fríggjadagur 22. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 118 - 22. juni 2007
Tveir íleggjarar
fingu loyvi at keypa
partabrøv fyri 136
milliónir hvør.
Samstundis upplivdu
aðrir, at teir bert
fingu 2% av tí, sum
teir ynsktu at keypa
Einskiljing
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Umframt Fíggingargrunnin
frá 1992, so standa í dag tveir
partaeigarar á yvirlitinum
yvir stórpartaeigarar í Før
oya Banka. Stórpartaeigarar
eru eigarar, sum einsamallir
hava valdið á í minsta lagi
5% av partapeninginum.
Teir báðir eigararnir eru
Sp/f Kvettið, sum Jákup á
Dul eigur, og Skrínið Sp/f,
sum er partur av P/F Tjald
ur. Tey bæði feløgini hava
keypt partabrøv fyri 136
milliónir, svarandi til 7,20%
av samlaða partapeningin
um.
Tað hevur skapt bæði
undran og øsing millum
aðrar íleggjarar, at tveir ein
stakir
partaeigarar
hava
fingið loyvi at tekna somik
ið stóran part av samlaða
útboðnum. Hetta samstundis
sum hópur av øðrum keypar
um stendur eftir við millum
2% og 20% av tí, sum hesir
høvdu teknað seg fyri.
Viðgjørt hvør sær
Í tíðindaskrivinum, sum
Føroya Banki sendi út, tá
partabrævatekningin var av,
stóð at lesa, at ávísur býtis
lykil var galdandi fyri
smærru íleggjararnar. Men
at hesin ikki var galdandi
fyri størru íleggjararnar.
Hesir vórðu ístaðin við
gjørdir einsæris. Og við
tveimum eigarum við 136
milliónum
hvør,
tykjast
hesir eisini vera viðgjørdir
so ruddiliga einsæris.
Spurningurin er tí, hví
einstakir keyparar eru tiknir
fram um aðrar. Og – ikki
minst – hvørji kriterium eru
nýtt, tá hesir eru valdir.
Tað er Fíggingargrunnur
in, sum fyrrverandi eigari,
ið saman við útlendskum
ráðgevum hevur staðið fyri
einskijlingini. Vit royndu í
dag at fáa viðmerkingar um
málið frá Eyðun á Rógvi,
formanni í Fíggingargrunn
inum. Men hann sat á fundi,
og fekk tískil ikki gjørt við
merking, áðrenn blaðið fór
til prentingar.
Tjaldur og Kvettið
í serstøðu
Formaðurin í Fíggingargrunninum, Eyðun á Rógvi, fekk ikki
gjørt viðmerkingar til partabrævabýtið millum stovnsíleggjarar,
áðrenn blaðið fór til prentingar
Sjálvboðin til Mars
Skuldi nakar havt hug til eina ferð til Mars, so lýsir europe
iska rúmdarsamtakið eftir sjálvbodnum fólki til eina Mars
ferð. Tað vil siga, tey seks sjálv bodnu koma ikki til Mars,
men tað fer at kennast so. Ímyndaða rúmdarferðin skal fyri
reika komandi veruligu rúmdarfólkini til ógvusligu ávirk
anina, teir far at kenna. Manningin skal uppliva ovurmikið
einsemi og innisælu. Tey fara at missa jørðsýnið burtur og
tað fer at taka 40 minuttir at samskifta. Og tá tey »koma
fram«, skulu tey gera eina ímyndaða kanning av klótuni.
Nevndin óbroytt
Seinasta fríggjadag hevði Havnar Arbeiðsgevarafelag
árliga aðalfundin. Fyri vali stóðu Høgni Hansen og
Hákun Djurhuus. Báðir vóru afturvaldir. Nevndin í
Havnar Arbeiðsgevarafelag heldur tí fram óbroytt. Í
henni sita Hákun Djurhuus, formaður, Joel undir
Leitinum, næstformaður, Gunnar Mohr, Árni
Joensen og Høgni Hansen.
Upplýsingar frá
børsskrásetingini
OMX vísir, at hvørki
nevnd ella stjórn
í bankanum hava
verið við sviðusoð, tá
partabrøvini vórðu
seld
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er ikki bert vanligi
føroyingurin og føroyskar
íleggingarfyritøkur, ið hava
stórt álit á framtíðar vánun
um hjá Føroya Banka. Held
ur ikki steðgar álitið við
útlendsku íleggjarunum, tí
eisini nevnd og stjórn í
bankanum hava stórt álit á
sær sjálvum.
Í hvussu er hava hvørki
nevnd ella stjórn hildið seg
aftur við at gera íløgur í parta
brøv hjá Føroya Banka. At
yvirtekningin so gjørdist
størri, enn nakar hevði
droymt um hevur ført til, at
smærru,
ella
privatu,
íleggjararnir blivu munandi
skerdir. Sum kunnugt fingu
øll upp til 11.340 krónur,
men eftir tað bert 2% av upp
hæddini, sum fór upp um
tað.
Meiri ógreitt er, um sama
var galdandi fyri størru –
sonevndu
strategisku
–
íleggjararnar.
Millum hesar roknast stjór
arnir báðir, Janus Petersen,
forstjóri og Súni Schwartz
Jacobsen. Ilt er sjálvandi at
vita og gita um, hvussu nógv
teir báðir høvdu teknað seg
fyri av partabrøvum, men tá
bankin varð skrásettur á
børsinum klokkan 11 í gjár,
vísri yvirlitið hjá OMX, at
Janus Petersen hevði fingið
partabrøv fyri 6 milliónir og
Súni Schwartz Jacobsen fyri
4,5 milliónir
Nevndin ikki
so slúkin
Júst hvussu raðfestingin hjá
Fíggingargrunninum
frá
1992
hevur
verið,
tá
partabrøvini eru útlutað, er
ikki lætt at siga. Tað stendur
tó greitt, at starvsfólkini í
bankanum vóru tryggjað
500 partabrøv í part. Um
hetta var galdandi fyri
stjórnina eisini er okkum
ikki greitt i løtuni, men tað
er væl hugsandi, at annar
býtislykil er nýttur har.
Tað kann her skoytast
upp í, at Janus Petersen,
eftir at børsurin læt upp,
keypti
5,300
partabrøv
aftrat, og eigur sostatt góð
37.000 partabrøv tilsamans
í bankanum.
Nevndin hevur eisini stórt
álit á, at bankin frameftir fer
at verða ein bæði sunn og
gevandi fyritøka. Tey fimm
í nevndini hava eisini sett
rættiliga fitt av peningi í
Føroya Banka, men tó ikki í
nánd av tí, stjórarnir hava
sett í. Bankaumboðini í
nevndini hava fyri so vítt
fingið lutfalsliga lítið meiri
enn tað, tey vóru tryggjað
sum starvsfólk, meðan hini
trý hava tikið djúpt í
lumman, um býtið hevur
verið tað sama fyri tey, sum
fyri aðrar smærri íleggjarar.
Sum nevnt vita vit ikki
nágreiniliga, hvussu býtið
hevur verið, og tí skal hetta
á ongan hátt skiljast sum ein
atfinning at teimum, sum
hava fingið tillutað fleiri
partabrøv enn tey flestu.
Nevnd og stjórn stóran lut
Soleiðis hava nevnd og stjórn
sett pening í Føroya Banka.
Upplýsingarnir eru tiknir
frá OMX-skrásetingini í
gjárkvøldið