fríggjadagur 22. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Samkoma fyri
afrikanarar
Lofoten: Sunnudagin 20.
mai sá ein nýggj samkoma í
Noregi dagsins ljós – Lofoten
Baptistmenighet. Í samkomuni
finnast einans limir úr Kongo og
Liberia, sum búgva í Lofoten.
Bólkurin hevur javnan havt
gudstænastur saman, og meta
nú at tíðin er búgvin at stovna
egna samkomu. Ætlanin er at
søkja um limaskap í Det Norske
Baptistsamfunn á landsfundi
teirra, sum verður í summar.
Logos II til Før
oya í august
Tvøroyri: Logos Hope verður
ikki klár til august, sum
upprunaliga ætlað. Ætlanin er
ístaðin, at Logos II skal fara til
Føroya og Íslands í august.
Tað hevur verið stóra óvissa
um, nær umvælingarnar um
borð á Logos Hope (fyrrverandi
Norröna) vórðu lidnar.
Nú sær út til at tað dregur
enn longur út, og at skipið ikki
verður siglingarklárt fyrrenn
einaferð seinni í ár, verður sagt.
Skipað verður nú soleiðis fyri,
at Logos II leggur leiðina um
Føroya á veg til Íslands. Vænt
andi verður skipið á Tvøroyri í
døgunum 9. til 13. august, meðan
steðgurin í Íslandi eftir Føroyavitj
anina verður longri, helst fram til
28. august.
Meiri kirkju
fyri minni
peningin
Danmark: Fólkakirkjan er
noydd at satsa uppá, at limirnir
kunnu fáa meiri kirkju fyri sama
pening, Ella rættari: Meiri kirkju
fyri minni pening, sigur danski
kirkjumálaráðharrin, Bertel
Haarder.
Hetta kom fram á ársfundin
um hjá landsfelagnum av meinig
heitsráðum herfyri. Og hann
varð stuðlaður av leiðaranum
í ráðnum, Inge Lise Pedersen,
sum beinleiðis spurdi, um
kirkjan brúkar sína játtan rætt.
Víst varð á, at limatalið í
fólkakirkjuni er minkað tey sein
astu 20 árini, samstundis sum
útreiðslurnar eru hækkaðar
meiri enn inflasjónin.
Tað heldur snøgt sagt ikki,
um limatalið lækkar og útreiðsl
urnar hækka, sigur Bertel Haar
der, sambært tíðindastovuna
Ritzau.
»Tann, ið ikki er við
mær, er ímóti mær«
Lukas 11, 23
Tað var vist Napoleon, ið var so
bjartskygdur, at hann vágaði at
halda, at tann, ið ikki var ímóti
honum, var fyri honum. Tað
torir Jesus nokk ikki at siga.
Hann vil tryggja seg móti at
gerast vónsvikin. Hann roknar
ikki við nøkrum menniskja, fyrr
enn hann veruliga hevur tað.
Tað er góðtrúni at telja øll tey
líkasælu, tey sveiggjandi, tey ið
ongantíð kunnu taka eina støðu.
Tað kann eins væl henda, at tey
enda millum fíggindarnar, tá ið
tey umsíðir hava hugsað seg um
og hava avgjørt, hvønn tey vilja
hoyra til.
Tey líkasælu eru sum ein
teigur á almenninginum, eitt
onganmannaland, ið eingin
enn hevur ognað sær. Tey lata
seg taka av tí, sum kemur fyrst.
Jesus hevur ikki altíð áhuga í
at vera fyrstur. Ikki á tann hátt.
Hann vil heldur hava menniskju
til seinast og so varðveita tey,
enn at fáa tey fyrst, fyri seinni
at missa tey aftur.
Hann kennir bara tvey sløg
av menniskjum: tey, ið eru
við honum, og tey, ið eru
ímóti honum. Øll tey líkasælu
roknar hann millum tey seinast
nevndu, inntil tey sjálvi hava
valt at verða millum tey fyrru.
Hetta orðið er so greitt og
einfalt. Tað sker beint tvørturav
og tvingar okkum at velja,
hvørjumegin strikuna vit vilja
standa. Ikki at velja, er eisini
eitt val. Tá ið vit ikki siga »Ja«
til tað góða, hava vit harvið
sagt »Ja« til tað illa. Kjakið
má einaferð enda. Tað kann
ikki halda fram. Vit kunnu ikki í
ævir allar halta til báðar liðir.
Guð hevur einaferð sagt »Ja«
við okkum. Nú eru tað vit, ið
skulu siga nakað við hann.
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Vit mugu
velja
Frelsunarherurin: Ein uppgerð
við hagtølum fyri virksemið hjá
Herberginum í Havn vísir greitt,
at tørvurin á tí ikki er vorðin minni
tað farna árið.
Tilsamans vóru 2.281 gistingar í
náttartilboðnum hjá Herberginum
í fjør. Íalt gistu 46 fólk í Herberg
inum. Av hesum vóru 42 menn.
Ein uppgerð yvir virksemið vísir
haraftrat, at 23 fólk gistu millum
1 og 10 ferðir, 2 gistu millum 200
og 300 ferðir, og eitt fólk gisti
meiri enn 300 ferðir.
Mannfólkini hava havt 2.250
gistingar og konufólkini 31. Um
framt hetta vóru 823 vitjanir í fjør.
Dagsentrið hevði í fjør 2.352
vitjanir av 60 ymiskum brúkarum.
Hetta svarar til góðar sjey døgurð
ar í miðal um dagin, teir 11 mán
aðirnar ið dagsentrið var opið.
2300 gistingar í fjør
Henda bókin »Samkom
an« er ikki bert ein bók fyri
ella um samkomuna í Lívd
ini. Hon er fyri allar sam
komur, sigur trúboðarin
Poul Færø í Klaksvík
Útgáva: Fríggjadagin í farnu viku
gav samkomuleiðarin í Lívdini,
Jógvan Zachariassen út bókina
»Samkoman«.
Hetta er ein bók ið viðger tað
sum Bíblian lærir um samkom
una, og hvønn týdning tann
kristna samkoman hevur havt upp
til dagin í dag – og kemur at hava
í framtíðini.
Millum tey fyrstu, ið ognaðu
sær hesa 400 síðu stóru bókina,
var Poul Færø. Og hann fegnast
um bókina:
Henda bókin fer uttan iva at
lata eyguni á fólki upp fyri, at
Guds samkoma er bara ein. So
er líkamikið um ein býr í Føroyum
ella í Afrika, sigur hann.
Í bókini er lætt at fáa eyga á,
at tað er ein ungur maður sum
hevur skrivað, tí eyguni eru opin
fyri avbjóðingunum í framtíðini.
Dentur verður lagdur á at vísa,
hvussu tann einstaka samkoman
kann gerast meiri viðkomandi í
okkara tíð.
Poul Færø vónar, at Jógvan við
bókini fær fólk at skilja, hvussu
neyðugt tað er at tey kristnu
sameinast og taka ímóti hvørjum
øðrum.
Ella sum Poul Færø sigur tað:
Tað ber illa til at elska Gud, um
ein ikki samstundis elskar sín
bróður!
Nógv uppá hjarta
Á samkomuni fríggjadagin, sum
var sama dag sum høvundin fylti
40, varð víst á, at bókin ikki snýr
seg um nakra ávísa samkomu.
Hon men umtalar heldur, í
rættiliga víðum sjónarringi øll
endurfødd menniskju sum Guds
samkomu.
Jógvan Zachariassen heitti
í januar mánaði í ár á forlagið
Leirkerið um at geva bókina út.
Hetta varð játtað honum.
Upprunaliga var ætlanin, at hon
bert skuldi verða 150 síður. Men
so líðandi vaks síðutalið, soleiðis
at tað at enda kom heilt upp á
400 síður.
Hóast stóra síðutalið er hetta
bert ein partur av tí, sum Jógvan
Zachariassen hevur uppá hjarta
um samkomulívið.
Sum skilst er hann longu farin
undir at fyrireika bind 2 í røðini.
Hent bók til allar
samkomur
- Jógvan hevur fingið fatur í tí sentrala boðskapinum um ta kristnu
samkomuna, sigur trúboðarin Poul Færø (høgrumegin), sum her er avmyndaður
saman við høvundanum
Mynd: Snorri Brend