mikudagur 4. juli 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 4. juli 2007
5
Kundi tú hugsa tær eina framtíð innan skrivstovuyrkið?
Vit hava pláss fyri einum skrivstovulærlingi (m/k) í fyritøku okkara.
Vit kunnu bjóða tær:
• Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu í støðugari menning, har tú
gerst partur av einum góðum toymi og har arbeiðsandin er av teim bestu.
• Tryggar arbeiðsumstøður.
• Góðar møguleikar fyri persónligari menning.
Tú mást hava HH ella FHS prógv.
Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár.
Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/-ur, ágrýtin og til reiðar at taka við
nýggjum lærdómi og ikki vera bangin fyri til tíðir at arbeiða undir trýsti.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosað við Anniku
Krosstein ella Harald Eirikstoft.
Umsóknarfreistin er 10. juli 2007.
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn saman við prógvum og
ummælum til:
P/F Svend Krosstein
Postboks 3229
FO-110 Tórshavn
Viðm.: Lærupláss
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari
menning, sum í løtuni hevur 20 fólk í fulltíðarstarvi.
P/F Svend Krosstein er einasta HVS-heilsøla í Føroyum
og hevur harafturat størsta HVS-handil í landinum.
Vit selja alt tilfar til vatnveitingar, hitaverk, sanitet og
ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir, fiskireiðskap
og annað.
Skrivstovulærlingur søkist
VIT BJÓÐA
Nýggjur orkupolitikkur skal fremjast, og nýggj
elveitingarlóg er samtykt. Vit fara tí undir at
arbeiða miðvíst við orkupolitiskum átøkum,
soleiðis at vit kunnu økja um gagnnýtsluna av
varandi orkukeldum og seta orkusparandi tiltøk í
verk.
Vit bjóða eitt nýtt starv á loyvis- og orkudeildini,
har møguleiki verður at arbeiða í einum
spennandi umhvørvi við góðum eftirútbúgvin-
garmøguleikum, og har tú í stóran mun sjálv/ur
fær ávirkan á og ábyrgd fyri at menna starvsøkið.
ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Ynskiligt er, at tú hevur kandidatprógv frá hægri
lærustovni umframt viðkomandi royndir.
Tú skalt kunna arbeiða bæði við yvirskipaðum
evnum og praktiskum málum og hava góð evni at
samstarva og at samskifta málsliga og skrivliga -
eisini á norðurlendskum og enskum máli.
LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Jarðfeingi, á telefon
357000 ella við telduposti til sij@jardfeingi.fo.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum og
skjølum skulu vera Jarðfeingi í hendi í seinasta lagi
15. august 2007.
Adressan er: JARÐFEINGI, Brekkutún 1, Postboks
3059, 110 Tórshavn.
JARÐFEINGI er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út
kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfeingi umfatandi hesar høvuðspartar:
kolvetni, orku og jarðfrøðilig náttúruvirði.
Høvuðsuppgávurnar á Jarðfeingi eru:
a) Kolvetnismál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
b) Orkumál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan framleiðslu, flutning og veiting av orku.
c) Jarðfrøðiligar og náttúrulandafrøðiligar uppgávur innan gransking, ráðgeving, savnsvirksemi og undirvísing.
Áhugavert starv á Jarðfeingi
Ert tú verkfrøðingur, og hevur tú áhuga fyri orkuviðurskiftum?
JARÐFEINGI søkir eftir einum verkfrøðingi at byrja skjótast til ber.
Arbeiðið á stovninum er føltáttað. Vit samstarva og samskifta við nógv viðskiftafólk, myndug-
leikar og stovnar bæði her heima og uttanlands.
FAROESE EARTH AND ENERGY DIRECTORATE
WWW.JARDFEINGI.FO
lýsingar
Vit selja alt til
føroyska búnan:
• kot
• møtlar
• toy
• buksuvadmál
• skjúrt
• vestatoy
• bryst
• beltir
• toy at brodera á
Umframt
• permin
• patchworktoy
• gardintoy
• klædnatoy.
Vit seyma eisini
gardinur og klæðir
fyri fólk
Seymistovan
Stoksoyrarvegur 39
700 Klaksvík
Tel 457162