Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 11. juli 2007 13 viðmerkingar Stutt Sagt Sleppa úr Libya Alt bendir á, at ein palestinskur lækni og fimm bulgarskar sjúkra­ systrar sleppa úr Libya skjótt eftir at hava sitið átta ár í fongsli har. Tey vórðu funnin sek í at hava smittað 438 libysk børn við eyðkvæmi, og 56 av børnunum eru seinni deyð av sjúkuni. Bulgaria og ES hava kravt, at tey seks skuldu latast leys, tí tey vóru ósek, men Libya hevur kravt at fáa endur­ gjald fyrst. Í gjár eydnaðist tað at fáa semju um endurgjaldið, og tí verður roknað við, at tey seks sleppa úr Libya heilt skjótt, skrivar Reuters. Ikki út kortini Sjálvverjuflokkurin, sum hótti við at taka seg úr polsku stjórnarsamgong­ uni, fer ongan veg kortini. Andrej Lepper, floksfor­ maður, sigur, at flokkurin verður verandi í sam­ gonguni, men ikki treyta­ leyst kortini. Lepper er settur í samband við eitt mál um svik, og hann krevur nú, at ákæruvaldið skal leggja prógvini ímóti sær á borðið í seinasta lagi fríggjadagin. Hendir tað ikki, fer Sjálvverju­ flokkurin úr samgonguni, sum so missir meirilutan í tjóðartinginum. Hjálp í vanda Tey nógvu sjórænara­ álopini úti fyri somalisku strondini hava við sær, at neyðhjálpin til meiri enn eina millión fólk er um at steðga upp, sigur ST. Sagt verður, at bara í ár hava sjórænarar søkt at 16 skipum, sum vóru á veg til Somalia við neyðhjálp og aðrari útgerð. Umleið 80 prosent av allari neyðhjálpini til Somalia kemur við skipum ­ um tey koma vegin fram. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg skilji væl, at fólk eru ótolin, men vit mugu fáa tíð til at vísa, at tað var rætt at senda fleiri hermenn til Irak (George W. Bush) útlond Minst fimm fólk doyðu, tá eitt lítið flogfar rendi á trý hús Florida seinnapartin í gjár Tvey fólk vóru í flogfarinum, sum var av slagnum Cessna­310. Tey doyðu bæði. Trý fólk, sum vóru í einum av húsunum, doyðu eisini, og trý onnur vórðu flutt á sjúkrahús. Teirra millum er ein smádrongur, sum er illa brendur. Vanlukkan hendi nakrar fáar kilometrar frá altjóða floghavnini í Orlando. Sambært leiðsluni har royndi tað lítla flogfarið at neyðlenda, tá tað rakti húsini. Tað er tó ikki greitt, hví flogfarið noyddist at neyðlenda, sigur Sky News. Eldur kom í tvey av húsunum, og tey kolaðust upp Flogfar rendi á trý hús Sum tann triði flogberin er USS Enterprise nú eisini komin í Persaflógvan Sambært amerikanska verjumálaráðnum er av­ gerðin at senda USS Enterprise til leiðina við Persaflógvan ætlað at ávara "ávís lond" í umráðnum og at styrkja teir amerikonsku hermenninar í Irak og Afghanistan. Einki verður sagt um, hvørji lond skulu ávarast, men keldur í Washington siga, at tað er uttan iva Iran. Herfyri hevði amerikanski herflotin eina stóra venjing stutt frá iransku strondini, og keldurnar halda, at avgerðin at senda ein flogbera afturat hagar skal vísa Iran, hvussu sterkt USA er. Vælvitandi keldur siga, at amerikanska herflota­ deildin við Persaflógvan er tann størsta síðani innrásina í Irak í 2003. Flogberin USS Enterprise USA sendir fleiri herskip í Persaflógvan Altjóða felagsskapir mótmæla, at 20 fólk í Iran, sum eru dømd fyri neyðtøku og ótrúskap, skulu í gálgan ­ Tey 20 eru funnin sek í neyðtøku, ótrúskapi og øðrum ólevnaði. Tey eru dømd, og dómarnir verða fullførdir tær næstu vikurnar, sigur talsmaðurin hjá iranska løgmálaráðnum, Alieza Jamshidi. Amnesty International hevur sent iransku stjórnini mótmæli, og tað sama hevur mannarættindakommiserur in hjá ST, Louis Arbour, gjørt. ES hevur eisini fordømt deyðadómarnar. Í einari frágreiðing, sum Amnesty International almannakunngjørdi fyri tveimum mánaðum síðani, stóð, at minst 177 fólk vórðu tikin av døgum í Iran í fjør, og at tað var næstan tvær ferðir so nógv sum árið fyri. Iransku myndugleikarnir siga, at deyðadómarnir eru feldir í samsvari við tær islamsku sharia­lógirnar. 20 skulu heingjast í Iran