mikudagur 4. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 126 - 4. juli 2007
Við stuðli frá
oljufeløgum og
Granskingarráðnum
hevur Fróðskapar
setrið sett kikaran á
ferðingarmynstrið hjá
seismikki í basalti. Í
hesum døgum seta tey
seismiskar mátistøðir
upp á vestaru síðu á
Streymoynni, og um
fáar dagar verður
Magnus Heinason
gjørdur um til
seismikkskip
GranskinG
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Útsýnið yvir á Koltur og
Hestoynna er vakurt hendan
dagin, har tey standa millum
Gomlurætt og Velbastað
við
sínum
jarðfrøðiligu
mátitólum. Við síðuna av
teimum er eitt hol grivið í
jørðina, har mátitól er sett
niðurí, sum skal máta seis
miskar bylgjur. Eitt annað
hol er grivið við síðuna av
aftur til ein akkumulator,
sum skal veita streym til
seismiska mátitólið. Sum
rosinan í pylsuendanum
stendur
ein
steyri
við
antennu, sum mátar GPS
frá fylgisveinum.
Hetta er ein seismisk
mátistøð, eitt sokallað fleir
komponenta seismometur,
ið skal máta seismikkin,
sum
verður
skotin
frá
Magnusi Heinason um fáar
dagar,
greiðir
Hilmar
Simonsen okkum frá.
Hann er útbúgvin jarð
frøðingur og er nú Ph.D.
lesandi á Fróðskaparset
rinum, og verkætlanin hann
arbeiðir við snýr seg millum
annað um at finna betri
seismiskar
mátihættir
í
økjum við nógvum basalti.
Um fáar dagar verður
f iskirannsóknarskipið
Magnus Heinason gjørt um
til seismikkskip, og tá skulu
20 tílíkar mátistøðir standa
klárar á vestaru síðu á
Streymoynni og Vágoynni.
Tá Magnus Heinason hevur
fingið neyðugu útgerðina
setta umborð verður kósin
sett gjøgnum Vestmanna
sund, Skopunarfjørð, Tanga
fjørð og møguliga eisini til
Suðuroyar.
Meiri vitan til vitan
Verkætlanin kallast ”Gly
VeST” og er stytting fyri
”GlyvursnesVestmanna
SeismicTie”. Boringar eru
áður gjørdar í Vestmanna
og á Glyvursnesi, og hendan
verkætlanin snýr seg um at
sambinda
hesar
báðar
boringarnar við seismikki.
Fyri at siga tað stutt, so
vilja vit fáa meiri vitan um,
hvussu seismiskar bylgjur
uppføra seg í basaltfláum.
Fleiri
verkætlanir
hava
frammanundan sett kikaran
á sama evni, og hendan hjá
okkum byggir víðari á eina
av teimum.
Við gransking fært tú
meiri vitan, men óansæð
hvussu nógv tú granskar, so
fært tú ikki svarað øllum
spurningum, men tú fært
meiri vitan til vitan, sigur
Hilmar Simonsen.
Hann er einasti føroyingur
sum so, ið er beinleiðis
knýttur at vísindaliga parti
num av hesi verkætlanini.
Men á Fróðskaparsetrinum
eru eisini tveir útlendingar
sum báðir búgva í Føroyum,
sum arbeiða við somu
verkætlan. Harafturat eru
fólk frá universitetinum í
Cambridge og frá GEUS í
Keypmannahavn knýtt at
verkætlanini.
Miðfláir tynnast
suðureftir
Kanadiumaðurin
Jim
Brown flutti til Føroya fyri
tveimum árum síðani, tá
hann fekk starv á Fróð
skaparsetrinum. Hann kom
tá úr Noregi, har hann hevði
starvast í nøkur ár framman
undan. Hann er professari í
jarðalisfrøði og er tann,
sum hevur fingið hetta
hugskotið
at
sambinda
Glyvursnes boringina við
Vestmanna boringina.
Ein av orsøkunum til
hugskotið var, at boringar
nar í Vestmanna og Glyvurs
nesi hava givið ábendingar
um, at munur er á tjúkdini á
miðfláunum í Vestmanna
og á Glyvurnesi, so at tær í
Vestmanna eru uml. 1400
metrar til tjúkdar, meðan
tær á Glyvursnesi eru uml.
1050 metrar til tjúkdar. Tað
eru millum annað hesin
tjúkdarmunurin á 350 met
rar, sum seismikkurin antin
skal vátta ella avsanna.
Oljufeløg og Gransk
ingarráðið stuðla
Men høvuðsmálsetningurin
við hesi verkætlanini er at
fáa meiri vitan til vega um,
hvussu seismikkur spjaðir
seg í einum basaltháslætta,
sum Føroyar eru partur av.
Føroyar eru sum kunnugt
bygdar upp av nógvum
basaltfláum,
og
millum
fláirnar eru ofta løg av
royðugróti
og
ymsum
legugrýti, og tað eru hesi
skiftandi løgini sum gera
tað torført at spáa um,
hvussu seismisku bylgjurnar
spjaða seg.
Við at máta seismisku
signalini bæði á landi og
sjógvi, so hava vit eitt betri
grundarlag at arbeiða út frá,
enn um seismikkurin bert
varð máldur aðrastaðni,
sigur Hilmar Simonsen.
Saman við hinum lutakar
unum í GlyVeST vónar
hann, at verkætlanin fer at
gera sítt til, at lættari verður
at síggja ígjøgnum basaltið
í framtíðini. Við at økja um
hendan kunnleikan, so fáa
sponsorarnir av verkætlan
ini, sum eru oljufeløgini,
eisini betur amboð til at
leita eftir olju og gassi við
Føroyar.
Umframt oljufeløg so
stuðlar
Granskingarráðið
eisini hesi verkætlanini.
Stutt um seismikk
Seismiskar
mátingar
er
nýtsla av ljóðbylgjum, ið
antin
verða
sendar
av
menniskjum gjøgnum jørð
ina ella framkallaðar av
jørðini
sjálvari
við
jarðskjálvtum.
Ferðin
á
ljóðbylgjunum er tengd at
tilfarinum, sum bylgjurnar
ferðast ígjøgnum. Til dømis
er tað kent, at ljóðbylgjur
ferðast við 330 metrum um
sekundið gjøgnum luft og
umleið 1500 metrum um
sekundið gjøgnum vatn.
Somu bylgjur ferðast við
umleið 5000 metrum um
sekundið gjøgnum granitt.
Tá seismiskar bylgjur verða
sendar gjøgnum jørðina
verða tær reflekteraðar, har
sum
tilfarið
í
jørðini
broytist. Hesar reflektiónir
eru
grundarlagið
undir
teimum
tulkingum
av
undirgrundini, sum jarð
frøðingurin ger. Seismikkur
verður bæði brúktur í olju
og námsídnaðinum og í vís
indaligum høpi.
Fróðskaparsetrið vil síggja
gjøgnum basaltið
Hilmar Simonsen (h.m.) testar, um seismiska mátistøðin virkar sum hon skal. V.m. eru Jim Brown, professari á Fróðskapar
setrinum, sum er vegleiðari hjá Hilmar, og í bakgrundini Julia Kingsbury, ið lesur jarðfrøði á universitetinum í Cambridge.
Mynd: Jens Kristian Vang
Slóða fyri eftirskúla í Hvalba
Hvalbiar Bygdaráð heldur fast um avgerðina at broyta
byggisamtyktina so at ætlaði eftirskúli kann byggjast við
fótbóltsvøllin og Roynhøllina. Bygdaráðið samtykti fyrr í ár at
broyta byggisamtyktina, so at skúlin kann byggjast á stykkinum,
men síðani hava 12 hvalbingar skrivað undir mótmæli ímóti at
hetta verður gjørt. Í gjárkvøldið viðgjørdi Bygdaráðið ætlanina
endaliga og samtykt varð at halda fast um ætlanina at broyta
byggisamtyktina so at eftirskúlin kann byggjast á umrødda
økinum. Men Innlendismálaráðið skal nú góðkenna, at
byggisamtyktin veðrur broytt og hagar er málið nú sent, saman við
mótmælinum frá teimum 12 hvalbingunum.
Nýggjur varaskúlastjóri á
Oyrarbakka
1. september tekur Jens Pauli G. Nolsøe, lærari í Felagsskúla
num, við sum varaskúlastjóri í Felagsskúlanum á Oyrabakka.
Felagsskúlastýrið hjá Eiðis kommunu og Sunda kommunu hava
samráð við skúlastjóran sett Jens Paula sum varaskúlastjóra frá
1. august. Jens Pauli G. Nolsøe, ið hevur verið lærari í skúla
num síðani august 2004, hevur áður m.a. verið deildarleiðari í
P/F Føroya Tele í tíðarskeiðinum 1998 – 2004.