mikudagur 4. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 126 - 4. juli 2007
Á býráðsfundi í
gjárkvøldi avgjørdi
Klaksvíkar býráð, at
Gerðabøur verður
verandi grønur. Hetta
var avgerðin, hóast
onki uppskot var um
júst hetta, og hóast
bara tveir býráðslimir
atkvøddu fyri, at
bæði øki niðanfyri
Oyravegin og øki
omanfyri vórðu sett
av at vera grøn øki
GERÐABØUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Nógv fólk var komið saman
at lurta eftir kjakinum, og
politikarnir góvu sær góðar
stundir at greiða frá síni
støðu og brigsla øðrum
fyrri teirra støðu. Viðgerðin
av
Gerðabøi
tók
tveir
tímar.
Jórun Høgnesen og Rani
Nolsøe høvdu framman
undan fundin róð fram
undir, at tey ynsktu Gerðabø
so grønan sum møguligt,
men hvørgin teirra legði
uppskot
fram.
Jórun
Høgnesen hevði eitt skriv
inni, sum mælti til at niðara
helvt var grøn, og Rani
Nolsøe hevði eitt skriv í
nevnd, sum mælti til at allur
bøurin varð grønur. Men í
politiska spælinum valdu
tey bæði at stuðla tilmæli
num frá meirlutanum í
Byggi og Býarskipanar
nevndini, sum mælti til at
friða niðaru helvt og seta
ovaru helvt av til almenna
bygging.
Hitt uppskotið var at
halda fast við býráðssam
tyktina frá 6. mars í ár um
at hava ovaru helvt grøna,
meðan niðara helvt skuldi
býtast millum grøn økir,
almenna
bygging
og
handilsøki. Borgarstjórin,
Steinbjørn O. Jacobsen,
talaði fyri hesum uppskoti,
og Eyðgunn Samuelsen og
Torleif Sigurðsson góvu
eisini sítt tilmæli til hetta.
Men hvørki upprunað
ætlanin hjá býráðnum ella
broytingartilmæli
vórðu
samtykt.
Í staðin fekk hvør partur
sítt
grøna
øki,
meðan
Føroya Keypssamtøka onki
fekk.
Politiska telvingin endaði
sum ein tekniskur spurning
ur, tí tilmæli frá meiri
lutanum í Byggi og Býar
skipanarnevndini
fevndi
um tvey atskild øki, og tí
metti
borgarstjórin
eftir
samráð við bæði býráðs
skrivaran og serfrøðing í
Innlendismálaráðnum,
at
tað máttu vera tvær at
kvøðugreiðslur.
Jákup Mikkelsen mót
mælti harðliga hesi avgerð
og ákærdi borgarstjóran
fyri skitið politiskt spæl.
Aðrir politikarar hava eisini
aftaná tosað um hesa avgerð
sum ein snildan politiskan
leik,
men
borgarstjórin
hevði lógina aftanfyri seg,
og tí vórðu tvær atkvøðu
greiðslur um Gerðabø.
Fyrst var atkvøtt um
niðara øki. Seks býráðslimir
atkvøddu fyri at gera øki
grønt, og uppskotið varð tí
samtykt. Síðani var at
kvøðugreiðsla um ovara
øki. Her vóru seks atkvøður
ímóti at seta øki av til
almenna bygging. Tí varð
hetta øki eisini grønt.
Men í veruleikanum vóru
tað bara tvey, sum atkvøddu
fyri báðum grønu økjunum,
Rani Nolsøe og Jórun
Høgnesen. Hinir býráðs
limirnir fingu hvør sítt
grøna øki.
Um talan var um politiskt
spæl frá borgarstjóranum,
miseydnaðist tað í øllum
førum at tryggja byggiøki
til Føroya Keypssamtøku.
Politiski meirilutin, sum
Jákup Mikkelsen helt seg
hava fyri almennari bygging
omanfyri vegin sindraðist
eisini. Gerðabøur er grønur
og Føroya Keypssamtøka
hevur einki byggiøki.
Býarætlanin druknaði
Allir
politikarnir,
sum
høvdu orðið, løgdu dent á,
at Gerðabøur bert er ein
lítil
partur
av
einari
umfatandi endurskoðan av
allari býarætlani, og at
býráðið hevur arbeitt sera
væl og verið sera samd um
restina av ætlanini. Men
Gerðabø vóru tey ikki samd
um.
Sum Torleif Sigurðsson
segði, so sveimaði hugflogið
víða undir viðgerðini. Jákup
Mikkelsen samanbar Gerða
bø við Hyde Park í London
og Central Park í New York,
og Rani Nolsøe tosaði um
at branda Klaksvík við
Gerðabøi, og at Gerðabøur
kundi vera ein partur av
einum størri upplivingar
búskapi.
Borgarstjórin, Steinbjørn
O. Jacobsen, harmaðist um
at alt var kollvelt í málinum.
Býráðið
hevði
í
fyrsti
viðgerð samtykt, at partur
skuldi setast av til handil
søki, og tí metti hann tað
vera óvirðiligt, at øll nú
lupu frá. Borgarstjórin helt,
at ein grønur Gerðabøur var
ein forðing fyri menning,
tí, sum hann segði, vit
búgva ikki í New York, vit
búgva í Klaksvík.
Bæði Rani Nolsøe og
Jákup Mikkelsen ákærdu
borgarstjóran fyri ikki at
hava gjørt nokk fyri at finna
alternativar
loysnir
til
Føroya
Keypssamtøku.
Torleif Sigurðsson, sum er
fyrrverandi
leiðari
á
keypssamtøkuni í Klaksvík
segði, at máli um Gerðabø
bara var enn eitt dømi um
tað vánaligu viðgerð, sum
Føroya
Keypssamtøka
hevði fingið frá Klaksvíkar
Kommunu. Rani Nolsøe
fasthelt, at almenni áhugin
mátti viga tyngri enn privat
áhugamál, og tí mátti FK
bíða.
Allir
býráðspolitikarnir
vóru tó samdir um, at ein
loysn
mátti
finnast
til
keypssamtøkuna. Um hetta
bara vóru føgur orð, fer
tíðin so at vísa. Endur
skoðaða býarætlanin skal
endurskoðast í 2008, og
nevnt var at ein tíðarfreist
mátti setast fyri miðbýar
ætlanini,
sum
Føroya
Keypssamtøku
í
fyrsta
umfari ikki slapp at vera
partur av.
Minniluti vann: Gerðabøur grønur
14 nýggjar føroyskar
bøkur
Bókadeildin á Føroya Lærarafelag hevur stórar
ætlarnir. Tey hava navniliga ætlanir um at geva heili
14 nýggjar føroyskar bøkur út. Tvær bøkur eru longu
útkomnar, og eru til keyps í bókahandlunum kring
landið. Tvær tær næstu bøkurnar koma út komanadi
mánaða. Fyrsta bókin eitur ’Herviligi Henry’, og
snýr seg um ein drong, ið øll elska at hata. Tað er
Bergur Rasmussen, ið hevur týtt bókina. Bøkurnar
eru ætlaðar børnum 7 ár og eldri.
Stanley Samuelsen Band
á Skarv
Komandi leygarkvøld verður 60 og 70ára rokkur at uppliva á Skarv
í Keypmannahavn, tá trýggir garvaðir tónleikarir fara á pallin. Teir eru
Stanley Samuelsen á guitari og sangi, Knut Henriksen á bassi og
Sangi, og Gert Smedegaard á trummum og percussion. Stanley er
kendur bæði í Føroyum og í Danmark, har hann hevur búð síðan
1970. Hann hevur spælt tónleik síðan hann var 15 ára gamal, har hann
spældi við Silli Boys úr Fuglafirði. Livandi tónleikurin á Skarv
leygarkvøldið byrjar um midnáttarleitið, og vit frætta, at teir serliga
fara at spæla tónleik eftir kendum tónleikabólkum.
Fyri fyrstu ferð í søguni vóru fýra kvinnur í býráðnum í Klaksvík. Her situr Atli Justinussen
millum Gunvá við Keldu og Jórun Høgnesen. Eyðgunn Samuelsen er eisini fastur limur í
býráðnum, meðan Maria Olsen var inni fyri Hans Arna Bertholdsen
Mynd: Dorit Hansen
Fitt av fólki var komið saman at lurta og hyggja, tá býrðaspolitikarnir brustu saman um
framtíðina hjá Gerðabøi. Tá málið um Gerðabø var avgjørt rýmdu flestu áhoyrarnir, meðan
býráðið helt á til langt út á kvøldi
Mynd: Dorit Hansen
Jákup Mikkelsen, varðaborgarstjóri, leggur uppskotið um at friða niðara part av Gerðabøi fram.
Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen lurtar, men helt fast í upprunað uppskoti, sum friðaði
ovaru helvt og gav Føroya Keypsamtøku møguleika at byggja á niðaru helvt
Mynd: Dorit Hansen