Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 131 - 11. juli 2007 Hóast tað búskap­ar­ li­ga hevur gi­ngi­ð væl tað sei­nasta ári­ð, um samanbori­ð verður vi­ð undanfari­n ár, so bøti­r hetta tó i­kki­ um tann verulei­kan, at Suðuroyggi­n í 2007 hevur álvarli­gar demo­ grafi­skar trup­ullei­kar skri­var Denni­s Holm, lei­ðari­ av Granski­ng­ ardep­li­num fyri­ Øki­s­ menni­ng í frágrei­ði­ng Tíðindaskriv Ta seinastu tíðina – seinnu helvt av 2006 og fyrra hálv­ ár í 2007 – hevur nógv fok­ us verið á, at tað sum heild gongur betur í Suðuroy. Tað er sjálvsagt eisini sera posi­ tivt, at tað er meira virksemi í landinum sum heild – eisi­ ni í Suðuroy. Í mun til støð­ una á vári 2005, har arbeiðs­ loysið í Suðuroy var høgt, so er tað eisini at gleðast um, at tað í Suðuroy í dag er at kalla onki arbeiðsloysi. Men hóast tað búskaparliga hevur gingið væl tað seinas­ ta árið, um samanborið verður við undanfarin ár, so bøtir hetta tó ikki um tann veruleikan, at Suðuroyggin anno 2007 hevur álvarligar demografiskar trupulleikar. Demografiskar broyting­ ar henda spakuliga, hetta hevur (sum víst í hesum arbeiðsritinum) eisini verið støðan í Suðuroy, har gongd­ in í fólkatalinum og saman­ setingin í mun til aldur og kyn hevur gingið skeiva vegin í langa tíð. Við tað at broytingarnar henda spaku­ liga og yvir langa tíð, so verður ofta ikki gáað eftir demografisku broytingun­ um– og av somu orsøk verða trupulleikarnir oftani ikki tiknir upp, fyrr enn “skaðin er vorðin heilt stór­ ur”. Hetta er eisini støðan í Suðuroy í dag. Lægri vøkstur enn í Før­ oyum sum heild í fleiri enn 80 ár Tá gongdin í fólkatalinum í Suðuroy verður samanbor­ in við gongdina í fólkatalin­ um í Føroyum, kann eisini staðfestast, at síðan 1921 hevur árligi vøksturin í fól­ katalinum í Suðuroy (við undantak av tveimum árum) ongantíð verið á sama støði sum í Føroyum. við øðrum orðum er fólkatalið í Suður­ oy, í lutfalli av fólkatalinum í Føroyum, minkað hvørt ár síðan 1921, við undantaki av tveimum árum. Minking í fólkatalinum í 42 av teimum seinastu 56 árunum Ein onnur staðfesting, sum kann gerast, tá hugt verður eftir gongdini í fólka­ talinum í eitt longri tíðar­ skeið er: Síðan 1950 hava tað bert í 14 ár verið talan um ein árligan vøkstur í fólkatalinum í Suðuroy. Við øðrum orðum hevur fólka­ talið í Suðuroy verið fyri eini árligari minking í 42 av teimum seinastu 56 árun­ um. Ein familja flutt úr Suður­ oy hvønn mánað í 20 ár Minkandi fólkatalið stendst millum annað av stórari fráflyting úr Suðuroy. Tilsamans eru 1.020 fólk flutt úr Suðuroy í árunum 1985 til 2006. Umroknað til mánaðir, er talan um umleið 4 fólk í miðal um mánaðin, svarandi til at “ein familja” er flutt úr Suð­ uroy hvønn mánað í fleiri enn 20 ár Manglandi burð­ aravlop Ein onnur orsøk til skeivu gongdina í fólkatalinum í Suðuroy er “manglandi” burðaravlop (fødd – deyð = burðaravlop). Um árini 1990 til 2006 verða tikin undir einum, so hevur burð­ aravlopið í Suðuroy í hesum tíðarskeiðinum verið 5. Til samanberingar kann nevn­ ast, at í Norðoya sýslu (har tað búgva umleið 6.000 fólk, t.v.s. umleið 1.000 fólk fleiri enn í Suðuroy) var burðaravlopið í sama tíðarskeiði 646, ella 130 ferðir so stórt sum í Suður­ oy. Stór minking í yngru aldursbólkunum Hendan gongdin hevur sjálvsagt havt stóra ávirkan á samansetingina á aldur og kyn, við lutfalsligari mink­ ing í yngru aldursbólkunum, meðan teir eldri aldursbólk­ arnir eru blivnir lutfalsliga størri. Fólkatalið í Suðuroy er minkað við 16,0% í tíðar­ skeiðinum frá 1985 til 2007. Í sama tíðarskeiði er aldursbólkurin av teimum, sum eru yngri enn 20 ár minkaður við 31,5%, býtt á kyn er minkingin størri hjá kvinnunum (32,7%) enn monnunum (30,3%). Samanborið við gongdina í landinum sum heild er talan um eina munandi størri minking í Suðuroy enn í Føroyum sum heild. Eisini aldursbólkarnir frá 20­39 ár eru minkaðir nógv, við tilsamans 24,8% í árun­ um 1985 til 2007. Minkingin í talinum av kvinnum er tó munandi størri enn minking­ in í talinum av monnum. Talið av kvinnum í aldurs­ bólkinum 20­39 ár er mink­ að við 31,4%, meðan mink­ ingin hjá monnum er 19,2%. Minkingin í Suður­ oy er eisini í hesum aldurs­ bólkinum væl størri enn í Føroyum sum heild. Við øðrum orðum er tal­ an um stóra minking í teim­ um yngstu aldursbólkunum. Og er orsøkin til, at tað í fyrs­ta lagi serliga eru ung fólk, sum eru flutt úr Suður­ oy í árunum 1985 til 2007, og hartil eru lutfalsliga fá børn fødd í tíðarskeiðinum, m.a. tí at talið av kvinnum í burðarførum aldri er nógv minkað. Trupulleikarnir mugu takast í størri álvara Við minkingini í talinum av kvinnum í burðarførum ald­ ri og við einum eftir øllum at døma hækkandi deyðstítt­ leika, so er tað væntandi, at innan eitt ávíst áramál (5­ 10 ár) verður árliga burðar­ avlopið í Suðuroy negativt við 25­50. Og við einum mynstri við fráflyting, sum í fleiri enn 20 ár hevur verið umleið 50 fólk í miðal um árið, so skulu stórar broyt­ ingar til, fyri at gongdin í fólkatalinum í Suðuroy skal byrja at ganga rætta vegin. Demografisku trupulleikar­ nir mugu takast í álvara, um ikki trupulleikarnir sku­ lu gerast alsamt størri í komandi arum skrivar Denn­ is Holm. Fólk flyta úr Suðuroynni hóast nógv virksemi er Demografisk lýsing av Suð­ uroy 2007 Granskingardepilin fyri Økismenning hevur giv­ ið út Arbeiðsrit við heit­ inum “Demografisk lýs­ ing av Suðuroy 2007”. Dennis Holm, samfe­ lagsfrøðingur hevur skrivað arbeiðsritið. Dennis Holm, leiðari av Granskingardeplinum fyri Økismenning hevur gjørt sera áhugaverda lýsing av demokrafisku støðuni í Suðuroynni Misti bæði beinini Á Roskilde Festivalinum var ein maður so óheppin, at hann misti bæði beinini. Av einari ella aðrari orsøk var hann farin tríggjar kilometrar frá festivaløkinum, har ein tokbani var. Hann fekk beinini yvirkoyrd av tokinum, og mátti liggja uttan bein í trý korter. Nústaðni tá fann ein annar tokførari útav, at ein maður lá niðri í veitini og vinkaði. Hann varð umgangandi fluttur á sjúkrahús, og løgið nokk er hann ikki í lívsvanda. Síðsta upptøkan hjá Karl Anton Á MySpace síðuni hjá Kaj Klein liggur síðsta upptøkan hjá Plastnoist, meðan Karl Anton Klein, sáli, var við. Søguliga upptøkan varð gjørd í Keypmannahavn tann 12. januar 2001. Kaj greiðir frá: ­ Upptøkan er tikin við einari lítlari mikrofon og ein minidisk­upptakara á einum staðið, ið kallaðist Kronsj og lá við Øresundsvej á Amager. ­ Sjálvt um sangurin er skrivaður heilt afturi í ’77, so fekk hann alla tíðina loyvi at útvikla seg. Bróðir, Karl Anton, syngur og spælir gittara, og hetta var eisini síðsta upptøkan hjá Plastnoist, meðan hann var við.