandi og dragandi og
vit fingu eisini við, at Leivur
ikki blankt (!) avvísir, at
hann møguliga fer at royna
seg aftur. Og øllum kunnugt,
so er valskeiðið hjá sitandi
samgongu brátt komið til
síðsta vers. So spurningurin
má verða: verður Leivur
verðandi í klivanum? Rangt
ella Rætt?
Í ÚF tykist, sum er ein
siður við at fara í gloymi-
bókina. Fyrstu pionerarnir
reikaðu um land og tóku
upp. V4 ferðaðist kring
landið við fólki og útgerð.
Tað riggaði. Í dag tykist
næstan, sum er vanliga
mannagongdin at lyfta tele-
fonhornið ella at spáka úr
Sortudýki og oman í býin, til
leidningurin ikki røkkur
longur.
Partur av hesum sending-
um, t.d. V4, var tónleikurin.
Seinni kom Elis við Tóna-
tingi og til fyri stuttum var
fastur táttur í Vikuskiftinum,
at tónleikarar leiktu bein-
leiðis. Bara fyri at nevna
nøkur dømi.
Men í nøkur ár hevur
verið langt millum livandi
tónarnar í ÚF. Sjálvsagt
kann hetta gerast ov nógv og
kann óivað eisini vera møtu-
mikið at fáast við. Veit væl,
at t.d. Prix Føroyar tekur
nógva orku og at hetta er
live, men hetta er líkasum
nakað annað og so er hetta
live í smáum brotum.
Alt gott um Prix Føroyar
og útvarpsins lut, misskil
meg ikki. Men fyri tað, um
ymiskt nýtt kemur, so nýtist
hetta ikki at skumpa annað
forvitnisligt til viks. Heldur
eigur at verða lagt afturat.
Kvøldseturnar í Útvarps-
høllini, sum á ein hátt av-
loystu V4 sendingarnar,
vóru frálíkar. Men reyði
tráðurin er ikki at hóma. So
fáa vit nakrar kvøldsetur eitt
ár, so kanska onga tað næsta.
Hetta eru orkukrevjandi til-
tøk, gamaní, men saknaðar
eru slíkar sendingar, tað er
víst.
Vónandi verður livandi
tónleikinum lív lagað í før-
oyska sendirúminum. Og
her kann so leggjast afturat,
at enn minnast vit eisini t.d.
sendingarnar Glaðir Ama-
tørar í SVF, men eisini í SVF
er nú langt ímillum livandi
tónarnar.
Live og Leivur
Sunnudagin kl. 14.15
Sunnukvøldið kl. 20.00
Einaferð í framtíðini
Fríggjakvøldið kl. 19.00
Dagfinn
Olsen
ummælir:
Fríggjakvøldið kl. 18.30
– nýggj barnasending
Fres
– á egnum veingjum
Samrøða við
Dánjal Petur
Nielsen. Jógvan
Arge leggur
til rættis