fríggjadagur 22. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vikuskifti
6
Ummæli
Hanus Kamban
Tann fyrsta audiovisuella
útgávan við føroyskum
dansi er nú til taks.
Hósdagin tann 7. juni løgdu
Kristian Blak og Niels á
Velbastað, á eini móttøku í
Hornahúsunum í Havn,
fram eina audiovisuella út
gávu við upptøkum av
føroyskum dansi. Sostatt
ber nú til hjá áhugaðum at
keypa sær fløgur, sum
goyma, í sjón og ljóði, tann
mest upprunaliga táttin í
okkara mentan. Útgávan
er tann fyrsta av sínum
slag, og talan er sostatt um
eina søguliga hending.
Á hesi DVD-útgávu, sum er á
tveimum fløgum, eru brot úr 17
kvæðum, vísum og táttum. Tað
mesta av tilfarinum er føroyskt,
men har eru eisini fýra danskar
vísur. Millum tey føroysku kvæðir,
ein kann síggja og hoyra borin
fram á hesum fløgum, eru Gon-
gurólvs kvæði, Sigmunds kvæði
eldra, Vilmunds kvæði, Flóvin
Bænadiktsson, Brestis kvæði
og Finnur hin Fríði. Av donskum
vísum kunnu verða nevndar De
røvere tolv og Kong Sverke.
Tað eru limir í Dansifelagnum í
Havn, sum dansa og kvøða. Allar
upptøkurnar eru gjørdar í Horna-
húsunum í Havn, har hetta dansi-
felag hevur hildið til tey seinastu,
mongu árini. Sjónvarp Føroya
hevur gjørt upptøkurnar. Útgevari
er plátufelagið TUTL.
Ljóðmyndin
Tann, sum setir seg at hyggja
at hesum upptøkum, gleðist við
at sleppa at uppliva føroyskan
dans í tí líki, hann enn hevur
mangastaðni í Føroyum, virðiliga
troddan og við tí spælirúmi
millum gleði og dapurleika, tign
og kæti, sum kvæðini natúrliga
eggja til, og sum skiparans lyndi
og háttalag, ið eru ymisk frá
menniskja til menniskja, áleggja
tí dansandi heildini. Stuttligt er
at síggja, at við í dansinum eru
fólk úr ymiskum aldursbólkum,
og at skipararnir somuleiðis í
aldri liggja millum tey áttati og
sekstan.
Dansur er fólkslig list, ikki yrkis-
list í nútíðar merking. Og kortini
eru tey krøv, ein góður skipari
setir sær, á sín hátt líka so strong
sum tey krøv, sum yrkislistin setir.
Hinvegin sleppur dansifólkið av
natúrligum grundum – júst tí
hetta er livandi fólkslig mentan
– undan tí út í æsir framdu
perfektionismu, sum eyðkennir
yrkislistina. Tað er t.d. vanliga ein
fyrimunur, at fólk duga kvæðið og
taka undir við skiparanum, men
nakað krav er tað ikki. Hinvegin
eigur dansifólkið at taka undir við
niðurlagnum.
Men hetta mál er í dag neyvan
so einfalt. Hann ella hon, sum er
í einum dansiringi, kann gleðast
við at lurta eftir skiparanum,
eisini um undirtøkan er lítil.
Sagt verður enntá, at í gomlum
døgum bar skiparin ørindini fram
einsamallur. Dansifólkið fylgdi
við, lýddi á og kvað so niðurlagið,
meðan skiparin hvíldi røddina.
Øðrvísi er í dag, og øðrvísi er ið
hvussu er við eini slíkari útgávu,
tí her er brúkarin ikki ein sum
dansar, men ein óvirkin hyggjari
og lurtari. Her er tað helst ein
fyrimunur, fyri klangin, at skiparin
fær eina ávísa undirtøku. Um
fleiri røddir hoyrast, og kvinnulig-
ar millum tær mannligu, verður
MILLUM TI
Kjólin hjá Marilyn Monroe heiðraður
Hvíti kjólin hjá Marilyn Monroe í The Seven Year Itch,
er tað størsta ikonið innan kjólar í filmum. Hetta er
úrslitið av atkvøðugreiðslu á heimasíðuni hjá bretsku
mótafyritøkuni missbutterfly.co.uk. Kjólin, ið er best
kendur fyri at fúka upp av gjóstrinum úr eini rist, vann
kappingina framman fyri kjólum sum tann hjá Julia
Roberts í Pretty Woman og tann sum Robin Williams
brúkti í Mrs. Doubtfire.
Loyndarmálið handan ungu húðina
Sambært British Vogue hevur Joan Collins avdúkað
loyndarmálið, ið ger, at hennara húð sær so ung
út. Talan er um eitt andlitskrem, ið verður rópt Skin
Signaling Serum Age. Cellex-C ger kremið, ið fæst fyri
eini 400 dollarar fyri dunkin. Tað tykist merkisvert, at
avdúkingin hjá Joan Collins kemur samstundis við, at
sjónleikarkvinnan hevur skrivað eina stóran sáttmála
við Cellex-C.