Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 126 - 4. juli 2007 tíðindi Nýggi formaðurin í Fiskimannafelagnum hev­ur lagt seg á eina ódámliga kós, heldur formaðurin í Reiðara­ felagnum ArbeiðsmArknAður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Í mínum hugaheimi er kós- in eitt sindur ódámlig. Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, heldur lítið um framferðina hjá nýggja formanninum í Fiski- mannafelagnum. Í Sosialinum í gjár greid- du vit frá, at Fiskimannafe- lagið hevur givið nøkrum reiðarum ávaring fyri at hava brotið sáttmálan við fiskimannafelagið og hevur hótt við at almannakunngera ein svartalista við nøvnun- um á reiðarunum, sum fremja fleiri brot á sáttmál- an. Hetta fyri at ávara sjófólk ímóti at fara við skipunum hjá hesum reiðarum. Tað skerst ikki burtur, at nýggi formaðurin í Fiski- mannafelagnum hevur lagt eina nýggja linju fyri fakfe- lagsarbeiðnum, har tónalag- ið er harðari, enn tað plagdi vera mótvegis reiðarunum. Eftir mínum tykki er nýggja kósin eitt sindur ódámlig, sigur Jákup Sól- stein. Hann vísir á, at tað er ikki gamalt í Føroyum at hótta við at seta fólk á svartalista. Hann kennir heldur onki til, at tað skal vera vanligt hjá summum reiðarum at skúgvað sáttmálan til viks. Í øllum stillum Hann sigur, at hugburðurin hjá reiðarafelagnum er tann, at tað er ein sáttmáli við Fiskimannafelagið og hann skal haldast - Men sjálvandi kann ósemja taka seg upp um, hvussu ávísir partar í sátt- málanum skulu tulkast. Tað kann eisini koma fyri, at sáttmálin verður brotin í gáloysni ella av ósketni. - Eg haldi, at tað er ser- stakliga sjáldan, at sáttmálin verður brotin við vilja. Møguliga hevur onkur einstakt mál verið við ein- stakum felag, men tað hev- ur ikki verið nakað, sum feløgini hava kent seg noydd at tikið upp sínamill- um. Hann kennir onki til, at tað er vanligt, at sáttmálar verða brotnir, men hendir tað, plaga tað at verða avgreitt í øllum góðum, utt- an at tað hevur verið neyð- ugt at hótta við bæði báli og brandi - Men í slíkum førum plagdu vit sum allaroftast at loysa trupulleikan við eini telefonsamrøðu í øllum stillum. At tað skal vera ein almen- nur trupulleiki, kennir Ják- up Sólstein einki til. - trupulleikarnir hava ikki verið nógvir í so máta, so hetta seinasta útspælið frá Fiskimannafelagnum man vera at samanbera við storm í einum vatnglasi. Annars dugir hann ikki at siga um viðurskiftini ímill- um Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið eru versnað eftir formansskiftið í Fiski- mannafelagnum. - Jan Højgaard er so mik- ið nýggjur í Fiskimannafe- lagnum, at enn hava vit ikki havt so mikið av samskiftið við hann, at tað ber til at siga, um viðurskiftini ímill- um feløgini bæði eru vers- nað ella ikki, sigur Jákup Sólstein. Framferðin hjá formanninum í Fiski- mannafelagnum er ódámlig ­ Tað er í høv­uðsstaðnum at v­andin fyri einum ótálmaðum búskapi er størstur, sigur forkv­innan í Kommunufelagnum og tí er fyrst og fremst neyðugt at fáa Tórshav­nar býráð at halda aftur búskApArstýring Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit eru altíð til reiðar at tosa við Magna Laksáfoss um at tálma búskapin hjá kommununum. Men at endanum stendur tað til hvørja einstaka kommunu, um hvønn fíggjarpolitikk, tær reka. Rósa Samuelsen er for- kvinna í Føroya Kommunu- felagi, sum er felagið hjá teimum smærru kommunu- num í landinum. Og frammanundan vil hon ikki afturvísa ætlanini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um at fáa kommunurnar at halda aftur við útreiðslunum næsta ár fyri at tálma búskapinum. Hinvegin vísir hon á, at kommunurnar kunnu ikki skylda meiri enn eina álíkn- ing í skatti og tí er tað avmarkað, hvussu stóra skuld, tær kunnu seta seg í. - Støðan er nú tann, at nógvar miðalstórar kommu- nur hava gjørt íløgur og eru við koma upp undir loftið uppá eina álíkning í skuld og sostatt er tað avmarkað, hvat tær kunnu gera afturat. Hinvegin eru tað aðrar, min- ni kommunur, sum kanska eiga pening, men tær eru so mikið smáar at við atliti at landsbúskapinum ger tað lutfalsliga lítlan mun at tál- ma búskapin hjá hesum kommunum. Rósa Samuelsen vísir á, at hinvegin er høvuðstaðar kommunan sera væl fyri. - Tórshavnar Kommuna hevur onga skuld, samstund- is sum hon hevur eina inntø- ku upp á meiri enn 600 mil- liónir krónur um árið. Sostatt stendur hon fyri umleið helvtini av øllum tí kommunala búskapinum. - Sostatt er tað er fyrst og fremst í Tórshavnar Kom- munu, at vandin er størstur fyri einum ótálmaðum búsk- api, sigur forkvinnan í Før- oya Kommunufelagi. Skilagott og neyðugt Orsøkin til, at Magni Laksá- foss vil hava kommunurnar at tálma búskapinum næsta ár, er, at hann vil sleppa at føra ein konjunkturstýrandi fíggjarpolitikk. Í løtuni er nakað nógv ferð á búskapinum og tí vil landsstýrismaðurin køla eitt sindur. Í hesum sambandi hevur hann víst á, at tað er neyðugt at taka allan búskapin undir einum og tí er eisini neyðugt at taka kommunubúskapin við, tí hann er so stórur part- ur av samlaða búskapinum. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin lagt upp til, at kommunurnar og land- ið semjast um ein felags útreiðslukarm, har hvørki landið ella kommunurnar skulu økja um útreiðslurnar næsta ár. Samstundis hevur hann eisini skotið upp at skerja mvg endurgjaldið til kom- munurnar, so at kommunur- nar skulu fáa 72 milliónir minni í mvg endurgjaldið úr landskassanum. Ætlanin er so, at hesin peningur skal fara í ein kommunalan útjavningar- grunn. - Føroya Kommunufelag heldur, at tað er bæði skila- gott og neyðugt, at landið og kommunurnar eru felags um at stýra búskapinum, sigur Rósa Samuelsen. - Nógvar kommunur føla avleiðingarnar av at búskap- urin er ov heitur við tað, at tað er torført at fáa neyðug arbeiði gjørd, og nógv arbeiði gerast óneyðuga dýr. - Hinvegin er nógv av hes- um arbeiðum neyðug, eitt nú skúlar, ansingarstovnar vatnveiting og kloakering. Hon leggur afturat, at ser- liga torført sær tað út til at vera at arbeiði gjørd uttan- fyri miðstaðarøkið. - Føroya Kommunufelag tekur eisini undir við at vit fáa eina inntøkuútjavning ímillum kommunurnar. Rósa Samuelsen heldur eisini, at tað ljóðar áhuga- vert, at ein slík útjavningar- skipan skal fíggjast við at minka mvg endurgjaldið til kommunurnar. - Føroya Kommunufelag- ið vil avgjørt vera við til at viðgera eina slíka skipan, sigur hon. Í næstum fer stýrið fyri Føroya Kommunufelag at viðgera uppskotið frá lands- stýrismanninum. Vandin er størstur í Havn - Tað er ikki gamalt í Føroyum at hótta við at seta fólk á svartalista, sum Fiskimannafelagið nú ger, sigur Jákup Sólstein, formaðurin í Reiðarafelagnum - Tað er bæði skilagott og neyðugt, at landið og kommunurnar eru felags um at stýra búskapinum. Men tað er í Havnini, at vandin er størstur, sigur Rósa Samuelsen.