Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 118 - 22. juni 2007 Í dag fer býráðið í Havn at taka støðu til keyp av fýra skúlastovum til at loysa fyribilstørvin, nú Gamli Realskúlin í Havn er stongdur Skúli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðan 12. mars hevur sum kunnugt eingin skúlagongd verið í Gamla Realskúlanum í Havn. Hetta er skúlin, sum hýsti miðdeildini í Tórs­ havnar Kommunuskúla. Á fundi í dag, sum byrjar klokkan 15, fer býráðið ætl­ andi at taka støðu til keyp av fýra skúlastovum. Hetta er liður í eini ætlan um, hvussu hølistrupulleik­ arnir skulu loysast komandi skúla ár, nú Gamli Realskúl­ in ikki fer at verða brúktur til undirvísing aftur. Tað eru trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin hjá Tórshavnar Kommunu, sum mæla býráðnum til at keypa. 2,5 miljónir Í skrivinum, sum fyriliggur til fundin í dag, verður víst á, at Gamli Realskúlin er stongdur vegna vantandi brunatrygd og grundleggj­ andi vánaligar umstøður við eitt nú ongum wc. Mett verður, at kommunan kann keypa fýra undirvís­ ingarhøli – ella skúlastovur – fyri 2,5 miljónir krónur og innbúgv fyri 260.000 krónur. Mælt verður til, at býráðið játtar 2,760 miljónir krónur til keypið. Heildarætlan Ætlanin er annars at gera eina heildarætlan fyri Tórs­ havnar Kommunuskúla, sum skal gjøgnumførast komandi árini, so hølistrup­ ulleikarnir verða loystir. Hetta arbeiði byrjar ætl­ andi í heyst. Á tíðindafundi, sum borg­ arstjórin, Heðin Mortensen, kallaði til í morgun, skiltist, at ætlanin er at seta nýggju skúlastovurnar upp í skúla­ garðinum – ella so tætt upp­ at skúlanum sum gjørligt. Nýggjar skúlastovur fyri Gamla Realskúlan Á fundi í dag, sum byrjar klokkan 15, fer býráðið í Havn at viðgera spurningin um keyp av fýra fyribils skúlastovum, nú Gamli Realskúlin ikki verður latin uppaftur til skúlagongd Mynd: Jens Kr. Vang Avgjaldið hækkar Atlantsflog boðar frá í tíðindaskrivi, at avgjaldið á flogferðaseðlunum hækkar frá 18, juni at rokna. Avgjaldið hækkar úr 120 upp í 150 krónur á øllum ferðaseðlum, sum verða bílagdir frá nevnda dagi at rokna. Hetta merkir so, at ein retur ferðaseðil hækkar við 60 krónum tilsamans, og svarar hetta til eina hækking á 4% fyri bíligasta ferðaseðilin. Ruth koppað í dokk Føroyska nótaskipið Ruth koppaði í eini turrdokk í Århus havn í morgun. Skipasmiðjumenninir fingu ein rættiligan skelk, tá Ruth knappliga koppaði, meðan teir arbeiddu upp á hana. Ruth stóð í einari av teimum trimum turrdokkunum hjá Århus Shipyard, tá hon knappliga koppaði um hálvgum tíggjutíðina danska tíð í morgun. Farið var beinenvegin undir at fylla sjógv í dokkina, fyri at fáa rættað skipið uppaftur. Gullak Madsen úr Kvívík átti Ruth, men seldi herfyri ein stóran part til aðrar. Harmonikukonsert við børnum: Børn og harmonikur er kanska ikki so vanligt at síggja, men í gjár høvdu hesi fittu børnini, sum ganga á Tórshavnar Musikkskúla, konsert á Musikkskúlanum Mynd: Álvur Haraldsen