fríggjadagur 22. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vikuskifti
7
tann savnaða ljóðmyndin fullari
og ríkari.
Hvat er góður
dansur?
Ein kann í hesum sambandi
spyrja, hvat tað er, sum skapar
“góðan dans”. Og aftur er svarið,
at tað ikki er ein avgjørd fyritreyt,
at øll duga hvørt ørindi, og at
dansurin er út í æsir taktfastur.
Hetta kann vera sannførandi, men
nýtist ikki at vera tað. Hinvegin
hevur tað týdning, at skiparin
er í einum “nærumhvørvi”, sum
veitir honum ella henni stuðul og
undirtøku, og sum, á gævustund,
skapar tað serliga slagið av
dialogi og sínámillum fatan, sum
fær dansin at rísa og nærkast tí
gátuført sublima. Og tess meira
ein dansiringur hevur av slíkum
“oyggjum”, har samrøðan millum
nøkur fær støðið at hækka, meira
flog kemur yvir heildina.
Dansur er ikki ein marknaðar
vøra, eins og eitt nú ein bók, ein
málningur ella ein vanlig fløga. Á
ein hátt eru fólk sum dansa, og
har serstakliga skiparin, gevarar,
fólk sum lata av síni yvirflóð
uttan at taka nakað afturfyri.
Av somu orsøk kann ein DVD
sum henda illa vera undirløgd
tí ummælishevd, sum annars er
tengd at allari marknaðarlist.
Hetta áleggur einum ummælara
at halda seg til ta meira almennu
viðmerkingina.
Dansur krevur røkt
Dansurin á hesum fløgum er góð
ur, kvøðingin somuleiðis, men í
onkrum føri átti undirtøkan at ver
ið betri. Hinvegin hendir tað seg
meira enn so, at áskoðarin kennir
seg orna niður eftir bakinum.
Hetta ber vitnisburð um góðsku.
Ein varnast, í De røvere tolv, at
skiparin ikki hevur tann stutta
steðg millum fyrstu og aðru reglu
í niðurlagnum, sum stundum er at
hoyra. Hetta er eftir mínum tykki
ein fyrimunur.
Mangt rennur einum í huga,
sum setir seg við hesum upp
tøkum. Føroyskur dansur er ein
demokratisk mentan. Hon er
ikki framførsla fyri áskoðarum,
men ein list, sum er atgongd fyri
øllum, og har øll eru vælkomin
at vera við. Og kortini, eingin
kemur sovandi til hesa list, hon
setir, sum alt vælgjørt verk, krøv
um áhuga, venjing og røkt. Frá
mínum ungdómi minnist eg, at
dansur var uppaling, tú lærdi ár
eftir ár betur, hvussu eitt kvæði
fekst undir fótin, at halda lætt
í hondina á teimum, tú dansaði
ímillum, at geva gongd og lag í
dansinum gætur.
Vonved og Tolkien
Partur av hesi uppaling var at lesa
uppá. Hvørt kvæði og hvør vísa er
eitt heilt univers, meira kunnugur
tú ert við hetta søguunivers, størri
verður njótingin. Gátusamrøðan
í Sven Vonved er merkilig og
hugtakandi og fær ein at hugsa
um ein dyst av sama slag millum
Bilbo og Golla í Hobbanum eftir
J.R.R. Tolkien. Í Kong Sverke
verða vit førd heilt aftur til
bardagan við Lena í 1210, tá
Hvidestórmenninir royndu at
hjálpa Sverker at fáa valdið aftur
í Svøríki. Her síggja vit, sambært
summum á fyrsta sinni, litirnar í tí
svenska flagginum:
Først drog ungen Engelbret
og så han herre Karl Grå;
så kom han unge kong Sverke selv,
hans banner var gul og blå.
Tað tykist greitt, at upptøkurnar á
hesi útgávu eru gjørdar av roynd
um fólki. Upptøkutólið savnar
seg, við kvæðisins byrjan, um
skiparan, reikar so runt í dansi
ringinum, skoðar stundum heild
ina, stundum brot, nærkast so
aftur skiparanum og hansara um
hvørvi. Teir, sum taka upp, hava
eyguni eftir, hvussu dansurin
gongur, og tað hendir seg meira
enn so, at teir megna at vera á
rætta stað á røttu tíð, at fanga
gævustundina. Upptøkuarbeiði er
krevjandi og fatar um fleiri tøkni
lig parametur, so ivaleyst er hetta
lættari sagt enn gjørt.
Tað kann annars kanska vera
ómakin vert, tá ið ein setir seg
við hesi fløgu, at gloyma tað,
ein fyrr hevur lært og hoyrt, og
líkasum lata seg uppliva dansin
sum nýggjan, sum eitt fyribrigdi,
ein fyrstu ferð sær og hoyrir. Tá
verður einum greitt, hvussu vakur
føroyskur dansur er. Ikki bara tey
einstøku ørindini, men eisini eitt
nú bara niðurløgini – lati meg
sova á tínum armi, ríka jomfrúa
ella sólin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið – eru
í grundini poesiur, yrkingar.
Dansur er lekidómur
Og løgini hava yvir sær nakað
ævinligt, eina fynd, eina einfeldi
og onkra bæði dragandi og
tíðarleysa melankoli, sum bara
fá tónaskald megna at skapa. Í
øllum kvæðum eru frásagnir ella
samrøður, tú heldur teg kenna
aftur, ella ørindir, sum eru endur
tøkur, men allastaðni eru, innímill
um, lýriskar perlur og fyndugar
máliskur:
Har vóru hurðar av hókumtræ,
málar við ídningshorni,
glógvar so gull í gøtum har,
sum ljómir av havrakorni.
Ein varnast eisini nakað annað.
Dansurin hevur yvir sær nakað
sosialt, sum bæði stendur í
andsøgn til nútíðar køldu og
armóðsligu einstaklingsdyrkan,
og sum samstundis tykist óme
taliga viðkomandi. Dansur er,
um hugsað verður um stev og
musikk, endurtøka, men tann
sum heldur, at við tí er alt sagt,
GN OG KÆTI
Drotning Elisabeth er online
Bretska drotningin er 81 ára gomul, men
meðan fleiri av hennara javnaladrum
ræðast nýggjastu tøknina, so er bretska
dronningin eitt nú sera glað fyri sín iPod, ið
hon brúkar, tá hon gongur túr. Eisini hevur
drotningin teldubústað, og hóast hon ikki
sjálv skrivar teldubrøvini, so dikterar hon í
heilum teldubrøv, ið verða send til eitt nú
ommusynirnar, skrivar BT.
Lýsingar fáa børn at eta
Ein ensk kanning vísir, at børn, ið hava sæð
sjónvarpslýsingar fyri ósunnan mat, beint
áðrenn máltíðina, eta upp til 134% meira,
enn tey annars høvdu gjørt, eisini leggja tey
seg meira eftir ósunnum rættum. Kanningin
hevur fingið serfrøðingar til at heita á
myndugleikarnar um, at seta forboð móti
sjónvarpslýsingum fyri ósunnan mat. Hetta
í roynd at koma stóru trupulleikunum við fiti
millum børn og ung til lívs, skrivar urban.