mikudagur 4. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 126 - 4. juli 2007
Tað hendir javnan,
tá Fiskiveiðieftirlitið
kannar skipini, at
partar av manningini
ikki kunnu vísa fram
heilsuváttan og tryg
darskeið. Og tað er
líkasæla, siga bæði
skiparin á Brimli og
Elmar Højgaard frá
Fiskiveiðieftirlitinum
SJÓVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Alt ov ofta kemur tað fyri,
at upp í fleiri av manningini
á skipi ikki hava heilsuváttan
og trygdarskeið. Hetta er
nakað, sum Fiskiveiðieftir
litið javnan rennur seg í, og
tað greitt brot á kunngerðina
um mynstring.
Skiparin á Brimli sigur,
at ein av stóru trupulleikun
um í hesum sambandi helst
er, at fyri nøkrum árum síð
ani varð mynstringarmyn
dugleikin fluttur frá løgreg
luni til skiparan. Og við tí
troti á fólki, sum skipini nú
byrja at merkja, førir hetta
ofta til, at leysir menn, sum
kanska bara koma ein túr
oman á keiina, verða tiknir
umborð.
Skal skipið avstað um
kvøldið, so hevur skiparin
ikki stundir at bíða til dagin
eftir fyri at finna mann við
neyðugt váttanunum, og so
verður bara farið við mann
ing, sum fyri hondini er, sig
ur skiparin á Brimli.
Vanliga er tað tó so, at
tað bert er ein partur av
manningini, sum ikki hevur
neyðugu váttanirnar í lagi,
men vaktarskipini renna
seg eisini í meiri grell døm
ir. Í síðstu viku vóru menn
frá Brimli umborð á 40 tons
línubátinum Fiskimúla úr
Klaksvík, at har vísti tað
seg, at ikki ein tann einasti
av manningini kundi vísa
fram hvørki heilsuváttan
ella trygdarskeið. Hartil
kom so, at manningin held
ur ikki var mynstrað.
Brimil tók Fiskimúla og
rak hann til lands, har hann
slapp at leggja veiðina upp.
Málið er síðani latið fúta
num at støðutakan.
Líkasæla
Tað eru nú longu fleiri ár
síðani, at tað kom inn í
kunngerðirnar, at fólk skul
du hava bæði heilsuváttan
og trygdarskeið fyri at slep
pa til sjós.
At byrja við var stórt trýst
á trygdarskúlanum í Klaks
vík, tí tá skuldi alt tað sigl
andi fólkið framat at taka
hesi skeið. Men Elmar Høj
gaard á Fiskiveiðieftirlitin
um heldur ikki, at tað er
orsøkin til, at fleiri sjómenn
framvegis ikki hava tikið
hesi skeið.
Tað kann ikki vera ann
að enn líkasæla. Tí talan er
ofta um menn, ið hava siglt
í fleiri Harrans ár, og tað
ber ikki til, at teir skulu
hava verið so óhepnir, altíð
at verða skupmaðir afturum
í køini. Vit hava so ikki
merkt nakran serligan tru
pulleika í so máta við okk
ara egna fólki, sigur Elmar
Højgaard.
Leiðarin á Trygdarmið
støðini, Marjus Magnusson,
er farin í summarfrí, men úr
Klaksvík siga tey, at tað
gaman í er eitt ávíst trýst á
hjá teimum, men at menn
kortini ikki bíða í áravís at
sleppa framat.
Hinvegin er okkurt, sum
bendir á, at fútin heldur ikki
er so íðin at fylgja áseting
unum í kunngerðini um
heilsuprógv og trygdarskeið
umborð á skipi. Skiparin á
Brimli heldur í hvussu er
ikki, at hann hevur sæð
nógv aftur til tey mál, sum
latin eru fútanum í sambandi
við manglandi váttanir hjá
sjófólki.
Tað stendur beinleiðis í
kunngerðini, at hava sjófólk
ikki neyðugu váttanirnar,
so verður hetta revsa við
bót. Men tað haldi eg lítið
sæst til, sigur skiparin á
Brimli við Sosialin.
Sløsa við váttanum
40-tons línubáturin Fiskimúli
úr Klaksvík er bert seinasta
dømi um manningar, sum
ikki leggja lag í kunngerðina
um heilsuváttan og
trygdarskeið. Eingin av
manningini kundi vísa hesar
váttanir fram, tá menn frá
Brimli vóru umborð. Heldur
ikki var manningin mynstrað
Mynd: Oliver Joensen, Skipalistin
Ein lítil grind legði
beinini í Sandágerði
í gjárkvøldið. Kvart
skinn varð í part.
GRINDADRÁP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Um 8tíðina í gjárkvøldið
sóu nólsoyingar grind í
fjørðinum
suðuri
móti
Tjørnunesi. Einir fýra bátar
vóru skjótt hjá grindini,
men ikki fyrr enn bólkurin
var komin inn móti Argja
landinum, høvdu menn rætt
iliga varnast, at grind var í
fjørðinum.
Sera væl gekst at reka, og
sjálvt drápið gekk eisini
skjótt fyri seg. Longu hálv
anannan tíma eftir, at menn
komu til grindina, var alt
yvirstaðið, og nólsoyarbát
arnir komnir til húsa aftur.
Hóast havnarmenn vóru
seinir, so náddu teir kortini
at vera við í drápinum, og
tá avtornaði var ikki so lítið
av fólki í Sandágerði.
Jens
Marius
Poulsen,
býarstjóri, upplýsti, at talan
gjørdist um 30 hval, sum
vóru merktir til 242 skinn.
Býtt varð í 564 drápspartar,
og tað gav kvart skinn til
hvønn. Hartil fingu nakrir
stovnar burturav, umframt
vanligu partarnar til meting
armenn, sýslumannn, grin
daformenn,
skaðasýnis
menn umframt sjálvandi
finningarfiskin, sum í hes
um førinum fór til Nólsoy
ar.
Seðlarnir komu út klokk
an trý í nátt, og tíðliga í
morgun var alt longu fingið
til høldar. Hetta er fyrsta
grindin í Sandágerði, síðani
14.september í fjør.
30 hval í Sandágerði
Grindin, sum legði beinini
í Sandágerði í gjárkvøldið,
taldi bert 30 hval Kortini
varð eitt kvart skinn í part til
drápsmenninar
Mynd: Eirikur Lindenskov
Sogin úr flogfari
Hóast hann hekk hálvur út av einum flogfari í 8000 metra
hædd, eydnaðist tað óhepna manninum at bjarga sær inn í
flogfarið aftur. Hendingin fór fram í einum sjúkraflogfari
yvir Amerika, har ein 41 ára gamal sjúkrarøktarfrøðingur
varð sogin út til vindeygað, tá ið tað brádliga brotnaði.
Flogskiparin valdi at lenda á nærmasta flogvølli, og
óhepni maðurin varð síðan fluttur á sjúkrahús, har hann
fekk 13 pentir fyri at hava skorið seg av brotna rútinum.
Sandvíkingar fáa sparkivøll
Nú fáa eisini børnini í Sandvík sparkivøll frá Fótbóltssambandinum
og UEFA. Og tað verður longu í heyst, at eisini børnini norðast í
Suðuroy fáa graslíki undir gaggurnar. Hvalbiar Kommunar hevur
søkt um at fáa tveir sparkivøllir og hevur fyribils fingið tilsøgn um
at fáa ein. Á bygdaráðsfundi í Hvalba í gjárkvøldið varð samtykt at
leggja hann í Sandvík. Málið hevur skund, tí fólk koma til landið í
augustseptember at leggja graslíki á sparkivøllir og tá skal stykkið
í Sandvík vera klárt. Tí er ætlanin at leggja vøllin á skúlastykkið,
sum frammanundan er drenað og asfalterað. Nú verður farið í holt
við at gera gyrðinginga rundanum og at gera stykkið heilt klárt at
leggja vøllin á.